Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-20, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. apríl 1994síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

a —f Tíðindablaðið [ sosialurin ] Nr. 74 — 20. APRIL 1994 Sida3 Flotkulan sprongdist Ein trolmadur slapp væl, tå ein flotkúla sprongdist, og hann fekk eitt petti av kúl- Nólsoyingar: Sjálvt um flakavirkið liggur stilt, halda nólsoyingar seg framvegis hava bankan fyri neyðini Fox # Á VE Ber ikki til við ongum banka Bygdarráðið hevur mótmælt, og nú sauna nólsoyingar undir- skriftir, tí teir vilja ikki av við bankadeildina Eins og sumbingar góðtaka nólsoyingar ikki avgerðina hjá Føroya Banka at niður- leggja deildina í bygdini. Í Nólsoy hevur bara Før- oya Banki deild, og nú skal hon ikki verða longur. Í seinastu viku sendi bygdarráðið Føroya Banka skriv, har avgerðin varð mótmælt. Einstaklingar hava eisini mótmælt. Í handlunum báðum hanga mótmælisskriv, sum nólsoyingar skriva undir. Una Hansen í Handlinum hjá Anfinni sigur, at tey fingu einn hvøkk, tá tey frættu um avgerðina, tí hetta hevði eingin væntað. Tey duga ikki at hugsa sær, hvussu tey skulu bera seg at í tí dagliga við ongum banka. Bygdin hevur havt banka seinastu 23 árini. Torført hjá handlunum - Hvussu skulu vit hava handil, tå eingin banki er f bygdini? Bara sovorðið sum vekslipengar, skulu vit til Havnar hverja ferð? spyr Una Hansen. Handilin hjå teimum tek- ur iméti FR-kortum, men tað fer hon ikki at tora, um eingin bankadeild verður í bygdini, togtí fer at ganga ov long tíð ímillum, til tey kunnu fara í banka í Havn við pappírunum. - Tað er eisini órímiligt, um tað verður so, at vit skulu inn til Havnar, hverja ferð vit skulu taka pengar út. Skulu vit taka 100 krón- ur út, fer tað at kosta okkum 60 krónur, sum ferðseðilin við Rituni aftur og fram kostar, sigur krambakonan. Nólsoyingar halda tað vera órímiligt av bankanum soleiðis at sleppa tey heilt upp á fjall. Ein lítil banka- deild kann ikki kosta so nógv, og tey eru hóast alt 265 fólk. Ikki landfast - Tað ber ikki til at sammeta Føroyar við ein danskan bý og roknað eftir, hvat tørvar. Bankin má eisini minnast til, at Nólsoy er ein oyggj, og at vit ikki kunnu seta okkum í ein bil og koyra í bankan í grannabygdini, sigur ein nólsoyingur. Hon sigur, at hon ikki verður bilsin, um tað næsta, ið hendur, verður, at Ritan verður tikin frá teimum. Eingin veit enn, nær bankadeildin í Nólsoy letur aftur. Verður tað gjørt hóast mótmælini, vóna nólsoy- ingar, at Føroya Sparikassi letur upp deild hjá teimum. Sosialurin royndi í gjár at fáa eina viðmerking frå Før- oya Banka um ætlanina at niðurleggja deildir, soleiðis at summar bygdir als ongan peningastovn skulu hava. Men tað eydnaðist ikki at fáa nakra viðmerking, ti Jørn Astrup Hansen er ein- asti madur, sum heimild hevur at tala vegna bankan, og hann var ikki at hitta i gjår. randi uni i andlitid Tad var umbord å Føroyingi, at kålurnar sprongd- ust Hóskveldið seint kom Ólavur Halgi á Havnina við einum manni, sum hevði fingið skaða um- borð á ídnaðartrolara- num Føroyingi. Føroyingur eysturi á banka. Umbord å Føroyingi siga teir, at triggjar kúlur sprongdust at kalla i senn. Tær sprongdust beint sum tær komu inn á dekkið. Tann óhepni maðurin fekk eitt petti av kúluni beint í and- litið, og hann slapp væl, at eygað ikki varð rakt. Teir á Føroyingi hava ikki verið úti fyri hesum royndi Fugloyar- fyrr, at kúlumar eru sprongdar. Tær eiga at verða vatntættar, men vatn er seyrað inn í tær kortini, og trýstið verður so stórt, tá tær fara djúpt. Tá tær so komu upp og fingu ein stoyt, sprongd- ust tær við einum stórum bresti. Vónarvirkið = hevur biðið um at fáa tær sprongdu kúlurnar at kanna. Virkið hevur ikki fingið tær enn, ti Før- oyingur hevur ikki verið inni síðan. Ólavur Halgi flutti mannin á Landssjúkra- húsið. randi SS Ungdomsstevna i Haldorsvik Enn eina ferð fer Kirkjuliga Missiónsfelagið at hava Ungd6msstevnu í Haldórs- vík, ella Summarstevnan sum hon eisini hevur verið nevnd. Stevnan byrjar hóskvgld- ið7. julikl. 8 vid kvøldmøti, og endar sunnukvøldid 10. juli. Umframt kvøldmøtini verða bibliutimar fríggja- dagin og leygardagin. Hjá teimum, ið ætla sær á til taks í bygdini. Tey, ið ikki ætla sær at sova í Haldórsvík, men koyra ímillum eru sjálvsagt eisini vælkomin; men er tað ein fyrimunur fyri øll at vita umleið hvussu nógv koma at eta døgverda har. Øll, ið vilja verða við til Summarstevnuna, verða biðin um at skriva til Ingu Dam, Sleipnisgøta 14, 100 Tórshavn, ella ringja til hennara å tlf. 16393 ( helst eftir kl. 6 um kvøldid) og har fæst at vita alt viðvíkj- andi stevnuni. tlf. 11820. Uttanfyri vanl. arbeidstid upplysir telefonsvararin hvar ringjast skal fyri at fåa fleiri blød. Tidindabladid SOSIALURIN Til BLADSØLURNAR sosialurin aftur UTSELDUR? Boðið so beinanvegin frå á Rimmar dansur í Hvalba Leygarvkøldi& 30. apríl fyrireikar Suðuroyar Norð- ara Dansifelag dans í Royn- høllini í Hvalba. Hitt væl umtókta orkestr- ið Sputnik fer at spæla. Smurtbreyð verður at fáa. Burturlutað verða ein góður kalvi, lamb og gásarungi til heystar. Atgongumerki verður at = kosta 80 krónur.