Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-15, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. apríl 1994síða 24

‹ fyrra síða allar 24 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Veika brúgvalagið, sum ligið hevur yvir Miðatlantshavi norð- ur móti Íslandi, rekur spakuliga eysturyvir og fjarar líðandi burtur. Væntandi verður tað farið yvir Føroyum leygardagin uttan at hava elvt til avfall av týdningi. Eftir leygardagin verður aftur kelið luft við ælingi vestan- eftir. Lot upp í gul, undir 8 m/s, av vestri, ádrigið, ælingur, annars tolu- ligt ella gott sýni. Hit- in um dagin millum 5 og 8 stig, um náttina umi. 3 stig. Leygardagin Lot upp í frískt lot, 5 -10 m/s, av vestri, lut- víst, ádrigið, ælingur, stundum heglingsæl- ingur, annars gott sýni og eisini sólar- glottar. Hitin millum 2 og 5 stig. Einamest millum lot og friskt lot, 5-10 m/s, av vestri, lutvist å- drigið, hendinga æl, annars gott sýni og eisini sólarglottar. Hitin millum 3 og 5 stig. 2 Tit ringja — vit skriva F Er nakað á våsi? — ivamål? Ein spurningur, efla tíðindi, so ring til okkara. Vit eru til reiðar ! Telefon 11820 - Tøletax 147 20 Hø Góðan døgurda til pensionistarnar 1. mai byrjar fer Lágargarður at koyra lidnar døgurdar út til pensionistar. Onnur røktarheim i landinum fara kanska at gera tað sama Mikukvøldid savnaðust 70- 80årøktar- og umlættingar- heiminum Lágargarði í Havn. Tey vóru boðin, tí Lágar- garður um góðar tvær vikur fer undir eitt nýtt tiltak, og tey innbodnu fólkini fingu uppgávuna at fortelja alla- stadni, at aftaná 1. mai fer at standa pensionistum í Suð- urstreymoy í boði at fáa lidnar døgurdar heim av Lágargarði. Hetta er nakað, sum hevur verið ætlanin leingi. Lágar- garður skuldi ikki bara vera fyri tey 48, sum búgva á heiminum og tey, sum koma har á dagstovnin. Køkurin åLågargardi. Køk- urin hevur orku til mangt slikt. Vestfalskyrrindi 11. apríl: Tendring 12. april: Månin longst frå jørdini 19. april: Fyrra kvarter Og nú skal tað verða, at fleiri fáa gleði av Lágar- garði. Stýrið og leiðslan fyri Lágargarð hava í góðum samastarvi við Almanna- stovuna og við undirtøku frá landsstýrismanninum í almennamálum sett skip- anina í verk. Gjørt verður á tann hátt, at pensionistar kunnu tekna seg fyri at fáa lidnan døg- urðamat koyrdan heim. Tey kunnu fåa døgudra til hvgnn dag í vikuni ella ávísar dag- ar. Døgurdin er liðugur, men kaldur, og tey, sum taka ímóti, skulu so bert hita matin. Hita matin sjálv Koyrt verður tríggjar ferðir um vikuna, sotey, sum vilja 1039 2301 1122 2344 hava døgurda hvønn dag, fåa mat til tveir ella triggjar dagar í senn. Maturin kem- ur í foliibakkum, sum skulu standa í kuldaskápinum, til maturin skal hitast og etast. Maturin verður hitaður í bakkanum í bakarovninum í trý korter við 1459. Er onkur, sum ikki hevur bakarovn, ber til at læna ein serligan borðovn frá Lágar- garði at hita bakkan í. Ein faldari er nú gjørdur, sum pensionistarnir kunnu fáa frá læknanum, heima- hjålpini og øðrum, og har e ein tilmeldingarlepi í. Á lepan skulu fólkini skriva, hvørjar dagar tey vilja hava døgurda frå Lågargardi. Teir pensionistar, sum sjålvir ikki orka ella halda 0017 1239 0101 1322 0854 2116 0937 2159 Tilsamans 11 fólk arbeiða í køkinum á lágargarði, øll tó ikki heilan dag. Her eru økonomurnar Petra Jespersen og Súsanna, sum sýna fram dómi um bakkar, ið verða dsendir út við døgurda til pensionistar. (Mynd: Kalmar) seg til at hita dógurðan, kunnu fáa heimahjálparan ella onkran annan at hjálpa Hetta við at koyra døg- urðar heim til pensionistar verður gjørt, tí royndirnar vísa, at nógv eldri fólk eta ikki regluliga. Summi tí tey orka ikki at fáast við, onnur tíma ikki, tí matarlysturin er ikki tann stóri. Men tað er umráðandi fyri øll at fáa góðan mat og eta regluliga. Góður matur Marjun Smith, leiðari á Lágargarði, segði miku- kveldið, at hon kundi veita trygd fyri, at tað er dygdar- matur, sum Lágargarður letur út. Haraftrat er Lág- argarður kendur fyri at gera | Haraldssundi/ 1054 2316 1137 2359 0939 2201 1022 2244 mat, sum smakkar væl. Tað verður vanligur før- oyskur matur, tey fáa, og annars tílíkt, fólk flest plaga at eta til dógurða. Sunnud- agar og halgidagar verður okkrt betri at fáa. Ein heilur døgurdi fer at kosta 30 krónur, men tað fer eisini at bera til at biðja um 3/4 døgurda fyri 25 krónur. Ætlanin er, at gjaldið fyri døgurdan skal verða drigið av pensiónini. Lágargarður vil, at tey, sum koma við í føstu skipanina, boða frá í góðar tíð, um tey onkran dag ikki vilja hava døgurda. Tað er eisini eitt slag av trygdar- skipan, um okkurt er áfatt. Lágaragarður leggur stóran dent á, at ætlanin við tiltakinum ikki er at taka nakað arbeiði frá heimahjálparunum. = Tær hava so nógvar aðrar upp- gávur at røkja, og vilja pen- sionistar = heldur hava heimahjálparan at gera sær døgurda, so fer tað fram- vegis at bera til. Hetta verður bara eitt tilboð. Marjun Smith nevndi, at Lágararður als einki hevur ímóti, at fleiri pensionistar koma á dagstovnin á Lág- argarði. Hesi fáa eisini døgurda. Eisini eta á Lágargarði Í nýggju skipanini kunnu pensionistar eisini tekna seg fyri at koma á Lágargarð bara fyri at eta dógurða. Tað tilboðið er eisini, tí hjá summum gangast maturin betur, tá tey eta í felag við ødrum. Hesi gjalda 25 krón- ur fyri døgurdan. Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður, sum var við á Lágargarði miku- kvøldid, fegnaðist um til- takið. Hann hevur alla tíðina verið heitur talsmaður fyri hesum, og hann helt, at málið nú mátti vera, at gll hini røktarheimini, sum hava orku til tað, fara at gera sum Lágargarður og gera mat til pensionistanrar í gkinum. randi dalagnum fo”? p- 0954 2216 1037 2259