mikudagur 25. juni 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 117 - 25. juni 2003
Nr. 117 - 25. juni 2003
13
Hava fólk til rukku
Tað er at hava fólk til
ta turru rukku at fáa
tey at undirskriva
eina lógarkravda
váttan fyri síðani
sjálvur at ganga beint
í móti hesum, sigur
formaðurin í
felagnum Línuskip
VEIÐILOYVI
Edvard Joensen
Fiskimálaráðið kravdi av
gomlu eigarunum av Ågot,
at teir saman við norð-
monnunum, sum keyptu
skipið, skrivaðu undir, at
skipið ongantíð aftur kom í
føroyska fiskiflotan.
– Kortini letur sama um-
siting hetta góða skip fáa
veiðiloyvi undir føroyskum
flaggi í føroyskum sjógvi.
Tað er beinleiðis ein háðan
móti teimum monnum, sum
hesi krøv vórðu sett til, og
sum settu sína undirskrift
undir tey, sigur formaðurin
í felagnum Línuskip, Ról-
ant Poulsen.
Hann leggur ikki fingr-
arnar ímillum og sigur, at
stóð tað upp til hansara og
felagið, hann umboðar,
skuldi bæði landsstýris-
maðurin og øll embætis-
fólkini, sum hava umsitið
hetta málið, verðið koyrd úr
starvi.
– Tað eru somu menn,
sum
hava
undirskrivað
skjølini, sum áleggja skip-
inum ongantíð aftur at fiska
undir føroyskum flaggi, ið
stutt eftir geva tí júst hesi
rættindi,
vísir
Rólant
Poulsen á.
Ågot 1 fekk veiðiloyvi
aftur við teirri grundgeving
frá Fiskimálaráðnum, at
hóast skipið varð strikað úr
føroysku skrásetingini, var
tað ongantíð fysiskt farið úr
Føroyum, men lá við før-
oyska bryggju alla tíðina.
– Tað kann gera tað
sama, hvar skipið var statt.
Tað var norkst. Norðmenn
rindaðu havnargjald fyri
tað, meðan tað lá í Klaks-
vík, og sostatt er eingin ivi
um, at talan er um eitt inn-
flutt skip, sigur Rólant
Poulsen.
Tá Sosialurin tosaði við
hann týsmorgunin, hevði
hann ikki fingið niðurstøð-
una hjá landsstýrismála-
nevndini og vildi tí ikki
gera viðmerkingar til hana.
– Men givið er, sigur
Rólant Poulsen, at málið er
ikki liðugt enn. Nú fara vit
at tosa um, hvat eftirspælið
av hesum verður.
Landsstýrismálanevn
din sigur í fyribils
niðurstøðu síni til
málið um veiðiloyvið
hjá Jógvani S, at
Fiskimálaráðið
framdi lógarbrot, tá
fiskiorkan hjá línu-
skipinum Jógvani S
varð útroknað
VEIÐILOYVI
Edvard Joensen
Landsstýrismálanevndin
sigur beinleiðis í niður-
støðu síni, at viðgerðin hjá
Fiskimálaráðnum av málin-
um um Jógvan S - fyrrver-
andi Ågot 1 - var ólóglig.
Grundin til, at landsstýr-
ismálanevndin tekur so rív-
an til, er tann, sigur
nevndin í niðurstøðu síni,
at: ».......atlitini, ið lógu til
grund fyri avgerðini, vóru
ósaklig.«
Avgerðin, sipað verður til
í hesum føri, er tann,
Fiskimálaráðið
tók,
tá
veiðiorkan hjá Jógvani S
var útroknað. Veiðiloyvið,
sum Jógvan S fekk, var
flutt frá einum minni línu-
báti umframt einum deks-
fari, ið aftur hevði tvey
loyvi frá tveimum smáum
deksbátum.
Treytin fyri at flyta
veiðiloyvi millum før er, at
veiðiorkan hjá tí, sum fær
loyvið, er tann sama ella
minni enn hjá tí, sum
loyvið verður flutt frá.
Landsstýrismálanevndin
leggur her beinleiðis lands-
stýrismannin við fiski-
vinnumálum undir ikki at
fylgja
landsins
lógum.
Nevndin sigur soleiðis:
».....Hóast lógin áleggur
landsstýrismanninum
at
gera reglur um, hvussu
fiskiorka verður roknað út,
og um mannagongd fyri
samanlegging og umsiting,
so er hetta ikki gjørt.
Óskrivaðu leiðreglurnar, ið
vóru nýttar at meta um,
hvørt fiskiorkan hjá fyrr-
verandi Ågot XPZD var
tann sama ella minni enn
fiskiorkan hjá Skørini og
Barinum, vóru ikki saklig-
ar. Verður sammett við tær
leiðreglur, ið nú eru ásettar
við kunngerð, var veiðiork-
an økt við umleið 94%, tá
veiðiloyvini hjá Skørini og
Barinum vóru flutt á fyrr-
verandi Ågot XPZD. Sum
nevnt kann landsstýris-
málanevndin tó ikki seta
seg sum dómara yvir,
hvussu rættast er at útrokna
fiskiorku. Hendan heim-
ildin liggur framvegis hjá
landsstýrismanninum
Ì
fiskivinnumálum.«
Til at rokna veiðiorkuna
út, verður rúmdin á skipin-
um vanliga nýtt. Og um so
varð gjørt í hesum førinum,
hevði veiðiorkan hjá Jógv-
ani S verið 94 prosent
størri, enn hon var hjá før-
unum, sum veiðiloyvið
varð flutt frá.
Men so hendi tað, at
Fiskimálaráðið
broytti
roknihátt og nýtti kvadrat-
rótina av rúmdini ístaðin og
kom soleiðis fram til, at
veiðiorkan hjá førunum, ið
talan var um, kundi sam-
metast, og veiðiloyvini flyt-
ast frá Skørini og Barinum
til Jógvan S.
Eitt annað, sum lands-
stýrismálanevndin
setir
spurnartekin við í frágreið-
ing síni er, um landsstýris-
maðuin við fiskivinnu-
málum, ella í hansara stað
Fiskimálaráðið, yvirhøvur
hevði heimild at lata Jógv-
ani S nakað fiskiloyvi.
Jógvan S, sum tá æt Ågot
1, varð nevniliga sambært
lógarásettari treyt strikað úr
føroysku skipaskráseting-
ini, tá táverandi eigararnir
fingu innflutningsloyvi til
eitt annað fiskifar, sum øll
loyvi hjá gomlu Ågot vórðu
flutt yvir á.
Eftir somu reglum og
lógarásettu treytum skriv-
aðu bæði seljarin og keyp-
arin, sum var norskt felag,
undir, at skipið ongantíð
aftur mátti fara til fiskiskap
í føroyskum sjógvi ella
undir føroyskum flaggi.
Skipið
varð
lagt
við
bryggju í Klaksvík, og
norska felagið átti skipið
við mús, men uttan mann
kortini.
Seinni varð skipið so
aftur keypt av føroyskum
felag, sum hóast allar hesar
lógarásetingar og undir-
skriftir frá fyrrverandi eig-
arum, fekk veiðiloyvi undir
føroyskum flaggi.
Tað er millum annað
hetta, sum landsstýrismála-
nevndin nú setir spurnar-
tekin við tað lógliga í.
Landsstýrismálanevndin
ger onga niðurstøðu um,
hvørt málið skal fáa avleið-
ingar fyri landsstýrismann-
in ella aðrar partar av
fiskivinnuumsitingini. Tað
leggur hon yvir á lands-
stýsismannin sjálvan, løg-
mann ella løgtingið at av-
gera.
Jacob Vestergaard, lands-
stýrismaður við fiskivinnu-
málum, er burturstaddur,
og tað eydnaðist ikki at fáa
viðmerking frá honum,
áðrenn blaðið varð prentað
Landsstýrismaðurin og fiski-
vinnuumsitingin eiga at
leggja frá sær, sigur formað-
urin í felagnum Línuskip,
Rólant Poulsen
Fiskimálaráðið framdi lógarbrot
Veiðiloyvið hjá línuskipinum
Jógvani S er orsøk til, at
landsstýrismálanevndin
metir, at landsstýrismaðurin
við fiskivinnumálum hevur
brotið landsins lógir
Mynd: Vilmund Jacobsen
Strandfaraskip
Landsins hevur lýst
gomlu Ternuna til
sølu, og hægsta boðið
var 750.000 krónur.
Skipið fer helst av
landinum
SKIPASØLA
Stefan í Skorini
Freistin at lata tilboð uppá
Ternuna 1 ella gomlu Tern-
una, sum skipið eisini verð-
ur rópt, var úti fríggjadagin
20. juni. Tilboðini, sum
vóru fimm í tali, vórðu lat-
in upp mánadagin. Hægsta
boðið, sum er 750.000
krónur, var frá einum útl-
endskum keypara.
Stjórin á Strandferðsluni,
Kristian Davidsen, upplýs-
ir, at fýra av teimum fimm
tilboðunum vóru frá føroy-
ingum, men tað hægsta til-
boðið kom also úr útlond-
um.
Strandfaraskip Landsins
hava gjørt av at arbeiða víð-
ari við hesum tilboðnum,
og tí bendir alt á, at Ternan
fer úr føroyskum sjógvi í
næstum.
Einki siglingarloyvi
Ternan 1 varð tikin úr sigl-
ing tann 1. mars, tá farleið-
in millum Havnina og
Skálafjørðin varð niður-
løgd. Síðani tá hevur skipið
ligið við bryggju í Vest-
manna.
Ternan er ikki í klassa,
t.v.s. at hon hevur einki
siglingarloyvi, sum er út-
gingið, og tí kann tað ikki
sigla við ferðafólki í løtuni.
Strandfaraskip
Landsins
hava ikki viljað endur-
nýggjað loyvið, tí ætlanin
var at selja skipið.
Strandferðslan
keypti
Ternuna í 1970 úr Týsk-
landi, og hon røkti farleið-
ina millum Klaksvík og
Leirvík fram til 1980, tá
nýggja Ternan varð sett í
sigling. Síðani broytti skip-
ið navn til Ternan 1 og
sigldi fyri tað mesta millum
Havnina og Skálafjørðin og
um Vestmannasund.
Gamla Ternan varð smíð-
að í 1960 í Wawelsflath í
Týsklandi og hevur tískil
43 ár á baki.
Sekstan umsóknir
vóru til tey sjey
størvini sum maskin-
meistarar umborð á
skipunum hjá
Fiskiveiðieftirlitinum,
og umsøkjarar kunnu
vænta sær svar síðst í
hesi vikuni. Ætlaði
túrurin hjá Anders
Fogh Rasmussen við
Brimli verður helst av
ongum vegna vant-
andi maskinmeistarar
BRIMIL
Stefan í Skorini
– Vit hava tilsamans fingið
sekstan umsóknir, og tær
verða viðgjørdar í hesi vik-
uni, sigur Elmar Højgaard,
stjóri á Fiskiveiðieftirlitin-
um.
Tað eru sjey størv, sum
eru lýst leys. Tvey størv
sum maskinstjóri, tvey
størv sum 1. meistari og trý
størv sum 2. meistari.
Umsøkjarar kunnu vænta
sær at fáa svar hósdagin
ella fríggjadagin.
Elmar Højgaard váttar, at
allir teir tíggju maskin-
meistararnir, ið uppruna-
liga søgdu seg úr starvi, og
sum alt rumblið snýr seg
um, hava søkt størvini av
nýggjum.
Trupulleikin er, at tað eru
bert sjey størv lýst leys.
Hini trý eru longu sett. Tí er
ikki líkt til, at allir maskin-
meistararnir fáa síni gomlu
størv aftur, soleiðis sum
Maskinmeistarafelagið
hevur kravt.
Fogh fyri ongum
Sambært skránni hjá Stats-
ministaranum Anders Fogh
Rasmussen skulu hann og
løgmaður Anfinn Kallsberg
hava fund umborð á Brimli
hósmorgunin, og tíðinda-
fundur við teimum báðum
skuldi vera klokkan 11.30
eisin umborð á nýggjasta
vaktarskipinum.
Síðani varð ætlanin at
sigla við skipinum til Suð-
uroyar, men hetta verður
helst av ongum. Stjórin í
Fiskiveiðieftirlitinum vænt-
ar ikki, at hesin túrurin
verður veruleiki.
Orsøkin er tann einfalda,
at ov fáir maskinmenn eru
at manna Brimil, og tí kann
skiparin ikki sigla Fogh og
Kallsberg til Suðuroyar.
FRAMSÝNING
Stefan í Skorini
Framsýningin
Veiði-
mentan í Útnorði er nú
eisini at síggja í Grøn-
landi. Framsýningin var í
Norðurlandahúsinum í
fjør summar, tá ikki færri
enn 12.000 fólk vitjaðu
framsýningina í fjúrtan
dagar. Tá gav forlagið
Sprotin eisini út umfat-
andi bók, sum á donsk-
um og enskum lýsti evn-
ið veiðimentan í Útnorði.
Tað er Edward Fuglø,
sum hevur sniðgivið, og
Birgir Kruse, sum hevur
samskipað framsýning-
ina.
Fríggjadagin 6. juni lat
framsýningin so upp í
norðurlendska stovnin-
um NAPA í Nuuk, og
hon lat aftur sunnudagin
22. juni. Hon hevur áður
verið í Hetlandi, Írlandi
og Íslandi.
Hetta er ein umfatandi
framsýning, sum sam-
starvandi stovnarnir í Út-
norði, Norðurlandahúsið
í Føroyum og Reykjavík
og
systurstovnurin
NAPA í Grønlandi, hava
staðið fyri eftir uppskoti
frá Útnorðurráðnum.
»Hetta eru eini týdn-
ingarmikil boð til tey,
sum halda seg fremja
umhvørvisáhugamál
best, tá tey banna burðar-
dyggari nýtslu av náttúr-
unar tilfeingi. Framsýn-
ingin eigur tí at gerast at-
komulig fyri øllum teim-
um í Evropa, sum búgva
í stórbýum og øllum
teimum, sum búgva fjart
frá náttúruni, so tey
kunnu fáa prógv fyri, at
besta varðveitanin av
eini fjøltáttaðari náttúru,
er ein burðardygg nýtsla
og at ein vistskipanarlig
hugsan, har eisini havs-
ins súgdjór verða tikin
við, er ein nýtsla og at-
ferð, sum hevur verið
burðardygg í túsundir av
árum, og sum við rættari
atferð, eisini komandi
ættarlið fara at bera
víðari«.
Hetta sigur Jonathan
Motzfeldt, komandi for-
maður í Útnorðurráðn-
um, um framsýningina
»Veiðimentan
í
Út-
norði«, sum hevur verið í
Nuuk seinastu vikurnar.
Gamla Ternan á veg úr flotanum
Hægsta boðið uppá Ternuna
1 var 750.000 krónur, og tað
var frá einum útlendskum
keypara. Alt bendir á, at
gamla Ternan ikki verður at
síggja í Føroyum í framtíðini
Savnsmynd
Fogh sleppur neyvan við Brimli
Framsýningin Veiðimentan
í Útnorði verið í Nuuk
Anders Fogh Rasmussen skuldi ein túr við Brimli, men hetta verður helst av ongum, tí nýggir
maskinmenn eru ikki settir enn
C
M
Y
K
13
12