Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-25, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. juni 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 117 - 25. juni 2003 21 Sigurin í Kollafirði var eins sannførandi, sum hann var á Skálafjørðinum. Nólsoyingurin tykist vera besta boðið upp á hóttan ímóti gula bátinum, meðan Havnarbáturin eftir sigurin í Klaksvík er dottin longri aftur og hesa ferð varð aftastur 10–MANNAFØR Jóannes Hansen Tað er synd at siga, at broytingarnar eru serliga stórar í kappingini millum 10–mannaførini. Í hvussu so er ikki, tá ið talan er um kappingina um fremsta plássið. Síðani startskotið næstsíðsta leygardag varð latið av undir Rókalandin- um á Skálafjørðinum fyri 10–mannaførunum á Fjarðastevnuni, hevur Eysturoyingurin verið fremstur. Hann vann trygt á Skálafjørðinum, og hann var aftur sannførandi, tá ið tað leygardagin varð kapp- ast á Kollafirði. – Vit fingu góðan start, og tað var skjótt, at vit vóru frammanfyri hinar. Tað kennist lættari, tá ið tú ert fremstur, og soleiðis var tað eisini hesa ferð, siga teir umborð á Eysturoyingi. Lotið var ikki sørt ímóti, men hetta tóktist ikki at nerva teir umborð á Eystur- oyingi. Teir róðu stútt og støðugt, og tá ið bátarnir fóru um 1500 metra málið, var munurin aftur til Nólsoyingin ein knøpp bátslongd. Onkra løtuna tóktist tað sum um, at teir umborð á Nólsoyinginum høvdu hug at toga seg eitt sindur inn á oddabátin, men so tóku teir umborð á Eysturoyinginum nøkur rimmar eyka tøk, og harvið staðfestu teir sannførandi oddasessin. Tvær kappingar Havnarbáturin tóktist fáa betri start, enn hann fekk á Fjarðastevnuni. Men teir umborð á Havnarbátinum megnaðu ikki at halda tørn, og sum tað leið, so gjørdist talan so at siga um tvær kappingar. Nólsoyingurin hekk uppi í Eysturoyingin- um, meðan Havnarbáturin og Vestmenningurin kapp- aðust um ikki at gerast aftastur. Vestmenningur fekk – sær sjálvum líkur – ikki besta startin, men hann kom seg skjótt, og eina lítla løtu tóktist tað sum um, at hann skuldi bjóða oddabát- unum av. Men á túsund metra málinum var munur- in øktur. Havnarbáturin megnaði ikki at hótta Vestmenning- in, og síðani glæsiliga sig- urin á Norðoyastevnu er Havnarbáturin nú dottin niður á aftasta plássið. Nólsoyingurin hevði hug at taka seg fram á Eysturoy- ingin í seinna partinum av kappingini. Men Eysturoy- ingurin fór fyrri undir endaspurtin, og hann av- vísti allari kapping um fremsta plássið. Men Nólsoyingurin tyk- ist knáur, og út frá gongdini á Kollafirði kann ikki rokn- ast við øðrum enn, at um nakar skal hótta Eysturoy- ingin komandi vikuskiftini, so skal tað vera Nólsoying- urin. Um tað fer at eydnast er ein heilt onnur søga. 5-mannafør, dreingir Stig íalt sundalagsst. 1 Sílið 21 7 2 Havfrúgvin 14 5 3 Blikur 12 4 4 Tjaldrið 10 3 5 Fípan Fagra 5 2 6 Royndin Fríða 4 1 7 Kollur 0 0 8 Junkarin 0 0 9 Báran 0 0 6-mannafør, kvinnur 1 Gongurólvur 21 7 2 Páll Fangi 14 4 3 Lómur 11 3 4 Smyril 6 0 5 Jarnbardur 5 5 6 Fortuna 5 1 7 Fuglfirðingur 4 2 5-mannafør, gentur 1 Blikur 19 7 2 Sílið 14 4 3 Havfrúgvin 13 5 4 Drekin 11 3 5 Firvaldur 4 1 6 Ørnin 3 0 7 Fípan Fagra 2 2 8 Junkarin 0 0 9 Hulda 0 0 10 Kollur 0 0 11 Tjaldrið 0 0 6-mannafør, menn 1 Smyril 19 7 2 Jarnbardur 14 5 3 Strálan 11 4 4 Páll Fangi 10 3 5 Lómur 5 0 6 Gongurólvur 3 2 7 Sundabáturin 2 1 8 Sølmundur 2 0 9 Kollfirðingur 0 0 8-mannafør 1 Ørvur 21 7 2 Argjabáturin 15 5 3 Kvívíkingur 11 3 4 Knørrur 10 4 5 Teistin 6 2 6 Toftabáturin 3 1 7 Gullbrandur 0 0 10-mannafør 1 Eysturoyingur 19 7 2 Nólsoyingurin 14 5 3 Havnarbáturin 14 3 4 Vestmenningur 10 4 Lars Nedergaard hevur í fyrstu atløgu úttikið 29 leik- arar til bruttohópin hjá landsliðnum. Millum hesar eru fimm útisetar, men eisini nøvn, sum ikki hava verið so nær landsliðnum áður teljast á listanum, og spennandi verður at vita, hvørt onkur av hesum verður førur fyri at bíta seg veruliga fastan Hópurin er hesin: Málverjar: Johan Danielsen Kyndil Eli Müller VÍF la Christian Djurhuus KÍF Levi Nybo H 71 Lars L. Black Kyndil Útileikarar: Halgir Dahl-Olsen H 71 Áki Olsen VÍF Bárður Brimvík H 71 Mortan Hansen Tjaldur Janus Einar Sørensen Kyndil Ingi Olsen VÍF Hans Áki Dahl-Christiansen Kyndil Kristjan Madsen KÍF Regin Petersen KÍF John Zachariasen VÍF Sveinur Justinussen St.ÍF Áki Mørk Neistin Áki G. Olsen VÍF Høgni Klein Kyndil Ragnar Stakksund Neistin Alexandur Johansen St.ÍF Sámal Joensen VÍF Heini Bendtsen Kyndil Pauli Hansen St.ÍF Útisetar Jens á Skipagøtu Team Amager Heini H. Joensen Team Midtsjælland Martin Hummeland Ajax Tróndur Joensen Team Amager Marius Joensen IF Stadion 5-mannafør, dreingir 1 Sílið 5:16:07 2 Havfrúgvin 5:19:11 3 Blikur 5:26:09 4 Tjaldrið 5:27:07 5 Fípan Fagra 5:37:22 6 Royndin Fríða 5:38:00 7 Junkarin 5:40:16 8 Kollur 5:48:01 9 Báran 6:02:13 6-mannafør, kvinnur 1 Gongurólvur 5:34:23 2 Jarnbardur 5:38:02 3 Páll Fangi 5:38:15 4 Lómur 5:42:00 5 Fuglfirðingur 6:08:20 6 Fortuna 6:16:18 7 Smyril 7:07:14 5-mannafør, gentur 1 Blikur 5:38:04 2 Havfrúgvin 5:40:18 3 Sílið 5:40:21 4 Drekin 5:48:15 5 Fípan Fagra 5:48:18 6 Firvaldur 5:55:00 7 Junkarin 5:56:07 8 Ørnin 5:56:24 9 Kollur 6:16:18 10 Hulda 6:23:20 11 Tjaldrið 6:37:18 6-mannafør, menn 1 Smyril 7.47.13 2 Jarnbardur 7.51.00 3 Strálan 7.52.24 4 Páll Fangi 7.54.07 5 Gongurólvur 7.54.18 6 Sundabáturin 7.59.02 7 Lómur 8.00.00 8 Sølmundur 8.09.02 9 Riddarin 8.11.07 10 Kollfirðingur 8.14.10 11 Snopprikkur 8.22.13 12 Fortuna 8.43.16 8-mannafør 1 Ørvur 7:20:14 2 Argjabáturin 7:25:19 3 Knørrur 7:29:15 4 Kvívíkingur 7:36:01 5 Teistin 7:58:08 6 Toftabáturin 7:58:15 10-mannafør 1 Eysturoyingur 9:30:01 2 Nólsoyingurin 9:31:18 3 Vestmenningur 9:36:19 4 Havnarbáturin 9:40:13 Eysturoyingurin hevur gott tak á Frøðin var sjálvandi stór umborð á Eysturoyinginum, tá teir annan róðurin á rað fingu sjey stig fyri fremsta plássið Mynd: Álvur Haraldsen Landsliðsúttøka FM-støðan Eftir róðurin í Kollafirði er samlaða støðan í FM-kappingini hendan Úrslitini Úrslitini á sundalagsstevnuni í Kollafirði um vikuskiftið vóru hesi 21 20 Nr. 117 - 25. juni 2003 Eftir vónbrotið næstsíðsta leygardag vístu vágbingar í Kollafirði, at teir framvegis eiga bestu manningina umborð á 6–mannaførunum 6–MANNAFØR MENN Jóannes Hansen Undan leygardegnum vóru tveir áhugaverdir spurning- ar í sambandi við kapping- ina millum 6-mannaførini við monnum. Annar var, um vágbingarnir umborð á Smyrli nú høvdu mist tamarhaldið á hesi kapp- ingini, sum teir í eitt ár og fram til kappingina á Fjarðastevnuni høvdu havt tamarhald á. Hin spurning- urin var, um klaksvíkingar eftir sigurin á Fjarðastevn- uni nú aftur høvdu fingið eina manning, sum tað kundi roknast við fór at kappast um fremsta plássið. Svarini upp á báðar spurningarnar vóru í Kolla- firði nei. Úrslitið vísti, at Smyril avgjørt ikki hevur mist tamarhaldið á hesi kappingini, og úrslitið vísti eisini staðiliga, at klaksvík- ingar ikki kunnu roknast millum favorittarnar. Páll Fangi legði annars væl fyri. Teir tóktust ætla sær sama taktikkin, sum teir høvdu so góða eydnu við á Skálafjørðinum. Ta ferðina var Páll Fangi fremstur so at siga allan vegin. Hesa ferð var hann fremstur fyrstu fimm hundrað metrarnar. So legði Jarnbardur seg upp á síðuna av honum, og tá ið málið var hálva rógvið, legði Smyril framat. Vágb- ingar løgdu seg á odda, og teir vóru sannførandi. Teir fóru fyrstir undir enda- spurtin, og tá stóð eingin teimum kurl. Fyri teir umborð á Páll Fanga kendist tað sum vón- brot, at tað umframt Smyril eisini eydnaðist bæði Jarn- bardi og Stráluni at vinna á teimum. Hetta var ikki tað, sum teir høvdu vónað, tá ið teir leygarmorgunin fóru úr Klaksvík og vestur til Kollafirðar. – Vit kundu takka okkum sjálvum fyri, at tað ikki royndist so væl á Skála- fjørðinum. Vit vóru stutt sagt ikki nóg væl uppsettir. Undan Sundalagsstevnuni høvdu vit arbeitt nógv við at seta okkum upp til kapp- ingina. Vit vóru væl fyri, og vit eru fegnir um, at tað aftur eydnaðist at vinna, siga teir umborð á Smyrli. Leygardagin fer Smyril á Jóansøku at verja kapp- róðraræruna hjá suðuroy- ingum. Um tað verða klaksvíkingar, strandingar ella teir umborð á Jarnbardi úr høvuðsstaðnum, sum fara at bjóða av, er meiri ivasamt, men avrikið og úrslitið í Kollafirði bar lítlar ábendingar við sær um, at tað skal eydnast hjá nøkrum at gera av við teir umborð á Smyrli – um tað aftur fer at eydnast hjá teimum at vinna yvir sær sjálvum. Hóast Argjabáturin av øllum alvi enn eina ferð royndi at gera ein vørr, so var triði sigurin hjá Ørvi ongantíð hóttur 8–MANNAFØR Jóannes Hansen Teir høvdu ikki roknað við, at tað skuldi ganga so mikið væl. Men tølini lúgva ikki. Tað er ein veruleiki, at mest sannførandi kappróðr- armanningin higartil í ár hevur verið tann umborð á 8–mannafarinum hjá Havn- ar Róðrarfelag. Ørvur fór í Klaksvík, á Strondum og aftur í Kollafirði leygar- dagin sum ein pílur framm- anfyri kappingarneytarnar. Í fyrstu tøkunum hava teir fingið hann framum hinar, og so hevur yvirhøvur eingin ivi verið um fremsta plássið. Heldur hevur spurningurin verið, hvussu sannførandi sigurin hjá Ørvi hevur skula verið. Undanfarnu ferðirnar hava Kvívíkingur og Argja- báturin kappast um næst- fremsta plássið. Í Kollafirði var talan ikki um nakra ser- liga kapping um annað plássið. Kvívíkingar fylgdi við fyrstu hundrað metrarn- ar og kanska væl tað, men so tóktist tað ikki vera meiri í teimum, og tá ið av tornaði hevði Kvívíkingur- in tapt fyri Ørvi, Argjabát- inum og eisini Knørri, sum sammett við í fjør hevur nýggja manning. Bara ein av teimum umborð á Knørri var eisini við í fjør. Munurin frá Ørvi og aftur til Kvívíkingin var sekstan sekund. Lotið var ímóti í Kolla- firði, og tað tóktist ikki hóva Kvívíkinginum. Argjabáturin hevði framt onkrar justeringar, síðani tað varð róð á Skálafjørðin- um. Eitt nú høvdu teir fing- ið ein meiri royndan kapp- róðrarmann at sita við stýr- isvølin. Argjabáturin hekk uppi í Ørvi fyrsta lítla trið- ingin at teininum, men tá ið bátarnir komu á túsund metra málið, var Ørvur leysur, og so hefti tað ikki. Á málinum var munurin meiri enn tvær bátslongdir. Ørvur gongur væl í start- spurtinum, og hann gongur framúr væl í tí, sum onkrir plaga at rópa miðróðrinum. Talan er um stórar og sterk- ar rógvarar. Tá ið teir seta á munar tað av álvara. – Vit høvdu ikki droymt um, at tað skuldi hilnast so væl í ár, sum tað hevur gjørt higartil. Vit fara at royna at halda fram, sum vit hava gjørt í undanfarnu kappingunum, men vit vita væl, at tað er neyðugt, at alt gongur, sum tað skal, um vit framvegis skulu vinna. Argjabáturin hevur góða manning, og tíðirnar hjá teimum eru góðar. Men higartil hevur tað hilnast heilt framúr hjá okkum, er viðmerkingin hjá bátsfor- manninum á Ørvi, Halgir Dahl-Olsen. Ørvur var FM vinnari í 1999. Tað skal vilja heilt illa til, um 8–mannafarið hjá Havnar Róðrarfelag ikki aftur í ár fer at vinna gull. Um avrikini og úrslit- ini í trimum teimum fyrstu kappingunum verða brúkt sum metingargrundarlag, so er lítið at ivast í, at FM heitið verður tryggjað undan ólavsøkuni og kanska longu, tá ið fimm av teimum sjey FM kapping- unum eru farnar afturum. Oyggjaleika- skjúttarnir royndu seg leygardagin í stuðulskapping á Tórsvølli ÍTRÓTTARTÍÐINDI Bogaskjóting Bogaskjótideildin skipaði leygardagin fyri stuðuls- skjótikapping á Tórsvølli í Havn, har bogaskjúttarnir, sum manna Oyggjaleika- liðini skuldu royna seg í einum FITA-umfari fyri at savna inn pening til leik- irnar á Guernsey um eina viku. Undan kappingini hava skjúttarnir verið hjá fyri- tøkum og øðrum stuðlum, og samlaði úrslitið var gott — bæði fíggjarliga og í skjótingini. Ikki færri enn 22 persón- lig met blivu sett, og eitt úrlit var tangering av per- sónligum meti. Úrslitið í recurve var, at Rógvi Mohr vann við (243P+262P+264+319P) 1088P stigum, nr. 2 var Rói Johannesen við (210+255+271P+313) 1049 stigum og nr. 3 var Hans Jørn Nielsen við (248P+238+233+308) 1027 stigum. Unga Annika Vang var nr. 6 í kappingini við 4 per- sónligum metum (198P+230P+198P+249) 875P stigum. Hjálparvenjarin luttók eisini og setti hann persón- ligt met á 90 metrum við 226 stigum. Úrslitið í compound var, at Schandorff Vang vann við (306+326+327+353P) 1312 stigum, nr. 2 Jóannes Poulsen við (313P+323P+306+341) 1283P stigum og nr. 3 var Per Holm Andersen við (291+321+325+339) 1276 stigum. Anders Jønnson, sum eis- ini er á OyL-liðnum setti persónligt met á 90 metrum við 279 stigum og tanger- aði sítt met á 70 metrum við 308 stigum. Hægsta stigatal í hvørj- um umfari er 360 stig. ÍSB-skjútti góð úrslit Martin Karl Olsen, Tambar, er ein av okkara nýggju skjúttum, sum hevur gjørt sera stór framstig í vetur og gongur javnt framá. Hann skal luttaka til HM fyri rørslutarnaði í Madrid í september og hevur tí verið við í venjingum og kapp- ingum saman við OyL- skjúttunum. Síðan fyrstu kapping í apríl mánað hevur hann betra um úrslit síni við meiri enn 100 stigum og setti hann leygardagin 5 persónlig met - á øllum frá- støðum og samanlagt – við (289P+317P+297P+335P) 1238P stigum. Bogaskjótideildin takkar øllum stuðlum. Smyril hevði sinniliga yvirskotið Eftir ósigurin á fjarðastevnu lótu vágbingarnir á Smyrli ongan iva vera um úrslitið í Kollafirði Mynd: Álvur Haraldsen Hetta høvdu teir ikki roknað við Ørvur gongur væl í startspurtinum, og hann gongur framúr væl í tí, sum onkrir plaga at rópa miðróðrinum. Talan er um stórar og sterkar rógvarar. Tá ið teir seta á munar tað av álvara Mynd: Álvur Haraldsen 22 persónlig met C M Y K 20