mikudagur 25. juni 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 117 - 25. juni 2003
Nr. 117 - 25. juni 2003
11
Í dag kemur forsætisráðharrin til Føroya á almenna
vitjan. Tað má sigast at vera sjálvsagt, at forsætis-
ráðharrin í ríkisfelagsskapinum vitjar í Føroyum og
í Grønlandi so av og á. Ríkisfelagsskapur er saman-
settur av trimum tjóðum, sum í princippinum eru
javnlíkar. Ein felagsskapur millum javnlíkar tjóðir
má byggja á sínamillum virðing og javnvág.
Hinvegin er tað væl eingin, sum sigur, at ríkisfelags-
skapurin heldur í allar ævir. Ríkisfelagsskapurin
heldur so leingi allar tríggjar tjóðir hava áhuga í at
varðveita hann. Hesin áhugi snýr seg ikki bert um
politikk og heildarveitingar. Hesin áhugi snýr seg
eisini um at varðveita søgulig og persónlig bond.
Túsundtals føroyingar og grønlendingar hava sett
búgv í Danmark. Í Danmark eru landsmenn okkara
væl fagnaðir og her hava hesir landsmenn okkara
skapað sær eina góða og trygga tilveru. Hesir føroy-
ingar vilja, hóast teir hava valt eitt nýtt føðiland,
varðveita sambandið við røturnarnar – gamla føði-
landið Føroyar. Ættarfólk teirra her heima í Før-
oyum ynskja tað sama. Hetta er bæði náturligt, rætt
og rímuligt. Ríkisfelagsskapurin hevur sostatt eisini
nakað við kenslur at gera, og stjórnirnar í øllum
trimum londum hava eina stóra ábyrgd av hesari
síðuni av felagsskapinum.
Men ríkisfelagsskapurin hevur mest av øllum við
politikk at gera. Forsætisráðharrin og stjórn hansara
eru saman við landsstýrissamgonguni við yvirtøkum
og minkandi blokki farin inn á heimastýrisgøtuna
fram móti fullum føroyskum sjálvstýri. Í Føroyum er
í grundini eingin ósemja um hesa leið. Ósemjan er
um ferðina, um raðfestingarnar og um prísin fyri ta
leið, ið samgonga og forsætisráðharrin hava valt.
Millum forsætisráðharran og løgmann eru ikki álv-
arsamir trupulleikar. Teir eru samdir um góðan
gamaldags borgarligan politikk, um kríggið í Irak og
um hvønn leiklut Føroyar skulu hava í ríksfelags-
skapinum. Við hesum baksýni er vitjunarløtan
ivaleyst væl vald. Hetta merkir tó ikki, at tað ikki
eru trupulleikar at umrøða undir vitjanini. Vit kunnu
minna á hernaðarlógirnar, flogvøllin og altjóða
hvalaveiðisamstarvið innan IWC. Aðrir stórir
spurningar sum fullur føroyskur limaskapur í
Norðurlanda Ráðnum, NATO eins og ES-spurn-
ingurin eru komnir á donsk-føroysku dagskránna.
Sostatt er nóg mikið at tosa um hjá forsætisráðharra
og løgmanni. Men fyrst og fremst fara forsætisráð-
harrin og frúa hans at njóta góðan føroyskan blíð-
skap, føroysku náttúruna og føroyska mentan. For-
sætismálaráðharrin og kona hansara skulu vera
hjartaliga vælkomin til okkara vakra land og blíða
fólk.Vit vóna, at tey fáa nakrar góðar og ógloymandi
dagar her, so tey, tá tey venda heimaftur til Dan-
markar hava eina góða og positiva mynd av okkum
føroyingum og landi okkara.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Forsætisráðharravitjan
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið
Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið
Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Så får i ikke mere for det 25 øre…
Hergeir Staksberg
Herfyri var eg inni á
gólvinum hjá Mylnuni. Eg
fór á vitjan fyri at keypa
mjólk, men tá eg so kom
yvir til mjólkina, sum neyt-
ini so fitt høvdu donerað til
Føroya fólk, sá eg at
prísurin var farin upp.
Mjólkin kostaði nú 10,10
kr. Fyrst helt eg tað vera
tápuligt at seta ein slíkan
prís, men so á veg til kass-
an, fór eg at filosofera um
hesa vælsignaðu kúnna,
sum hevði verið mjólka-
donor til gagn fyri meg, og
tann ið hevði sett prísin
upp. Eg keypti bert henda
eina pakkan, og tí slapp eg
við at gjalda 10 kr., av tí at
10,10 kr. verður rundað av
til 10 kr. , MEN um onkur
keypir tveir pakkar av
neytadonatión, so fer prís-
urin upp á 20,20 kr. og
runda vit tað, so verður
upphæddin, ið skal gjaldast
20,25 kr., og t.v.s., at so
hevur handilsmaðurin for-
tjent sær 25 oyru eyka. Her
eru góð ráð ikki so dýr, tí
fyri tey, ið føla seg snýttan
fyri eitt 25 oyra, er ein
loysn. Fyri at sleppast skal
undan hesum eyka 25
oyrunum í »meirvirðis-
gjaldi«, tá ið mann skal
keypa tveir ella fleiri pakk-
ar av mjólk, so kann mann í
staðin taka tveir (ella fleiri)
pakkar við til diskin, men
bert gjalda fyri ein í senn,
og harvið spara eitt 25 oyra.
So um onkur hevur hug til
at spara eitt 25 oyra næstu
ferð, ið ein fer handils at
keypa mjólk, so kunnu tit
brúka hendan »frymilin«
og harvið kunnu tit snýta
handilsmannin fyri eitt 25
oyra og ikki mótsatt.
Jorsalsferðin viðvíkjandi hoyrilíkindum á
fjarleiðum
Niklái Petersen,
løgtingsmaður
Undir umrøðuni av ólav-
søkurøðu løgmans 6. august
2002 setti eg landstýris-
manninum í vinnumálum
spurningin, hvussu tað var
við møguleikunum at hoyra
útvarpið á fjarleiðum, hvar
nógvir føroyskir sjómenn
eru í vinnu alt árið runt.
Upployst varð, at arbeitt
varð við málinum og at ein
ein nevnd sat og gjørdi eitt
upplegg til landstýrismenn-
irnar í mentamálum og
vinnumálum soleiðis at
støða kundi takast til at fáa
hoyrilíkindini hjá Ùtvarpi
Føroya nøktandi á fjar-
leiðum.
Í skrivligum fyrispurn-
ingi reistur 28. august í
2002 var spurt hvør mann-
aði hesa nevnd, og um ikki
møguleikar vóru fyri eini
fyribilsloysn,
meðan
nevndin sat og arbeiddi.
Nevndin, ið m.a. skal
geva tilmæli um útvarps-
hoyrilíkindir á fjarleiðum
er mannað við: einum um-
boði frá Mentamálaráðn-
um – einum umboði úr
Vinnumálaráðnum – einum
umboði frá Fjarskiftiseftir-
litinum – einum umboði frá
Ùtvarpi Føroya og einum
umboði
frá
Sjónvarpi
Føroya.
Mett var tá, at arbeiðið hjá
nevndini skuldi verða greitt
úr hondum í seinasta lagi 1.
mai í ár.og eitt tilmælið tá
skuldi fyriliggja til landstýr-
ismannin, at taka støðu til.
Ein fyribilsloysn kundi
verið, at leiga seg inn á
kortbylgjusendinetið, hjá
eitt nú íslendarum á Guvu-
nesi og harvið nøkta tørvin
á Flemish Kap, í Canada,
Vesturgrønlandi, Eystur-
grønlandi og Svalbard/Bar-
entshavið, ein góð og rættu-
liga bílig loysn, sum hevði
kosta umleið 2 ársverk, eft-
ir
upplýsningum
í
tá
fyrilógu.
Landstýrismaðurin
í
vinnumálum metti ikki
rætt, at ein fyribils loysn
varð gjørd út frá tí grund-
geving, at tað kann verða
óheppið at gera íløgu í
ávísa loysn, áðrenn kannað
er hvør loysnin er best
hóskandi í mun til kostnað
og tørv.
Landsstýrismaðurin
metti málið hava týdning
og ynskti at nevndin gjørdi
sítt arbeiðið liðugt, soleiðis
at betri grundarlag var fyri
eini støðutakan.
Tíðin gongur og enn er
onki komið frá nevndini,
havi latið mær fortalt, at
nevndin ongan fund hevur
havt síðani einaferð í
februar.
Um so er, kann hetta mál
ongantíð loysast, og niður-
støðan má verða tann, at
sera lítið forstáðilsi fæst og
sera lítil virðing fyri tí sigl-
andi fólkinum fæst frá
landstýrinum.
VIÐMERKINGAR
Altjóða arbeiðsskapandi verkætlan
Hans Birgir Hansen
Fyri nøkrum árum síðani,
var ein alment frammi í
bløðum við altjóða arbeiðs-
skapandi
verkætlan,
ið
skuldi skapa altjóða for-
treytir, grundarlagi!
Tað vil siga at kunna
byrja altjóða forrætning,
handil, keyp og sølu sum
óheftur sjálvstøðugur dis-
tributørur, við skipa heima-
arbeiði, úti um landið! Tað
ber væl til at skapa millióna
fyritøku, uttan tapsvanda,
og uttan lántøku í banka,
sparikassa, fíggingarstovn-
ar, slíkir vilja ikki stuðla
við startkapitali! Tað er sett
gongd á at fáa broytingar av
drykkju-, etingar-, lívs-,
nýtslu-, innkeypsvanar og
hugsjónir, hugburðir, at-
burðir, málburðir v.m. Eg
kann siga, at áðurnevndu
broytingar og tað at gerast
seriøs, virkisfús, motiverað
í samskifti og samstarvi, vil
skapa altjóða møguleikar!
Tað, at ein í túsundtals les-
arabrævum seinastu mongu
árini, greiddi frá slíkum
hevur skapt altjóða fyri-
treytir og grundarlag í Før-
oyum! Eg eri ein íverkset-
ari, ið við hjálp frá bløðum,
fái út boðskapir, so fólk
kunnu skipa seg sjálvstøð-
ugt vinnurekandi heiman-
ífrá!
Tað, at skapa altjóða
samskiftis og samstarvs-
møguleikar, var partur av
hesi altjóða arbeiðsskap-
andi verkætlan, ið nú hevur
virka í fleiri ár!
Eg síggi støðuga fram-
gongd hjá teimum, ið eru
komin
millum
fremstu
sølufólk í Danmark, so tað
vera seldar vørur frá fleir-
tjóða fyritøkum!
Tað krevst ikki tann stóri
startkapitalur til at byrja
eina millióna fyritøku úti
um landið ið ein fæst við at
kunna áhugaði í tí dagliga í
Havnini!
P. S. Fleiri hjún og
einstøk fáast við slíkt úti
um landið!
Lærarar skulu gjalda heimsins besta skúla
Andras L. Samuelsen
Avleiðingarnar av at Høgni
Hoydal einvegis setir upp-
skotið um ársverk í gildi og
proklamerar, at nú fáa vit
heimsins besta skúla, er
ábyrgdarleysur politikkur,
tí at uppskotið fær lærarar-
nar at krevja endurgjald
fyri økingina av arbeiðs-
tímunum á skúlanum, mill-
um 26 og 33 túsund krónur.
Alternativið má vera, at
Høgni Hoydal áleggur lær-
arunum at gjalda fyri
heimsins besta skúla.
Tá ið Norðurlondini fóru
at umskipa arbeiðstíðina
hjá lærarunum, var tað í
tøttum samstarvi við lær-
arafeløgini, og eitt nú í
Svøríki og Íslandi hækkaði
lønin munandi, afturfyri at
fara yvir til nýggja skipan.
Somuleiðis vóru uratkvøð-
urnar hjá feløgunum gald-
andi fyri báðar partar.
Føroyar bjóða sínum lær-
arum at arbeiða 200 tímar á
skúlanum fleiri enn í dag
og tað fyri somu løn, tá ið
farið verður yvir til hesa
nýggju skipan og góðtaka
ikki eina uratkvøðu hjá
lærarunum sum skulu ar-
beiða eftir hesi skipan.
Við einvegis at seta hetta
uppskot til ársverk í gildi,
sum lærarar ikki góðtaka,
er Høgni Hoydal í ferð við
at niðurbróta stóran part av
tí, sum Føroya Lærarafelag,
við samráðingum, hevur
uppbygt, síðan tað fekk
samráðingarrættin í 1972.
Høgni Hoydal sigur við
fjølmiðlarnar, at Føroya
Lærarafelag hevur verið
við til at gjørt uppskotið um
ársverk.
Tá ið Føroya Lærarafelag
er við til at gera broytingar
í tíð og løn, so eitur tað
samráðingar. Her er ikki
talan um samráðingar, men
at felagið hevur havt tveir
limir í einari arbeiðsnevnd
upp á fimm, har Fíggjar-
málaráðið og Mentamála-
ráðið alla tíðina hava sett
skránna og hava við sínum
vetolíknandi fundarluttøku
avvíst krøv frá felagnum.
Hetta fær Høgni Hoydal til,
at Føroya Lærarafelag hev-
ur gingið við til hetta
uppskotið.
Føroya Lærarafelag hev-
ur góðtikið, at landsstýris-
maðurin kann seta eina
nýggja skipan í verk. Tað
kann hann sambært leiðslu-
rættinum, óansæð um Før-
oya Lærarafelag skrivar
undir hetta ella ikki.
Men tá ið tað snýr seg um
vavið á arbeiðstíðini, skal
tað ganga fyri seg við sam-
ráðingum, tí tíð og løn
kunnu jú ikki haldast at-
skild.
Leiðslan í Føroya Lær-
arafelag, nevndin, hevur
ikki verið við til at evna
uppskotið og hevur heldur
ikki góðtikið tað. Limirnir
eru kunnaðir og hava, við
uratkvøðu, vrakað tað.
Hóast
hetta
trumfar
Høgni Hoydal uppskotið
ígjøgnum og slær allar
atfinningar upp í glens og
tosar um, at lærarar hava
fingið kaldar føtur.
Her er als ikki talan um at
vera ímóti einari, av lands-
stýrinum
pátvingaðari,
skipan, men eitt álvarsamt
mótmæli um at landsstýris-
maðurin, sum undanførsla
fyri eini nýggjari skipan,
einvegis áleggur lærarum
200 tímar afturat á skúl-
anum.
At tosa um at fáa heims-
ins besta skúla, við at økja
arbeiðstíðina á skúlanum
16 - 18 %, uttan at hækka
lønina tilsvarandi, minnir
mest av øllum um lond sum
ikki hava fólkaræði og so
als ikki um Norðurlond,
sum eru kend fyri, at sam-
ráðingar skulu enda við
konsensus.
Føroya
Lærarafelag
hevur víst góðan vilja í
fleiri stórmálum, men hev-
ur ikki uttan bit og slit
fingið nakrar sømdir.
Føroya Lærarafelag fór
eina mánaðarløn niður í
1993 og er lønin enn ikki
komin fyri seg eftir lønar-
steðgslógina, tekur tú virð-
isminkingina við.
Føroya Lærarafelag gekk
við til, av tí at tað var eitt
ultimatum, at arbeiðstíðin
varð skipað sum ársverk
samstundis sum felagið
fekk ávirkan á hetta, men
her hava Fíggjar- og Menta-
málaráðið gjørt einvegis
ásetingar, tá ið tímar og
minuttir skuldu ásetast.
Føroya Lærarafelag gekk
eisini við til høvuðsavtalu;
hetta var somuleiðis eitt
ultimatum
fyri
at
fáa
sáttmálasetan fyri lærarar.
Har stendur m.a.:
§2.: Partarnir eru á einum
máli um at fremja gott
samstarv.
§5.: Partarnir eru samdir
um, at lønar- og onnur set-
anarviðurskifti
eiga
at
verða ásett í felags sátt-
málum partanna millum.
Í øllum hesum stórmál-
um hevur landsstýrið svikið
Føroya
Lærarafelag.
Hvussu skulu vit hava álit á
at vit fáa gjørt nakrar sum
helst broytingar í ársverkin-
um undir royndartíðini?
Heldur átti landsstýrið, í
góðum samstarvi við lærar-
arnar, at tryggja sær, at Før-
oyar fáa heimsins besta
skúla; men tað gerst ikki
við at kroysta eina illa um-
hugsaða, ikki lidna og ikki,
av brúkaranum, góðtikna
skipan oman yvir lærarar-
nar. Nú er stórur vandi fyri,
at lærarar verða misnøgdir
frameftir, og teir sum hava
møguleika fyri tí, fara at
rýma úr skúlanum.Úrslitið
verður sostatt kanska tað
mótsetta av tí ætlanin við
ársverkinum upprunaliga
var.
Ættarstevna í Skopun
Leygardagin 26. juli
verður stevna fyri
ættini hjá Tummas
Thorsvig í Skopun
ÆTTARSTEVNA
Tíðindaskriv
Tummas Thorsvig var ætt-
aður úr Hósvík, flutti til
Skopunar sum ungur og
giftist Paulinu Petersen úr
Klaksvík.
Tummas
og
Paulina
fingu
hesi
børnini:
Johannes Otto Mittelstein,
Skopun,
Helena
Mohr,
Vágur, Dagmar Johansen,
Tórshavn, Valborg Weihe,
Selatrað og Jona Joensen,
Hvítanes.
Paulina doyði á ungum
árum, og Tummas giftist
uppaftur
við
Abreu
Jakobsen.
Tummas og Abrea fingu
hesi børnini: Lina Thomas-
sen, Sørvágur, Tóra Lið,
Sørvágur, Aslaug Carlsen,
Tórshavn, Sjúrður Thors-
vig, Selatrað, Sámal Thors-
vig, Danmark, Elsebeth Jo-
hanna Davidsen, Sørvágur.
Abrea átti í fyrru giftu
síni við Samuel Fredrik
Jakobsen
hesi
børnini:
Herluf Jakobsen, Skopun,
Simonu Johannesen, Tórs-
havn, Solfrid Lucassen,
Skopun.
Allir eftirkomarar hjá
omanfyrinevndu - við mak-
um og børnum - verða boð-
in við til stevnuna.
Ætlanin er at byrja stevn-
una fríggjakvøldið 25. juli í
Hósvík, har m.a. verður
møguleiki fyri at síggja
barnaheimið hjá Tummasi.
Møtt verður í bygdarhúsin-
um í Hósvík kl 17.
Upplýsast skal, at møgu-
ligt er at sleppa til Skopu-
nar við Teistanum kl 21.00
fríggjakvøldið. Annars er
fyrsti túrur hjá Teistanum
leygarmorgunin kl. 8.45 av
Gomlurætt.
Leygardagin
verður
bygdarhúsið
Samljóð
í
Skopun karmur um stevn-
una. Kl. 10 um morgunin
verður kunnað um skránna
fyri dagin. M. a. verður
skipað fyri gongutúri, út-
ferð við báti – um viðrar -
og rundvísing í bygdini.
Møguleiki verður eisini fyri
at fáa okkurt til matna.
Kl. 19.00 verður veitsla í
Samljóð. Tey, ið ikki ætla
at gista á Sandoynni, hava
møguleika at sleppa til
Gomlurætt um midnáttina
leygarkvøldið. Hesi vera
vinarliga biðin um at siga
frá hjá onkrum av niðan-
fyrinevndu stigtakarum.
Sunnudagin verður farið
í kirkju í Skopun kl. 12.00.
Ættarfaðirin,
Tummas
Thorsvig, var klokkari í
Skopunar kirkju í góð 40
ár. Áðrenn farið verður
hvør til sítt, møtast vit aftan
á kirkjugongdina í bygdar-
húsinum, har møguleiki
verður fyri ábiti.
Nógv hava longu meldað
til stevnuna, men um fleiri
eru, ið ætla sær við, so er
enn møguleiki at melda til
hjá Eyðvør Dam, Húsavík,
fax. 361777/ tlf. 361061.
Tilmeldingarfreistin
er
longd til 1. juli.
Um tit liggja inni við
myndum ella øðrum áhuga-
verdum tilfari, so setið tykk-
um í samband við onkran av
niðanfyrinevndu
stig-
takarum. Eru aðrir spurn-
ingar ella vilja tit hava
endaligu skránna senda, so
kunnu tit eisini nýta E-mail
a
d
r
e
s
s
u
n
a
thorsvig2003@hotmail.com
Vegna stigtakararnar
Símun Hansen tlf 316884
Bjarki Mohr
319212
Guðny Simonsen 314837
Herluf Jakobsen 310618
Heðin Augustinus-
sen
227026
Eisenbjørg
Clementsen
361583
Ásbjørg Davidsen 332235
C
M
Y
K
11
10