týsdagur 19. apríl 1994síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
4
2
Leygardagin seinnbapartin
vóru boð eftir slókkiliðnum
í Havn at koma niðan í
Hoydalar.
Har vóru tveir menn, sum
skuldu stika, men fyrst
ætlaðu teir at brenna nakað
> 2
av lynginum í brekkuni við
studentaskúlan.
Teir settu eld á, men tað
brann í so væl, og teir mistu
tamarhaldið á eldinum, tí
lyngurin var so turrur.
Skjótt gekk hjá sløkkilid-
Skjótt gekk av sløkkja eldin, sum menninir mistu tamarhaldið á, tí lyngurin var so turrur (Mynd: Kalmar)
Mistu tamarhaldið
num at basa eldinum.
Herfyri hendi næstan tað
sama á Djúpagilsvegi, har
heldur eingin stórvegis
skaði var.
Taðer ikki loyvt at brenna
lyng. Søkjast skal um loyvi
#
til slíkt frá brandstødini,
men tað høvdu menninir í
Hoydølum ikki gjørt.
randi
Sunnunáttina var sløkkilid-
ið í Havn í eysturbynum, tí
eldur var í einum bili, sum
stóð inni í bilhúsinum.
Bilurin kolaðist upp, og
bilhúsið fór eisini rættiliga
illa.
Bileftirlitið hevur tíkið
bilin inn til kanningar.
Kortslutningur kann vera
orsøkin til eldin. Tað hendir
onkuntíð, at eldur á henda
Brann í bilhúsinum
hátt kemur í bilar, sjálvt um
teir eru sløktir.
randi
Snípan flýgur nú aftur
Tyrluflúgvingin varð tikin upp aftur sunnudagin, og flogið verður
eftir ferðaætlanini
Útoyggjarnar og aðrar smá-
bygdir fáa nú aftur regluliga
vitjan av Snípuni, sum er
teimum so kær.
Sunnudagin varð tyrlu-
Eingin rutuflúgving við
tyrluni hevur verið síðan
Strandferðslan avhendadi
tyrluna til Atlantic Air-
ways, ið hevur havt sínar
trupulleikar við at fáa loyvi
frá donsku flogmyndug-
leikunum til tyrluflúgving-
ina.
Loyvi var fingið, tá
Atlantic Airways hevði
svenska skiparan Ove Ols-
son til skipara, men mað-
urin rýmdi beinanvegin, og
so var einki loyvi.
Atlantic Airways hevur
nú sáttmála við Grønlands-
fly fram til 1. juli. Tveir
skiparar eru komnir frá
Grønlandsfly, og Atlantic
Airways hevur sjålvt tríggj-
ar mans. Ein teirra er góð-
kendur sum stýrimaður.
randi
Páll Vang stjórastarv
Landsskúlaráðið fylgdi ikki innstillingini hjá skúlaneundini á
Tvøroyri
Landsskúlaráðið avgjørdi
friggjadagin at seta Påll
Vang í starvið sum deildar-
leiðari við skúlan í Trong-
isvági.
Við hesi avgerðini gekk
landsskúlaráðið ímóti
meirlutanum í skúlaneynd-
ini á Tvøroyri.
Tað vóru bara tvær um-
sóknir til starvið. Meirlutin
hevði innstillað Finn Thom-
sen, minnilutin mælti til at
seta Páll Vang í starvið.
Tá skúlanevyndin ikki inn-
stillar einmælt, ger Lands-
skúlaráðið, sum tað vil. Var
skúlaneyndin samd, noydd-
ist Landsskúlaráðið at
fylgja innstillingini.
Báðir umsøkjaramir eru
sen er lærari á Tvøroyri.
Páll Vang hevur ikki verið í
skúlaverkinum síðan 1989,
meðan hann hevur virkað
sum húsa- og skipameklari,
og síðan 1. januar 1993 hev-
ur hann verið og er býráðs-
formaður á Tvgroyri.
randi
Randi Jacobsen
skrivar
FØROYINGAR HAVA Í nógv år lastað danir fyri at
altíð at tosa um pengar. Vit orkadu ikki fyri øllum heum
prátinum um, hvat hetta og hatta kostaði, hvussu dýr
onkur vøra var, og vit skilt ikki, at tey tímdu at fara
langan veg eftir góðum tilboðum.
FØROYINGAR ERU BLIVNIR lika sum danir,
hoyrdi eg ein útiseta, sum var heima og vitjaði, endur-
givnan fyri at hava sagt. Allir føroyingar tosa nú um
pengar.
TAÐ ER NÚ ikki so legið, ti pengar ella rættari vant-
andi pengar geva nú teimum flestu føroyingum høvud-
briggj. Um vit so hava arbeiði ella ei. Tey arbeiðsleysu
eru at kalla givin við at gremja seg. Nú eru tað tey, sum
hava inntøku, ið rópa neyðarróp. Dagliga havi eg í sein-
astuni tosað við fleiri fólk, sum er meira enn væl lent,
men sum kortini ongan li vandi kans hava at svara hvørj-
um sítt, eftir at skatturin hjá okkum hevur sett heimsmet.
BEINT NÚ TOSA øll serliga nógv um pengar, tí summi
fáa skatt aftur, og uppaftur fleiri fáa eykarokning. Tað er
ikki lætt at skilja, at ein nú arbeidsleysur, sum hevði
fasta inntøku í fjør og ongan frádrátt, skuldi fáa eyka-
rokning - samstundis sum hann rindar 50% í skatt av
oyrunum, hann fær frá Arbeiðsloysistryggingini.
EG VISTIIKKI, um eg skuldi flennaella gráta, táeg sá
uppgerðina hjá hálvt triðja ára gomlu guddóttrini, sum
hevur goldið 40 krónur í arbeiðsmarknaðargjaldi av
pengunum, hon fær frá pápanum. Skattavaldið hevði tó
vist stórsinni og strikad tær 42 krónumar, hon skuldi
havt goldið í skatti.
VIT VIÐ LØNARINNTØKU kunnu tó hóast skatta-
trýst gleða okkum til at fáa fritidarlønina 1. mai. Tað
verður seinastu ferð á hesum sinni, at hun munar nakað,
tí eisini har er skorið av.
FÆRRI ERU NÚ arbeiðsleys, vístu nýggjastu hagtøl-
ini hjá Arbeiðsloysistryggingini. Útgjald var í vikuni, ið
fór. Líkt er til, at flestu flakavirkini, ið opin eru, hava
fingið brúk fyri fleiri hondum. Men nógv bendir á, at
meira arbeiði á flakavirkjunum ikki er einasta orsøkin
til, at færri fingu arbeiðsloysisstupul hesu ferð. Flyting-
in av landinum er øgilig í løtuni, sum skilst. Vit frætta
dagliga um heilar familjur, sum fara, og bara millum
fólkini, sum eg kenni, eru longu nøkur farin, summi eru
við at pakka, og onnur fara, so skjótt sum tey hava fingið
onkran antin at keypa ella leiga húsini. Í grannalagi
mínum standa nú tvey tóm.
MEN VIT ERU nøkur, sum hava sett í okkum, at vit
rýma ikki hiðani, uttan so vit verða borin burtur. Her
vilja vit verða, um tað so ofta kenst tungt at halda høvd-
inum uppi. Vit noyðast óivað bara at finna ein annan
máta at liva og siga farvæl við sonevnda vælferðarsam-
felagið.
OKKURT ER TÓ altíð at fegnast um. Nú er farið um
summarmåladag, og dagarnir leingjast í hvørjum. Eitt
tað fyrsta tekinið um vár vóru tjøldrini, sum í ár komu
nøkulunda rættstundis, tey fyrstu smålombini eru kom-
in, og páskaliljurnar eru við at spretta. Nú ein dagin
hoyrdi eg eisini eina borimaskinu, og tað er í hvussu er
eitt óvanligt ljóð nú í tíðini.