mikudagur 25. juni 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 117 - 25. juni 2003
19
Tað eru bara
vestmannadreingir,
sum tykjast hava
nakran møguleika at
bjóða sannførandi
manninginum á
Sílinum av
5–MANNAFØR
DREINGIR
Jóannes Hansen
Enn hevur eingin megnað
tað, og tað er rættuliga iva-
samt, um nakar fer at
megna tað. Dreingirnir um-
borð á Sílinum hava higar-
til vunnið allar tríggjar FM
kappingarnar, og teir hava
verið rættuliga sannførandi.
Tað vóru teir eisini leygar-
dagin. Á málinum vóru teir
meiri enn eina bátslongd
frammanfyri
kappingar-
neytarnar.
Higartil hevur eingin
staðið Sílinum kurl. Um
nakar skal gera tað, so
bendir alt á, at tað verða
vestmannadreingir umborð
á Havfrúnni. Hesa ferð
vóru teir saman við Bliki,
Tjaldrinum og eisini Fípuni
Føgru væl við á fyrstu
metrunum. Men tað var
skjótt, at Sílið var leyst av
Havfrúnni, sum eftir start-
spurtin ongantíð varð hótt
av nøkrum øðrum.
Kappingin gekk fyri seg í
fleiri bólkum. At siga at
eingin kapping var um
fremsta plássið er kanska at
taka í so rívan til. Men
kappingin var ongantíð tøtt.
Sílið var leyst av Hav-
frúnni, tá ið hálvt málið var
rógvið, og munurin gjørdist
ongantíð minni enn so.
Havfrúgvin var í sínum
lagi ongantíð hótt av aftaru
bátunum.
Vestmanna-
dreingir vóru í minsta lagið
tvær bátslongdir og kanska
meiri enn tað fyrri á mál
enn Blikur og Tjaldrið, sum
kappaðust nógv um triðja
plássið.
Fípan
Fagra,
Royndin Fríða og Junkarin
vóru í tættari kapping um
fimta plássið.
Í fjør vann Sílið FM,og
alt bendir á, at dreingirnir
hjá Havnar Róðrarfelag
eisini fara at vinna hesa
kappingina í ár. Tjaldrið
vann FM í 2000 og í 2001.
Róðrardreingirnir hjá NSÍ
eru framvegis ímillum teir
bestu, men teir tykjast ikki
at hava møguleika at gera
nakað sum helst við Sílið.
Havfrúgvin vann FM í
1999. Um nakar skal gera
nakað við Sílið í ár, so
verður tað Havfrúgvin, men
tað tykist rættuliga ivasamt,
um nakar fer at megna at
skala Sílinum.
Eftir sigurin í
Kollafirði eru tær
umborð á Bliki best
fyri í kappingini um
meistaraskapin, sum
argjabáturin við
gentumanning ikki
hevur vunnið í
seytjan ár
5–MANNAFØR
GENTUR
Jóannes Hansen
Tað er stórur spenningur í
kappingini
millum
5-
mannafør við gentumann-
ingum. Á Norðoyastevnu
vunnu tær umborð á Bliki.
Á Fjarðastevnu vann Sílið,
sum ikki hevði staðið seg
so væl í Klaksvík. Blikur
gjørdist nummar tvey á
Strondum, og leygardagin
var Blikur aftur fremstur.
Harvið hava argjagentur
syrgt fyri at vera í góðari
støðu, nú róðrarárið er
knappliga
hálvrunnið.
Støðan hjá teimum gjørdist
uppaftur betur, tí Sílið ikki
megnaði meiri enn triðja
plássið í Kollafirði. Gent-
urnar í Havnar Róðrarfelag
taptu kappingina um næst-
fremsta plássið rættuliga
tepurt ímóti Havfrúnni. Tað
vóru bara ein ella tvær
sponnir á muni.
Sílið
legði
annars
bragdligast fyri. Blikur
fylgdi væl við, og Hav-
frúgvin og Drekin lógu eis-
ini væl fyri eftir startspurt-
in.
Tá ið knappliga hálvur
teinurin var rógvin, legði
Blikur seg við síðuna av
Sílinum. Munurin minkaði
skjótt, og Blikur gjørdist
nummar eitt og økti um
munin til eina hálva báts-
longd og eina løtu til meiri
enn tað.
Í endaspurtinum megnaði
Blikur at halda tørn um
fjarstøðuna til næstu bát-
arnar. Sílið tóktist leingi
skula vinna næstfremsta
plássið. Men tær umborð á
Havfrúnni vóru rættuliga
drúgvar og megnaðu akkur-
át at trýsta seg framum Síl-
ið.
Fjarstøðan til hinar bát-
arnar var rættuliga stór.
Drekin gjørdist nummar
fýra bara eina lítla rong
frammanfyri Fípuna Føgru,
og so vóru meiri enn tvær
bátslongdir aftur til nýggja
Firvaldin, sum komandi
leygardag fer at royna seg í
heimasjógvi. Firvaldur við
gentumanning er einasta
umboðið fyri Tvøroyri í
kappróðrinum í summar.
Sílið vann FM í fjør.
Argjagentur umborð á Bliki
hava sjálvandi ikki enn
kannað sær FM heitið og so
langt í frá tí. Men um tað
fer at eydnast hjá teimum at
vinna FM, so verður tað
hugaligt hjá Argja Róðrar-
felag. Blikur við gentu-
manning hevur bara eina
ferð áður vunnið FM. Tað
var í 1986. Genturnar, sum
í ár manna Blik, eru hesar:
Joan Mikkelsen – Anna
Andresen, Lív Simonsen,
Maud Poulsen, Elsa Søren-
sen,
Mayken
Petersen,
Hallgerð.
Gongurólvur var enn
eina ferð rættuliga
sannførandi, men um
tær skulu fáa
kapping, so bendir
nógv á, at hon fer at
koma frá Jarnbardi
6–MANNAFØR
KVINNUR
Jóannes Hansen
Manningin sum í fjør var so
sera sannførandi umborð á
Sílinum og vann allar róðr-
arnar er framvegis sigurs-
sæl. Nú eru tær umborð á
Gongurólvi, og tær hava
vunnið allar tríggjar róðr-
arnar, sum higartil hava
verið. Á Fjarðastevnuni
kundi tað sæð út sum um,
at Páll Fangi hevði ætlanir
um at bjóða av, og at tað fór
at gerast heilt spennandi á
Kollafirði, um tað fór at
ganga tann vegin, sum tað
hevði gjørt síðani Norðoya-
stevnuna.
Men Gongurólvur var
ikki áhugaður í kapping frá
teimum úr Klaksvík. Tað
var ongantíð soleiðis, at
munurin millum fremstu
bátarnar var so stúrur, at
eingin hugsningur var um,
at Gongurólvur kundi tak-
ast. Men Gongurólvur varð
skjótt frammi í oddinum,
og í endaspurtinum var
eingin ivi. Gongurólvur fór
fyrst undir endaspurtin, og
á málinum var munurin
aftur til teir næstu meiri enn
ein bátslongd.
Páll Fangi fekk so mikið
stóra kapping um næst-
fremsta plássið, at hann
noyddist at dvína. Jarn-
bardur, sum var sannfør-
andi FM vinnari í fjør, og
sum eisini í 1999 og í 2000
vann FM, var ikki við í
tveimum teimum fyrstu FM
kappingunum. Hesa ferð
vóru tær við, og avrikið og
úrslitið kundu bent á, at tað
verður meiri at færtta frá
Jarnbardi í næstu kapping-
unum. Jarnbardur megnaði
við hálvum skuti at vinna á
Páll Fanga í kappingini um
næstfremsta plássið.
Fleiri av teimum, sum
seinastu árini hava verið
við Jarnbardi, eru burturi í
lestrarørindum, men nú er
summarfrítíð, og so ber til
at manna bátin.
– Vit gjørdu næstsíðsta
sunnukvøld av, at vit skuldu
luttaka í Kollafirði. Vit
meldaðu til týskvøldið, tá
ið tað var síðsta freist. Vit
hava bara verið tríggjar
ferðir í bátinum og vant. Tí
eru vit væl nøgdar við úr-
slitið, siga tær umborð á
Jarnbardi.
Í startspurtinum sást, at
tær umborð á Jarnbardi
framvegis duga at rógva og
vita, hvat kappingin snýr
seg um. Tær løgdu seg á
odda, og tær vóru eina løtu
eina bátslongd framman-
fyri hinar bátarnar. Men so
gingu kreftirnar undan,
Gongurólvur og Páll Fangi
tóku seg fram, og so misti
Jarnbardur. Men hann misti
bara fremsta plássið. Mun-
urin frá Jarnbardi og aftur
til Lóm á fjórða plássi var
ikki so stórur. Tí kann rokn-
ast við, at kappingin fer at
vera stór og tøtt næstu ferð-
irnar.
Enn er Gongurólvur upp-
lagdur favorittur. Um hann
skal
fáa
kapping
um
fremsta plássið í næstu
kappingunum, so man litil
ivi vera um, at kappingin
fer at koma frá Jarnbardi,
sum í hesi vikuni aftur
hevur vant nakrar ferðirnar.
Sílið fyri triðju ferð
Argir og Havnin skiftast um
Jarnbardur bjóðar seg fram aftur
Silið tykist einaráðandi í dreingjaróðrinum, har teir leygardagin vunnu triðja sigurin á rað
Mynd: Álvur Haraldsen
Blikur helt fast í endaspurtinum, soleiðis at eingin ivi skuldi vera um sigurin
Mynd: Álvur Haraldsen
Tað var um reppið, at Jarnbardur aftur kom fram í oddin, men hesa ferð máttu tær taka til
takkar við silvurinum
Mynd: Álvur Haraldsen
19
Nr. 117 • mikudagur • 25. juni 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Um hugsanin at
smíða Hoyvíking skal
gerast til veruleika, so
skulu felags
viðurskiftini og
umstøðurnar at eiga
og reka kappróður
fáast upp á pláss fyrst,
heldur royndur
kappróðrarmaður í
Hoyvík
KAPPRÓÐUR
Jóannes Hansen
Tað hevur eftir øllum at
døma vakt miklan ans,
síðani tað eftir norðoya-
stevnu varð nevnt á ítróttar-
síðunum her í blaðnum, at
H71 spælarar fyri tað
nógva manna 8–mannafar-
ið hjá Havnar Róðrarfelag,
Ørv, sum hevur verið so
sera sannførandi higartil. Í
hvussu so er, hevur tað
fingið nógva umrøðu, at
hoyvíkingar á henda hátt
eru við í kappróðrinum.
Enn er einki kappróðrar-
felag í Hoyvík, og tað hevur
ikki eydnast at fingið nakað
at vita um, at teir hava
ítøkiligar ætlanir um at
stovna kappróðrarfelag ella
at gera kappróðrardeild í
H71. Men hugsanin um at
Hoyvíkin skuldi átt sítt
egna 10–mannafar, Hoyv-
íkingin, og at hann skuldi
tikið lut í FM kappingini,
hevur leingi spøkt. Og nú
tað hevur gingið so sera
væl hjá H71 spælarunum
umborð á Ørvi, er hetta
prátið aftur komið undan
kavi í Hoyvík.
– Okkara rógvarar eru
við einum 8–mannafari,
sum hoyrir til Havnar Róðr-
arfelag. Tað er hugaligt at
vita, at teir standa seg væl.
Men tað er ein sannroynd,
at
kappingin
millum
8–mannaførini er, um tað
verður sammett við fótbólt,
ikki meiri enn 2. deild. Í
fótbólti gongur tað fyri seg
í 1. deild, og í kappróðri eru
tað 10–mannaførini, sum
tað snýr seg um. Bæði í
bátastødd og ikki minst fyri
samleikan hjá okkum í
Hoyvík, hevði tað verið
uppaftur hugaligari, um vit
høvdu átt okkara egna
10–mannafar. Tað er tí, at
hetta prátið aftur er komið
fram, sigur ein hoyvíking-
ur, sum ynskir at vera
ónevndur.
Skal nógv til
Halgir Dahl-Olsen er báts-
formaður umborð á 8-
mannafarinum Ørvi. Hann
er ein av stuðlunum á hond-
bóltsliðnum hjá H71 í 1.
deild, og hann hevur áður
róð við Havnarbátinum. Tá
ið vit biðja Halgir gera við-
merkingar til søguna, sum
er nevnd omanfyri, er hann
einki fyri tí. Men hann hel-
dur ikki, at hetta er nakað,
sum hevði kunnað verið til
veruleika nú beinanvegin.
– Eg ivist ikki í, at tað
hevði
verið
fíggjarligt
grundarlag at latið eitt
10–mannafar
smíðað.
Hoyvíkingar eru áhugaðir í
ítrótti, og teir taka undir við
tí, sum gongur fyri seg í
Hoyvík. Tað sæst eitt nú
aftur í hondbóltinum. Men
tað eru onnur viðurskifti,
sum skuldu fingist upp á
pláss, áðrenn tað yvirhøvur
hevði verið rætt at arbeitt
við at fáa 10–mannafar til
vega.
Hvørji eru tey viðurskift-
ini?
– Tað eru viðurskiftini
kring sjálvan kappróðurin.
Eitt er at fáa ein bát smíð-
aðan. Men um t. d. H71
hevði gjørt av at luttaka í
kappróðri, ella um eitt nýtt
felag hevði verið stovnað,
sum burturav skuldi fingist
við kappróður, so hevði
verið neyðugt við nýggjum
fólki at tikið sær av rakstr-
inum. Tað ber ikki til at
brúka nógva tíð og orku
upp á venjing og kappróður
og samstundis at hava
ábyrgdina av felagsrakstri,
at fáa neyst upp at standa,
at syrgja fyri ferðingini og
øllum hinum, sum skal til.
Um hoyvíkingar nú høvdu
latið 10–mannafar smíðað,
so kvígi eg fyri, at tey somu
høvdu staðið fyri øllum
hesum uppgávunum, og so
hevði tað verið so skjótt, at
hugurin at venja og rógva
hevði verið burtur, og tað er
jú hetta, sum tað snýr seg
um, heldur Halgir Dahl-
Olsen.
Samleikin
Hoyvíkin er vorðin eitt tað
størsta plássið í landinum.
Har er felags skúli, ítróttar-
høll, hondbóltsfelag og aðr-
ir felagsskapir síggja so við
og við dagsins ljós.
Upprunaliga var H71 eitt
fótbóltsfelag. Dreingirnir
spældu fótbólt á fløtuni
niðri í Hoydølum, men tal-
an gjørdist ongantíð um
skipaðan fótbólt í lands-
kappingunum. Har er tað
framvegis soleiðis, at hoyv-
íkingar spæla í B36 og HB
og kanska eisini í øðrum
feløgum. Í hondbóltinum er
tað øðrvísi, og síðani ítrótt-
arhøllin kom, eru møgu-
leikarnir
hjá
teimum
mongu áhugaðu betraðir.
– Enn er samleikin í
økinum ikki so kjølfestur. Í
hvussu so er ikki hjá øllum.
Hjá teimum, sum eru fødd
og uppvaksin í Hoyvík, er
eingin ivi um, at tey eru
hoyvíkingar og ikki havnar-
fólk, og í hvussu so er hjá
hesum hevði tað verið nógv
hugaligari,
um
okkara
kapprógvarar vóru umborð
á okkara báti. Men tað eru
nógvir tilflytarar úr Havn-
ini. Nógvir teirra síggja
framvegis seg sjálvar sum
havnarfólk, og tað er einki
at siga til tað. Men vit ivast
ikki í, at hoyvíkssamleikin
fer at styrkjast, sigur hoyv-
íkskeldan, sum ynskir at
vera ónevnd.
Hoyvíkingar hava áður
mannað onkrar kappróðrar-
bátar. Eitt nú hava dreing-
irnir okkurt árið verið við
til at manna Beintu úr Mið-
vági. Umborð á 8-manna-
farinum Ørvi hjá Havnar
Róðrarfelag eru seks av
níggju monnum úr H71.
Fýra spældu hondbólt í 1.
deild síðsta vetur, og tveir
vóru á unglingaliðnum.
Veruleikin
Kappingin
millum
10-
mannaførini
verður
av
róðrarfólkunum og eisini av
øðrum, sum fylgja við,
sammett við hana í 1. deild
í fótbólti. Tí verður tað mett
at vera heilt burturvið og
sera óheppið fyri áhugan
kring alt landið, at tað ikki
tykist bera til at manna
fleiri enn fýra 10-mannafør.
Ein stórur triðingur av
fólkinum í Føroyum býr í
høvuðsstaðnum. Tá ið tað
tykist so torført at manna
10-mannafør kring landið –
eitt nú í Klaksvík og Suð-
uroy – so kann tað væl
hugsast, at um fleiri 10-
mannafør skulu mannast,
so verður tað í høvuðsstað-
arøkinum, har áhugin fyri
kappróðri er rættuliga stór-
ur. Argjamenn hava við-
hvørt tosað um at manna
10-mannafar, men higartil
er hetta ikki vorðið til veru-
leika. Nú kann tað hugast,
at hoyvíkingar fara at verða
teir fyrstu at bjóða av.
Undir øllum umstøðum
hevði tað verið gott fyri
kappingina,
um
fleiri
høvdu verið um boðið í
mest áhugaverdu kapping-
ini enn bara fýra manning-
ar. Einki er heldur at ivast í,
at
hesar
manningarnar
høvdu
heilsa
nýggjum
kappingarneytum
væl
komnum, um teir so komu
úr Hoyvík ella onkra aðra
staðni frá.
Hoyvíkingar hugsa um 10–mannafar
Gongst sum hoyvíkingar ætla, so verður talan um nýggjan luttakara í 10-mannafarsróðrinum innan alt ov langa tíð
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
18