Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-25, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. juni 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 117 - 25. juni 2003 17 Fogh og frú í Føroyum Danski forsætis- ráðharrin kemur mikudagin til landið á almennari vitjan við frú. Eisini hann fær at føla, at Fiskiveiði- eftirlitið ikki fær mannað síni skip VITJAN Heri á Rógvi Í dag – mikudagin – kemur danski forsætisráðharrin, Anders Fogh Rasmussen á vitjan. Talan er um eina almenna vitjan. Umframt eitt longri fylgju av embæt- ismonnum kemur eisini kona hansara, Anne-Mette Rasmussen við. Hóast við dúgliga hava tráspurt Løgmansskrivstov- una, so vilja tey ikki koma við nakrari endaligari skrá. Hetta skyldast millum ann- að, at ein túrur við Brimli var á skránni. Løgmaður og forsætisráðharrin skuldu fundast og halda tíðinda- fund umborð á Brimli, men har eru flestum kunnugt eingir maskinmenn. Seinast vit frætta var ikki líkt til, at forsætisráðharrin sleppur til Suðuroynna við Brimli. Frá Statsministeriet frætta vit, at Fogh skal vitja í Havn, Viðareiði, Klaks- vík, Skúvoy og í Suður- oynni. Millum Sirri í Vági og Kósin í Klaksvík fáa vitjan av forsætisráð- harranum og frú. Vertar við vitjanina eru Anfinn Kallsberg, løgmað- ur, og hjúnafelagi løgmans, Berghild Kallsberg. Tey bæði fara at reika runt kring landið við forsætis- hjúnunum. Um Anders Fogh Ras- mussen er annars at siga, at hann er fimmti ára gamal. Síðani seinasta fólkatings- val á heysti 2001 hevur hann verið danskur forsæt- isráðharri. Hann er út- búgvin cand.oceon á Århus Universitet. Hann var á fyrsta sinni valdur í danska fólkatingi í 1978 og hevur sitið har síðani. Í stjórnini hjá Poul Schlüter var eitt skifti ráðharri í skattamál- um og seinni búskaparráð- harri. Í 1998 gjørdist hann formaður í Venstre eftir Uffe Elleman Jensen. Danski forsætisráðharrin hevur eisini skrivað fleiri bøkur. Hetta er triðju ferð, at Anders Fogh Rasmussen er í Føroyum sum forsætisráð- harri. Fyrstu ferð var í januar 2002, stutt eftir, at hann hevði tikið við sum forsætisráðharri. Í august í fjør var hann aftur í Føroy- um – á ríkisfundi við An- finn Kallsberg og Jonathan Motzfeldt. Fyri triðju ferð sum forsætisráðharri kemur Anders Fogh Rasmussen á vitjan í Føroyum. Mynd: Jens Kristian Vang Fløgan við Guðruni S. Jacobsen, sum kemur í kjalarvørr- inum av Stjerne for en aften, kemur á marknaðin 11. august og longu nú ger hon sjónbandaupptøkur til lýsingar og annað TÓNLEIKUR Dagfinn Olsen Tá Guðrun S. Jacobsen gjørdist stjørna í nógv meira enn eitt kvøld, fylgdi eisini plátusáttmáli við. Komið er nærum á mál við fremleiðsluni. Í farnu viku sást sjáld- som sjón vesturi á Eiðinum í Vági. Stórt filmslið frá felagnum Universal tók upp og mitt í rúgvuni av fólki sást ein í hvítum. Tað var Guðrun. Tey tóku upp til sjónband og lýsingar í samband við fløguna, sum kemur á marknaðin tann 11. august í ár. Longu nú hevur onkur hoyriroynd verið at hoyra í loftmiðlium í Danmark. Guðrun hevur úr at gera við framførslum og tað verður neyvan minni, nú fløgan eisini skal marknað- arførast. Guðrun skjótt á fløgu Í farnu viku sást sjáldsom sjón vesturi á Eiðinum í Vági. Stórt filmslið frá felagnum Universal tók upp og mitt í rúgvuni av fólki sást Guðrun S. Jacobsen. Tey tóku upp til sjónband og lýsingar í samband við fløguna, sum kemur á marknaðin tann 11. august í ár 17 16 Nr. 117 - 25. juni 2003 Sveinastykki broytti handilin Ann Vang hevur júst gjørt sítt sveinastykki sum blómuprýðari. Og tað var ongin lítil verkætlan, hon fór í holt við. Sum tann fyrsta í øllum konga- ríkinum broytti hon ein heilan handil við sínum sveinastykki SVEINASTYKKI Solby A. Eliasen Hetta er vanliga tann tíðin á árinum, tá millum onnur næmingar í ymsu mið- námsskúlunum leggja ta seinastu hondina á teirra próvtøkur. Og so fáa tey húgvuna á høvdið og eitt prógv í hondina. Men tað eru ikki øll, sum velja at fara í skúla, summi fara í læru, og ein av teimum er Ann Vang, sum er í læru til blómuprýðara ella blomst- urdekoratør, sum tað eisini verður kallað. Ann Vang kann av sonn- um seta seg aftur á í dag og njóta tað framúrskarandi verkið, sum hon við hjálp hevur nýtt tann seinasta mánaðin til. Hon er í læru sum blómuprýðari hjá blómu- handlinum Árstíðirnar í Havn, og hon hevur júst lagt seinastu hondina á sítt sveinastykki, sum bar við sær umfatandi broytingar í øllum handlinum. – Vit hava broytt allan handilin. Málað alt av nýggjum, keypt nýtt inn- búgv og…ja, alt er bara broytt, greiðir hon frá, nú alt stendur liðgut, og hand- ilin hevur latið upp í nýggj- um hami. – Vit hava arbeitt dag sum nátt allan mánaðin, serliga ta seinastu vikuna var svøvnurin millum lítil og ongin, sigur hon. Ann er tann einasta í øll- um danska kongaríkinum, sum er hevur gjørt eitt so stórt og umfatandi sveina- stykki. Hon greiðir frá, at tá hon legði sítt hugskot fram fyri læraranum, tá segði hann, at hann mátti kanna, um tað bar til. Tí ongin var áður komin við hasum hugskoti- num. – Hann ivaðist í, um tað mundi vera ov stórt og um- fatandi, men tað bar til kortini, tíbetur, sigur Ann. Upprunaliga skuldi sveinastykkið standa liðugt tann fyrsta juni, men verk- fallið seinkaði arbeiðið. So farið var ikki í gongd, fyrr enn verkfallið var av. Og arbeitt hevur verðið klokk- una runt síðani tá. Og øll fegnast um handilin, sum hann sær út í dag. Hon hev- ur fingið nógv rós fyri sítt arbeiði, men Ann leggur dent á, at tað gott nokk er hennara verkætlan, men hon hevði ikki blivið til nógv, um tað ikki var fyri alla hjálpina, sum hon hev- ur fingið við. – Familja og vinir hava hjálpt nógv til, og vit hava allar arbeitt við hesum í handlinum, sigur Ann Vang, sum ikki ljóðar so troytt á málinum, tó at hon hevur rokast við hesum all- an mánaðin. Útbúgvingin hjá Ann tek- ur góð tvey ár, og meðan hon hevur verið í læru hev- ur hon somuleiðis gingið á kvøldskúla, har hon hevur tikið tær kravdu lærugrein- arnar, sum til dømis virkis- búskap, marknaðarføring og KT. Eisini skal hon, tá hon er liðug, hava gingið í skúla í Århus í tilsamans 14 vikur. Í Århus er skúlin meira rættaður til sjálvt yrkið, sum hon fæst við. Tað vil siga, at har læra tey millum annað um, hvussu eitt blómutyssi eigur at verða bundið, ymsar teoriir um sjálva vøruna, sum tey arbeiða við. Nú sveinastykkið er lið- ugt, liggur kortini framveg- is ein stór uppgáva fyri framman. Ann skal skriva uppgávu um sveinastykkið, og í august skal hon niður til munnliga framløgu av uppgávuni. – Hetta hevur verið strævið, men sera spenn- andi, sigur Ann, sum droymir um, at hon eina- ferð fer at kunna byrja fyri seg sjálva, men nær tað verður, tað sigur hon onki um. – Tað er ikki bara sum at siga tað at byrja fyri seg sjálvan, men tað er ongin loyna, at tað er dreymurin. Men fyri fyrst verði eg her í Árstíðunum, her stórtrívist eg, sigur hon at enda. Mánakvøldið varð semja gjørd millum S og K / Føroya Arb- eiðarafelag og Før- oya Arbeiðsgevara- felag um nýggjan tvey ára sáttmála, har millum annað eyka viðbøtur og til- lagingar eru gjørdar SÁTTMÁLI Solby A. Eliasen Jólaaftan er nú ein heilur frídagur hjá limunum í S og K. Skrivstovu- og krambafólk. Sambært gamla sáttmálanum var jólaaftan hálvur frídagur, men nú fáa limirnir í S og K frí allan jólaaftan. Men tað hevur so somuleiðis við sær, at handlarnir fara at hava longri opið Tollaksmessudag.Millum annað hetta kom burturúr samráðingunum partanna millum mánakvøldið. Annars fáa limirnir somu lønarhækkan, sum arbeiðarafeløgini fingu. Sostatt hækkar tímalønin við 8,60 yvir tvey ár. Har- afturat hava tey lægst- løntu í felagnum fingið eina eyka viðbót upp á 1, 60. Í semjuni er staðfest, at partarnir vilja mæla Vinnumálaráðnum til at arbeiða víðari við eini nýggjari afturlatingarlóg. Hetta arbeiðið steðgaði upp í 2002, tí partarnir á arbeiðsmarknaðinum ikki vóru samdir um broyting- arnar í lógini. – Arbeiðsfólki hjá okk- um er betur tryggjað nú, og tí kundu vit skriva undir hesa semjuna, sum eisini fer at gera, at tann tá setti arbeiðsbólkurin nú aftur fer í gongd við at gera eitt álit, sum lands- stýrismaðurin, Bjarni Djurholm skal hava, sigur Pætur Niclasen, formaður í S og K felagnum. Hann leggur afturat, at tey hava tryggjað sær tað soleiðis, at um afturlatingarlógin verður broytt, so fer tað tó ikki at koma fyri, at ein limur kemur at hava ov langar arbeiðsdagar. Harafturat eru nakrar viðbøtur komnar afturat. Millum aðrar ein náttar- viðbót. Pætur Niclasen sigur, at felagið sum heild er væl- nøgt við nýggja 2 ára sáttmálan, sum nú er undirskrivaður. Ann Vang er í læru sum blomsturdekoratørur, og hon er júst liðug við sítt sveinastykki, sum gekk út upp á at broyta allan handilin. – Butiksforvandling, eitur tað, greiðir hon frá Mynd: Jens K. Vang Tær tríggjar Lina, Brynhild og Ann arbeiða í blómuhandlinum Árstíðunum Mynd: Jan Müller Nýggjur S og K sáttmáli: Jólaaftan er nú heilur frídagur C M Y K 16