Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. apríl 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

—"—""Sii— ——|>—u——[m Lands- fundurin LANDSFUNDURIN hjá javnaðarflokkinum staðfesti, at flokkurin stendur við tí á- byrgd, hann tók á seg, tá hann saman við gðrum flokkum skipaði landsstýri fyri at stýra landinum úr tí búskap- arkreppu, sum nítir fast í mongum heimi og í mangari fyritøku. SAMSTUNDIS var lands- fundurin aftur eitt prógv um, at flokkurin er ein livandi á- byrgarflokkur. Nógv javnað- arfólk nýtti høvid at taka lut í orðaskiftinum um landsins stóðu og um landsstýrisins politikk og floksins leiklut. SOMULEIÐIS gjørdi lands- fundurin greitt, at flokkurin fer ikki at renna undan å- byrgd, sjålvt um valid i år kanska ikki fer at vignast lika væl sum seinast. SUM vituligt er, setti búskap- arkreppan við minkandi virk- semi sín dám á orðaskiftið. Serliga harmaðust fólk um, at í fleiri økjum er bart út einki virksemi við tí avleiðing, at fólk klára seg ikki fíggjarliga. SMÁ framstig eru at hóma, og tað tykist sum tað aftur bragdar i fiskiskapi, men um landid skal reisa seg aftur, er neyðugt við einum skilagóð- um og neyvum vinnupoli- LANDSFUNDURIN sló einaferð afturat fast, at javn- aðarflokkurin er ímóti at lækka lønir við lóg, sum báðir teir borgarligu flokkarnir mæla til. Flokkurin heldur ikki, at ein lønarlækking loys- ir búskapartrupulleikarnar. AFTURÍMÓTI heldur javn- aðarflokkurin, at ein lønar- Viðmerking til lækking fer at føra til stórri sosialan ójavnað, gkta fólka- flyting og negativar avleiding- ar í arbeiðnum at beta effek- tivitetin í framleiðsluni. TAÐ er eyðsæð, at tað er neyð- ugtatlækka kostnaðarstigið í samfelagnum, men flokkurin mælir heldur til at rationali- sera framleiðslu og sølu og annars beta viðurskiftini hjá heima- og smáídnaðinum, handverksvinnuni og byggi- SOSIALA staðan í samfelag- num er manga staðni ring, og landsfundurin álegði umboð- unum hjá flokkinum í lands- stýri og á tingi at virka fyri, at arbeiðsloysisskipanin verður ein tryggari og meira væl- virkandi samhaldsføst skip- an. NÓGVIR sethúsaeigarar eru komnir illa fyri av kreppuni, og fleiri rødarar ásannaðu, at loysnin hjá fíggingarstovnun- um var ikki nóg munagóð. Landsfundurin álegði tí polit- ikarum floksins at beta korini hjá teimum kroystu sethúsa- ánarunum, so fleiri ikki missa hús og heim. NÓGVAR avbjóðingar eru fyri framman — m.a. markn- aðarstóða Føroya og ein møgulig oljuvinna — men hes- ar spurningar fer javnadar- flokkurin at vidgera å eyka landsfundi seinni í vår, tå ein endurskodad virkisskrå eisini skal vidgerast og samtykkj- ast. FLOKKURIN ásannar, at eingin patentloysn er at koma úr kreppuni, men landsfund- urin var eitt prógv um, at flokkurin er til reiðar at taka tók — saman við ødrum flokk- um — fyri at fáa føroyska sam- felagið aftur á beint. Lisheth Petersen Listbeth Petersen hevur grundleggjandi misskilt uppskotið um ískoytisveit- ing til forsorgarhjálp vegna tørvandi vinnu, tá hon held- ur at stødan verður at versna hjá teimum, sum ringast eru fyri. Fíggjarstóðan hjá teim- um arbeiðsleysu, sum eru ringast fyri, tað vil í høvuds- heitum siga familjum við bert einum forsyrgjara, verður als ikki broytt við hesari ískoytilógini. Hetta tí at tey eisini aftan á lógar- broytingina í flestu fórum havarætt til eina veiting eft- ir undantaksregluni (para- gr. 9.4), sum er eitt vet hægri enn hámarksveiting eftir høvudsregluni í for- sorgarlógini og ískoytis- lógini til samans. — Eg sigi í flestu fórum, tí tað er Omøguligt at siga nakað generelt um hvussu stórar veitingar eftir for- sorgarlógini eru. Tær eru treytaðar av so nógvum ym- iskum persónligum viður- skiftum, at bert sjáldan eru tvær veitingar eins. Lógarbroytingin miðar yvirhøvur ikki ímóti teim- um forsyrgjarum, sum eru allar ringast fyri fíggjarliga, men móti forsyrgjarum annars! Hevdi Lisbeth havt lisið ordiliga uppá, hevði hon sæð, at lyklaorðið í við- merkingunum til lógina, er »høvudsregla«, nógv minni verður sagt um undantaks- regluna, sum er til fyri at hjálpa teimum ringast staddu. Hetta er ikki av tilvild. Ongin ivi er um, at tey ringast staddur hava, og hava havt, rætt til hjálp eftir undantaksregluni í stk. 4. Hetta er ikki trupulleikin. Trupulleikin er, at stødan hjágllum hinum forsyrgjar- unum í krónum og oyrum er so trupul, at Almannastov- an eftir eini itøkiligari met- ing í tí einstaka málinum hevur nýtt undantaksregl- una í flestu fórum tá talan í heila tíkið hevur verið um forsyrgjarar. Formliga er hetta skeivt (sjálvt um tað er rímiligt), tí ein undantaksregla skal vera ein undantaksregla, og kann tí ikki verða nýtt í flestum fórum. Almanna- stovan verður tí noydd at »stramma« siðvenjuna á hesum gki, soleiðis at und- antaksreglan aftur kemur at virka sum undantaksregla (tað vil siga fyri tey ringast staddu, Lisbeth). Almannastovan — og Landsstýrið við henni — heldur tó at figgjarstødan hjá hesum (teimum flestu) arbeiðsleysu forsyrgjarun- um kemur at gerast so ring av hesum, at ein tilik stramming einsamøll hevdi verið óforsvarlig. Tí varð neydugt at skapa møguleika fyri at hækka veitingina hjå hesum stóra bólki generelt, uttan at noyðast at yvirfor- tolka forsorgarlógina. Hetta er tað vit gera við í- skoytisveitingini. Sagt eitt sindur gørvísi kunnu vit siga at problema- tikkurin hjá Lisbeth er skeivur: talan er ikki um at velja ímillum at nýta und- antaksregluna generelt, ella at samtykkja ískoytisveit- ingarlógina. Tað ber ikki til at halda fram við at veita til øll hesi eftir undantaksregl- uni, og tí stendur valið í- millum at samtykkja ískoyt- isveitingarlógina, ella at sita og hyggja at, meðan tær flestu barnafamiljurnar, sum fáa forsorgarhjálp vegna arbeiðsloysi, verða settar niður á eitt óforsvar- liga lágt stødi. Hetta er so eisini tað, sum ger at ískoytisveitingin ikki ber nakra meirútreiðslu í sær. Í onkrum fórum verða fólk at fáa nakað meira, í ødrum fórum verða tey at fáa nakað minni enn í dag. Hetta er tað, sum altíð hend- ir, tá ein broyting verður gjórd; men samanumtikið kemur hjálpin at vera á leið hin sama, kortini heldur hægri. Afturfyri verður lættari hjá tí einstaka at síggja, hvat hann kann fáa í forsorgar- hjálp. Somuleiðis verður lættari hjá lánistovnunum at síggja hvat fólk koma at hava ráð til at gjalda fyri 578999. Eliaskirkjan, vesterbroto Met er hvort leygarkvøld kl. 19.00. — Bussarnir 6, 16, 28 og 41 steðga nærindis. . + Nærri fæst at vita á tlf. 031-242268 ella 031- húsini, og fáa tí gjørt eina betri umlegging av lánun- um, soleiðis at fólk hava meira eftir at liva fyri. Tí fáa vit við ískoytislóg- ini eina loysn, sum — uttan at kosta meira — er meira nøkt- andi fyri allar partar. Jóannes Eidesgaard