fríggjadagur 15. apríl 1994síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Få
á
Tíðindablaðið [ sosíalurin ) Nr. 71 — 15. APRIL 1994 Síða 15
Føroyskur uttanrikis-
politikkur, Danmark og ES
— Tá vit tosa um umsiting av teimum uttanrikismålum, sum hava serligan týdning
fyri Føroyar, er merkisvert, at hóast økid er danskt, hava Føroyar í friði og náðum
yvirtikið fleiri toluliga týðandi petti í umsitingini, og hetta er hent í sátt og semju mill-
um føroysku og donsku fyrisitingina, sigur Ingibjørg Berg, cand. scient. pol.
Formelt sæð er ikki so nógv
at siga um føroyskan uttan-
ríkispolitikk, ti sambært
grein 5, stk. 2 í Heima-
stýrislógini, hava »Rigs-
myndighederne… afgørel-
sen i spørgsmål, der angår
rigets forhold til udlandet«.
Hinvegin vita vit, at før-
oyskir myndugleikar í
summum førum sjálvir fult
út hava hesi viðurskifti um
hendur, eitt nú tá talan er um
fiskivinnuavtalur við No-
reg og Ísland, uttan at hetta
hevur ført til heimildarstríð
við ríkismyndugleikarnar.
Um hetta skal skiljast so-
leiðis at danska stjórnin
hevur góðkent hesar avtalur
við ikki at mótmæla teim-
um, ella um man velur at
skilja tað soleiðis, at
Heimastýrið í praksis hevur
fingið myndugleika til at
gera avtalur við einstøk
grannalond um viðurskifti,
sum ikki hava búskaparlig-
an tydning fyri Ríkið í síni
heild, er ilt at siga.
Eitt annað týðandi tekin
um at Føroyar sum partur av
danska ríkinum hava eina
aðra millumtjóða støðu enn
Ld. Bornholm er, at tá Ríkið
skrivar undir millumtjóða
avtalur, ið bert viðvíkja
Føroyum, skriva bæði før-
oyskir og danskir myndug-
leikar undir. Og millum-
tjóða avtalur, sum skulu
samtykkjast á Fólkatingi,
skulu eisini leggjast fyri
føroyska heimastýrið áðr-
enn tær fáa gildi í Føroyum,
um tær eisini fevna um før-
oysk viðurskifti.
Yvirtøkur
Tå vit tosa um umsiting av
teimum uttanríkismálum,
sum hava serligan týdning
fyri Føroyar, er merkisvert,
athóast gkið er danskt, hava
Føroyar í friði og náðum
yvirtikið fleiri toluliga
týðandi petti av um-
sitingini, og hetta er hent í
sátt og semju millum før-
oysku og donsku fyrisiting-
ina. Sum heild er ikki nógv
tosað um evnið: bert Ógvu-
liga sjáldan hevur verið tal-
an um nakran tvidrått rikis-
partanna millum, og Stig
fyri stig eru Føroyar slopnar
at hava ein eitt vet meira
virknan, sjålvstødugan
leiklut á avmarkadum økj-
um, uttan at nøkur politisk
avgerð er tíkin hesum við-
víkjandi. Helst man bera til
atsleppa eitt fitt petti longur
Ingibjøre Berg, cand. scient. pol.
tann vegin í tolni, og tað
man vera nóg gott, ella
hvussu?
Broytingar á altjóða
leikpallinum
Sum teimum flestu kunnugt
so hevur tað, at kalda
kríggið er hildið uppat, av-
gerandi broytt fortreytimar
fyri snøgt sagt øllum viður-
skiftum á altjóða leikpallin-
um. Ikki minst tá talan er
um millumlanda viður-
skiftini i Vestureuropa,
siggja vitenn bert byrjanina
av teimum avleidingum,
hendan stórbroyting fær.
Størstu = avleiðingarnar
fyri Føroya viðurskifti við
umheimin eru uttan iva, at
stórir partar av Týsklandi
enn einaferð eru savnaðir í
eitt ríki.
Søguliga eru altíð komnar
stórar rembingar og ófriður
í Europa, tá Týskland er
styrknað, og tí eru ikki bert
hini ES-londini, men flest-
øll lond í heiminum altráð
eftir at styrkja tey bond, ið
knýta Týskland at ES.
Hetta verður gjørt við at
útbyggja ES-samarbeiðið á
øllum økjum, og tað nógv
skjótari enn nakar annars
hevði roknað við, ikki av
handilspolitiskum, men av
trygdarpolitiskum ávum.
So skjóu er ES-politikk-
urin broyttur, at meðan
danski sosialdemokratiski
flokkurin í 1986 kundi
skriva beinleiðis í innleið-
ingini til frágreiðingina >Et
ábent Europa<: >Vi afviser
skridt mod en EF-Union, vi
ønsker ikke at opgive veto-
retten, vi ønsker ikke flere
beføjelser til Europaparla-
mentet og vi ønsker ikke at
ændre balancen mellem
Fællesskabets institution-
er«, og tåverandi danski
forsætisráðharrin Poul
Schliiter um somu tíð kundi
siga, at »Unionen er sten-
død«, so er longu nú so
langt síðan at sama >Uni-
on« varð til, at vit heilt na-
túrliga siga ES í staðin fyri
EF. Í dag vita vit at tað
europeiska samveldið er ein
veruleiki, vit noydast at liva
við.
Felags ÉS-uttanríkis-
politikkur
Taðat ES eisini hevur felags
uttanríkispolitikk, = kann
gera —uttanrikispolitisku
stóðu Føroya rættuliga á-
hugaverda: ES hevur longi
havt felagsumboðan í al-
tjóða samstarvi sum enda-
mál, men nú kunnu vit
rokna við, at okkurt av ålv-
ara hendir hesum viðvíkj-
andi.
Og hvussu so við Føroy-
um? Hvat hendir við grinda-
drápinum, tá Bretland skal
umboða okkum í IWC, og
hvussu stór verður føroyska
kvotan á Flemisch Cap, tá
portugisarar skulu samráð-
ast í NAFO okkara vegna?
Og soleiðis kunnu vit fara
gjøgnum alt altjóða sam-
starv um fiskivinnu, og
meira afturat.
Verter at minna á, at tá tað
so sjáldan hevur verið trup-
ult hjá dønum at umboða
okkum, so er tað ikki minst
tí at danska og føroyska
fiskivinnan eru so ymiskar,
at um eitt øki er av alstórum
týdningi fyri okkum, hevur
tað havt lítið ella onki upp á
seg fyri teir, og øvugt. Tí er
danska stjórnin ongantíð av
álvara komin í nakra tví-
stóðu. Tað sama kann ikki
sigast um gil hini limalond-
ini í ES, ikki minstum eitt nú
Noreg eisini letur seg draga
uppí.
So hvort sum ES í stórri
og stórri mun kemur at um-
fata fleiri og fleiri målsøki,
noyðist danska stjórnin eis-
ini at hava fyri eyga, at um
teir krevja nógv á einum
øki, er minni møguleiki fyri
at onkur vil gera teimum ein
beina á onkrum ødrum øki.
Tí kunnu vit rokna við at tað
kemur at gerast alt tyngri og
tyngri hjá teimum at sita
báðumegin samrådingar-
borðið, bert tí at teir eisini
skulu umboða okkum.
Mugu taka steðuna
upp til um-
hugsunar nú
Sostatt er nógv sum bendir
á, at Føroyar, eisini av uttan-
ríkispolitiskum grundum
koma at taka stóðu sína til
Danmark — og harvið ES —
upp til umhugsunar. Vit
noyðast at meta um, um vit
røkja åhugamål okkara sum
frægast við framvegis at
halda okkum uttan fyri ES
(og hervið í minsta lagi yvir-
taka stórar partar av uttan-
rikispolitiska økinum), ella
um vit skulu fara uppi, og
vóna at vit onkursvegna
kunnu yvirliva sum tjóð,
hóast tað er púra óhugsandi,
at vit á nakran hátt kunnu
fáa ávirkan á avgerðartil-
gongdina í Bruxelles.
Rokna vit við at vit bara
kunnu sita og bíða, tí at okk-
um ikki nýtist at taka støðu
til slík mál, koma vit petti
fyri petti undir ES-stýri, og
vit sleppa soleiðis undan
sjálvi at taka stóðu. Tað er
ómakaleyst, men er tað tað,
vit vilja?
Tað er undrunarvert, at
tað í einum samfelag, sum
sær stórt í at kalla seg demo-
Javnaðarkvinnur í Norðurlondum fyrireika seg í
løtuni til kvinnuráðstevnuna, FORUM 94, sum
verður í Åbo í Finnlandi í døgunum 1.--6. august
'94.
Javnadarkvinnurnar ætla at gera seg sjónligar
undir heitinum S-kvinnur. Í løtuni verður ein
work-shop undir heitinum Sosialdemokrat-
iske kvinders indsats í framtidens Europa
fyrireikað. Eisini fara tær at skipa fyri einari
»festligari« demonstratión við sangi, tónleiki,
skeltum og røðum, fyri at gera javnaðarkvinnur
sjónligar.
Annars luttaka javnaðarkvinnur við fleiri til-
tókum. Svenskar SSU-kvinnur hava eina fram-
sýning, tær kalla: Skapa tína framtíð. Tær
framsýna lutir úr leiri, tekningar, málningar og
skriva. Norðurlendsku SU-kvinnurnar skipa
fyri einum seminari undir heitinum: Norður-
lendskur umhvørvispolitikkur — eitt fyri-
dómi. Finskar kvinnur skipa fyri seminari um:
Kvinnan og Javnaðarflokkurin. Seminarið
hjá donsku S-kvinnunum kallast: Kvinnur í
politikki — Hvørji krøv seta kvinnur til E.S.?
Føroyskar kvinnur luttaka eisini á FORUM.
Tað er Kvinnusamskipan Føroya, ið skipar fyri.
Kvinnusamskipanin er at hitta í Mettustovu í
Havn hvort mikukvøld kl. 20-22, har tú kanst
fáa tilmeldingarblað og aðrar upplýsingar um
FORUM. Tú kanst eisini seta teg í samband við
Elina Lindenskov, tif. 11424, um tað ikki liggur
fyri at koma í Mettustovu mikukvøld.
KOSTNAÐUR
Luttøkugjaldid til FORUM er 100 FIM. (umleið
120d. kr.)
Ferdamøguleikar: Við flogfari úr Føroyum
til Danmarkar, við bussi til Stockholm, við ferju
til Åbo. Henda ferðin fer at kosta uml. 3.250-
4.000 d.kr. Hin møguleikin er at ferðast um
Danmark við flogfari til Finlands, kostnaður um
4.200-4.400 d.kr.
Gistingarmeguleikarnir eru nógvir, kostn-
aðurin er frá 75--430 fim. fyri nåttina, alt eftir
um tú ynskir at liggja í soviposa ella búgva á
hotelli.
Føroyska Kvinnusamskipanin mælir til, at
føroysku kvinnurnar búgva saman í einum stu-
dentabýli, og hava tær bílagt 50 pláss. Kostnað-
urin fyri alla vikuna er 1.100 fim.
Tilmeldingarfreistin fyri luttøku á FORUM
94 er úti 1. mai, so nú er at skunda tær, um tú
ætlar at vera við.
Góða ferð!
Elin
kratiskt, ikki er stórri áhugi laksi, ella um vit, tí vit í løt-
fyri teimum avleiðingum, uni fiska mest upsa og
tað fer at hava fyri fóroyska kongafisk, eiga at gerast
sjálvræðið, at avgerðarrætt- limir í ES
urin — ikki bert í uttanríkis-
málum, men føllum málum, Ingibjørg Berg
sum danska stjórnin eisini
umsitur okkara vegna — stig
fyri stig verður flutt frá
donsku stjórnini til embæt-
ismenninar í Bruxelles.
Helst kemur hesin mangl-
andi áhugi av at uttanríkis-
politikkur ongantíð í álvara
hevur verið umrøddur her. —
Ella er hetta veruliga av
minni týdningi, sammett við
hver tollurin er á royktum
re
7 LN