týsdagur 19. apríl 1994síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Se me
Tidindabladid ÆSKU
Sumbingar métmæla:
Nr. 73 — 19. APRIL 1994
Slita vid bankan
Ger Føroya Banki ålvara av at niðurleggja deildina hjá Sjóvinnubankanum i
Sumba, flytir Arbeiðsmannafelagið Beinisvørd allar pengar sínar yvir í Suðuroyar
Sparikassa
Seinastu árini hevur Sjó-
vinnubankin verið einasti
peningastovnur, sum hevur
havt deild í Sumba.
Men nú samanleggingin
av teimum báðum bankun-
um fór fram, varð sagt, at
henda deild eisini skal lata
aftur. Og harvið verður
eingin peningastovnur í
bygdini.
Hetta góðtaka sumbingar
als ikki. Fólk eru sera mis-
nøgd, og tað ljóðar, at fleiri
longu hava flutt pengar sín-
ar úr bankanum.
Arbeiðsmannafelagið
Beinisvørd ætlar heldur
Hetta er brævið, Ar-
beiðsmannafelagið
Beinisvørd hevur sent
Føroya Banka
ikki at lata sær hetta lynda,
og í gjár varð bræv sent
Føroya Banka. Felagið
krevur, at deildin verður op-
in sum vanligt, tí annars slít-
ir felagið alt samskiftið við
bankan.
Arbeiðsmannafelagið
Beinisvørd hevur 134 limir.
- Vit eiga heilt fitt av
pengum, og teir flyta vit yv-
ir í Suðuroyar Sparikassa,
um bankadeildin í Sumba
letur aftur, sigur Snæbjørn
Vestergaard, formaður í
Beinisvørdi. Tað fer at
kosta eit sindur í mistari
rentu, men tað verður har-
við, sigur hann.
Tey eru so vónsvikin av
avgerðini um at lata deild-
ina aftur, tí Sjóvinnubankin
hevur eisini virkað sum
løngjaldsstova fyri arbeiðs-
7
eg. er gere sf ly | |
for Á
237 RÆ
mannafelagið. Allar lønir
eru farnar um Sjóvinnu-
bankan.
Snæbjórn Vestergaard
væntar, at tað verður ein
smeitur fyri bankan at missa
arbeiðsmannafelagið, og
bankin kann eisini vænta at
missa meira enn so, tí sum-
bingar tíma ikki at hava løn-
arkonto í bankanum, tá
hann ikki hevur deild í
SF
1
bygdini. Tey kunnu tå tad
sama nýta posthúsið og fáa
sær girokonto har. Tað gev-
ur eisini tann fyrimun, at
bankin ikki fær tikid sín
part, soleiðis sum nú, við tí
úrsliti at fleiri einki hava til
avlops.
Sum skilst eru fleiri mót-
mæli á veg úr Sumba til
Føroya Banka.
randi
Spurningurin Jóannes kundi
sett sær sjálvum!
Jóannes Ejdesgaard hevur bert
eina frágreiðing um støduna
millum stýrið fyri ALS og
landsstýrið, og hon er »at stýr-
ið rekur politikk<.
Her kann verða mint á, at tað
er eitt samt stýri, talan er um.
Millum limirnar eru tvey, sum
hava stuðlað javnaðarflokkin-
um inn til seinasta val. Og sum
kanska eisini munnu hava lagt
rygg til. Jóannes kundi spurt
seg sjálvan, hví hesi eru komin
í eina slíka stóðu mótvegis
landsstýrinum og tí, tey hava
valt.
Ein stýrislimur umbodar
landsstýrið og er deildarleidari
i Tinganesi. Er hetta ein
skuldseting móti hesum leið-
ara at mótarbeiða sínum egna
arbeiðsgevara?
Formaðurin í stýrinum er
annars eitt »uppfinnilsi« hjá
landsstýrinum sjálvum. Hann
er eisini almennur leiðari, og
kann neyvan hava áhuga fyri at
reka politikk móti egnum ar-
beiðsgevara. Hini í styrinum
hava annars verið roknað fyri
atumboða mótpolar í politikki,
men sum neyvan í dag kunnu
hava áhuga fyri at koma í kon-
flikt við Jóannes fyri at reka
politikk.
Kanska kundi eitt sindur av
sjálvrannsakan verið upp á sítt
pláss, tá Jóannes er komin í
andstæðu til eina so fjølbroytta
forsamling sum stýrinum fyri
ALS. ój.
#
Síða 3
Petur er
nú stjóri
Landsskúlaráðið
staðfesti fríggjadagin,
at fyrstalærarastarvið
við Hoyvíkar skúla skal
verða skúlastjórastarv-
ið. Tað verður tað, tá
næmingatalið fer upp
um 200. Hetta merkir
sostatt, at Petur P. Dahl
nú er skúlastjóri.
Nýggjur
varastjóri
Landsskúlaráðið setti
fríggjadagin Dánjal
Johan Poulsen í starvið
sum varaskúlastjóri á
Føroya Sjómansskúla.
Hann hevur verið lær-
ari á skúlanum í mong
ár.
Tríggjar | umsóknir
vóru til starvið, men ein
umsøkjari tók umsókn
sína aftur, áðrenn ráðið
tók avgerðina.
Øll fyri
Amundi
Landsstýrið innstillaði
fríggjadagin Amund
Berthelsen til skúla-
stjórastarvið í Stranda
skúla.
Skúlanevndin á
Strondum hevði ein-
mælt innstillað hann
sum nummar eitt.
Tríggjar umsóknir
vóru.
Åmundur Bethelsen
er í løtuni fyribils settur
varaskúlastjóri i
Stranda skúla.
Nogvar
umsóknir
Jú nærri skúlarnir eru
Havnini, jú fleiri eru
umsóknirnar til lærara-
størvini, ið leys eru at
søkja.
21 umsóknir vóru til
einalærarastarvið við
Velbastaðar skúla.
Landsskúlaráðið setti
fríggjadagin Lisu
Amondsen í starvið.
21 umsóknir vóru
eisini til einalærara-
starvið við Kaldbaks
skúla. Anita Elender-
sen fekk tað starvið.
Landsskúlaráðið
setti eisini fyrstalær-
arastarvið við skúlan á
Fossanesi. Har vóru
bara tvær umsóknir, og
Poul J. Zachariassen,
sum er fyribils settur,
fekk starvið.
Hesi størvini eru øll
sett frá 1. august í ár at
rokna.
randi