Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-25, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. juni 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 117 - 25. juni 2003 Nr. 117 - 25. juni 2003 23 søkir eftir einum skrivstovufólki Arbeiðsuppgávurnar verða í høvuðsheitum At hava um hendi stovnsins skrivstovuarbeiði. Tað verður seg bókhald, lønir, flytingar, brævskriving, skrásetingar og arkiveringar; eitt nú post, hagtøl, góðskumappur, eftirmetingar, og annað. Luttaka í arbeiðinum at innføra góðskustýring á stovninum. Førleikakrøv - Viðkomandi útbúgving og skrivstovuroyndir - Duga at arbeiða fjølbroytt og sjálvstøðugt - Hava góð samstarvsevnir Bókhaldið verður ført í Lundanum. Lønir- og fakturar yvir Com-Data skipanina, og flytingar yvir heimagreiðslu. Vit bjóða - Spennandi avbjóðingar - Møguleika fyri skiftandi arbeiðstíðum - Skeið møguleikar Løn og setanartreytir - Starvið hevur tilvísing til fyristøðufólkið. - Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. - Starvið verður at seta 18. august 2003, ella skjótast tilber. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Kristinu Larsen, fyristøðufólk á tlf. 211135. Umsóknir skulu verða okkum í hendi í sein- asta lagi 30. juni 2003. Umsókn saman við prógvi, royndarváttan v.m skal sendast til: Sjálvsognarstovnin ALV Smiðjugerð 6, kj. Postboks 301 110 Tórshavn Viðmerk á brævbjálvan: »umsókn skriv- stovufólk« Pedagogar til Bústovnin á Rúnarvegi og Sambýli á Líknargøtu Innan Almannaráðið og stovnar undir tí, við fyribils tænastu á Bústovninum og Sambýlunum í Runavík, eru tvey pedagogstørv leys at søkja til setan 1.sept. 2003 ella eftir nærri avtalu. Størvini vera sett sum tænastumannastørv, eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Peda- gogfelag, lønt stigini 24-31 eftir lønartalvu pr. 01.03.03. Annað starvið ið søkt verður eftir,fær til uppgávu at arbeiða í Sambýlinum á Líknagøtu 1,hjá 3 monnum við diagnosuni autismu. Hetta arbeiðið krevur at viðkomandi umsøkjari er kropsliga og sálarliga væl fyri, er førur fyri at kunna gera kropsligt arbeiði saman við monnunum, ganga túrar, svimja, gera fimleik o.a. Hitt fólkið fær til uppgávu at arbeiða við teimum 6 menningartarnaðu íbúgvunum á Bústovninum á Rúnarvegi 6.Hesi krevja hjálp og vegleiðing í øllum tí, sum tey hava tørv á. Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna, skiftandi vaktir og annaðhvørt vikuskiftið.Starvsøkið er allur stovn- urin, og tann setti kann rokna við at fáa aðrar upp- gávur aðrastðani í skipanini, um tørvur gerst á tí. Nærri fæst at vita um størvini frá Oddfríðu Høj- gaard, leiðara á tlf. 226121. Umsóknir við avriti av prógvum, viðmælum v.m. skulu vera stovninum í hendi innan 11. juli 2003. Bústovnurin á Rúnarvegi 6 att: Leiðarin FO-620 Runavík Tvíhús til sølu í Svanga,Tórshavn. Tlf. 50 59 00 ALMANNASTOVAN lýsir eftir tveimum leiðarum Deildarleiðari til Stjórnarskrivstovuna Søkt verður eftir deildarleiðara til Stjórnarskrivstovuna at byrja skjótast tilber. Stjórnarskrivstovan hevur ábyrgdina av, at setningurin hjá Almannastovuni verður framdur í tráð við politikk og viðtøkur annars. Deildin hevur normeraði tvey størv sum løgfrøðingar og tvey størv sum serfrøðingar. Ein av fremstu uppgávunum hjá leiðaranum er at lýsa gongdina og broytingar á teimum økjum, ið Almannastovan umsitur, soleiðis at stovnurin kann nøkta tey krøv, sum sett verða. Leiðarin hevur ábyrgd av at menna eina deild, sum hevur til uppgávu · at ráðgeva og vegleiða leiðsluna í løgfrøðiligum og fyrisitingar- ligum spurningum · at tryggja at lógir og kunngerðir verða umsitin á rættan hátt · at samstarva og samskifta við Almannamálaráðið og aðrar myndugleikar · at ummæla lógaruppskot · at tilevna innanhýsis leiðbeinandi reglur · at tilevna kunningartilfar til almenningin Førleikakrøv • prógv í løgfrøði ella aðra hóskandi akademiska útbúgving • starvsroyndir frá almennari og ella privatari umsiting • kunnleika til almannalóggávu og samfelagsviðurskifti • góð samstarvsevni og evni at orða seg greitt í skrift og talu Søkt verður eftir fíggjarleiðara til setan skjótast tilber. Leiðarin hevur ábyrgdina av fíggjar-, lønar- og edv-deildini. Á deildunum eru í løtuni 6 starvsfólk. Fíggjarleiðarin skal gera metingar og framskrivingar av fíggjartørvinum á teimum økjum, ið Almannastovan umsitur, soleiðis at stovnurin kann nøkta tey krøv, sum sett verða. Leiðarin hevur ábyrgdina av • at ráðgeva og vegleiða leiðsluna í fíggjar, edv- og roknskaparspurningum • at samstarva og samskifta við Almannamálaráðið og aðrar myndugleikar • at gera fíggjarætlan og roknskap • at fylgja upp og hava eftirlit við rakstrinum og teimum lógarbundnu útreiðslunum • at ráða og vegleiða stjóran • at gera mannagongdir á roknskaparøkinum • at skipa hagtøl Førleikakrøv • prógv sum cand. polit, cand. oceon ella líknandi • leiðsluroyndir/royndir innan økið • evni til at raðfesta og tilrættisleggja arbeiði • støðugt at kunna dagføra sína vitan innan roknskaparlógir og reglur • góð samstarvsevni • góðan førleika innan edv Fíggjarleiðari Fyri bæði størvini er galdandi: _________________________________________________________________________________________________________________ Um Almannastovuna Fyri at betra um tænastustøðið hevur Almannastovan framt bygnaðarbroytingar,har fleiri tænastur eru lagdar út á økini,soleiðis at viðskiftafólk og stovnar fáa lættari atgongd til tænasturnar. Høvuðsuppgávan hjá Almannamiðstøðunum er at geva almenninginum ráð og vegleiðing um rættindi sambært almannalóggávuni eins og at taja avgerðir. Almannastovan hevur fakligu,fyrisitingarligu og fíggjarligu ábyrgdina av veitingum,fyriskipaðar eftir pensjón-,dagpeninga- og forsorgarøkinum v.m. Stovnurin umsitur fyri umleið 800 mill.kr.og her arbeiða umleið 100 fólk. Almannastovan hevur almannamiðstøðir í Tórshavn, Suðuroy, Eysturoy og í Norðoyggjum, og harumframt fevnir stovnurin um Hjálpartólamiðstøðina og aðrar landsdekkandi serdeildir. Vit bjóða: • starv í einum spennandi umhvørvi í støðugari menning við nógvum og fjølbroyttum avbjóðingum • møguleika fyri persónligari og fakligari menning Lønar- og setanartreytir: Størvini verða sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Fleiri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Petru Johnsdóttir Joensen, stjóra, á tlf. 34 64 21 ella 21 54 80 millum kl. 09.00 og 16.00. Umsóknir: Umsókn við avriti av prógvum v.m. verður at senda til Almannastovuna Att.: Petra Johnsdóttir Joensen, stjóri J. Broncksgøta 27 Postboks 3096 110 Tórshavn í seinasta lagi 4. juli 2003 kl. 12.00. Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi partafelag: Skrásetingar-nr. P/F 3591 Navn: P/F 12.06.2003 Adressa: Yviri við Strond 2, 100 Tórshavn. Kommuna: Tórshavnar Kommuna Stovningardato: 12.06.2003 Viðtøkudato: 12.06.2003 Kapitalur: Kr. 500.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 500.000,00 til kurs 100. Stovnari: Føroya Sparikassi, Yviri Við Strond 2, 100 Tórshavn (P/F 3293) Nevnd: Christian Andreasen, Høvdagøta 6, 160 Argir (formaður), Kári Nielsen, Pedda við Steinsgøta 7, 100 Tórshavn og Bogi Bendtsen, Essalág 10, 100 Tórshavn. Stjórn: Páll Leo, 900 Vágur. Tekningarreglur: Felagið verður teknað av stjóra, nevndarformanni ella tveimum nevndarlimum. Grannskoðari: P/F Rasmussen & Weihe, á Glasheyggi, 100 Tórshavn. Roknskaparár: 01.01. - 31.12. Fyrsta roknskaparár: 12.06.2003 - 31.12.2003 Endamál: Endamál felagsins er at reka sláturvirkið og annað virksemi í hesum sambandi. Skráseting Føroya tann 23. juni 2003 Kristin Balle ________________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi smápartafelag: Skrásetingar-nr. Sp/f 3587 Navn: Sp/f J.K. Adressa: A. C. Evensensgøta 7, 100 Tórshavn. Kommuna: Tórshavnar Kommuna Stovningardato: 05.06.2003 Viðtøkudato: 05.06.2003 Kapitalur: Kr. 80.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 40.000,00 til kurs 100 og kr. 40.000,00 í øðrum virðum til kurs 100. Stovnarai: Jens Kristian Hansen, A. C. Evensensgøta 7, 100 Tórshavn. Stjórn: Jens Kristian Hansen, A. C. Evensensgøta 7, 100 Tórshavn. Tekningarreglur: Felagið verður teknað av einum stjóra. Grannskoðari: Sp/f KPMG, statsaut. revisorar, Staravegur 17, 100 Tórshavn. Roknskaparár: 01.01. - 31.12. Fyrsta roknskaparár: 05.06.2003 - 31.12.2003 Endamál: Endamál felagsins er at reka handverk, handil umframt eiga smápartapening í øðrum feløgum og annað starv í hesum sambandi. Skráseting Føroya tann 23. juni 2003 Kristin Balle _______________________ C M Y K 23 22