fríggjadagur 15. apríl 1994síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14. Nr.7
1 —15. APRÍL 1994
Javnaðarflokkinum tørvar
Javnaðarflokkurin hevur
nógvar kvinnuligar limir,
og sum tú sært aðrastaðni í
hesum blaði, eru kvinnur-
nar væl umboðaðar í lokalu
nevndunum. Vit síggja tó
alt ov lítið til kvinnur á
fundum í floksleiðsluni,
starvsnevndini og ødrum
týðandi nevndum, fyri ikki
at tala um fólkavald umboð
-hererualt ov fáar kvinnur.
At so fáar kvinnur síggj-
ast aftur í flokkinum og í
samfelagnum sum heild,
halda vit vera ógvuliga Ó-
heppið — vit eru hóast alt
helvtin av fólkinum.
Tí settu nakrar javnaðar-
kvinnur sær spurningin:
Hvar eru kvinnurnar? Hví
koma tær ikki á fundir? og
hví hoyrist so lítið til tær?
Vit vendu okkum tl javn-
aðarflokkarnar i hinum
Norðurlondunum, fyri at
fáa at vita, hvat tey har hava
gjørt fyri kvinnurnar. Norra
varð okkara fyrimynd, vit
vistu at tey hava eins nógv
umboð av báðum kynunum
allastaðni í flokkinum, og at
tey hava lógarfestar kyns-
kvoteringar til allar upp-
stillingarlistar, floksneynd-
ir, ráð 0.a. Eisini vistu vit, at
flokkarnir í hinum Norður-
londunum hava sítt kvinnu-
felag.
Kvinnubólkurin
Úr Norra kom hugskotið at
havaskeið fyri kvinnum, og
hava vit havt tvey sera væl-
eydnað kvinnuskeið her
heima. Síðani er ein
kvinnubólkur stovnaður,
bólkurin hittist aðruhvgrja
viku at tosa um ymisk polit-
isk mál. Vit eru farnar undir
politiska upplýsing fyri
kvinnur, og vit skiftast um
fundarleiðsluna og at finna
fólk til at halda fyrilestrar
um ymisk mál. Á henda hátt
ber til hjá gllum at fáa lýst
eitt evni, sum júst hon, ið
hevur fundin, hevur áhuga í,
ogatkjakast um tað og sam-
rabarbusúltutoyi
Skræð teg ikki sundur
Hon var ein góð mamma
Ein ótrúliga heit elskarinna.
Manni sínum ein góð kona
Áhugað fyri politikki
Gjørdi fimleik hvørt tyskvøld
Gardinurnar vóru nýstívaðar
Teppifrynsarnar nýgreiddar
Og tað angaði væl í øllum húsinum
av nýbakaðum bollum og heimagjørdum
— tá sjúkrabilurin kom.
E.B.P.E. umsetti leysliga eftir Lenu Holstein
stundis at venja seg til fund-
arleiðslu.
Javnstødulogin og
javnrættindi
Nú væntaðu vit, at javn-
stødulégin endiliga varð
samtykt, og kendist tað sum
hava vit vunnið eitt tógvið
stríð, hóast lógin gjørdist
nógv linari enn upprunaliga
uppskotið. Vit verða nú
vónandi javnsettar fyri lóg-
unum; men harfyri er stríðið
fyri veruligum javnrættirid-
um ikki rokkið enn. Fyri at
røkka málinum mugu vit
broyta hugburð og sið-
venju, soleiðis at tað verður
ein sjålvfylgja, at bæði kyn-
ini eru umboðað allastaðni í
samfelagum. Fyri at broyta
hugburð og siðvenju, mugu
vit hava nakrar fyrimyndir.
So leingi flest allar floks-
leiðslur, fólkavald umboð
og leiðandi størv eru sett av
monnum, ber illa til hjá
uppvaksandi ættarliðnum
at ímynda sær annað enn at
tað eru menn, ið eiga at sita
við valdinum. Vit eru tó so
heppin í dag athavakvinnu-
ligan løgmann og kvinnu-
ligan borgarstjóra í Havn,
kvinnumar í Vestmanna,
eins og fleiri bygdaráð hava
kvinnuligar leiðarar og lim-
ir, og so hava vit nakrar
heilt fáar kvinnuligar løg-
tingslimir.
Yngri kvinnurnar
mugu stríðast
víðari
Vit, sum yngri eru í dag,
hava nógv at takka teimum
kvinnum fyri, sum í sjeyti-
árunum striddust fyri javn-
rættindum. Sjálvt um vit
kanska ikki eru heilt samdar
í llum tí, tær tá førdu fram,
so hava tær verið okkara
slóðbrótarar. Nú má tað so
verða okkara uppgáva at
stríðast víðari. Vit hava
vunnið nøkur rættindi,
somu útbúgvingarmøgu-
Elin Lindenskov, byrådslimur í Havn
leikar, somu løn fyri sama
arbeidi og fåa vit vénandi
javnstødulégina.
Javnrættindi i
truplum tidum
Onkur heldur, at stríðið fyri
javnrættindum ikki eigur at
verða tikið fram beint nú, tí
vit hava so nógvar aðrar
trupulleikar at dragast við.
Hesum mugu vit beinan-
vegin afturvísa, tað er held-
ur tvørturiméti. Sum dømi
kunnu vit nevna barnsburð-
arfarloyvið. Tað var ein
stórur sigur, tá ið vit í åttati
árunum fingu 24 vikur
barnsburðarfarloyvi = við
fullari løn.
Tá var eingin, ið hugsaði,
at tað fór at bera til at stytta
barnsburðarfarloyvið, ella
at arbeiðsgevarar fóru at
hava trupulleikar av hesum.
Í dag er serliga trupult hjá
iKKIi 2 TAÐ SKULDI
ungum kvinnum at fáa starv
— tí vandin er jú at tær gerast
við barn, og tað kostar ar-
beiðsgevaranum eina Ó-
hepna eykaútreiðslu.
Einastu loysn á hesum
trupulleikum halda vit vera
at seta á stovn ein samhalds-
fastan barnsburdargrunn,
har allir arbeiðsgevarar eru
(TAÐ ER BARA PLASS FYR“ | mæ
HARP / mu 51 MI
/
felags um at gjalda henda
meirkostnað, so ikki ávís ar-
beiðspláss verða serliga hart
rakt. Nú er so vón fyri, at
Landsstevnan fer at seta sær
sum mál at fáa framt sam-
haldsfasta | barnsburðar-
grunnin.
Málini hjá Kvinnu-
bólkinum
Kvinnubólkurin hjá Javn-
aðarflokkinum hevur sum
aðalmál at fáa kvinnur at
taka aktivan lut í politiska
arbeiðnum, soleiðis at vit
sum frá líður eru eins væl
umboðaðar og menninir.
Fyri at røkka málinum
mugu vit sjálvar geraokkara
til fyri at fáa kvinnur valdar
alla staðni, har umboð skulu
veljast, bæði í lokalfeløgun-
um, flokkinum og til fólka-
vald størv. Eingin skal tó
veljast, bert tí hon er kvinna,
men tí hon hevur áhuga. Tí
fara vit ikki til komandi løg-
tingsval at krevja, at eins
nógvar kvinnur eru á listan-
um sum menn, men heldur
at stuðla teimum kvinnum,
ið stilla upp av áhuga. Sam-
stundis fara vit at eggja
kvinnum til at taka aktivan
lut í flokspolitiska arbeið-
inum.
Hesa stuttu tíð kvinnu-
bólkurin hevur virkað, eru
fleiri kvinnur blivnar ak-
tivar, samstundis sum fleiri
eisini eru blivnar beinleiðis
limir í flokkinum. Higartil
hava flestu kvinnufundir
verið í Havn, men vónandi
fara kvinnur aðra staðni í
landinum eisini at savnast í
bólkum. Onkra staðni eru
fyrireikingar í gongd í løt-
uni.
Tit år ødrum lokalfeløg-
um eru altíð vælkomnar at
seta tykkum í samband við
okkum í Havn, um tit vilja
hava meira at vita um
kvinnubólkin. Vit hittast á
Landsstevnuni.
Góða Landsstevnu!
Elin Lindenskov
=>
OD uvg forms nn 9 mee Hee
Tidindabladid søsialurin
EG KREVJ! AT
ATKVØDURVAR
VERÐA TRLDAR
MAFTUR!!
PP
Brúkarin
og
kappingin
At stødan hjá handils-
fyritøkum er sera trong
ogtorfgr er eingin loyna,
og at orsøkin til hetta er
tann alsamt minkandi
keypiorkan ímillum
fólk, veit hvort mans-
barn.
Sum mangtannað her
á landi, so sær tað eisini
út til at henda vinnan
skal igjøgnum eina til
fleiri saneringar, áðrenn
útreiðslustóðið kemur
niður, har núverandi
keypiorkan hjá fólki
megnar at vera við.
Eitt virkið og kapp-
ingarført handilslív er
trygd fyri, at brúkarin
fær møguleikan fyri
sjálvur at velja hvar
hann vil leggja sínar
pengar.
Í 92 fingu vit eina
nýggja príslóg, sum er
ein eftirlitslóg.
Í ollum hinum Norð-
urlondunum eru kon-
kurransulógir, LV.S
kappingarfremjandi
lógir, settar í gildi.
Tað er upp á hægstu
tíð, at vit vakna upp og
ikki koma døllandi 15-
20 år aftan á øllum ødr-
um. Vit eiga sum skjót-
astat fáa setta eina kapp-
ingarfremjandi lóg í
gildi, sum fevnir bæði
um almennar og privatar
fyritøkur her á landi.
Súsanna
%