týsdagur 19. apríl 1994síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
— Á
Tíðindablaðið ED Nr. 73 — 19. APRIL 1994 Síða 15
( Lesarabrøv
Javnstøda
Herfyri var javnstødul6gin til
vidgerdar å tingi. Undir um-
réðuni gjørdu menn vart við, at
tað var við ringum tannabiti,
teir fóru at atkvøda fyri »hesi
púra óneyðugu lóg<.
Javnstøda er jú veruleiki her
á landi, vildu teir vera við, og tí
er lóggáva hesum viðvíkjandi
tað bera fjas.
Seinastu dagamar hava
endaleysar myndir av »klædn-
ingum« farið um sjónvarps-
skíggjan. Myndir av somu
monnum hava fylt bleðini og
nøvn teirra hava åhaldandi ver-
ið nevnd í Útvarpinum.
Menn, menn og aftur menn í
einum samfelag, har menn ikki
halda, at javnsteðulóg er neyð-
ug, tí javnstøda er dagsins
veruleiki.
—"..e"e—
Hvat billa allir hesir menn
inir sær inn?
Hvat fær teir at halda, at teir
hava so framúrskarandi skil
fyri peningi og bankavirksemi,
at pláss ikki er fyri eini einastu
kvinnu?
Skommin er teirra, sum fáa
seg til at velja almenn umboð
soleiðis sum gjørt verður her.
Vit eiga nógvar vala kvinnur
at seta í summi av hesum álit-
isstørvunum.
Synd at siga, at mismunurin
kynjanna millum ikki er til
longur.
Nýtist mær at spyrja: »Hvør
situr við maktina í Føroyum?«
Hildur Patursson
Javnstoðulógaruppskotið:
Eitt sjúkligt uppskot ||
Ikki las eg leingi gjøgnum
javnstéðulógaruppskotið, ið
av landsstýrinum er lagt fyri
legtingið, áðrenn eg festi heit-
ið >sjúkligt< á hetta uppskotið.
Bert fyri at taka nøkur dømi
1) Í 5. parti, paragr. 3, stk. 2
er skotið upp: »Um privat fe
løg eiga rættindi at skjóta upp
lim ella limir almennar
nevndir, ráð ella líknandi,
skulu hesi altíð skjóta upp
bæði mann og kvinnu-.
Hví skal hesin tvingsil til?
Hví skal frælsi ikki valda? Hví
skal ein kvinna tvingast inn í
eitt ráð tí hon er kvinna? Og hví
skal ein maður tvingast inn í
eitt ráð ella nevnd fyri tað at
hann er maður? Vælsignaðu
tinglimir, latið tkkum íkki
draga eftir hárinum.
Og so hetta, sum stendur í
somu lógargrein, 3. sík. at
»javnstødunevndin kann geva
Vit skulu hava eitt »javn-
stødu-vatikan«, sum skal hava
myndugleika til at lýsa í bann
ella taka bann av, eins og í
dimmastu midøld. Hava vit
ikki havt nóg mikið av hesum
»velo-stovnum« sum t.d. vóru
ein orsøk til at vit fingu eina
ferjulegu á Gomlurætt, sum
kom at kosta okkum tiggjutals
milliónir meira enn neyðugt.
2) Í 7. parti, paragr. 13 verður
sagt: »Allir sáttmálar, sum
geva løntakarum verri sømdir,
enn henda lóg gevur, eru í
fullum líki ella lutvíst ógild-
ugir«.
Eingin hevur f dag minstu
hóming av hverjar óhugnaligar
avleiðingar ein slík orðing
hevur. Men hetta tykist vera
eitt aðalmerki fyri nógvar av
teim avgerðum og lógarsam-
tyktum, ið hava verið gjørdar í
seirastuni, Ld. rúsdrekkalógin,
sum skuldi eitast at gera enda á
øllum rúsdrekkatrupulleikum í
Føroyum, men sum í veruleik-
anum hevur skapt so nógvar
trupulleikar at hon í dag er 6-
brúkilig — nógv verri enn tann
gamla, sum var søgd at vera 6-
brúkilig og ikki til at umsita.
Mær tykir sum at mong av okk-
ara lóggávufólkum handla við
bindi fyri eygunum.
Ístaðin fyri at loysa landsins
sváru trupulleikar, ofra tey tíð
upp á at smoyggja eina javn-
stødulég oman yvir okkum fyri
ein og hvønn pris uttan at hugsa
um avleiðingarnar.
Svenning av Lofti
Flaggdagsrenningin
25. apríl,
kl. 16.00
Tilmelding fer fram á tlf. 17854, 10457
og 19782 til og vid leygardagin 23.
april.
Bragdid
Hvat billa tit tykkum inn?
Hvønn einasta dag ljóða tíð-
indi, ið fáa okkum at siga, nei,
nú gongur hetta bara ikki long
Í ur. Soleiðis eisini tá ið frættist,
at okkara banki skal fara av
landinum við bókhaldi sínum.
Hvat billa hesir donsku banka-
stjórar sær inn? Hava tit ikki
fingið nokk? Vága tit tykkum
at seljaeitt einasta arbeiðspláss
av landinum verður ilt av. Vit í
Føroyum eru so fáog smá, okk
ara niðurskrivaða og niður-
skrúvaða samfelag hevur ikki
tørv á ðrum tænastum, enn
teimum vit sjálvi kunnu út-
vega.
Hetta átti tú Astrup Hansen
at sæð, tú, ið á ein sera snildan
hátt slapp tær av við dukkurnar
hjá Hans Jergen. Tú mátti eis-
ini sæð, at vit hava ikki ráð til at
lata arbeiðspláss av landinum.
Yvirskot tykkara ger størri
nyttu í Elektron enn sum útbýti
til landskassan, har tað bara
verður seplað burtur. Tak og
umhugsa hetta einaferð afturat,
tí tað fer at løna seg fleirfalt
aftur.
Landsfelagið fyri
Sethúsaeigarar
Loksins fekk Gablabankin
navn.
Føroya Banki, okkara
Banki, Atlantsbankin, Sjó
vinnubankin og Norðoya
Banki
Man tað ikki vera enn og
longri enn ómeguliga floks-
navn Niels Paula.
Samstundis ljóðar at Elek-
tron verður avhevdað.
Álvaratos, var FØROYA
Ni gjørdi okkara banki aftur
ein vørr og tveitti mongd av
fólki út í arbeiðsloysi, hóast vit
øll hava bjargað bankanum
fleiri ferðir.
Hugstoytt var at hoyra Jørn
Astrup Hansen, forstjóra, í
okkara einasta banka, boða frá,
at hann vil — umframt at siga
upp 85 bankafólk — geva ti før-
| oyska edv-virkinum Elektron
mønustingin.
Dimmalætting sigur um
henda danska bankastjóra, at
hann er dugnamaður, rættvís-
ur, harður, reellur, nærlagdur,
! humoristiskur og ein arbeiðs-
hestur, men so restar okkurt, tá
| ein hugsar, um tað hann sigur
; um Elektron?
DEILD ikki meira rámandi og
hóskandi navn?
Í síni tíð spenti táverandi
Føroya Banki næstan fót fyri
virki og menning Elektrons,
fyri at skapa elektronisk ar
beiðspláss í Danmark, á BEC.
Hetta niðurbrótandi tiltak
kostaði teimum einar 20-30
milliónir, einans í umlegging
arútreiðslum.
Og nú kann nýggi FØROYA
Tí hann sigur seg fyrst vilja
verja Elektron og vil finna eina
loysn við samráðingum, sum
allir partar — bankin, sparikass-
in, tað almenna og Elektron —
kunnu vera nøgd við, men
»basisskipanimar skulu helst
liggja i Danmark«?
Jú, men so restar okkurt í
skoðsmálinum hjá stjóranum:
sera snúgvin? Tí basisskipan-
imar eru 80% ella meira av
edv-arbeiðinum hjá Elektron
fyri bankan? Hvat skal man so
samstarva um? Ella molarnar
til føroyingar?
Tad eru føroyskir myndug-
leikar, sum eiga bankan, og
hesir eiga nú at reisast úr sessi
og sláa nevan í borðið. Hetta er
„Út skal koma innispunnið tógv<
BANKATOS
BANKI ikki gjalda lúsa 20
milliónir, fyri at lætta um
gamlar arvasyndir og beta
gjørdan skaða
Og so nú, tá vit øll, ið enn
búgva her, eiga bankan við
høvdi og gerum. Og ikki at
gloyma, — tað kostaði okkum
higartil 2,7 milliardir, ella 2700
milliónir. Einar 60.000 krónur
til hvønn okkara.
Skulu vit tí ikki øll somul
óneyðugt, tí Elektron kann eins
væl nøkta tørvin fyri bankan,
og viteiga eingi arbeiðspláss at
flyta til Danmarkar í hesum
døgum.
Helst er hetta bod til banka-
stjóran úr Danmark, tí hver eig-
ur B.E.C.? Jú, fyrst og fremst
teir stóru, donsku bankarnir.
Fáa teir edv-stýringina við at
slátra Elektron, so stýra teir
eisini í Føroyum. Framtíð-
arstýringin liggur í edv-fram-
tíðini. Fær Elektron menu-
stingin nú, so ganga mong ár,
áðrenn føroyingar menna seg
aftur á hesum økinum.
Bankastjórin tosar ímóti
betri vitan, tá hann sigur, at
hann fær ókeypis tænastur úr
verða so mikið stértøkin, at vit
lata teimum hasar 20 millión-
imar afturat? Soleiðis at vit
verja og menna Elektron og
bjarga arbeiðsplássum.
20 milliónir afturat gera ong-
an mun.
Hanus Vang
E.S. Eitt danskt orðatak sigur:
»Skik følge eller land fly«.
Føroyskur EDV-kunnleiki mønustingin
Danmark, tað er nakað slutur.
Helst er hetta heldur ikki tann
veruliga meiningin hjá banka-
stjóranum, tað eru onnur, sum
trýsta.
Fyri føroysku tjóðina er tað
ein katastrofa at missa henda
kunnleika á einum framtíðar-
øki umframt nógv arbeiðspláss
til útlandið, størv sum eins væl
kunnu fremjast her í Føroyum.
Hverjum skal bankastjórin
Astrup Hansen tæna? Før-
oysku tjóðini ella donskum
kapitalkreftum? Hvønn rennur
hann grindi fyri her? Ikki fyri
føroyingar. Steðgið hesum —
um neyðugt við lóg.
Skattgjaldari