mikudagur 25. juni 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 117 - 25. juni 2003
Nr. 117 - 25. juni 2003
5
Men teir taka ikki so
grovliga til sum ICES.
Ístaðin mælir Fiski-
rannsóknarstovan til,
at skerjingarnar verða
framdar eftir
tveimum, trimum
árum
FISKISKAPUR
Áki Bertholdsen
Fiskidagatalið eftir upsa á
landgrunninum og fiski-
skapurin eftir hýsu og upsa
undir Føroyum eigur at
minka 25%.
Tað siga fiskifrøðingarn-
ir á Fiskirannsóknarstov-
uni.
Nú hevur eisini Fiski-
rannsóknarstovan
latið
landsstýrinum sítt tilmæli
yvir, hvussu fiskidagatalið
undir Føroyum skal vera í
komandi
fiskiári,
sum
gongur frá 1. september í ár
til 31 august næsta ár.
Eitt tað fyrsta, sum Løg-
tingið skal gera, eftir at
tingsetan er sett á Ólav-
søku, er at áseta fiskidaga-
talið fyri tað komandi fiski-
árið.
Og við tilmælið sínum
eru føroysku fiskifrøðing-
arnir at kalla samdir við
starvsfelagar sínar í Altjóða
Ráðnum fyri Havrannsókn-
ir, ICES, sum herfyri eisini
mælti til at skerja fiski-
skapin eftir toski, hýsu og
upsa undir Føroyum 25%
og meiri enn tað.
Men
Fiskirannsóknar-
stovan ásannar samstundis,
at hetta eru ógvuliga umfat-
andi skerjingarnar, sum
mælt verður til og tí skjýtur
hon upp at tær verða
framdar so líðandi yvir eini
tvey, trý ár.
Í ein vissan mun verða
toskur, hýsa og upsi fiskað
saman í einum blandaðum
fiskiskapi. Samstundis eru
stovnarnir væl fyri løtuni
og tí mælir Fiskirannsókn-
arstovan til at skerjingarnar
verða framdar so líðandi
næstu tvey, trý árini, sigur
hon í tilmæli sínum.
Samstundis mælir Fiski-
rannsóknarstovan til, at
royndin
eftir
toski
á
Føroyabanka næsta ár ikki
fer upp um árliga støðið í
1996-2002.
Fyri
stóra
kongafisk
verður mælt til, at royndin
verður 25% minni enn hon
var í ár og fyri trantkonga-
fisk verður mælt til, at
royndin næsta fiskiár ikki
veksur afturímóti tí, sum
hon var í ár.
Leggja ov lítið upp
fyri
Fiskirannsóknarstovan sig-
ur, at í lógini um vinnulig-
an fiskiskap verður miðað
ímóti, at árliga veiðutrýstið
fyri tosk, hýsu og upsa skal
vera 33% í miðal av.
Men seinastu stovnsmet-
ingarnar vísa, at tað veru-
liga veiðutrýstið eftir toski
er 42%.
Men eftir hýsu er tað
33%, sum ætlað og eftir
upsa er tað 29%, sum er
nakað minni.
– Skal lógin haldast,
verður tað tí neyðugt at
minka fiskiskapin eftir
toski so mikið komandi
fiskiár, at veiðitrýstið kem-
ur niður á 33%.
Hinvegin metir ICES, at
við einum veiðitrýsti upp á
33%, verður ov lítið lagt
upp fyri fyri vánaligari til-
gongd
og
vánaligum
vakstrarlíkindum, serliga
hvat viðvíkur hýsu og upsa.
Í staðin fyri mælir ICES tí
til, at veiðutrýstið skal vera
minni enn 27% fyri tosk,
minni enn 20% fyri hýsu og
minni enn 22% fyri upsa.
Dúva uppá at
tilgongdin er góð
Fiskirannsóknarstovan sig-
ur, at í løtuni dúvar fiski-
skapurin uppá, at góðir
árgangir koma inn í stovn-
in.
– Stóra veiðitrýstið ger,
at fiskurin hevur lítlan
møguleika at verða meri
enn 4-5 ár áðrenn hann
antin er deyður av náttúrlig-
um ávum ella fiskaður og tí
er
fiskurin
yvirhøvur
smáur.
– Tann ungi toskurin er
vanliga á grunnum vatni,
og av tí, at so lítið av eldri
fiski er, brúkar toskastovn-
urin ikki tey djúparu økini á
Landgrunninum, og tí hel-
dur ikki alt føðiøki hjá sær,
og framleiðir tí helst minni,
enn hann kundi.
– Við at fiska fiskin ov
ungan fæst heldur ikki full
nytta av vakstrarmøguleik-
unum hjá toski. Av tí at til-
gongdin er ymisk ár undan
ári, verður fiskiskapurin
eisini vera skiftandi.
– Ein orsøk til stovnrarnir
eru væl fyri, er, at gróðurin
hevur verið góður í nøkur
ár. Men svíkur tilgongdin í
meira enn tvey, trý ár, eru
vit illa fyri, sigur Fiskirann-
sóknarstovan,.
Hon sigur, at tí er sera
umráðandi at veiðutrýstð á
stovnarnar minka niður á
meira hóskandi støði. –
Úrslitini av hesum vil vera
at fiskiskapurin verður
meira støðugur, bæði í góð-
um og í ringum tíðum og at
vit fáa fiskað meira av
stórum fiski enn nú.
Fiskirannsóknarstovan
sigur, at í 2002 byrjaði
gróðurin seint, og gróðurin
var lítil. Ein avleiðing av
hesum er, at yvirhøvur hev-
ur fiskurin verið rak.
Hon leggur afturat, at
hóast endaligu gróðurmet-
ingarnar ikki eru lidnar
enn, bendir alt á, at gróð-
urin í ár er miðal.
Føroyskir fiskifrøðingar mæla
til nógv skerdan fiskiskap
Í løtuni dúvar fiskiskapurin uppá, at árgangirnir av fiski, sum koma í stoivnin, eru stórir. Verður
veiðitrýstið minkað, fæst meiri støðugur fiskiskapur, bæði í góðum og í ringum tíðum, sigur
Fiskirannsóknarstovan
Nøkur nógv brúkt hugtøk
Veiðitrýst er eitt mát fyri, hvussu nógvir fiskar í tali
verða fiskaðir um árið burtur úr einum stovni.
Veiðitrýstið verður ofta givið upp í prosentum.
Tilgongd er nøgdin av fiski í einum ávísum stovni í
tali, tá ið fiskurin er so gamal, at hann vanliga byrjar
at vísa seg í fiskiskapinum. Fyri tosk og hýsu undir
Føroyum er tað talið á tvey ára gomlum fiski.
Gýtingarstovnur er nøgdin av fiski, sum er
gýtingarførur í einum stovni,. Gýtingarstovnurin
verður ofta uppgivin í tonsum.
Veiða og landing er nøgdin av fiski í vekt, ið verður
fiskað. Uppi í veiðini er eisini taldur fiskur, ið
verður blakaður útaftur ella á annan hátt ikki verður
avreiddur, og tískil ikki er at finna í hagtølum.
Roynd, ella veiðiorka, er eitt mát fyri, hvussu hart
verður fiskað, t.d. tal á fiskidøgum, troltímum,
húkum, snellum og gørnum.
Leygarkvøldið fara
fimm bólkar og
einstaklingar at spæla
á stórari jóansøku-
konsert á Tvøroyri,
teirra millumvera
bæði Brandur Enni
og Gestir, sum vunnu
Prix Føroyar
KONSERT
Áki Bertholdsen
Suðuroy: Hetta vikuskiftið
er jóansøka á Tvøroyri og
eitt av teimum heilt stóru
tiltøkunum verður ein kon-
sert, sum verður leygar-
kvøldið og har fleiri bólkar
og einstaklingar fara at
framføra.
Á
seinastu
jóansøku
høvdu tey eisini konsert,
sum var sera væleydnað og
ætlanin er, at hetta skal vera
ein fastur táttur á hvørjari
jóansøku.
Konsertin verður leygar-
kvøldið í skúlagarðinum á
Tvøroyri og hon byrjar
klokkan 19.30.
Atgongumerkið kostar
130 krónur.
Hesuferð verða fimm
bólkar við.
Tveir av teimum eru teir
báðir bólkarnir av Tvøroyri,
One Night Stand og Black
Wall.
Hesir báðir bólkarnir eru
nýggir og hava tískil ikki
spælt so nógv. Men fyri tað,
eru tónleikararnir ikki heilt
ókendir, tí summir av teim-
um, sum í dag manna Black
Wall, spældu fyrr í bólkin-
um Pikachu.
Somuleiðis fer eisini
Brandur Enni, ið eisini er
av Tvøroyri, á pallin.
Kendi bólkurin, Flux, er
eisini á skránni, men eitt av
høvuðsnøvnunum er uttan
iva Gestir, sum vunnu Prix
Føroyar fyrr í ár.
Hetta er fyrstu ferð, at
Gestir spæla í Suðuroynni,
men Flux spældi eisini á
seinastu jóansøkukonsert-
ini.
Hava One Night Stand og
Black Wall ikki spælt so
nógv, kann tað ikki sigast
um hini trý nøvnini, Gest,
Brand og Flux.
Flux geva fløgu út í næst-
um og tað hava teir brúkt
nógva tíð uppá. Og fríggja-
kvøldið skulu bæði Brand-
ur Enni og Gestir spæla á
tónleikastevnuni í Nibe.
– Teir koma heim við
flogfari leygardagin og
koma beint til Suðuroyar
við leigaðum báti at spæla á
jóansøkukonsertini, sigur
Poul Arni Holm, sum er ein
teimum ið fyrireikar kon-
sertina fyri Tvøroyrar Bólt-
felag, sum stendur fyri til-
takinum.
Varðveita
stevnudámin
Hann sigur, at endammálið
við konsertini er at hava eitt
fast tiltak í Suðuroynni,
sum kann lokka kendar
bólkar suður at spæla, tí tað
eru áhoyrarar í Suðuroy
ikki forvandir við.
Hann vónar eisini, at
hetta kann gera sítt til at
lokka fólk norðaneftir, at
blíva verandi á jóansøku.
– Tað vanliga er annars,
at fólk, sum koma norðan-
eftir, fara norður aftur beint
eftir kappróðurin leygar-
dagin og tað skerst ikki
burtur, at tá hevur jóansøk-
an mist nakað av tí rætta
stevnudáminum.
Hann vónar tí, at konsert-
in kann fáa fólk at blíva
verandi, og tað er ikki verri
enn so enn at Smyril siglur
norður aftur sunnumorgun-
in klokkan sjey.
Fimm bólkar spæla á konsert á jóansøku
Prix- Føroyar vinnararnir, Gestir, verður eitt høvuðsnavn á
jóansøkukonsertini konsertini á Tvøroyri leygarkvøldið. Hetta
verðu fyrstu ferð, at teir spæla á Tvøroyri
Landsstýris
menn fáa
blanko-
kekkar
Ein kunngerð kann
vera sum ein
blankokekkur. Tí
er málið um
navnalógina eitt
stórt prinsippmál,
sum røkkur langt
inn í føroyska
lóggávu, heldur
aðalstjórin í løg-
málaráðnum
LÓGGÁVA
Ingi Rasmussen
Málið um navnalóggáv-
una, sum umboðsmað-
urin júst hevur tikið
avgerð um, røkkur nógv
longri enn til lítlu
Victoriu.
Tað er nevniliga vorðin
nærum siðvenja, at lóg-
gávuvaldið í Føroyum,
Løgingið, letur tað upp í
hendurnar á landsstýris-
manninum at gera regl-
ur og kunngerðir, sum
útgreina lógir.
– Avgerðin hjá um-
boðsmanninum avdúkar
eitt stórt og ógvuliga
prinsipielt mál. Eitt er
avgerðin hjá umboðs-
manninum í ítøkiliga
málinum. Um hon er
røtt ella skeiv, kann
helst diskuterast, men
avleiðingarnar
kunnu
gerast ógvusligar fyri
føroyska umsiting, sum
ger nógvar kunngerðir,
sigur Rúni Joensen, að-
alstjóri í løgmálaráðn-
um.
Løgmálaráðið hevur
ikki tikið støðu til ítøki-
liga málið við navna-
lógini. Men yvirhøvur
vísir tað vandan við, at
landsstýrismenn
fáa
heimild
at
útgreina
lógir.
– Generelt er hátturin,
sum løgtingið ofta lóg-
gevur uppá, ein stórur
trupulleiki. Við tað, at
tað so ofta verður latið
til landsstýrismannin at
gera reglur og kunn-
gerðir, fær hann ofta ein
blankokekk. Tað kann
vera ein trupulleiki, tí
ein lóg er ikki altíð líka
eyðsæð,
sigur
Rúni
Joensen.
Hann vísir á, at øll
umsitingin kann vera
rakt av avgerðini hjá
umboðsmanninum,
tí
bæði í fiskivinnumálum
og vinnumálum verður
nógv stýrt eftir kunn-
gerðum, sum Løgtingið
hevur givið landsstýris-
monnum heimild til at
gera.
Strangari enn løgtingið loyvir
Høgni Hoydal fór út
um sínar heimildir, tá
hann gjørdi eina
strangari kunngerð
um fólkanøvn, enn
løgtingið gav lógar-
heimild til. Tað sigur
Joen H. Andreassen
løgtingsins umboðs-
maður, sum krevur, at
landsstýrismaðurin
broytir kunngerðina.
Samstundis ger um-
boðsmaðurin greitt,
at lítla Viktoria
saktans kann eita
Victoria
NAVNALÓG
Ingi Rasmussen
»Eftir mínari meting er
landsstýrismaðurin farin út
um sína heimild«.
Tað er kontanta niður-
støðan hjá løgtingsins um-
boðsmanni,
Joen
H.
Andreassen, sum hevur
viðgjørt eina kæru um upp-
kalling sambært navna-
lógini.
Landsstýrismaðurin
er
Høgni Hoydal, og málið
hevur eina forsøgu í Løg-
tinginum, sum áður hevur
fingið fleiri politikarar at
ressast við.
Ítøkiliga málið snýr seg
um, at eini foreldur vilja
uppkalla dóttrina eftir abb-
anum, sum æt Victor. For-
eldrini biða serligu navna-
nevndina um loyvið, tí tey
vilja brúka bókstavin »c«,
ið ikki verður roknaður
sum føroyskur.
Navnanevndin
noktar
teimum hetta við tilvísing
til, at bara tá talan er um
»beinleiðis
uppkalling«,
kann undantak vera givið
frá regluni um, at nøvn
skulu vera í samljóði við
føroyskar
málreglur.
Navnanevndin sigur tað
ikki vera beinleiðis upp-
kalling, tí abbin æt Victor
og ikki Victoria.
Foreldrini kærdu avgerð-
ina fyri løgmálaráðið, sum
gav navnanevndini viðhald.
Foreldrini vóru kortini vís í
síni søk, og tí royndu tey
løgtingsins umboðsmann,
sum nú hevur kolldømt nið-
urstøðurnar
hjá
bæði
navnanevndini
og
løgmálaráðnum.
Løgtingið linkaði
Forsøgan í málinum er pol-
itisk og gongur fyri seg í
Løgtinginum.
Í 1999 setti Høgni Hoydal,
landsstýrismaður
við
lógarmálum, eina nevnd at
endurskoða løgtingslógina
um fólkanøvn, ið varð
hildin at vera ov avmark-
andi. Nevndin læt álit frá
sær, og við støði í hesum
varð uppskot lagt fyri løg-
tingið.
Rættarnevndin býtti seg í
tveir bólkar, og meirilutin
varð meiri lagaligur í sínum
tilmæli til løgtingið, enn
landsstýrismaðurin ætlaði.
Tá landsstýrismaðurin eftir
aðru viðgerð í tinginum sá
skriftina á vegginum, sum
segði at Løgtingið við
greiðum meiriluta tók undir
við lagaligu tonkunum hjá
Rættarnevndini, tók hann
uppskotið aftur.
Tað eydnaðist kortini
trimum
tingfólkum
at
leggja lagaligu sjónarmið-
ini fram sum eitt nýtt upp-
skot, og tað uppskotið sam-
tykti Løgtingið við greið-
um meiriluta. 21 atkvøddu
fyri og 9 ímóti.
Uppskotið hjá Høgna
Hoydal hevði ta avmarking,
at undantak ikki kundu ger-
ast í sambandi við uppkall-
ing, um navnið framman-
undan fanst í føroyskum
sniði. Løgtingið ynskti tó at
ganga longri, soleiðis at
hendan avmarking ikki
bleiv tikin við í lógina.
Fólk í ættini
Sostatt samtykti Løgtingið
eina linking í mun til upp-
skotið hjá landsstýrismann-
inum.
Í høvuðsheitum svaraði
uppskotið til tað, sum
landsstýrismaðurin legði
fram, tó við tí undantaki, at
navnanevndin kann víkja
frá regluni um føroyskar
málreglur, tá uppkallað
verður eftir fólki í ættini. Í
somu vending varð álagt
landsstýrismanninum
at
áseta nærri reglur um und-
antøk í kunngerð.
Landsstýrismaðurin nýtti
ta heimildina, sum løgting-
ið hevði givið honum, til at
gera eina kunngerð. Tað
gjørdi hann í ríkiligt mát, tí
sambært løgtingsins um-
boðsmanni, fór hann út um
heimildirnar í lógini. Høgni
Hoydal skuldi kunngera, at
undantøk kunnu gerast fyri
at uppkalla eftir fólkum í
ættini. Hesa heimild brúkti
hann til at siga, at talan skal
vera um »beinleiðis upp-
kalling«.
Victoria fall fyri hesi
reglu, tí abbin æt sum
kunnugt Victor og ikki
Victoria. Hesum finst um-
boðsmaðurin harðliga at.
»Hvørki galdandi lóg,
viðmerkingarnar ella upp-
runaliga
uppskotið
frá
landsstýrismanninum
nevna orðið beinleiðis í
sambandi við uppkalling«,
sigur løgtingsins umboðs-
maður. »Um ætlanin hjá
løgtingsmeirilutanum var at
avmarka undantøkini til
beinleiðis
uppkalling,
hevði tað ikki verið serliga
tyngjandi at sett hesa av-
markingina inn í sjálvan
lógartekstin,« leggur hann
afturat.
Viktoria við c
Álvarsama niðurstøðan hjá
løgtingsins umboðsmanni
er, at landsstýrismaðurin er
farin út um sínar heimildir,
tá undantaksreglan verður
skerd.
Avgerðirnar
hjá
navnanevndini og løgmála-
ráðnum eru sostatt tiknar á
skeivum grundarlagi, og
umboðsmaðurin heitir á
løgmálaráðið
um
taka
málið til nýggja viðgerð.
Sostatt sleppur Viktoria
helst at eita Victoria.
Uppaftur álvarsligari er
tað, at umboðsmaðurin
mælir landsstýrismannin-
um til at broyta kunngerð-
ina soleiðis, at hon verður í
samsvari við lógina. Hesa
avgerð hevur hann sam-
stundis boðað løgtinginum
frá.
Navnið spillir ongan, siga vit. Men bæði navnanevndin og løgmálaráðið hildu, at eitt »c« spilti lítlu Victoriu. Hesa avgerð hevur løgtingsins umboðsmaður nú
kolldømt
Tilvildarlig mynd: Jens K. Vang
C
M
Y
K
5
4