mikudagur 25. juni 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 117 - 25. juni 2003
Nr. 117 - 25. juni 2003
7
Magnus Magnussen, SSL:
Til Smyril í Spania
Í august fer Magnus
Magnussen, tekniskur
leiðari á Strand-
ferðsluni, til Spania.
Øll familjan fer við,
men hetta er tó í ar-
beiðsørindum, tí
Magnus skal standa
fyri eftirlitinum av
byggingini av nýggja
Smyrli niðri í Cadiz
FLYTING
Ingrid Bjarnastein
Tekniski leiðarin á Strand-
ferðsluni, Magnus Magnus-
sen, fer í august mánaði til
Cadiz í Spania. Cadiz ligg-
ur í suður-vestur Spania,
umleið
150
kilometrar
norðanfyri Gibraltar.
Sjálvt um hetta kann
ljóða eksotiskt og spenn-
andi, so er tað ongin stutt-
leikatúrur, sum er á skránni
hjá tekniska leiðaranum.
Magnus Magnussen fer
nevniliga
niður
í
ar-
beiðsørindum.
Nýggi
Smyril verður bygdur í
Cadiz í Spania, og skal
Magnus har standa fyri
eftirlitinum av byggingini.
– Vit hava gjørt ein sátt-
mála, og í honum stendur
nógv ymiskt, sum skal ger-
ast. Eg skal so syrgja fyri,
at alt tað verður gjørt,
greiðir Magnus Magnussen
frá.
Øll familjan fer niður
við. Tríggir synir, sum eru
12, 8 og fimm ára gamlir,
og konan skal eisini við.
Dreingirnir skulu ganga á
einum altjóða skúla.
– Vit skulu verða burtur í
meira enn eitt ár. Smyril
skal verða liðugur í oktober
2003, og ætlanin er, at sigla
uppaftur við honum til Før-
oya tá. Í øllum førum eg,
sigur tekniski leiðarin.
Læra spanskt
Magnus Magnussen dylir
ikki fyri, at hann tekur
ferðina sum eina risa av-
bjóðing.
– Tað er tað. Bæði fakliga
og menniskjasliga. At seta
seg inn í eina aðra mentan
og koma at kenna eitt annað
fólkaslag. Tað verður av-
gjørt sera spennandi, sigur
Magnus, sum enn ikki hev-
ur lært seg spanskt, men iv-
ast ikki í, at tað fer at koma
skjótt aftaná tey eru komin
uppá pláss.
– Tú skalt bara seta teg
inn í tað, so kemur tað av
sær sjálvum. Eg giti heldur
ikki, at spanskt er so ræðu-
liga ringt at læra.
Men tað verður avgjørt
neyðugt at læra málið. Tað
er teknsiki leiðarin ikki í
iva um.
– Leiðararnir á verk-
smiðjuni duga uttan iva
enskt, men so longur og
longur niður tú kemur, so
vænti eg ikki, at teir ar-
beiðsmenninir duga enskt.
Og tí er tað týdningarmik-
ið, at eg læri málið.
Magnus Magnussen og
familjan fara avstað í aug-
ust mánaði, og verða helst
aftur at síggja á klettunum
tá Smyril er komin til
landið í oktober 2004.
Magnus Magnussen,
tekniskur leiðari hjá
Strandferðsluni, skal við
familjuni niður til Spania í
gott ár. Har skal Magnus
taka sær av eftirlitinum við
byggingini av nýggja Smyrli
Fyrreikararnir fyri G!
festivalin skipa í
kvøld, mikukvøld fyri
kunningarfundi fyri
øllum áhugaum.
Kunningarfundurin
snýr seg um stóra
festivalin, sum verður
í Gøtu í juli mánaði
FESTIVALUR
Ingrid Bjarnastein
Gøta: Í sambandi við, at G!
festivalurin verður hildin í
Gøtu tann 18. og 19. juli
bjóða fyrireikararnir borgar-
unum í kommununi og øll-
um øðrum áhugaðum til
kunnandi fund í Losjuni í
Gøtu kl. 19 í kvøld.
Fyriskipararnir fara at
greiða frá, hvat festivalurin
hevur á skránni og hvussu
tiltakið fer at seta dám á
Gøtu bygd.
Festivalurin var á fyrsta
sinni á skránni í fjør og
bygdarfólki tók sera væl
undir við tiltakinum. Veðrið
var eisini ógvuliga gott hetta
kvøldið, og festivalurin
eydnaðist væl á Gøtusandi.
Í ár er festivalurin størri í
vavi og fer væntandi at
draga nógv fólk til bygd-
ina. Bæði útlendingar, fjøl-
miðlar, føroyskir festival
gestir og onnur fara at leita
sær til Gøtu.
Fyrireikararnir síggja G!
festivalin sum eina av-
bjóðing bæði fyri teir sjálv-
ar og fyri onnur, sum eru
við í tiltakinum, og er hetta
orsøkin til fundin, sum
verður hildin í kvøld.
– Bjóðað verður inn til
fundar fyri at hoyra, hvussu
fólk í økinum kundu hugsað
sær at tikið lut. Listin av
hjálparfólkum er stórur og
fyriskipararnir ynskja at
bjóða teimum við, ið hava
stundir og hug at taka lut og
hjálpa til einhvørjum, siga
fyrireikararnir í tíðindaskrivi.
Á G!festivalinum verða
nógv spennandi nøvn. Høv-
uðsnavnið er uttan iva Bom-
funk MC´s úr Finlandi, men
onnur spennandi nøvn, sum
eitt nú K-SYSTEM, Úlpa,
Glorybox, Eivør, Clickhaze,
Hanus G. Johansen, Enekk
og onnur verða á skránni.
Kunnandi
fundur um G!
Fyrireikararnir av G! festivalinum bjóða nú øllum til kunnandi
fund í Losjuni í Gøtu. Hann verður hildin í kvøld, mikukvøld
Ferðavinnan í Eystur-
oynni hevði so góðar
royndir av mentanar-
kvøldunum í fjør, at
hon hevur gjørt av at
aftur bjóða hesi
spennandi mentanar-
kvøldini fram
FERÐAVINNA
Ingrid Bjarnastein
Eysturoy: Ferðavinnan í
Eysturoynni skipaði í fjør
fyri níggju mentanarkvøld-
um í Eysturoynni. Fýra av
teimum vóru hildin í Skóta-
miðdeplinum á Selatrað,
eitt í bygdasalinum á Skála
og fýra í Kappróðrarneyst-
inum á Glyvrum.
Í vetur metti ferðavinnan
í oynni, at mentanarkvøld-
ini vóru so væl eydnað, at
strembað eftir at fáa tiltøk-
ini uppaftur betri enn í fjør.
Innihaldið
á
teimum
ymsu kvøldunum var ym-
iskt. Tó var felags fyri øll
kvøldini, at borðreitt var
við føroyskum mati til gest-
irnar. Harumframt varð
skipað fyri upplestri, sangi
og framførslu av einum ella
hvørjum slagi. Og eitt av
hæddarpunktunum
var
eisini føroyski dansurin.
Tá mentanarkvøldini vóru
á Glyvrum kundu gestirnir
eisini royna at rógva kapp,
og vísti tað seg, at hetta var
serstakliga væl umtókt.
Aftur í ár
Av tí at kvøldini í fjør vóru
so væl umtókt, hevur ferða-
vinnan í Eysturoynni gjørt
av at taka táttin uppaftur í
ár. Undir heitinum »Før-
oyakvøld« fer tað fyrsta av
bakkastokki longu nú leyg-
arkvøldið í Kappróðrar-
neystinum á Glyvrum.
Enn er ikki fastlagt nær
og hvar hini Føroyakvøld-
ini verða, tí tey verða fyri-
skipað eftir áheitan.
Men á Selatrað, Skála,
Norðskála, í Fuglafirði, á
Kambsdali, í Norðagøtu og
á Glyvrum, hava tey víst
áhuga fyri at hava Føroya-
kvøldini. Og kvøldini eru
ætlað bæði útlendingum og
føroyingum.
Tað fyrsta kvøldið verður
nú leygarkvøldið á Glyvr-
um. Sum vanligt verður
borðreitt við alskyns før-
oyskum mati. Ymiskt und-
irhald verður á skránni.
Millum annað upplesnaður
um føroyska samfelagið,
søgu og mentan, og eisini
verður ein filmur um Før-
oyar vístur. Kvøldið endar
við eini dansiframførslu
við dansifelagnum Látrin-
um á Eiði, har gestirnir
eisini sleppa at royna stev.
Til ber at keypa atgongu-
merki fyri 300 krónur í
Kunningarstovuni í Runa-
vík og á Sjómansheimin-
um. Til ber eisini at bí-
leggja
atgongumerki
í
Kunningarstovuni í Fugla-
firði. Føroyakvøldið byrjar
klokkan 19.
Spennandi mentanarkvøld í
Eysturoynni
Nú verða Føroyakvøldini aftur á skránni. Tað fyrsta verður á skránni nú leygarkvøldið í Kappróðrarneystinum á Glyvrum
Veteranar leita eftir rækjum
Fimm av yvirmonn-
unum á Polar Am-
aroq eru føroyingar,
og teir flestu hava
verið leingi í Grøn-
landi
RÆKJUVEIÐA
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Sosialurin Nuuk: Í næst0-
seinastu viku kom Polar
Amaroq á Nuuk við hálv-
um skipi av rækjum. Teir
brutu túrin av, tí góðskan av
rækjunum var so vánalig í
løtuni. Teir fiska beint uttan
fyri Nuuk, so tað er bara ein
løta at sigla inn. Menninir
síggja troyttir út, teir hava
fiskað í Vesturgrønlandi
seinastu vikurnar og nú fara
teir at gera eina roynd í
Eysturgrønlandi,
hóast
hetta er slett ikki vanlig tíð
at fiska rækjur har. Fimm
av yvirmonnunum á Polar
Amaroq eru føroyingar, og
teir flestu hava verið leingi
í Grønlandi.
– Rækjurnar eru bleytar
nú, tær eru smáa eisini og
skifta skel, og tí hevur reið-
aríið sent okkum til Eystur-
grønlands sum eina roynd at
vita, um vit ikki fáa betri
slag har, sigur Sakaris Bech,
skipari í Havn. Eisini hann
verður plágaður av sterka
ljósinum um summarið í
Grønlandi og hann sitir í
sólbrillum og prátar. For-
restin, sólbrillur, tað er ein
vani, fer tú fyrst at ganga við
teimum, so gongur tú altíð
við teimum. Eg kenni onkr-
ar, sum gloyma at taka tær
av um kvøldið, fortelir ein
annar mær, tá vit tosa um
sólbrillur.
– Vit hava frætt frá góð-
um rækjum í Eysturgrøn-
landi, so nú skal tað standa
sína roynd, vit fara avstað
so skjótt sum vit eru lidnir
at landa, og tað tekur fýra
dagar at sigla, sigur Sakaris
Bech.
Djúp rækjukreppa
– Tað stendur einki til í
rækjuvinnuni. Tað er tætt
við, at tað loysir seg ikki at
royna, hóast nógv er til. Vit
fáa í meðal eini 11 krónur
fyri kiloið fyri rárækjur,
onkuntíð minni. Fyri kók-
aðar rækjur fáa vit kanska
14 krónur fyri kiloið, í
áttatiárunum var prísurin
langt uppi í tjúgunum, heilt
upp til 28 krónur fyri kilo-
ið, so her er stórur munur,
sigur Sakaris Bech.
– Grønlendsku politikk-
ararnir hava sagt, at vit
skulu fiska okkum burtur
úr kreppuni. Tað vísir seg at
nú koma eftirvirkningarnir
av hesum politikki við met-
lágum prísum. Tað kann
vera, at skipini í ár hava
sama umsetning sum í fjør,
men tað verður bara fiskað
so nógv meira, og talan er
um eina ónda ringrás, tí
fleiri rækjur koma á markn-
aðin, meira fellir prísurin,
sigur Sakaris Bech.
Veteranur
Sakaris Bech úr Havn hev-
ur siglt í 27 ár í Grønlandi,
hann byrjaði á dekkinum
vid Hvítanes og er nú skip-
ari. Vit sita í skiparakamar-
inum og práta, allir fimm
føroyingarnir saman og
síðan eg. Skipavitjanin
byrjaði hjá maskinstjóran-
um Marner Egholm úr
Vestmanna, og nú eru allir
samlaðir inni hjá skipar-
anum. Um eina løtu skulu
vit út at taka eina mynd av
manningini.
– Eg kundi gott onkuntíð
hugsað mær at skift til
annað starv heima. Men tað
er nokk ikki so lætt at finna
eitt starv í mínum aldri, og
eg dugi ikki við tímaløn. Tó
havi eg betri hug at vera
heima nú, enn tá eg var
yngri.
Og tað er ikki bara Sakar-
is, sum er veteranur í Grøn-
landi, teir flestu eg havi hitt
hesa vikuna, eg havi verið í
Nuuk, eiga fleiri ár á baki í
Grønlandi.
Framman fyri mær situr
stýrimaðurin Óli Horn úr
Havn. Hann kom fyrstu
ferð til Grønlands við
Hvítanes í 1977 og hann
hevur ikki gjørt annað enn
at
troyta
grønlendsku
grunnarnar. Og so eru
eisini tríggir vestmenningar
inni í skiparakamarinum og
teir eru allir partur av
yvirmonnunum umborð á
Polar Amaroq hjá Polar
Seafood. Amaroq merkir á
grønlendskum revur ella
úlvur. Teir eru ikki heilt
vísir, men okkurt sovorit.
Marner Egholm, maskin-
stjórin hevur sigt í samfull
12 ár í Grønlandi, hann
kann tosa við um grøn-
lendsk viðurskiftir, men tað
verður lítið hár eftir á høvd-
inum, tá hann hevur verið
so leingi sum skiparin.
Eisini Pauli Zacharias-
sen, sum er 1. meistari við
hevur verið nógv ár í Grøn-
landi, hann kom yvir í 1993
og hevur sostatt verið 10 ár
í grønlendskari tænastu.
Tann einasti, sum slett
ikki kann tosa við um
fiskiskap undir Grønlandi
er 2. meistarin, Eivind Ol-
sen úr Vestmanna. Hann
hevur bara verið tríggjar
mánaðar tilsamans í Grøn-
landi og tað fær hann fleiri
ferðir at vita frá hinum
erfarnu, meðan vit práta.
Men umborð í skipi er
ringt at halda nakað met
leingi, tí onkur skal altíð
vera best, og meðan vit
práta so kemur ein í tankar
um, at Anfinn Ryggstein,
var heili 50 ár í Grønlandi
og tá eitt slíkt tal kemur á
borðið og tað kom ikki frá
skiparanum, so líkasum
fána
hini
frammanfyri
nevndu áramál burtur, og
sjálvt 2. meistarin fær upp-
reisn, takkað verið Anfinni
Tveir mánaðar burtur
Teir fimm føroyingarnir
eru væl nøgdir við skipan-
ina at vera tveir mánaðar
burtur og tveir mánaðar
heima.
– Tó er tað rættuliga
stríggið, vit eru til arbeiðis
frá tí vit fara og til vit koma
heim aftur. Vit ganga seks
og seks, og eg sovi tvær
reisur um dagin. Fimm tím-
ar um náttina og tveir
seinnapart. Eg kundi ikki
hugsað mær at verið ein
mánað heima og ein burtur.
Tað er eisini strævið, tí tú
brúkar nakrar dagar at fella
til í báðum støðum, sigur
Sakaris Bech
– Eg haldi hetta er ein fín
skipan og eg veit bæði frá
mær sjálvum og hinum,
sum eru við, at vit blíva
súrir, um tíðin blívur longri
enn tveir mánaðar. Eg kann
í hvussu er siga fyri meg, at
eg seti størri krøv til ar-
beiðið nú, enn tá eg var
yngri. Fyrst eg fór til Grøn-
lands, so spurdi eg ikki
eingang um løn, eg skuldi
bara avstað, tí eg havi ong-
antíð interesserað meg fyri
nøkrum øðrum enn at vera
á sjónum. Átti eg so fyri
eina motorsúkklu, tá eg
kom heimaftur, so var eg
nøgdur. Í dag skal eg hava
at vita akkurát hvordan og
hvorledes, ella hevði eg
slett ikki farið, sigur Sakar-
is Bech.
email:
justinuseidesgaard@hotmail.com
Grønlendingar vilja ikki hava ábyrgd
Yvir 100 føroyingar
sigla sum yvirmenn
við stóru grøn-
lendsku trolarunum,
meðan grønlending-
arnir halda seg á
brúnni
RÆKJUVEIÐA
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Sosialurin, Nuuk: Tað er
ikki gravgangur hjá grøn-
lendingum eftir at manna
yvirmannapostarnar um-
borð á teimum mongu stóru
stásiligu fiskiførunum, sum
teir eiga. Av teimum fýra
skipunum undirritaði vitj-
aði í Nuuk í seinastu viku
var ikki ein tann einasti
grønlendingur yvirmaður.
Teir halda til á dekkinum.
–
Grønlendingar
eru
dugnaligir menn, men teir
hava einki í móti at vera á
dekkinum. Teirra karriera
steðgar oftast við 2. stýri-
manni, so vilja teir ikki
meira. Tað eru nógvir grøn-
lendingar, sum hava papp-
írini at standa á eini brúgv,
men teir hava ein heilt
annan holdning til ábyrgd,
sigur Sakaris Bech, skipari
á Polar Amaroq.
– Eg havi ikki nøkur
neyv tøl yvir, hvussu tað
fyriheldur seg við býtinum
av yvirmonnum millum
grønlendingar og føroy-
ingar, men í hvussu er á
teimum stóru trolarunum
eru yvir 50, kanska 75 pro-
sent av yvirmonnunum
føroyingar. Tað sigla yvir
100 føroyingar sum yvir-
menn
á
grønlendskum
skipum. Nakrir grønlend-
ingar eru á brúnni, men so
at siga ongin er í maskin-
rúmunum á teimum størru
fiskiførunum, sigur Sakaris
Bech.
Og tað eru ikki bara yvir-
menninir, sum er føroying-
ar. So at siga allir stóru
grønlendsku rækjutrolarar-
nir brúka lemmar frá In-
jectdoor úr Vági og nógv
trol koma frá Vónini.
Føroyingar
hava
enn
fótin fastan í Grønlandi.
Sakaris Bech er skipari á
Polar Amaroq
Mynd: Jústinus Leivsson Eidesgaard
Fremst frá vinstru Óli Horn,
yvirstýrimaður úr Havn og
Marner Egholm, maskinstjóri
úr Vestmanna. Aftast frá
vinstru Sakaris Bech, skipari
úr Havn, Pauli Zachariassen,
1. meistari úr Vestmanna og
Eivind Olsen, 2. meistari úr
Vestmanna
Mynd: Jústinus Leivsson Eidesgaard
C
M
Y
K
7
6