leygardagur 16. apríl 1994síða 3
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið
Nr. 72 — 16. APRÍL 1994
Síða 3
Tryggingarsamband Føroya:
Ein sterk-
ur figgjar-
- skansi
— Men virksemið av trygging gevur undirskot í
hesum døgum. Høvdu vit ikki havt fíggjar-
inntøkur av virðisbróvum, útláni til kommunur
0.8.v. so høvdu vit ikki kunna sýnt eitt rakst-
rarúrslit uppá 31,3 milliónir, sigur Jens Petur
Arge, stjóri
Eftir Jústinus Eidesgaard
Myndir: Kalmar Lindenskov
Reint tryggingarvirksemi
gevur ikki pening í hesum
døgum og árið 1993 gjørd-
ist eitt vánaligt ár fyri før-
oyska skaðatrygging, tó
heldur frægari enn 1992.
Kreppan í føroyska sam-
felagnum merkist eisini hjá
Tryggingarsambandinum.
- Men Tryggingarsam-
bandið er ein fíggjarligur
skansi í Føroyum. Hóast
virksemi av trygging í Før-
oyum í løtuni gevur undir-
skot, so er tryggingarsam-
bandið so mikið væl fyri, at
tað kann liva av fíggjar-
inntøkum, segði Jens Petur
Arge, stjóri á tíðindafundi í
gjáramorgunin.
At Tryggingarsambandið
er sterkt fíggjarliga vísti
eini fíggjarstjórin Tummas
Eliasen á, tá hann greiddi
frá solevensinum. Trygg-
ingarsambandid er ein varin
fyritøka f pengamålum og tf
er hon eisini ógvuliga sterk
figgjarliga.
— Eginognin hjå Trygg-
ingarsambandinum var við
árslok 728 milliónir krónur.
Í 1992 var hon 702 milliónir
og í 1991 686 milliónir
krónur. Fyri at Tryggingar-
sambandið skal lúka sole-
venskrøvini, er kravið at
eginognin skal verða 18
prosent av tryggingargjøld-
unum. Tað svarar til at vit í
minsta lagið skuldu átt 35
milliónir. Tryggingarsam-
bandið eigur 20 ferðir tað
sum verður kravt í eginogn.
Í Danmark er vanligt at
eginognin hjá tryggingar-
feløgum er 10 ferðir tað
sum kravt verður sum
minstamark, sigur Tummas
Eliasen, fíggjarstjóri.
Solevenskrøvini hjá pen-
ingastovnunum er niggju
prosent av samlaða útlán-
inum.
Seta 56 mió. kr.
av móti tapi
— Urslitid hjá Tryggingar-
sambandinum var tað sama
í ár sum í 1986. Besta árið
hjá Tryggingarsambandin-
um við nýggjum trygg-
ingum var 1989, men 1988,
89 og 92 vórðu merkt av
skadastormum sum kost-
aðu okkum nógv, segði Jens
Petur Arge.
— Vit hava í rokniskapin-
um burturlagt 56.5 milliónir
til tap og avskrivingar. Í fjør
høvdu vit 10 milliónir í
staðfestum tapi, sigur Jens
Petur Arge.
Sum vanligur siður er hjá
stjórum á figgjarfyritøkum,
so vil Jens Petur Arge út-
greina hverjum tapi teir
hava sett pening av til. Men
hann sigur, at niðurskriving
av húsavirðum er ein partur.
Tryggingarsambandið hev-
ur eisini mist nógvan pen-
ing orsakað av at føroysku
bankakreppuni. Saman við
Fiskasøluni átti Trygging-
arsambandið meirilutan í
partabrøvunum í Sjóvinnu-
bankanum. Teir áttu 29
milliónir krónur í parta-
brøvum í Sjóvinnubankan-
um. Hesar eru allar taptar.
Tryggingarsambandið átti
7,5 milliónir í partabrøvum í
gamla Føroya Banka, hesar
eru eisini taptar. Tá Foss-
bankin fór í gjaldsteðg misti
uyggingin 3 milliónir krón-
innstu trý árini hevur
tryggingarvirksemið í Før-
oyum givið undirskot. Í fjør
var hallið av hesum virk-
semi 1,2 milliónir krónur. Í
1992 var tað heilar 20
milliónir krónum og í 1991
var tað 9,6 milliónir krónur
— Yvirskotið hjá trygging-
arsambandinum seinastu
árini stava frá figgjarinntøk-
unum. . Við teimum av-
gjøldum sum eru løgd á
figgjarvirksemi og við ti
lækkandi rentuni, verður
figgjarinntøkan væl minni.
Tað verður tí neyðugt at
sjálvt tryggingarvirksemi
hongur saman, sigiur Jens
Petur Arge, stjóri.
Tryggingarsambandið
verður rikið bíligari í dag
enn fyrr. Fyrisitingarút-
reidslurnar eru lækkaðar úr
50,7 milliónum í 1992 til
45,7 milliónir í fjør.
— Vit søgdu 17 fólkum
upp í 1992 og hetta merkist
á rokniskapinum fyri í fjør.
Eisini er lønin lækkað við
átta prosentum, sigur Jens
Petur Arge, stjóri.
Kunnu vit rokna við fleiri
uppsagnum á Tryggingar-
— Tað veit eg ikki greitt,
ikki í løtuni, men vit vita
ikki hvat framtíðin hevur at
bjóða, sigur Jens Petur
Arge. Í dag arbeiða 103 fólk
á Tryggingarsambandin-
um.
Skadabøturnar vóru 142
milliónir í fjør. Hetta er væl
minni enn í 1992, tá goldnar
vóru 220 milliónir í skaða-
bótum.
Tað striltið at fáa pening
inn frá øllum sum hava tek-
nað trygging. Avskrivaðar
eru góðar sjey milliónir í
útistandandi tryggingar-
gjøldum. Eisini hava fólk
færri tryggingar í dag. Tey
Jens Petur Arge, stjóri, heldur at nú má tryggingarvirksemið at fáast at hanga saman
í Føroyum. Við lækkandi rentu og stórum fíggjaravgjaldi til landskassan fer figgjar-
inniøkan hjá tryggingini at minka og tað er hon sum gevur pengar í løtuni
tryggja bert tað allarneyð-
ugasta. Serliga eru tað bil-
tryggingarnar sum eru fall-
nar. Her hava nógv fólk
bilin bert ábyrgdartrygg-
— Hetta er ikki vanligt. Í
ringum tíðum spara fólk
uppá tryggingamar og í
góðum tíðum eru tey meira
hugaði at tekna tryggingar,
sigur Jens Petur Arge.
Fíggjareftirlitið setti øll
sethús munandi niður í
prísi í sínum metingum.
Hetta gjørdi at Fossbankin
fór á heysin. Hava nógv
fólk lækkað tryggingarnar
orsakað av avgerðini hjá
Fíggjareftirlitinum?
— Tey, sum hava stór lån í
húsunum, sleppa ikki at
lækka tryggingina, hetta
siga bankarnir nei til. Men
fólk sum eiga húsini hava í
mongum førum lækka
tryggingina, sigur Jens
Petur Arge, stjóri.
Ein triðingur av kommu-
nuskuldini er lænt frá
Tryggingarsambandinum.
Tryggingin er tí eisini við í
samráðingunum um eina
samlaða loysn av kommu-
nuskuldini.
— Vit hava givið lån við
eini fastari rentu. Hendan
rentan er nú tíverri hægri
enn rentan uttanlanda. Vit
kunnu strekja okkum til at
leingja lánitíðina, hetta
kemur ikki at darva okkara
virksemi, men tað er ikki so
heppið um rentan fer alt ov
KET
langt niður, sigur Jens Petur
Arge.
— Hann afturvísir blankt,
at kommunuskuldin kann
hótta figgjarstøduna hjá
Tryggingarsambandinum
hava nakrar
ketlar við oljufýring
"Seer 12.000"/nvg
AVMARKAÐ NØGD
— Bidid um í góðari tíð —
Skal ketilin
skiftast út
— $0 bið okkum
um eitt
ÓBINDANDI
TILBOÐ |
Tað loysir 3
seg! {
A ——"
PIFHÓGV
620 Runavík | |
Tlf.48963
802 4837