mikudagur 25. juni 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 117 - 25. juni 2003
15
Eigarin av skeytinum,
Hanus Olsen, fer í
næstum at søkja um
byggiloyvi at byggja
eigaraíbúðir á
økinum við R.C.
Effersøesgøtu.
Grannar hava sent
Tórshavnar Býráð
mótmælisskriv um
møguliga bygging,
men Býráði kann ikki
taka nakra støðu so
leingi einki byggiloyvi
fyriliggur
BYGGING
Páll Holm Johannesen
Tá Tórshavnar Býráð fyri
góðum tveimum árum síð-
an seldi stóra øki, har Thor-
vald Poulsen helt til í eitt
mannaminni, til Hanus
Olsen, vóru tað fleiri
grannar í økinum, sum
ilskaðust um avgerðina hjá
býráðnum. Hanus Olsen
stendur fyri byggifyritøk-
uni SH Smíð
Tá
ein
byggifyritøka
keypir eitt øki, áljóðandi
góðar 2000 m2, er ikki løgið
um illgruni er um, at eigar-
in hevur byggivirksemi í
kvittanum. Hóast Hanus
Olsen framvegis ikki hevur
søkt um byggiloyvi, so
hava
grannarnar
við
Egholmstrøð
víst
sína
ónøgd við eina møguliga
bygging á økinum. Tey eru
á einum máli um, at økið er
ov virðismikið at nýta til
sethúsabygging. Mett verð-
ur, at økið heldur átti verið
nýtt sum fríøki.
Grannarnir
óttast
ov
nógva ferðslu, um talan
verður um eina sethúsa-
bygging. Hetta fer at darva
trivnaðin við R.C Effer-
søesgøtu, og fer illa um
vakra umhvørvið. Økið er
vælumtókt hjá børnunum
sum spælipláss, og verður
byggingin veruleiki fara
børnini at missa nógv.
Víst verður eisini á
vegurin ikki er grótsettur,
og tí ikki ætlaður tungari
ferðslu.
Fyrstu ferð mótmælis-
skriv varð sent býráðnum
var í mars mánaði í fjør, og
tá vóru boðini, at einki
byggiloyvi var innsent, og
tí var einki at taka støðu til.
Fyri trimum vikum síðan
var so enn eitt skriv latið
Tórshavnar Býráð. Grann-
arnar siga seg ynskja
skjalainnilit
viðvíkjandi
eini bygging á matr. nr.
720b, sum er økið, sum
Thorvald Poulsen átti.
Vildi hava økið friðað
Upprunaliga seldi Thorvald
Poulsen Tórshavnar Býráði
økið við nøkrum treytum.
Á skeytinum stendur, at
Thorvald skuldi búgva í hú-
sinum til hann andaðist, og
at øki skuldi verða fríøkið,
so leingi hann livdi.
Tórshavnar Býráð lat í
1987 Thorvaldi 3 milliónir
fyri økið. Inntøkurnar av
søluni setti Thorvald í
Grunn Thorvalds Poulsen
av Steinum. Grunnurin
skuldi stuðla upp undir
útbúgving hjá føroyskum
listafólki.
Fólk minnast Thorvald
hava eina stóran og vakran
urtagarð. Hann arbeiddi
sum urtagarðsmaður í eitt
mannaminni.
Umframt
stóru sethúsini, hevði Thor-
vald eisini trý stór drívhús
og eitt gróthús. Røddir hava
verið frammi um, at grót-
húsið hjá Thorvaldi Pouls-
en er eitt av heilt fáu sorn-
húsunum, sum eru eftir at
finna í Suðurstreymi, og tí
hevur húsið virði sum eitt
fornminni.
Søkir byggiloyvi í
næstum
Eigarin
av
skeytinum,
Hanus Olsen, sigur við
Sosialin, at hann í næstum
fer at søkja um byggiloyvi
um at byggja eigaraíbúðir á
økinum. Í løtuni liggur í
kortunum, at talan verður í
alt um 12 eigaraíbúðir.
10 teirra verða eftir ætlan
74 m2 hvør, meðan hinar
báðar verða eitt vet minni.
Hanus hevur áður bygt
eigaraíbúðir inni á Gøtu, og
seinni í ár verður farið
undir bygging á Løg-
mannabreyt. Hanus Olsen
sigur, at um alt gongur eftir
ætlan, so verður farið undir
byggingina við R.C. Effer-
søesgøtu eftir arbeiðið á
Løgmannabreyt.
Hann hevur hoyrt sum
leysatíðindi, at grannarnir í
økinum hava sent býráðn-
um mótmælisskriv um eina
møguliga bygging, og í tí
viðfangi
hevur
Hanus
bjóðað Tórshavnar Býráð at
keypa økið aftur.
– Eg keypti økið við tí
fyri eyga at byggja íbúðir,
og tað er framvegis ætlanin
hjá mær. Eftir, at eg hoyrdi
at grannarnir hava sent
mótmælisskriv, havi eg
bjóðað býráðnum at keypa
økið aftur ella, at teir geva
mær eitt eins gott øki at
byggja íbúðir ístaðin, sigur
Hanus Olsen fyri SH Smíð.
Grannar ilskast um møguliga bygging
Á býráðsfundum
hevur verið umrøtt at
keypa økið aftur, og
gera tað aftur til eitt
fríøki, sigur Heðin
Mortensen
BYGGING
Páll Holm Johannesen
Formaðurin í byggi- og
býarsamskipanarnevndini í
Tórshavnar Býráð, Heðin
Mortensen, sigur, at hann
er fullgreiður yvir, at
grannarnir við Egholms-
trøð hava víst sína ónøgd
við møguliga bygging á
vakra økinum við R. C
Effersøesgøtu.
Málið hevur eisini verið
umrøtt á býraðsfundi fleiri
ferðir, og nakrar býráðslim-
ir hava sett spurnartekin
við, um býráðið ikki gjørdi
iv skjótt av, tá øki varð lýst
til sølu. Spurdur um hví
økið skuldi seljast, svarar
Heðin Mortensen, at tað
hevur verið ein politisk
semja um, at Tórshavnar
Býráð ikki skal eiga ov
nógv privat ognir, og tí varð
økið selt.
Men kortini tykjast fleiri
býráðspolitikkarar
hava
fingið kaldar føtur, og tað
ásannar Heðin Mortensen
eisini.
–
Fleiri
av
býráðs-
politikkarunum ynskja, at
býráðið keypir økið aftur,
og gevur økinum tann
heiður, tað hevur uppiborið.
Tosað hevur verið um at
friða tað, og fríðka um økið
aftur, sigur Heðin Morten-
sen at enda.
Formaðurin byggi- og býarsamskipanarnevndini:
Gjørdu møguliga ov skjótt av
Formaður í byggi- og samskipanarnevndini í Tórshavnar
Býráð, Heðin Mortensen, sigur at fleiri býráðslimir seta nú
spurnartekin við, um tað var so klókt at selja økið við R.C
Effersøesgøtu av fyrstani tíð.
Eigarin av stóra økinum við
R.C Effersøesgøtu, Hanus
Olsen, sigur at í næstum fer
hann at søkja um at byggja
eigaraíbúðir á økinum.
Grannarnir hava sent
mótmælisskriv til Tórshavnar
Býráð um, at økið heldur átti
verið friðað.
Mynd: Jens Kr. Vang
15
14
Nr. 117 - 25. juni 2003
Smoltið á Vágsfirði doyr ikki í hungri
- Tað er ikki rætt, sum
keldan sigur við Sosi-
alin, at smoltið hjá
Atlantic Seafarm í
Vági ikki fær at eta.
Smoltið er væl fyri og
í góðum standi, sigur
nýggi stjórin í felagn-
um, Páll Leo
ALIVINNA
Vilmund Jacobsen
Herfyri vendi ein av lesar-
unum hjá Sosialinum í Vági
sær til blaðið og bað okkum
kanna, um smoltið hjá At-
lantic Seafarm á Vágsfirði
yvirhøvur fær nakað at eta.
- Nýggja leiðslan hevur
sagt, at alt smoltið skal
takast av, nú framtíðin hjá
alifyritøkuni
liggur
í
óvissu, men tað kann ikki
vera rætt, at smoltið skal
doyggja í hungri.
Keldan, sum vendi sær til
Sosialin, segði seg hava
heft seg við, at smoltið á
Vágsfirði
hevur
ongan
góðan.
Passar ikki
Sosialurin vendi sær til
nýggja stjóran í felagnum,
sum herfyri varð umskipað
við Páll Leo sum stjóra og
Kristiani Andreassen sum
nevndarformanni.
Páll Leo sigur seg hava
skilt, at alt smoltið á Vágs-
firði skal takast av, men
hann sigur seg einki vita um,
at fiskurin ikki fær at eta.
- Hatta kenni eg einki til,
og eg kann bara siga, at tað,
sum keldan sigur við blað-
ið, passar slett ikki.
Stjórin sigur, at smoltið
hjá Atlantic Seafarm á
Vágsfirði er væl fyri og í
góðum standi.
- Eg var sjálvur úti og
hugdi eitt kvøld í vikuni, og
eg kann bara siga, at smolt-
ið líðir onga neyð, sigur
Páll Leo, sum undan stjóra-
sessinum var skrivstovu-
maður á Suðurfisk.
Alt takast av
Kristian Andreassen, nevnd-
arformaður, segði við Sosi-
alin í vikuni, at talið av
smolti á Vágsfirði liggur
millum 700.000 og 1 milj-
ón.
Sum skilst, hevur nýggja
leiðslan hjá Atlantic Sea-
farm avgjørt at taka smoltið
av til tess at avmarka tapið
hjá felagnum, nú roynt
verður at skapa nýtt fíggjar-
ligt grundarlag undir virk-
seminum.
- Smoltið á Vágsfirði fær at
eta, er væl fyri og líður onga
neyð, sigur nýggi stjórin í
Atlantic Seafarm, Páll Leo
- Kúskel ella kúfiskur,
sum hon eisini verður
rópt, klárar seg væl
undir ringum um-
støðum og broytir
stoffskiftið, um tað
gerst neyðugt, sigur
Jan Sørensen á Hav-
lívfrøðiligu Royndar-
støðini í Kaldbak
NÁTTÚRA
Vilmund Jacobsen
Tá ið Sosialurin var við
Biofarinum á Fuglafirði
fyri 2-3 vikum síðani, har
fólk hjá Havlívfrøðiligu
Royndarstøðini í Kaldbak
kannaðu botnviðurskiftini á
fjørðinum, fingu vit onkra
kúskel upp við grabbanum.
Kúfiskur er vanlig skel
undir Føroyum, men tað
man vera fáur, sum veit,
hvussu gomul henda skel
verður.
200 ára gomul
Tá ið eg og myndamaðurin
vóru komin uppá bryggjuna
at standa eftir ein frálíkan túr
í besta veðri, tók Jan
Sørensen, leiðari á Biofar,
eina kúskel upp í hondina.
- Henda skelin livir ógvu-
liga leingi; hon kann nevni-
liga gerast meira enn 200
ára gomul, sigur hann.
At tað skula ávísir egin-
leikar til, at nakað livandi
kann gerast so aldrandi, er
eyðsæð.
- Kúskel er ógvuliga sterk,
helst
tann
sterkasta
á
havbotninum, og hon klárar
seg undir ringum umstøð-
um. Gerast liviumstøðurnar
vánaligar við lítlari ella ong-
ari føði, broytir hon stoff-
skiftið, so hon yvirlivir.
Jan sigur, at í Norðsjón-
um er vanligt at síggja kú-
skel, sum er meinslað av
trolreiðskapi.
- Skelin liggur í sandtilfar-
inum við ovasta partinum
undan og tekur føði til sín.
Kann etast
Leiðarin á Biofar sigur, at
kúfiskur kann etast, eins og
kræklingur og øða, men
sum skilst, er henda skelin
ikki so nógv eftirspurd.
Nú
Biofarið
kannaði
botnviðurskiftini á Fugla-
firði fyri dálking, spurdu
vit Jan Sørensen og Gutt-
orm Djurhuus, sum eisini
var við hendan dagin, um
teir høvdu etið kúfisk av
Fuglafirði.
Báðir vóru samdir um, at
tað høvdu teir gjørt - uttan
nakað himpr.
Jan sigur, at kúskel verður
umleið 8-10 cm. í tvørmát.
- Er høg fjøra, sært tú eitt
nú krækling og øðu fjarða
uppi, men kúskel heldur
vanliga til eitt sindur longur
úti á. Hon finst tó bæði inn-
ari og eisini úti á djúpari
sjógvi.
Hann vísir á, at eins og
vanligt er at brúka krækling
og øðu til agn, hevur eisini
verið dreggjað eftir kúskel
til agn.
Meldar pass
Spurdur, nær ein kúfiskur,
sum verður yvir 200 ára
gamal, gerst kynsbúgvin,
meldar Jan Sørensen pass.
- Nei, tað veit eg ikki
sum er, men tað veit onkur
annar.
Sosialurin helt, at tað
kundi verið áhugavert at
fingið tað við í henda
greinastubban, um kúskel nú
kanska ikki verður kyns-
búgvin, fyrr enn hon er 100
ára gomul, tá ið hon kortini
livir í meira enn 200 ár!
Men tað fingu vit so ikki
Jan at siga okkum.
Meira enn 200 ára gomul kúskel
Kúskel kann etast, eins og kræklingur og øða, men sum skilst, er henda skelin ikki so nógv
eftirspurd. Hvørki Jan Sørensen ella Guttormur Djurhuus, sum vóru við Biofarinum hendan
dagin, høvdu himprast við at etið kúskel av Fuglafirði
Mynd: Jens Kr. Vang
Rebekka Rafael
Petersen úr Kollafirði
vann annað undan-
umfarið í Nósabarna-
prix 2003, sum var í
Kollafirði leygar-
kvøldið
NÓSABARNAPRIX
Rúna Sivertsen
Trettan ára gamla, Rebekka
Rafael, vann við sanginum,
"Tína dýrd tú ofraði, tá tú
komst av hæddini".
- Hon er avgjørt eitt
talent, segði James Olsen,
tá vit høvdu hann í
telefonini sunnukvøldið.
Nummar tvey gjørdist
Durita Djurhuus við sang-
inum, "Stjørnurnar blinka",
og nummar trý varð Halla
Durhuus við sanginum um
Flippuna.
Fyrireikararnir av Nósa-
barnaprix eru vælnøgdir við
luttøkuna leygarkvøldið.
- Tjaldið var fultsett, og
hýrurin var góður, siga teir.
Tað eru teir báðir, Mark
Joensen og James Olsen, ið
skipa fyri hesum tiltøkum.
Á
heimasíðuni,
www.barnaprix.fo, siga teir
millum annað, at teir við
hesum tiltaki kunnu verða
við til at lata upp dyr fyri
tey børn, sum hava evnir og
ynskja at stíga á yrkisliga
tónleikaliga pallin.
Enn ein finalistur
í Nósabarnaprix
Tað var 13 ára gamla, Rebekka Rafael Petersen úr Kollafirði,
sum vann annað undanumfarið í Nósabarnaprix í Kollafirði
leygarkvøld-ið. Hon hevði uppiborið sigurin, siga
fyriskipararnir
C
M
Y
K
14