Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-16, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. apríl 1994síða 18

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 18 Nr. 72—16. APRÍL 1994 Tíðindablaðið CD Almenna fyrisitingin — eisini ein politisk uppgåva Fyrisiting tykist i sjålvari sær ikki serliga åhugaverd politiskt, men hugsa vit um, at tað júst er gjógnum fyrisitingina, vit kunnu fordeila samfelagságóðan ødrvisi (hugsa bert um skúlaverkið, almenna flutningskervið og almannaverkið) so gerst ókið meira viðkomandi, og ti er umráðandi at vit hugsa vælum, hvør og hvussu hon er, og hvussu hon eigur at vera - ikki minst um vit skulu kalla okkum javnaðarfólk Borgarligu flokkarnir hava altíð ført fram, at almenna fyrisitingin er ov stór og dýr. Nú tíðirnar eru versn- aðar so nógv, hava teir av álvara tikid inn undir seg, og tað sær út sum um teir ætla at tað at skerja fyrisit- ingina skal vera eitt av stóru loysunnarorðunum í val- stríðnum. Hvussu stór fyrisitingin er, er tó ein spurningur um hvussu vit hyggja at henni, og hvat vit seta støddina í mun til. Bruttotjóðar- årtøkan Hyggja vit eftir, hvussu stórur partur av Bruttu- tjóðarúrtgkuni verður um- sitin av hinum almenna, er talið stórt í dag, okkurt um 60%. Tey borgarligu siga, at almenni sektorurin nú er so stórur, at samfelagið ikki orkar at bera hann. Undir hesum pástandi liggur mis- fatanin um, at virði bert verða skapt í privata part- inum av búskapinum (Tað vil siga: byggir Landsverk- frødingurin eitt havnalag í Skopun fyri 160 milliónir, verða 160 milliónir hálaðar út úr samfelagsbúskapin- um, men um J & K Petersen stendur fyri arbeiðinum, vaksa samfelagsvirðini við 160 milliónum!). Hetta er sjálvandi tvætl, men hinvegin er greitt, at um hitt almenna einans skal fíggjast við skattum og av- gjøldum, so kann vera ringt at fíggja raksturin av hinum almenna, um tað fevnir um ein so stóran part av BTU. Her er tó umráðandi at leggja til merkis, at almenni parturin av BTU altíð hevur verið væl lægri enn í hinum Norðanlondunum (um 40%). At hann í dag er so stórur, kemur bara av “* BTU í kreppu og fiskaloys ið er fallið so nógv, tí pri- vata vinnulívið tykist vera um at tódna burtur í onki. — Um vit halda at nøkur meining er í at leggja stødd- ina á hinum almenna eftir hvussu stóran part av BTU tað fevnir um, so er spurn- ingurin um tað er rætt at skera eftir eini BTU sum er so lág, sum hugsast kann. — Skulu vit fyrst skera vekk við harðari hond og oyði- leggja eina rúgvu, og so byggja upp aftur, tá BTU hækkar ? Málsviðgerðarar Velja vit, í staðin fyri eitt til- vildarligt hagfrødiligt mát, at hyggja eftir hvussu står almenna fyrisitingin er i mun til tær uppgávur hon er sett til at loysa, er hon knappliga ikki stór, men pinkalítil. Til dømis hava málsviðgerðar á Almanna- stovuni millum tvær og tríggjar ferðir so nógv við- skiftafólk í part, sum donsku starvsfelagar teirra. Fara vit longur upp, er stutt og greitt høpisleyst í tólum at samanbera ein full- trúa og ein deildarstjóra á Almanna- og Heilsudeild- ini við tvinni fullmannað donsk ministerium við dir- ektoratum, umframt alla ta manning ið annars er á hes- um gkinum í kommunum og amtskommunum í Dan- mark. — Líka sum tað er púra greitt, at tað er burtur úr vón og viti at tosa um at seta 30 fulltrúar afturat á Almanna- og Heilsudeildini í Tinga- nesi, so vit á hesum økinum kunnu koma áeitt stødi sum í mun til fólkatalið er sam- bæriligt við donsk viður- skifti, átti tað eisini at verið greitt, at líka lítið skil er í fyrilitaleyst at skera fyrisit- ingina, so hon passar til ein ávísan prosentpart av (syn- darligu leivdunum av) bruttotj6darårtøku okkara, bert fyri at røkka eini >nátt- úrligari javnvág< eftir ein- um tilvildarligum hagfrødi- ligum måti. Fyrisitingin i dag Heldur eiga vit at hyggja eftir innihaldinum og spyrja okkum sjálvi, hvat tað er fyri ein almenn fyrisiting vit ynskja, og hvørjar uppgáv- ur vit ynskja at hon skal loysa. Sum nógv síggja fyrisit- ingina í dag, so er hon ov lít- ið gjøgnumskygd, sam- stundis sum avgerðir tykjast tilvildarligar og >forhastað- ar«, hóast tú skalt bíða leingi eftir at nakað hendir. Helst hevur fyrisitingin ikki heilt uppiborið umdømid Ingibjórg Berg, cand scient. % pol.: - Tá øki eru yvirtikin, er verandi danska umsitingin á økinum yvirtikin, og er nøkur uppgáva komin afturat, er onkur "stovna gjørd í skundi hon hevur, men hinvegin er mark fyri, hvussu lítil ein fyrisitingarlig eind kann vera, skal hon orka at veita eina ávísa tænastu. Sum føroyska fyrisitingin særút í dag, er hon ikki gjørd eftir nakrari miðvísari ætl- an, við atliti at teimum upp- gávum hitt almenna sam- anumtikið skal loysa. Tá øki eru yvirtikin, er verandi danskaumsitingin á gkinum yvirtikin, og er nøkur upp- gávakomin afturat, er onkur >stova< gjørd í skundi. Annars er ngringin innan almennu fyrisitingina hend sum sjálvgitnaður ella knubbangring. — Umframt at slík ngring er rættuliga keðilig, so er eisini tað ólukkuliga við henni, at hon ongantíð førir til nakað nýtt, samstundis sum úrslitið verður ein trunki, sum ringt er at fáa høvd ella hala á. Tilvildarligt Málsbýtið innan føroysku fyrisitingina er ógvuliga til- vildarligt, soleiðis at skilja at sjálvt um tú kennir upp- gávuna, so ber illa til at spáa um í hvgrjari fyrisitingar- ligari eind, ella á hvørjum fyrisitingarligum stødi, hon verdur loyst. Onkur roynd er gjørd at umskipa fyrisitingina, men hesar royndir eru ikki komnar serliga langt, ikki minst tf at ongin politiskur åhugi hevur verid fyri evn- inum, og tað er púra óhugs- andi at fyrisitingin av sínum eintingum kann umskapa seg sjálva grundleggjandi. Fyri tað fyrsta, so skal fyrisiting grundleggjandi vera konservativ, soleidisat skilja at hon ongantíð av sínum eintingum setir nak- að nýtt í verk. Nýhugsan er ein politisk uppgáva. Har- næst, so hevur hvor fyrisit- ingarlig eind sjálvandi lag- að seg sum frægast til ver- andi umstødur, soleiðis at einhvør umlegging ella samanlegging av sær sjålv- ari kemur at tykjast sum ein ålvarslig hóttan móti tí ein- staka fyrisitingarleiðaran- um. Skal ein stórri umskip- an kunna vera nøkurlunda fridarlig, er tí umráðandi at bodini frå politikarunum eru púra greið, og somu- leiðis at politiski áhugin í umskipanini stendur við, til hon er gjøgnumførd. Hvussu eiga vit at leggja um? Fyrst er neydugt at gera sær púra greitt, at sjålvt fyri lond i vanligari stødd er ongin ævinligur sannleiki um, hvussu fyrisitingin eig- ur at vera, og hetta er so enn minni galdandi i einum pinkulingalandi. Hvussu vit skipa fyrisitingina er tí eitt val, eitt politiskt val. Týdningarmest er at hugsa um fyrisitingina sum eina heild, og hugsa um hvussu vit fáa sum frægast burturúr ti tilfeingi vit í dag ráða yvir. Harnæst eiga vit at hugsa um at fyrisitingin skal vera eitt amboð hjá demokrat- inum, ikki ein forðan fyri demokratii, og tí er umráð- andi at gera skipanina so einfalda og gjøgnum- skygda sum vit kunnu. Hjá øllum skal vera lætt at vita, hvar eitt mál verður við- gjørt, og hví viðgerðin ligg- ur júst har, og somuleiðis GOTT BINGO verður í Pálsstovu sunnudagin 17. apríl kl. 16.00 Nógvir góðir vinningar, - so sum ræstur fiskur, turr tjógv og annar døgurdamatur. 10 gávukort á 500,- kr. 15 vinningar á lutasedli. Hovuðsvinningurin gávukort á 1.500,- kr. Drigið verður millum spelini. Eykaspælið heldur fram. Møguleiki at verða koyrdur heim aftaná. GJÁAR SAMKOMUHÚS má vera greitt hvar yvir- skipaða ábyrgdin fyri øk- inum liggur. Í einum so lítlum samfel- ag sum okkara ber ikki til at gera eina rúgvu av fakmini- sterium, soleiðis sum næst- an øll onnur lond gera. Heldur skulu vit royna at leggja flest møguligar upp- gávur saman. Soleiðis spara vit nógv í reinum umsiung- arútreiðslum (færri av- greiðslur, færri teldukervi, færri leiðarar og færri høli at leiga), og vit sleppa und- an, at okkara frægastu fyri- sitingarligu kreftir stivna og gerast minni og minni verd- ar, hver í sínum lítla konga- dømi. Í staðin fáa vit stórri og meira livandi faklig um- hvørvi, sum eru munandi meira mennandi fyri hin einstaka (hon gerst ein betri arbeiðskraft), samstundis sum fyrisitingin í síni heild verður smidligari og meira virkisfør. Møguleikamir eru nógv- ir, men sum áður sagt ber einki til uttan at politiski viljin er til stadar. Ingibjørg Berg