týsdagur 19. apríl 1994síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14 Nr. 73—19. APRÍL 1994 Tíðindablaðið [ sosíalurin }
Hver verður
Nú tað er blivin ein veru-
leiki, at Sjóvinnubankin
og Føroya Banki eru
samanlagdir, er spurning-
urin um lagnuna hjá
ELEKTRON meira aktu-
ellur enn nakrantíð. So-
leiðis sum stjórin í sam-
anlagda Føroya Banka
hevur úttalað seg til fjøl-
miðlarnar, er ikki ætlanin
at fara úr samstarvinum
við BEC, um so er, fellur
Føroya Banki við hesum
deyðadóm yvir fyritøk-
una Elektron í verandi
líki. Eg fari tí at heita á
bæði nevnd og stjórn í
bankanum um at flyta alt
virksemi til Elektron.
Tað almenna hevur sett
milliardir í figgingar-
grunnin, sum sidani hev-
ur sett partapening, fyrst
i Sjóvinnubankan og
síðani í Føroya Banka.
Hetta varð gjørt fyri at
bjarga samfelagnum úr
einum totalum kaosi.
Hetta er nú endað við, at
vit hava ein banka, sagt
verður, at hesin saman-
lagdi banki verður betur
førur fyri at fremja
bankavirksemi, landinum
til frama. Hesum eri eg
ógvuliga ivasamur í, fari
hóast tað at ynskja bank-
anum góðan byrð fram-
yvir.
Men eitt er vist, hesin
bankin kemur at hava eitt
ótrúliga stórt vald á øll-
um vinnulívinum, hvussu
og á hvgnn hátt hetta skal
mennast aftur og á øllum
samfelagnum sum heild,
tí tað verður bert tann
eini bankin at fíggja virk-
semið. Hóast sparikass-
arnir kunnu fíggja alt
virksemi nú nýggj spari-
kassa- og bankalóg er sett
í gildi, hevur stjórin í
Føroya Sparikassa sagt,
at teir fara at vera Ógvu-
liga varnir á hesum gki.
Tað verður sagt í einum
slíkum tóna, at tað verður
heilt avmarkað hvat teir
fíggja, tað verður bert í
slíkum føri hvar teir ikki
kunnu siga nei.
Tí kemur bankin at
hava eina enn stórri á-
byrgd av vinnulívinum.
Tá nú tað almenna hev-
ur sett seg í stóra skuld
fyri m.a. at bjarga bank-
unum, er tað ikki fyri at
bankin skal vinna mest
møguligt av peningi.
Hetta fekk ein varhugan
av, tá Astrup Hansen
segði við ein tíðinda-
mann »at nu skal vi til at
drive bankvirksomhed<.
Bankin er ein neyðug
fyritøka í einum fram-
komnum samfelag og
hevur leiðslan ábyrgdina
av at virksemið gevur eitt
hóskandi avkast. Men
bankin hevur sanniliga
skyldu til at vera vid at
menna samfelagið. Skulu
vit framyvir hava eina
EDV fyritøku og menna
hetta virksemi, er neyð-
ugt at bankin er við í hes-
um menningararbeiði. Eg
mæli tí til, at tað verður
sett sum eitt krav frá al-
|
mennari síðu, at bankin
sigur sáttmálan við BEC
upp og greiðir teimum
frá, at bankin kennir tað
sum sína skyldu at menna
Elektron. Eg eri í hvussu
so er ikki í iva um, at
bankin verður líka væl
rikin við at brúka fyritøk-
una Elektron.
Eg meti at hetta er so
týðandi fyri samfelagið,
bæði um arbeiðspláss og
menning av EDV-virk-
seminum, at eg mæli til,
at um bankin ikki gongur
hesum kravi á meti, so
verður rætturin at av-
greiða útgoldna løn um
skattaskipanina tikin frá
bankanum.
Hverjar vóru so orsøk-
irnar til at táverandi Før-
oya Banki fór til fyritøk-
una BEC? Eg havi hugs-
að um hendan spurning
og eri komin til ta niður-
stóðu, at hetta var tað
sama stérheitsvanvid
sum hendi í 80'árunum,
sum førdi til m.a. banka-
kreppur og at landið er í
ti stóðu, tað er í í dag.
Tað er eingin loyna, at
táverandi stjóri í Føroya
Banka var upphavi til
hesa flyting av EDV-
virkseminum, hóast hann
tá sat sum formaður í
nevndini fyri Elektron.
Hetta skifti kostaði óivað
fitt av peningi. Um hesin
HR"
peningur hevði verið
brúktur til at menna Elek-
tron við í staðin, hevdi
tað verið munandi betri
fløga.
Føroya Landsstýri skal
nú seta ein lim í nevndina
í Føroya Banka, tað eru
tríggir almennir stjórar í
uppskoti. Eg fyri mín
part eri ógvuliga vón-
svikin av at okkara fólk í
landsstýrinum ikki hava
tosað við úngmanning-
ina, áðrenn henda av-
gerðin er tíkin, tí eg eri
onga løtu í iva um, at vil
kunnu finna trý evni, sum
eru líka væl skikkað til
hetta starv sum hesir
tríggir almennu stjórar.
Samstundis er tað ógvu-
liga umráðandi at hesin
nevndarlimur gongur fult
og heilt inn fyri at bankin
í framtíðini kemur at
brúka Elektron.
Serliga ein av okkara
fjølmiðlum hevur gjørt
nógv burtur úr tí vánaligu
stødu, vit eru komin í, og
hevur válkað sær í øllum
tí negavita, ið hugsast
kann. Eg vóni tí at teir
fara at brúka líka nógva
orku í hesum málinum,
sum hóast alt eisini snýr
seg um at varðveita og
økja um arbeiðspláss, tí
tað er einki, sum talar
fyri tí, at tað er rætt at út-
flyta arbeiðspláss tá tað
er óneyðugt.
Heini Johansen,
tingmaður
Oljurikidømid mist
vid ES-limaskapi
Sera nógv bendir á, at oljuríkidómið vid Føroyar er veldugt, og sam-
bært ST-resolutiónir og fólkarættin er hetta rikidømi okkara. Føroy-
ar kunnu gera seitt av heimsins ríkastu londum. Oljan kann longu
vera funnin um 2 ár. Við ES-limaskapi er hetta rikidømid mist.
Bjarti Mohr varð spurdur
um ymiskt í Sosialinum
fyri nøkrum døgum síð-
an. Hann talaði mest um
ES-limaskap. Um møgu-
ligt oljurikidømi við Før-
oyar segði hann, at hetta
broytti ikki stóðu okkara,
tí oljan kom ikki at vera
nokk at liva av.
Hetta er ørvitistos av
eini aðrari verð. Veru-
leikin er tann, at finna vit
olju við Føroyar í somu
nøgdum, sum hon verður
funnin í Hetlandi, so ger-
ast Føroyar eitt av heim-
sins allar ríkastu londum
roknað pr. íbúgva.
Tí sambært fleiri ym-
iskar ST-resolutiónir, eru
tað vit og bert vit, ið
hava rætt til og eiga hetta
tilfeingið, tí vit kunnu
roknast sum fólk ella
tjóð við egnum máli,
mentan, søgu og landi.
Veldugt oljurikidømi
við Hetland, men ikki
til hetlendingar
Júst nú er funnin ein
nýggju oljukelda beint
við miðlinjuna millum
Føroyar og Hetland, og
hon er upp á 800 milli-
ardir litrar. Virðið av hesi
keldu er við framtíðar
oljuprísum lágt mettum
600 milliardir kr.
Men hetlendingar
koma ikki at fåa nakad
burtur úr hesum. Teir
framleiða nú olju fyri
eini 40 milliardir kr. um
árið, men teirra partur er
350 milliónir í skatti til
landskassa teirra og 900
arbeiðspláss. Allar milli-
ardirnar í skatti og av-
kasti og túsundir og aftur
túsundir av arbeiðspláss-
um fara til Stóra Bret-
lands.
Vit eiga oljuna /
kann vera funnin
um Í %--2 ár
Men tað er ikki soleiðis,
at vit skulu fara undir
oljuvinnu. Vit eiga oljuna
sjålvir, og vit skulu fáa
avkastið sjálvir. Og tað
verður so stórt, at Føroy-
ar kunnu gerast eitt
»supersamfelag« — eitt av
heimsins allar ríkastu
londum — møguliga sum
Kuwait ella Brunei.
Hetta kann koma at
skapa møguleikar fyri ar-
beiðsplássum, inntøkum
og samfelagsmenning í
Føroyum í ein mun, ið
fyrr ikki er kent her.
Hetta kann koma at
broyta alt í Føroyum, og
gera landið nógv meira á-
hugavert og ríkari bæði á
ein og annan hátt. Og
hetta liggur beint fyri
framman. Oljukeldur
kunnu við hepni verða
funnar á føroyskum øki,
áðrenn 2 ár eru liðin.
Men hetta vil Bjarti
Mohr ikki skilja, tí kastar
hann torvmold í eyguni á
føroyingum við síni ør-
vitistalu.
Oljuríkidemið mist
við ES-limaskapi
Men fara vit upp í ES, so
verður tað sum í Het-
landi. Tá gerast vit ein
danskur landslutur í ES
við sama status sum Het-
land, ið er enskur lands-
lutur í ES.
Og tá koma Danmark
og ES at eiga oljuna, og
teir koma eisini at fáa alt
avkastið. Og tað kann
verða nógvar milliardir —
ja nógvar hundrað milli-
ardir.
Og rollan hjá føroying-
um verður akkurát sum
hjá hetlendingum í dag.
At hjálpa eitt sindur til
og hyggja at, meðan hinir
telja dollararnar. Soleiðis
er at vera koloni uttan
frælsi.
Oljukulies
Tað ganga nakrir skitnir
bengalar uppi í Persara-
golfinum og arbeiða fyri
lága løn fyri arabararnar
— draga slangur og annað.
Oljukulies verða teir eyk-
nevndir. Tað er eftir øll-
um at dóma ta rolluna,
Bjarti Mohr og hansara
líkar ímynda sær, at før-
oyingar skulu útfylla í
eini framtíðar oljuvinnu í
Føroyum. Somu trælir
sum teir altíð hava verið.
Jóannes Eliasen