Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. juni 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 117 - 25. juni 2003 Nr. 117 - 25. juni 2003 3 Kunngjørt verður fyri ætt og vinum at kæri maður, pápi, verpápi og abbi okkara Poul Christensen Herlev andaðist fríggjadagin 20. juni. Jarðarferðin verður úr Herlev Kirke fríggjadagin 27. juni kl. 12.30. Vegna tey avvarðandi Margretha, Svend og Bille Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi tá okkara elskaði maður, pápi, abbi, verfaðir, bróður og svigarsonur Vinjard Faldvard Joensen so brádliga varð kallaður heim til Harran. Hjartaliga takka vit tykkum í kapellinum Jóanes, Pól og Kristoffur. Í Ebenezer Jákup, Osmund og ikki minst sangkórinum, Ólavi og Jóanes fyri bøn og troystarrík orð og sangir. Ein hjartans tøkk til bindiklubban, samkomu og Neistakvinnum, sum stóðu fyri ervinum í Ebenezer. Eisini ein tøkk til Marit og Didde fyri hjálpina í heiminum. Og øllum tykkum, sum við gávum, fjarritum, brøvum, uppringingum, kransum og peningagávum til Zarepta og tí stóra skara, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað her á fold. Ein serstøk tøkk til Apotekara og starvsfólk á Tjaldurs Apotek. Marjun, Poli og Finn v/ familju VB kvinnur megnaðu fyri stuttum at ogna sær meistarheitið í hondbólti, ja enntá at vinna sonevndu greipuna, men VB kvinnur hava verið í vási áður, m.a. sum føroyameistarar í 1950 GOMUL MYND Dagfinn Olsen Myndin sýnir 1. kvinnulið hjá VB í 1950, tá tær gjørd- ust føroyameistarar. Aftast frá vinstru eru Ragna Jac- obsen (Skaalum), Mimmy Hovgaard (Midjord), Sølvi Jespersen, venjari, Betta Mikkelsen (Larsen), Gun- hild Hjalt (Skaalum). Fremra rað: Kaja Jacob- sen (Olsen), Hjørdis Joen- sen (Petersen) og Sanna Skaalum (Petersen). VB føroyameistarar í 1950 Vestmanna sangkór á konserferð Vestmanna kirkjukór í Sámuelskirkjuni í Keypmannahavn 12. juli og til Álands á konsertferð KONSERTFERÐ Tíðindaskriv Nú sunnudagin verða sein- astu fyrireikingarnar og venjingarnar gjørdar til tann sera spennandi túrin, sum er fyrireikaður í longri tíð hjá Vestmanna kirkju- kórið. Vestmanna kirkjukór, sum telur uml. 50 fólk, og áleið ein helvt er ungfólk, fer tann 12. juli undir leiðslu av Erlu Olsen at synga í Sámuelskirkjuni í Keyp- mannahavn, har føroyski presturin, Bergur Jacobsen, í nógv ár hevur starvast. Álandsvitjan Men áðrenn tað kemur so langt, skal kórið fyrst til Álands frá 1.til tann 7.juli, har kórið milllum annað skal synga í Fugloyar kirkju. Í hesum sambandi kann nevnast, at rutubát- urin siglir kórið frá Svínoy til Fugloy, so nøvnini ganga aftur har eisini. Síðani skal kórið synga í St.Gørans kirkjuni í Marie- hamn og í Jomala kirkjuni, sum liggur stutt uttan fyri høvusstaðin, har kórið eis- ini kemur at búgva. Skránna á Álandi hevur Nordens Institutt (Norður- landahúsið) á Alandi lagt til rættis, stjóri har er Steffan Simonsen, sum hevur búð í Føroyum. Vestmanna kirkjukór í Danmark Í Danmark skal kórið tann 13.juli synga í Roskilde Dómkirkju, sum verður søgd at verða so einastand- andi kirkja at synga í. Dagin fyri, tvs. leygar- dagin tann 12. juli hevur føroyski presturin Bergur Jacobsen fyriskipa eina konsert við kórinum kl. 16.00 í Sámuelskirkjuni. Aðrar konsertir eru eisini á skránni í Danmark, men tíðir eru ikki ásettar enn. Kórið hevur vænt nógv til henda túrin, og eru nógv tiltøk gjørd til tess at útvega pening. Kórið hevur skipað fyri konsertum, bindi- klubbahugan við sangi, skemti, tombola, lutaseðla- sølu, árligum kalendara, kummukasti o. ø. Men tað tekst ikki burtur, at størri stuðlar skulu til, og so er eisini her, og takka vit Vestmanna Kommununi, Vestmanna kirkjuráð, M e n t a m á l a r á ð n u m , Atlantic Airwais, og Ment- unargrunni Føroya Løg- tings fyri dyggan stuðul. Sjálvandi eru nógvir smáir stuðlar og teimun takka vit eisini. Grunnar hjá Nordisk Ministerråd, eitt nú kultur- fonden og Nomus hava ikki latið stuðul í samband henda túrin, og í samband við ein Íslandstúr hjá kórin- um í 2000, hóast hesir grunnar siga seg stuðla norðurlenskum samstarvi. Men kórið hevur spent seg út og fer nú avstað við tí í hyggju at umboða Føroyar og Vestmanna bygd á Álandi og í Danmark. Allar konsertir verða undir leiðslu av Erlu Olsen. Kórið kann kontaktast á telefon 221577 - 424192 - 424614. Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið tvær nýggjar út- gávur.Vakur gávukist- il við smáum bókum við bíbliusøgum. Jenny Fry og Ruth Hooper endursøgdu søgurnar.Amy Tausen týddi úr enskum. Teknirøðina: Føroya krøniku eftir Markos Jiménés. Dánial Hoy- dal týddi tekstin til føroyskt BÓKAÚTGÁVA Tíðindaskriv Smáar bøkur við Bíbliu- søgum Í snotiliga gávukistlinum eru 10 smáar, vakurt mynd- prýddar bøkur. Søgurnar eru helst mill- um best dámdu og mest lisnu søgunar í Gamla Testamenti. Í kistlinum finnur tú søguna um Skap- anina, Nóa ark, Jósef, Mós- es og tornarunnin, Jónas, Samson, Dávid og Góliat, Sálomon, Dánjal í leyvu- hellinum og søguna um, tá ið Reyðahavið skilti seg. Søgurnar eru lýstar og myndprýddar yndisliga og hugtakandi og eru serliga ætlaðar at lesa fyri smábørn- um. Í Gávukistlinum eru 10 smáar bøkur, við 28 síðum í hvørjari. Gávukistilin kostar kr. 150,- Føroya Krønika Fyri sløkum mánað síðani hevði Markos Jiménés listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Samstundis bleiv teknirøðin, Føroya krønika, løgd fram fyri fjølmiðlum og øðrum áhugaðum. Men orsakað av verkfallinum, ið tá var, strandaði bókin í Danmørk, og høvdu vit tí bert fá eintøk at vísa fram. Men nú er bókin komin og fæst til keyps í bókahandl- unum kring landið. Í Formælinum sigur tekn- arin, at teknirøðin fyrst og fremst er eitt uppskot - ein persónlig tulking og krono- logisk endursøgn av tí, sum kanska hendi í hesum landinum fyrstu 60 milliónir árini við serligum denti á tíðarskeiðið, tá ið menn fyrst nomu land og royndu at sættast sum frægast. Tað snýr seg um søgu og mentunararv, ið er farandi og komandi, sálina, seyðin og øll hini, sum búðu her, og næstu grannarnar. Teknirøðin er ein roynd at sameina søguligan veruleika við mytologisku, fantastisku og løgnu hendingarnar, sum tú kanst hóma í Føroyingasøgu. Í bókini eru stuttligar og keipukendar tekningar og innihaldið er skipað soleiðis: Uppruni, Landnám, Norrøn búseting, Oyggjaskeggjar, Brestis kvæði, Sigmundur og Tórir, Hjá Hákuni, Sig- mundur og Tórir venda heim aftur, Hákun ræður, Orrust- an í Hjørungavági, Ólavur kongur Trygvason, Trúar- stríð, Jallarnir aftur. Sig- mundur og Tróndur, Eirikur og Sveinur ráða fyri Noregi, Sigmundskvæði yngra og Tróndur gandar. Brestis kvæði, sum Mikkjal D. á Ryggi yrkti, og Sigmunds kvæði yngra, sum Jens Chr. Djurhuus yrkti, eru endurgivin í fullari longd. Stuttligu myndirnar í bók- ini gera, at bókin heilt vist fangar áhugan hjá størri børnum, ungum og vaksn- um við. Og bókin kann heilt vist eisini vera eitt íkast til søgu- og kvæðaundirvísing- ina í skúlunum. Føroya Krønika er 62 síður, innbundin í stíva permu. Hon kostar kr. 150,- Bíbliusøgur og krønikur frá Bókadeildini 3. Listastevnan: Listarligi umheimurin í Føroyum Í august verður triðja Listastevnan á skránni. Endamálið er aftur í ár at fáa forkunnugar listar- ligar vitjanir til Føroya LISTASTEVNA Heri á Rógvi Ì døgunum 6. til 17. august verður Listastevna Føroya. Tað í serflokki størsta mentanartiltakið í Føroyum roynir seg í ár á triðja sinni. – Málið er at bjóða før- oyingum tílíkt, sum teir annars skuldu farið uttan- lands at síggja, sigur Helga Hjørvar. Týsmorgunin var tíð- indafundur í Vertshúsinum, sum eisini skal vera festiva- lklubbur teir tólv dagarnar í august. Fíggjarætlanin fyri Lista- stevnuna javnvigar við umleið trimum milliónum. Peningurin fæst vil vega við stuðul frá ymsum al- mennari síðu, sponsorum og atongumerkjasølu. Fjøllbroytt skrá Skráin er long og fjøllbroytt hesar dagarnar í august. Opera, sjónleikur, stand- up, klassiskur tónleikur, sirkus og annað eru á skránni. Eingin rættiliga stórt heimsnavn er at bíta merki í, sum kanska er á sjón- varpsskíggjanum dagliga. Ikki tí. Fyri kennarar eru stór nøvn við Listastevn- uni. Sunnleif Rasmussen er heiðursforseti fyri Lista- stevnuna, og hann skal tryggja listarliga virðið. Annars er tað stýrið fyri Listastevnuna, mannað við Birgir Kruse, Helgu Hjør- var, formanni, Jenny Peter- sen og Martin Næs, sum tekur støðu til, hvørji tiltøk vera við og ikki. Oddvá Nattestad er sam- skipari í sambandi við lista- stevnuna. Helga Hjørvar sigur, at tað týdningarmesta er, at Listastevnan er fjøl- broytt og har er nakað til øll. Høvuðsnøvnin í ár eru Mari Boine, sum vinnur norðurlendsku tónleika- virðislønina hjá Norður- landaráðnum í ár, og Le Cirque Invisible við dóttir Charlie Chaplin, Victoria Chaplin. Eisini er bretski rithøvundurin Fay Weldon við á stevnuni. Sjálv heldur Helga Hjørvar, at nøvn sum Fay Weldon og Le Cirque In- visible fara at økja um virði á stevnuni. Tiltøkini eru vald út eftir ymsum fortreytum, og tað týdningarmesta er, at tað er nakað fyri øll, verður lagt dent á. Meira kann lesast um tiltøkini á listastevnan.com. 3 ár Sum sagt er hetta á triðja sinni, at skipað verður fyri Listastevnu Føroya. Til- tøkini í ár vera fyri tað nógva í Norðurlandahúsin- um og fleiri í Mentanar- húsinum í Fuglafirði. Hetta skyldast partvíst støddina á tiltøkunum. Sum heild vera fá tiltøk kring landið á Listastevnuni. Prísurin á atgongumerkj- um liggur á sama støði sum undanfarin ár, og nógv atgongumerki kosta meira enn tveyhundrað krónur. Áður hevur hetta verið nógv umtalað, og fólk hava hildið tað verið ov nógv. Men hesum vísir Helga Hjørvar aftur. – Eitt nú Le Cirque In- visible kostaði 500 kr. í Oslo, men bert 250 í Før- oyum, sigur Helga Hjørvar. Royndirnar frá undanfarnu stevnunum hava lært fyri- reikararnar ymiskt. Millum annað um áhugan hjá før- oyingum fyri tiltøkum. Hetta ger eitt nú, at kon- sertirnar í ítróttarhøllunum eru tiknar av skránni, og tær verða heldur í Norður- landahúsinum sum siti- konsertir. Eisini í sjálvum fyrireik- ingunum er stórur munur. Sum vera mann hevur Listastevnan fleiri stuðlar. Hetta er eisini ein partur, sum er voksin við árunum, og tað fegnast fyrireikarar- nir stórliga um. Føroya Sparikassi er størsti sponsorurin í ár. Eisini stuðla fleiri onnur.å Nøkur tiltøk Listastevnan í ár hevur eina røð av tiltøkum á skránni. Vit hyggja her nærri at nøkrum teirra. Orðini eru frá almennu skránni. Le Cirque Invisible "Le Cirque Invisible" er úr Fraklandi. Sum navnið bendir á, arbeiða tey við tí ósjónliga, óvæntaða og broytiliga. Tey eru Victoria Chaplin og maður hennara Jean Baptiste Thierrée. Í felag vísa tey okkum innar í ein hugfloygdan, hugtakandi heim, har orð og tónar næstan ikki eru til. Tað er vakurt og stuttligt, ørt og tó vitborið. Hetta er einki annað enn heimsins størsta framførsla við minstu manning í verðini, segði Obser- ver. Hetta ferðandi ósjónliga sirkus, sum fyri fyrstu ferð vitjar í Føroyum, er ein gleðilig sýning fyri øll børn, frá fimm ára aldri og ikki minst fyri tey, sum eru eldri — væl eldri! Í Norðurlandahúsinum 6. og 7. august. Gestir, Cleaning Women og Apparat Ársins konsert verður seinasta leygarkvøldið í summar- frítíðini, 16. august. Tá fer Prix Føroyar vinnarin 2003, Gestir, úr Eysturoynni at spæla teirra seregna, sveimandi, serføroyska sevjurokk. Saman við teimum eru tveir av mest nýskapandi rokkbólkunum úr eysturi og vesturi: finsku Cleaning Women, sum um eina leið spæla tekno, heavy, punk og rokk á heimagjørd vaski- amboð, so sum snóratrø og gólvskrubbur, meðan íslendsku Apparat Organ Quartet leita í ruskdungum og finna burturblakaðar russiskar syntesizarar og stovu- orgul, sum teir seta saman og spæla á í autobahn stereo, sum galt tað lívið. Og tað ger tað jú. Lívið er tónleikur. Lagt er upp til stórvask í Norðurlandahúsinum. Mari Boine Størsta navnið, tá umræður sámiskan tónleik á okkara døgum, er Mari Boine. Fáur hevur sum hon givið sámiska fólkinum ljóð. Á okkara leiðum er Mari Boine eisini størsta navnið innan greinina World Music. Hetta er fólkatónleikur, sum í upprunalíki verður klæddur í nútíðar búna. Støðið er sámiskur joik, framførdur við sterkari rødd, oftast við undirspæli frá alskyns ljóð- førum. Á henda hátt hevur Mari Boine í tjúgu ár hildið kvirruna av sámisku víddunum upp móti nýggja og stórbýarkenda ljóðinum. Klangurin, sum er í støðugari broyting, er eksplosivur, rætt sum stóðu vit við munnan á einum gosfjalli. Tí soleiðis eru konsertirnar við Mari Boine. Sum eitt gosfjall. Mentunarliga stríðskvinnan Mari Boine hevur givið út hópin av fløgum, har hon syngur egnar sangir, eins og fólkaløg, á sámiskum máli. Í fjør gav hon út "Gâvcci Jahkejuogu/Átta árs- tíðir" saman við klaverleikaranum Bugge Wesseltoft og saksofonleikaranum Nils Petter Molvær. Fyrrárið kom "Remixed", sum eru remix av kendastu sangunum hjá Mari Boine, hildnir í tíðarinnar diskoteks- og stórbýar- anda. Nú verður høvi at hoyra og hitta hana, saman við orkestri, fyri fyrstu ferð í Føroyum. Í Norðurlandahúsinum 11. august. føroyar.dk Filmurin "føroyar.dk" verður heimsfrumsýndur henda dag 15. august á Listastevnu Føroya. Við filminum vís- ir danski leikstjórin Ulla Boje Rasmussen okkum, hvussu hon hevur fylgt teimum donsk-føroysku sam- ráðingunum um fullveldi. Filmurin, sum varir 86 minuttir, lýsir eina tilgongd, sum allir føroyingar so ella so í mong ár hava verið við í. Filmurin gevur okkum nágreiniligt innlit í samráðingarnar sjálvar og við teirri virðing, leikstjórin hevur fyri føroyskum viðurskiftum, eydnast henni harumframt at skapa ein film, ið er ikki bert til undirhalds, men eisini ein frásøgn, har søga, nútíð og ein møgulig framtíð verða løgd fram. Aðrir filmar, ið sýndir verða í Havnar Bio Listastevnudagar- nar, eru "Moving North — 10 short dance films", ið er norðurlendsk verkætlan, har Katrin Ottarsdóttir er við, og "The Hours" um Virginiu Wolf og "Frida" um Fridu Kahlo. Í Norðurlandahúsinum 15. august. Onnur tiltøk Siamsa Tíre(sjónleikur) The Notebook(sjónleikur) Fay Weldon (upplestur, frásøgn og kjak) Katia Cardenal (sangur) Shabana Rheman (stand-up) Eivør Pálsdóttir (konsertir) Týsdagin kundi Listastevna Føroya almannakunngera endaligu skránna fyri stevnuna í ár. F.v. Oddvá Nattestad. Birgir Kruse, Helga Hjørvar og Sunnleif Rasmussen Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 3 2