Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-25, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. juni 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 117 - 25. juni 2003 Nr. 117 - 25. juni 2003 9 UTTAN ÚR HEIMI Statoil til Algeria Statoil hevur keypt seg inn í tvær gassverkætlanir í Al- geria. Íløgan er góðar fimm milliardir norskar krónur. Fyri pengarnar yvirtekur Statoil 49 prosent av einari verkætlan hjá BP í økinum In Salah og 50 prosent í einari aðrari verkætlan, sum BP hevur í In Ameras. Hjá Statoil verður sagt, at feløgini rokna við at fáa einar 310 milliardir rúmmetrar av gassi úr teimum báðum økjunum umframt fleiri hundrað milliónir tunnur av olju. Ætlanin er, at framleiðslan í øðrum økinum skal byrja á sumri næsta ár og eitt ár seinni í hinum økinum. Statoil og BP skulu samstarva við almenna algeriska oljufelagið Sonatrach um báðar verkætlaninar. Fóru kanska um markið Amerikanska herleiðslan í Irak viðgongur nú, at eitt bilafylgi, sum amerikanarar søktu at seinasta hósdag, var kanska statt innan fyri sýriska markið, tá tað varð álopið. Sýriska stjórin hevur mótmælt álopinum og sigur, at fleiri sýriskir ríkisborgarar vórðu særdir, tá amerikan- ararnir søktu at bilafylginum. Amerikanarar siga, at teir søktu at bilafylginum, tí illgruni var um, at ein ella fleiri av teimum gomlu iraksku leiðarunum vóru í bilunum. Talsmaðurin hjá Hvítu Húsunum, Ari Fleischer, váttaði mánadagin álopið, og hann segði tað ikki vera óhugsandi, at bil- arnir vóru á sýriskari jørð, tá teir vórðu álopnir. Ein talsmaður hjá verjumálaráðnum Pentagon segði sam- stundis, at har vistu tey ikki við vissu, hvørju megin markið bilafylgið var, tá tað varð álopið. Velja heldur menn Ein kanning í Danmark vísir, at ungar kvinnur hava nógv størri trupulleikar av at fáa arbeiði enn ungir menn. Kanningin umfatar fólk, sum vóru liðug at útbúgva seg í 1999 og 2000, og hon vísir týðiliga, at tað vóru serliga kvinnurnar, sum sótu arbeiðsleysar eina rúma tíð aftan á útbúgvingina. Higartil hevur verið hildið, at hetta komst av, at kvinnur ofta velja at fáa sær útbúgvingar, sum frammanundan eru raktar av stórum arbeiðsloysi, men tann nýggja kanningin avdúkar, at hetta er ikki allur sannleikin. Helena Skyt Nielsen, lektari á Handilsskúlanum í Århus, sum hevur staðið fyri kanningini, sigur, at bæði almennir og privatir arbeiðsgevarar velja tær ungu kvinnurnar frá, tí tað eru kvinnurnar, sum eiga børnini, og tí tað eru kvinnurnar, sum fara í barsilsfarloyvi. Harafturat kemur, at eru børnini sjúk, eru tað sum oftast eisini kvinnurnar, sum noyðast úr arbeiði at passa tey. Tí velja arbeiðsgevararnir heldur menninar. Skert pressufrælsi í Russlandi Í Moskva hevur stjórnin hjá Vladimir Putin, forseta verið fyri hvøssum atfinningum, síðani hon seinasta sunnudag gjørdi av at steingja landsins einastu óheftu sjónvarpsstøð, TVS. Almenna frágreiðingin er, at sjónvarpsstøðin hevði ongar pengar til raksturin. Hetta er eisini partvíst rætt, tí tíðindafólkini hjá TVS hava ikki fingið løn í fleiri mánaðir, men aðrir fjølmiðlar halda ikki, at tað er øll frágreiðingin. Teir halda harafturímóti, at stjórnin nýtti hetta høvið til at steðga TVS, tí sjónvarpsstøðin hevur verið rættiliga atfinningarsom ímóti politikkinum hjá stjórnini. Tíðindastjórin á útvarpsstøðini Ekho Moskvy, Aleksej Venediktov, sigur, at nú skíggin hjá TVS er svartur, hevur tað almenna fult eftirlit við øllum sjón- varpstíðindum í Russlandi, tí nú eru bara tær almennu støðirnar eftir. Hetta heldur hann vera hugvekjandi, serliga tá hugsað verður um, at bæði tjóðartingsval og forsetaval standa fyri durum. Ein uppgerð vísir, at OECD-londini nýttu 8,4 prosent av sínari bruttutjóðarframleið slu í fjør til heilsumál. Árið fyri var parturin 8,1 prosent. HEILSUMÁL Árni Joensen Kanningin hjá OECD vísir, at í londum sum Svøríki, Finnlandi, Írlandi, Kanada, Avstralia og USA eru útreiðslurnar til heilivág øktar 70 prosent síðani 1990. Í Danmark er økingin í sama tíðarskeiði 47 prosent. Verða OECD-londini tik- in undir einum, vuksu út- reiðslurnar til heilsumál 5,8 prosent í 2001. Orsøkin er dýrari heilivágur og dýrari viðgerðarhættir. Hinvegin liggja fólk stytri á sjúkra- húsi í OECD-londunum nú enn fyrr. Uppgerðin vísir, at í 1990 lógu fólk í meðal 8,8 dagar á sjúkrahúsi, men í 2000 var meðal dagatalið komið niður á sjey. Upp- gerðin vísir eisini, at tað er serliga í Norðurlondum, at uppihaldið á sjúkrahúsi er stytt. Samanborið við fólka- talið hevur USA tær størstu útreiðslurnar til heilsumál. Amerikanarar nýta góðar 31.000 krónur um árið fyri hvønn íbúgva til heilsumál. Næst er Sveits við góðum 20.000 krónum, og Noreg er á triðja plássi við 18.000 krónum fyri hvønn íbúgva. Í Danmark er talið 16.000 krónur. Útreiðslurnar til heilsumál veksa skjótt Væntar yvirgangsatsóknir at ferðavinnumálum Yvirgangsfelagsskapu rin al-Qaeda er í ferð við at umskipa seg, og ferðavinnumál og fíggjarheimurin verða álopsmálini. YVIRGANGUR Árni Joensen Tá fransmaðurin Roland Jacquard tosar um altjóða yvirgang, verður lurtað væl, tí hann verður mettur sum tann fremsti serfrøð- ingurin á økinum. Nú hevur hann aftur gjørt vart við seg, hesaferð í sambandi við eina frágreiðing, sum hann hevur verið við til at skriva fyri ST-trygdarráðið. Við sjónvarpið France 2 sigur Roland Jacquard, at al-Qaeda slapp nógv betur burtur úr krígnum í Afgh- anistan, enn tey flestu hava hildið. Hann vil vera við, at Osama bin Laden sendi 800 av sínum bestu monn- um úr Afghanistan, áðrenn altjóða herdeildin leyp á landið. Bin Laden visti so- statt, at USA fór at leypa á Taliban-stýrið. Millum menninar, sum rýmdu úr Afghanistan undan krígnum, vóru allir teir leiðandi yvirmenninir í fel- agsskapinum. Roland Jacq- uard lýsir hesar menninar sum tað triðja ættarliðið av al-Qaeda og sigur, at teir eru í ferð við at skipa seg nú. - Hetta eru menn, sum hava góða útbúgving um- framt ta hernaðarligu út- búgvingina, og teir eru nú spjaddir víða um heimin, har teir eru til reiðar at gera tað, sum teir fáa boð um, sigur tann franski yvir- gangsserfrøðingurin. Hann heldur, at tað verð- ur verri og verri at finna hesar menninar, sum hann sigur vera sera vandamikl- ar. Hann heldur, at teir hava funnið tey ætlaðu álops- málini, og at talan er um fíggjarheimin og væl um- tókt ferðamannamál. Fleiri túsund fólk hava seinastu dagarnar gingið mótmælisgongu í New York. Tey mótmæla skattapolitikkinum hjá stjórnini, sum eftir teirra tykki bert er til gagns fyri tey, sum hava nóg mikið frammanundan. Harafturat vilja tey vera við, at Bush leyg, tá hann segði Irak hava hópoyðingarvápn. Mótmæli í USA Óluva Petersen 80 ár Tann 26. juni verður Óluva Durhuus Petersen í Vest- manna 80 ár. Óluva er dóttir til Sunnevu Thomas- sen úr Kvívík og Jóhannus Durhuus í Garðastovu í Ve s t m a n n a . Óluva varð út- búgvin sjúkra- systir í 1951, og arbeiddi hon sum skúla- sjúkrasystir í Norðstreymoy frá 1962 til 1991. Hon var gift við Magnus Petersen á Mørk, sonur Sigmund Peter- sen úr Gásadali og Onnu Sofíu Kristoffersen úr Vestmanna. Tey eiga trý børn. Magnus andað- ist í 1978. Eis- ini eigur hon fleiri ommu og langommu- børn. Føðingardagin heldur hon í Noregi saman við familjuni. NØVN Í VIKUNI Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 25. juni. Prosper. Halgimenni úr Fraklandi, sum teir annars vita lítið um at siga uttan tað, at hann var høgt mettur kirkjulærari í fornkirkjuni og doyði í 455. Navnið merkir hin eydnuríki. Elias í Vági í Klaksvík 80 ár Mikudagin 25. juni fyllir Elias í Vági í Klaksvík 80 ár. Elias er føddur í Syðrugøtu og flutti til Klaksvíkar sum hálvtannað ára gamal. Hann er sonur Jacobinu, f. Jacobsen, úr Syðrugøtu, og Niels Hjem- sten úr Vági í Klaksvík. Elias róði út undir krígnum og nakað eftir kríggið. Eftir tað sigldi hann t.d. við Atlantsfarinum og trolar- unum Dragaberg og Jóan- nes Patursson. Frá 1961-66 arbeiddi hann á Føroya Bjór og frá 1966-69 hevði hann renovatiónina í Klaks- vík. Eftir tað sigldi hann sum avloysari við sjúkra- bátinum Medicus og ar- beiddi sum sjálvstøðugur við egnum lastbili í umleið 10 ár. Seinni bleiv hann settur í fast starv hjá Klaks- víkar Sjúkrahúsi, fyrst sum stýrimaður síðan sum skip- ari á sjúkrabátinum Medi- cus, hetta starv røkti hann í 17 ár, til hann bleiv 70 ár. Eftir tað sigldi hann við útróðrarbátinum Søkanum í 3 ár. Hann egndi eisini fyri Søkan í nøkur ár. Nú egnir hann fyri útróðrabátin Bjørgvin. Seinastu 28 árini hevur hann verið grindafor- maður í Klaksvík. Í 1947 giftist Elias við Magnhild, f. Hansen, úr Køkinum, í Norðragøtu. Tey eiga fýra børn, Elias Hjemsten, sum býr í Klaksvík, Jeanne Rubeksen, sum býr í Norð- depli, og Niels Juuel og Martin í Vági, sum báðir búgva í Klaksvík. Tað er ikki so lætt at seta seg niður at skriva minningarorð um omm- una, nú hon fór so skjótt. Tí eg var og vitjaði hana um morg- unin, hon sat har á stóli sínum og prátaði sum vanligt. Í hesum døgum eru orð so fátøk, men við- hvørt so hjálpir tað at fáa sett orð á. Tung vóru boðini, tá bróðir mín ringdi og segði, at omma var blivin sjúk og mátti fara á sjúkrahús, men løtu seinni ringdi hann aftur og segði, at omma far farin heim til Harran. Eg bleiv fyri ongum restina av kvøldinum. Tí eg havi sovið hjá ommu síðan abbin doyði, so vit bæði hava havt manga góða løtu saman, sitið um kvøld- arnar og tosað skemt- andi saman. Omman var røsk, hon sat ongantíð fyri einki, stokkarnir lógu á borð- inum, so hon altíð kundi taka og binda. Omman var familju- kær, tað var svárt hjá henni, tá hon misti son- in so brádliga. Omman er farin heim til Harran, hon var gomul og troytt, men saknurin er stórur, nú hon ikki er meira her. Við hesum orðum vil eg enda og siga takk fyri alt tað góða, tú var fyri meg. Vit systkini sakna teg nógv, men vit hava góð minni og tey fløva í hesi sváru tíð. Hvíl í friði, góða, elskaða omma okkara. Ommusonur tín Jóhannes Minningarorð um Andreu Ludvig Fámjin Sylvia Gunnarsson 80 ár Týsdagin 24. juni fylti Sylvia Gunnarsson í Havn 80 ár. Sylvia er fødd og uppvaksin í Fuglafirði, dóttir Elsebeth, f. Joensen, og Rasmus Rasmussen, vanliga nevndur Víka- Rasmus, skipara og løg- tingsmann í Fuglafirði, hann sat sum tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin frá 1940-43 og fyri Fólka- flokkin frá 1943-46. Sylvia kom sum ung til Havnar, har hon m.a. hevði hús- pláss, arbeiddi í handlinum hjá Z. Heinesen í Vágsbotni og á skrivstovuni hjá Val- demar Lützen í Rættará. Í 1948 giftist Sylvia við Tryggva Gunnarsson (1918-98) úr Vági, sonur Ingu, f. Jacobsen, og Gunn- ar Danielsen, skipara í Vági. Tryggvi arbeiddi í mong ár sum skrivstovu- maður hjá oljufelagnum Esso á Viðarnesi. Sylvia arbeiddi eisini í mong ár á Hotel Hafnia. Sylvia og Tryggvi fingu fýra børn, tey eru: Eirik, sum býr í Kollafirði, Ingunn og Randi sum búgva í Havn og Victor sum býr í Danmark. Kári Dal Christiansen 40 ár Í dag verður Kári Dal Christiansen í Havn 40 ár. Kári er havnarmaður, hóast hann dvaldist í Keyp- mannahavn fyrstu árini, tá famljan búði har, so er hann uppvaksin í Havn – í Tór- finsgøtu. Hann er sonur Sunnvá, ið var dóttir Biritu og Edvard Lindenskov í Havn og Terja, sum var sonur Rosu og Sofus Dal Christiansen í Havn. Sunnvá arbeiðir í Gamla Bókhandli, Terji var skip- ari, men arbeiddi seinnu árini á skrivstovuni hjá Baccalao í Havn. Hann doyði í november í 2000. Kári er sjómaður, og tað hevur hann verið størsta partin av lívinum. At hug- urin stóð til sjógvin, sást tíðliga, tí skúlan hevði hann ikki hug til. Sum heilt ungur gekk hann tó á Há- skúla í Havn, og hann ar- beiddi eisini eitt skifti hjá byggifelagnum hjá Finn í Puntabyrgi og eitt skifti sum málari, áðrenn hann sum rættuliga ungur fór til skips – á rækjuveiðu við Sólborg hjá Ejler Jacobsen. Hann var á kokkaskúla í Klaksvík og fór aftur til skips – tá sum kokkur við Ljósafelli. Seinni fór Kári til Dan- markar. Har fór hann so aftur í skúla, og fekk har tann skúla, hann ikki hevði hug til á yngru árum. Men hugurin stóð kortini til sjógvin, og hann fekk kjans hjá DFDS á rutuni millum Keypmannahavn og Oslo, har hann var eina tíð. Í dag er Kári við Brimli, sum í hesum døgum liggur svínabudnin inni á Skála. Men tá hann er í landi gongur hann sum sjálvles- andi á sjómansskúlanum – og málið er at blíva skipari. Kári eigur sonin, Rógva, sum verður 10 í næsta mán- aði. Hann býr saman við Rúnu Antoniussen, sum er sjúkrarøktarafrøðingur. Tey búgva í Hoyvík. C M Y K 9 8