Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. apríl 1994síða 9

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tummas Arabo um tað týdningar- 2 mesta i sínum arbeiði í Tinganesi: At reka lands- Dolitikk -Eg eri ísakaldur, tá tosað verður um atkvóður. Sum lands- stýrismaður mást tú fyrst og fremst siga, at landið kemur fram um eitt einstakt valdómi. Heildin kemur framum. Tað vildi verið at svikið bæði flokk, land og fólk, um tú legði eina linju, har tú alla tíðina hugsaði um títt valdømi og tinar veljarar sigur Tummas Arabo, landsstýrismaður í fiskivinnu- málum, sum hevur havt eina sera torfóra uppgávu at rókja hesi seinastu trý árini. Tummas Arabo metir sína týdningarmestu uppgávu í Tinganesi at vera at byggja uppaftur fiskastovnarnar til okk- ara eftirkomarar. Sosialurin hevur tosað við landsstýris- mannin um mangt og hvat undan landsstevnu javnaðarfloks- ins í dag. Javnaðarflokkurin hevur síðani 17. januar í 1991 verið umboðaður í Tinga- nesi av teimum trimum, Maritu Petersen, Jóannesi Eidesgaard og Tummasi Arabo. Tað er neyvan ov nógv sagt, at hesi trý hava stýrt í tí ringasta tíðar- skeiðinum síðani Heima- stýrislógina. Tað heldur í hvussu so er Tummas Arabo, lands- stýrismaður í fiskivinnu- málum. Kreppan er farin illa við okkum øllum so og so, og tað er greitt, at eisini eitt landsstýri verður merkt av slíkari. Men nú tykist sum at samfelagið er við at koma inn í eina tryggari legu aftur. Á slætt Tummas Arabo: -Alt bendur nú á, at vit eru við at koma inn á slætt, eftir øll tey høgg vit hava fingið. Alt bendir á, at føroyski samfelagsbúskapurin nú er komin á botn og spakuliga kvinkar uppeftir. Hagtølini benda á, at fiskiveidan og fiskiídnaðurin hava ment seg fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár, og júst nú hava vit fingið at vitað, at bankarnir hava havt eitt yvirskot fyrsta ársfjórðing, og at úrslitini hjá spari- kassanum hava verið sera góð. Lønarinntøkurnar i samfelagnum minka ikki longur, men bytid er ójavnt. Fiskiídnaðurin og fiskiskapurin er vaksin men hinvegin minka enn inntøkurnar í handli og bygging og heimaídnaði. Alingin tykist eisini at geva inntgkur í løtuni sig- ur landsstýrismaðurin, sum hevur havt fundir við eitt nú alivinnuna. Jú har sær út til at ganga tann rætta vegin eisini. Primervinnan -Hetta kann so vera gott alt saman, men hvussu kennir tú tað at síggja, at so stórt tal av fólki kortini er arbeiðsleyst, og at mong flyta av landinum? -Tað er rætt, at arbeiðs- loysið er ov stórt. Men tað, sum ræður um og sum eg havi sagt alla tíðina er at fáa primervinnuna á eitt fast stødi aftur. Øll tekin eru um at júst primer- vinann er komin á botn og komin inn í eitt rímuligt stødi aftur. Be. -Men roknar tå harvid, at tann ålvarsliga fólka- flytingin fer at steðga? -Tað er ein spurningur. Tær positivu avleiðing- arnar av gongdini koma at merkjast í hinum liðunum í vinnulívinum. Men tann gongdin er sjálvandi seinkað eins væl og tá fallið kom. Tað vísti seg, at handil o.a helt fram, sjálvt um primervinnan fór í knús. Og tað sama kemur at henda nú. Tað verða seinkingar nú eisini. Tað fer at ganga ein tíð, áðrenn vit síggja positivu avleiðingarnar. Hetta árið er tó árið, har tað kvinkar uppaftur, og tað eri eg ómetaliga glaður um. Ikki val- propaganda -Er hetta ikki valpropa- ganda? -Nei, tað er tað íkki. Hetta eru køld og kynisk tól - og tíanbetri góð. Aftaná at hava kannað gongdina í fiskivinnuni og tosað við td. umboð fyri havbúnaðarvinnuna, so er tað mín greiða fatan, uttan at tað skal tengjast saman við nakrari val- propagandu, at tað nú gongur tann rætta vegin. Men vit mugu ikki fara út og siga, at nú verður alt ljósareytt aftur. Vit eru á botni. Men tað gongur nú tann rætta vegin aftur og tað krevur nógv av okkum øllum at koma uppundan aftur. Tummas Arabo leggur tó afturat, at vit fara at síggja stórar brestir í sam- felagnum framvegis við neyð og elendigheit í ødr- um vinnugreinum, og byggivinnan kemur ikki í gongd aftur enn á sinni. Tí hvat skulu vit byggja spyr hann. Einasti møguleiki hjá okkara byggiídnaði er at sleppa uppí verkætlanir í útlondum og fáa fatur í einum enda har. Upp á fyrispurning hvussu verður við okkara skipasmiðjum sigur hann, at umvælingarvirksemið á Skála vónandi kemur at vaksa og stabilisera seg. Og so er sjálvandi spurn- ingurin um nýbygging, og har er ein møguleiki at sleppa at byggja skip fyri eitt nú russar. Annars hevur lands- stýrið samtykt at byggja eina ferju og hon verður møguliga bygd á Tórs- havnar Skipasmiðju, so- leiðis at tekniska mann- ingin har kann halda seg ajour. Skipasmidjan i Havn hevur bygt fleiri ferjur fyrr, og tí er tað einki ónátúrligt í, at hon sleppur at byggja enn eina ferju. Samfelagsliga hevði verið mest rímuligt, um ein tílík ferja fór til Havnar. Bjartskygt lyndi -Nú hevur tú sitið í landsstýrissessinum í eini sera turbulentari tíð og tú hevur av mongum verið kritiseraður fyri at vera ov skjótur at koma við úttalilsum og at tú hevur lyndi til at mála alt ov bjart. Tað eru tey, sum siga, at tað eru ov nógv orð og ov fáar gerðir aftan fyri! -Nú havi eg eitt rímuliga bjartyskygt lyndi. Eg meini ikki, at tú skal fara út og tosa um bál og brand altíð. Eg royni og havi altíð gjørt tað - at síggja møguleikar í framtíðini. Viðvíkjandi tí at eg eri ov skjótur úti, so vil eg fegin hava, at málini verða skjótt vidgjørd og helst skjótt loyst eisini. Tað, sum er sera ørkym- landi fyri okkum, sum arbeiða við at finna loysn- ir, er tann seina arbeiðs- gongdin, sum er og má vera í eini politiskari skip- an. Serliga eyðmýkjandi hevur tað verið við av- talunum við Danmark. Alt tað keðiliga í teimum av- talunum áttu vit at fingið skjótt avgreitt. Tað sá ein langt fyri jól, at nú ráddi um at fáa tær avtalurnar skjótt av vegnum, soleiðis at tú kundi arbeiða. Veruleikin er so tann, at hetta er seinkað og tann sannroyndin hevur gjørt, at vit als ikki hava fingið gjørt politiskt arbeiði. Og júst tí haldi eg ein eigur av vera skjótur - men sjálv- andi rættur - í politiskum arbeiði. Initiativið koma frá vinnulívinum -Men tú tosar og nógv og