Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. apríl 1994síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Nr. 73 — 19. APRÍL 1994 Jona Henriksen um Javnstýóðulógina: Jesus gjørdi ikki mun å mann og kvinnu 18 tinglimir samtyktu fríggjadagin at seta jaunstgðu- lóginia í gildi. Ein samdur javnaðarflokkur og tjóð- veldisflokkur atkvøddu fyri lógini, saman við tveimum limum í andstøduni. Óvissan var stór eitt skifti henda dagin. Tingformaðurin tók málið av skránni fyrra- partin, m.a. tí mótmæli kom frá átrúnabólki Tað eydnaðist eftir tógvið stríð at fáa javnstødulég í Føroyum. Í fyrstu atløgu havnaði tingið uppskoti- num í 1988, men tá hetta landsstýrið kom til í 1991, varð lógaruppskotið lagt fram av nýggjum. Tað fór í rættamevndina, síðani í millumtinganevnd, sum nú eisini at enda fekk tað sam- tykt. Lisbeth L. Petersen úr Sambandsflokkinum og Birgir Danielsen úr Fólka- flokkinum atkvøddu fyri uppskotinum. Lasse Klein úr Sjálvstýrisflokkinum og Jógvan Sundstein úr Fólka- flokkinum, at kvøddu ikki við 3. viðgerð. Fólk eru ógvuliga ósamd um javnstgðulógina í øllum flokkum. Nøkur halda, at lógin stríðir móti kristnu læruni, og nógv sjónarmið og nakrar hugleiðingar hava verið frammi um tað. Onnur halda, at vit allar dagar hava havt javnstødu, og at tað ikki er neyðugt at lóggeva um slíkt. Mótsteðu í øllum flokkum Helena Dam á Neystabø, formaður í rættarnevndini síðani á heysti í fjør, tók javnstødul6gina til við- gerðar. Arbeitt hevur verið við uppskotinum í einar fimm mánaðir. Roynthevur verið at mýkja málið soleið- is, at tað við vissu kundi fáast meirluti fyri lógarupp- skotinum. Helena Dam á Neystabø heldur ikki, at hetta málið hevur verið meira trupult at arbeiða við enn onnur. Hon heldur eisini, at lógin er so breitt orðað, at tað eingin grund er fyri at vera bangin fyri henni. Taðer heldur einki loynd- armál, at tað hevur verið serliga tidarkrevjandi at sannføra tinglimir um at at- kveða fyri javnstødul6gini, og at tinglimir annaðhvort hava játtað at atkvøda fyri, men so kortini hava sagt seg ivast í, um tað var rætt at fáa javnstg.ðulógina at virka í Føroyum. - Slíkt lógaruppskot sum hetta hoyra til tey ávísu politisku málini, sum koma fram av og á, men sum meta mótstøðu í øllum flokkum. - Vit hava frítt at tala og trúgva, og tað er so ymiskt, hvørja stóðu fólk hava til slíkt. Tað havi eg onga við- merking til, sigur Helena Dam á Neystabø. Týdning fyri grungevingina - Javnstødulégin ger onki hol í sjógv - soleiðis beinan- vegin - men hon er so eitt framstig á leiðini at veita báðum kynum somu rætt- indi í samfelagnum og á ar- beiðsmarknaðinum, sigur Helena Dam á Neystabø. - Tað mest umráðandi í fyrstuni er at fáa lógina at virka. Hon fær ávirkan á nøkur kærumál, sum skilst liggja í landsstýrinum og bíða eftir at verða vidgjørd. Hetta verður helst uppgáva hjá Javnstødunevndini at taka stødu til. - Avgerdir hjå kæru- nevndini fåa åvirkan å, hvussu arbeiðsmarknaður- in frameftir skal virka fyri javnstødu. Ivaleyst vil ong- in arbeiðsgevari hava dóm fyri at skapa mismun mill- um kynini. Taðer ein týðan- di grundgeving í sær sjálv- um, sigur Helena á Neysta- bø. Jona Henriksen var i sini tid vil til at leggja uppskotid til javnstødulég fram á tingi, saman við Ingrid Sondum og Karini K jølbro, tá tær triggjar sótu á tingi. esu gjørdi Ikki mun mann og kvinnu - Hvat dámar tær javn- stødulégina? - Tad dåmar mær væl, og tað skuldi eg helst eisini, av tí at eg var við til at leggja uppskotið fram í síni tíð. - Hvønn tydning heldur tú hon fær fyri eftirtidina? Tíðindablaðið Jona Henriksen var við til at leggja uppskotið til javnstóðulóg fram á tingi síni tíð. Hon heldur, at henda lógin er neyðug, og at hon forðar fyri at kvinnur við hollari útbúgving verða settar til viks fyri menn, sum ikki lúka treytirnar fyri at fáa ávíst starv - Eg haldi, at hon hevur nógv at týða t.d. við starvs- setanum og nevndarset- anum. - Fyri fáum árum síðani vóru tvey almenn størv sett, | eitt fyri landið og eitt fyri kommununa, har javn- stødunevndin hevði verið hent, sigur Jona Henriksen. - Eitt starv varð lýst leyst í Tórshavnar Kommunu, har bert ein umsgkjari hevði útbúgving, men hon kundi ikki fáa starvið, tí hon var kvinna. - Hitt var hjá landinum, og har var ein kvinna, sum hevði útbúgving og eisini hevði verið á skeiðum, sum vóru neyðug fyri júst hetta starvið. Kvinnan fekk held- ur ikki hetta starvið, men ein maður, sum eftir at hann varð settur í starv, fór burtur at fáa neyðugu útbúgving- ina, upp á landsins besta. - Nógv halda, at lógin stríðir móti kristnu læruni? -Taðdugieg ikki atskilja. Jesus gjørdi ikki mun á mann og kvinnu. Tað stóra í hesum var, at kvinnan kom við páskaboðskapinum. - Longu í gamla Testa- menti vóru eisini kvinnur, sum skarðu framúr. Eitt nú var Deborah dómari í fsrael í 40 ár. * - Tað verður eisini sagt, at tað ongantíð hevur verið munur millum mann og kvinnu í Føroyum, men um tað kemur til starvssetanir, so kann koma ein dagur, har menn eisini fáa brúk fyri javnstødul6gini. Tá kunnu teir kæra, um mismunur verður gjørdur móti teim- um. - Ongum nýtist at vera bangin fyri javnstødul6g- ini, sigur Jona Henriksen. Dagny Nýggjur stýrislimur í ALS Súsanna Danielsen, deild- arstjóri í Tinganesi, hevur verið limur í stýrinum fyri Arbeiðsloysisskipanina. Fríggjadagin segði hon seg úr stýrinumi. Jógvan K. Mørkøre er varaumboð í stýrinum, og hann tekur við eftir Súnonnu Danielsen. Vidurskiftini viðvíkjandi ALS eru ikki fingin í rætt- lag. Utgjaldingardagur er í næstu viku, og av tí at løn- ardagur er áðrenn ta tíð, er møguligan6g mikið av pen- ingi í kassanum hjá ALS, verður upplýst í Tinganesi. Dagny Tvangsauktion På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn, afholdes Torsdag den 05. maj 1994, kl. 10.50 tvangsauktion, (AS 66/94) over matr. nr. 216 O, Vestmanna, bygning på lejet grund, tilhørende P/F Tør Plast i kon- kurs. Auktionen er begæret af advokat Bjørn á Heygum, J. Paturssonargøta 3, Tórs- havn, tlf. 1.1710 (j. nr. 940045) på vegne konkursboet. Ejendommen er en erhvervsbygning på en 2828 kvm. stor grund. Ejendommen kan beses efter aftale med ovennævnte advokat. Auktionsdokumenterne ligger til gen- nemsyn på Dommerkontoret. Færøernes fogedret, den 14.04.94 Mette Segaard-Nlelsen dím. LL