týsdagur 19. apríl 1994síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið { sosialurin | Nr. 73 — 19. APRIL 1994 Sida5
Sundstein
ur politikki
Á landsfundi hjá Fólkaflokkinum um vikuskiftið boð-
aði Jógvan Sundstein frá, at hann nú fer at gevast við
politiska arbeiðinum og tískil ikki stillar uppaftur til
valið í heyst. — Tá ein sum 60 ára gamal tekur seg úr poli-
tikki, er tað ikki fyri at koma aftur seinni, sigur hann
Tá løgtingsval verður eina-
ferð seinni í ár, verður tað í
hvussu er eitt av teimum
kendu andlitunum í før-
oyskum politikki síðstu 24
árini, ið ikki verður at síggja
millum teirra, ið fara at
heita so inniliga á veljar-
arnar um at sleppa á ting.
Jógvan Sundstein boðaði
um vikuskiftið á landsfundi
hjá Fólkaflokkinum, at nú
fer hann at gevast við polit-
iska arbeiðinum, og at hann
tí heldur ikki stillar uppaftur
til valið í heyst.
— Í longri tíð havi eg um-
hugsað stæðu mína. Mær
hevði dámt at tikið eitt tørn
aftrat, og hugurin er til tað,
segði Jógvan Sundstein á
landsfundinum.
- Men tá ið eg ikki kenni
meg nóg óheftan av mínum
fíggjar- og arbeiðsviður-
skiftum, og tá ið eg heldur
ikki havi hug til at lata
meira enn higartil av ill-
gitingum og skarni ganga út
yvir míni nærmastu og tey,
eg arbeiði saman við, havi
eg gjørt av at gevast við tí
politiska arbeiðinum.
Kundi klárað meira
Sundstein segði, at hann
persónliga hevði kunnað
klárað meira, men at av-
Eftir at hava verið
í politikki í 24 ár, gevst
gerðin var tíkin, og tí vildi
hann eisini nýta hevið at
takka øllum sínum floksfel-
øgum fyri tað álit, honum
var víst hesi mongu árini
sum politikari fyri Fólka-
flokkin.
Tíðindablaðið Sosialurin
hevur eisini hitt Jógvan
Sundstein, og spurt hann,
um hann — eins og Pauli
Ellefsen nú hevur boðað frá
— ætlar atleggja frá sær í fýra
ár, fyri síðani at koma aftur
upp í politikk um kanska
fýra ár:
- Fyri tað fyrsta, so havi
eg ongantíð havt somu tank-
ar sum Pauli Ellefsen, og
fyri tað næsta fer ein ikki úr
politikki sum 60 ára gamal
fyri at koma aftur seinni, er
greiða svarið frá fólkafloks-
manninum
Jógvan Sundstein varð
valdur á ting sum valevni í
Eysturoyar valdømi fyri
Fólkaflokkin 7. november
1970, og tá hann aftur læt
seg uppstilla har i 1974,
varð hann afturvaldur. Við
valið í 1978 læt Jógvan
Sundstein seg stilla upp í
Suðurstreymoyar valdømi,
og har hevur hann so verið
valdur síðani.
Umframt, at hann ein
stóran part av tíðini hevur
lógvan Sundstein nú
verið formaður í Fólkaflokk-
inum, var hann løgmaður
frá januar í 1989 til januar í
1991, tá hann gjørdist figgj-
armálaráðharri. Í tí sess-
inum sat hann so, til sam-
gongan slitnaði í apríl í fjør.
Menningin ov stór
Hesi 24 árini, Jógvan
Sundstein hevur verið við í
føroyskum politikki, hevur
føroyska samfelagið verið
fyri mongum hendinum, og
menningin hevur verið stór.
Hin hevur verið ov stór,
heldur Jógvan Sundstein:
— Menningin hevur ging-
ið so skjótt, at hon til síðst
rann frá okkum. Vit máttu
ásanna, at vit løgdu ov nógv
fyri. Hendan ásannan kom
helst í seinna lagi, heldur
hann.
Hetta, og aðrar umstød-
ur, gjørdi at land okkara
aftur gjørdist meira heft av
dønum, enn tað var í mong
år. Hendan stødan er heilt
ótolandi, og tað, at danir
aftaná oktober 1992 fingu
okkum av kósini, er høv-
udsorsøkin til ta ógvusligu
afturgongd, landi okkara
hevur verið fyri.
Nú Jógvan Sundstein fer
frá sum politíkari, hevur
hann eisini gjørt sær nakrar
dámt at tikið eitt tørn aftrat. — Men avgerðin er tikin, sigur hann
tankar um teir, sum í fram-
tíðini skulu mynda føroyska
politikkin.
Stór krøv til fram-
tidarpolitikaran
Sambært Sundstein gera
viðurskiftini í Føroyum i
løtuni, at krøvini til fram-
tíðar politikararnar — um
teir skulu gera nakað til
landsins frama — vera, at teir
greidliga skulu vísa á tær
neyðugu broytingarnar av
bæði samfelagsskipanini
og gllum teimum atgerðum,
sum hava verið føroyingum
fyri síðsta hálvtannað árið.
— Teir, sum skulu gera
Mynd: Jan Miiller
hetta, koma í andsøgn til
teir, sum veruliga hava
valdið í Føroyum í dag, sig-
ur hann.
Mugu rinda prísin
- Tað verður altíð nóg
mikið av politikarum, sum
bara fylgja eftir og geva seg
undir harraboð. Teir, sum
veruligaskulu tala at og rætt
skeivleikarnar, fara eisini at
rinda prísin — bæði fíggjar-
liga, menniskjansliga og
beinleiðis persónliga. Tað
verða tí fáir, sum koma at
hava styrki til hetta.
Sundstein spáar fyri teir,
sum í framtíðini skulu vera
føroysku politikararnir, at
teir skulu vera óheftir figgj-
arliga og vinnuliga, skulu
alla tíðina hugsa um familj-
una, sum líður undir hesum,
og arbeiðsplássið.
— Stutt sagt: Ein veruligur
komandi føroyskur polit-
ikari skal vera bædi fysiskt
og sålarliga 6gvuliga sterk-
ur og vera greidur yvir, at
hann kemur at ofra nógv,
um hann skal fylgja sini
samvitsku og gera tað rætta,
sigur Jógvan Sundstein.
Orsøkin til, at Sundstein
sjálvur fór upp í politikk fyri
teimum 24 árunum síðani,
var heilt einfalt tann, at poli-
tikkur og viðgerð av samfel-
agsviðurskiftum altíð hava
havt hansara størsta áhuga.
- Tí hevur tað verið ein
gleði og eitt upplivilsi fyri
meg at kunna virka bæði í
mínum borgarliga og poli-
tíska arbeiði, sigur hann.
Ein stórur partur av míni
tíð er brúktur til hetta, og til
svarandi hevur kanska verið
minni tíð ul okkurt annað
Jógvan Sundstein sigur at hann í longri tíð hevur umhugsað støðu sína, og at honum heyði
Mynd: Jan Miller
sjálvt um eg havi roynt at
tikið lut í ðrum eisini.
Arbeiða sum grann-
skoðari burturav
Borgarliga starvið hjá
Jógvani Sundstein, ið nú fær
høvudsleiklutin í hansara
arbeiðstíð, er grannskoðara-
arbeiði í Pf. Grannskoðara-
virkinum inpact, ið hann
stovnaði fyri wetivu árum
síðani. Nú hevur hann selt
sín part í virkinum, men er
tað framvegis hansara borg-
arliga arbeiðspláss.
Jógvan Sundstein er fødd-
ur 25. mei 1933 og hevur
útbúgving sum grannskoð-
ari. Men áðrenn hann fór í
holt við ta útbúgvingina, ið
hann tók í 1962, arbeiddi
hann sum bankamaður í
Sjóvinnubankanum frá 1949
til 1952. Síðani 1964 hevur
hann havt grannskoðara-
virki — árini frá 1971 til
1974 var hann saman við
Pauia Ellefsen.
Jógvan Sundsteiner giftur
við Lydiu, og eiga tey wý
børn — Hans Paula, Ruth og
Eivind.
bj.
KOYRIKORT
Privat
sum vinnuligt ||
--so er tað ...
KOYRISKÚLIN
Á ARGJUM
sømu 12270 |
BAK
|
|
|
|
|