mikudagur 20. apríl 1994síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða6 Nr. 74-—20. APRÍL 1994
Garpanna avrik
Lag: John Mogensen
Set teg niður, teg hygg um
hvat hava teir gjørt?
Hava skaltað og valtað
til tín, eidasørt.
Teir tómt hava kassan,
vit fylt hava í.
Og longur í sugguna
søkka vit tí.
Úr útlondum gullið
teir lænt hava heim.
Við familju og vinum
sær hildið at gleim.
Í glitrandi borgum
við Spaniu-strond.
Vælsignaði PALLEBA
rætt teimum hond.
Ja ørskapur kendi
ei greinsurnar tå.
Ein tunnil — ein »kei-stump«
so stemmur kann få.
Eitt ævintyr-skip
og ein landskassa-trygd.
Jú hetta er landið
ið teir hava bygt.
Tann sætta oktober
var angistin stór.
Tað teir høvdu samlað,
„Ja hvat um tað for?«,
sum ljóðleysir úlvar
til Danmark á nátt.
Teir skuldbundu Føroyar,
teir liva enn flott.
Nú skuldbundið hava
tit Føringin væl.
Man samvitska tykkara
klára tað spæl.
Tað 6fødda barnið
í leinkjur er lagt,
alt gjaldast skal aftur,
tað hava teir sagt.
Suddurin 27.03.93
Rektar- og umlættingarheimið
Eau
søkir eftir
Summarfrítíðaravloysarum
fyri roktarstarvsfólk:
sjúkrasystrar
røktarheimsassistentar og
sjúkrahjálparar
í tíðini frá 1. juni til 31. august 1994.
Umsóknarfreistin er til 2. maí 1994.
Skrivlig umsókn saman við avriti av
prógvi og megulig viðmæli skulu send-
ast leiðaranum á
Lágargarði
Stoffalág 84
Box 1188
110 Tórshavn
Tíðindablaðið CSE)
Russiska hjórnin + er ikki vandamikil longur. Nú er hon ivørturimøti symbolid upp á gott samstarv sum her, tá
Tummas Arabo, fiskimálaráðharrri vitjadi russiska starvsbróður sín Koroleskji nakað herfyri.
Russaramir koma
Mong kenna rædumyndina av russisku "bjørnini” frå hugtak-
inum “Russararnir koma”. Í dag er nógv broytt. Jarntjaldið er
tikið niður, og í Ruslandi hevur tann beinharða kommunisman
mist fótafestið. Í næstum kemur ein stór - ja ein tann størsta
nakrantíð - russisk sendinevnd til Føroya við sjálvum fiskimåla-
rådharranum å odda. Teir koma higar sum vinir og samstarvs-
felagar og vænta føroyingar sær nógv av hesi vitjan. Vónað
verður, at hon fer rættiliga at skunda undir týðandi samvinnuna
millum Føroyar og Rusland.
Flaggdagin 25. april kem-
ur ovasti fiskivinnuleid-
arin f Ruslandi til Føroya.
Talan er um sjålvan
fiskimálaráðharran Vladi-
mir Korelskij, sum hevur
tikið av eini innbjóðing
frå føroyska starvsbróður-
inum Tummasi Arabo.
Saman við Korelskij verða
eisini fremstu umboðini
fyri fiskivinnuumsitingina
í Murmanskøkinum og í
Moskva og síðani millum
teir fremstu vinnulívs-
menninar í russisku fiski-
vinnuni.
Vitjanin er komin í lag
eftir at føroysk
vinnulívs fólk og umboð
fyri landsstýrið hava verið
á fleiri ferðum í Ruslandi.
Endamálið við hesum
ferðum er at menna sam-
starvið millum londini.
Russar skulu vitja
nógva staðni í Føroyum.
Teir verða m.a. at síggja á
Oilwind í Miðvági, sum er
eitt av teimum føroysku
virkjunum, sum nettup
hevur tætt samstarv við
russar. Her er m.a. talan
um snellur og línuútgerð.
Helst fer júst hesin
útflutningin at økjast nógv
í næstum, nú russar vilja
geva bæði línu og snellu
betri rásarúm í teirra
sjógvi í mun til trolið.
Russar fara eisini at
vitja á Kemilux, sum
framleiðslu vaski- og
reinsievni til skip, olju-
boripallar umframt vanlig
húsarhald. Teir fara at
vitja Polyplast, Bygnigns-
snikkaravirkið, AWI-báta-
smiðjuna, Tøting, Havs-
brún, Kósavirkið, Trol- og
Sngrisvirkið, Føroya Bjór
og ikki at gloyma Skála
Skipasmiðju, sum er eitt
tað arbeiðsplássið her á
landi, sum hevur mesta
samstarvið við russar og
er tann fyritøkan, sum alla
tíðina miðvíst hevur roynt
at varðveita góðu sam-
vinnuna og økja hana.
Tummas Arabo, fiski-
málaráðharri vónar, at
nógv fer at koma burtur úr
hesi vitjanini. Júst tað at
so nógvir framstandandi
persónar i russiskari fiski-
vinnu koma henda vegin
er eitt tekin um, at
réringur er í og at vit
kunnu rokna við, at nógv
n',ytt fer at henda á hesum
samarbeidsøkinum.
Vitjanir i Ruslandi
av stórum týdningi
Tummas Arabo heldur
sjálvur, at ferðir hansara
saman við føroyskum
vinnulívsfólki í Ruslandi
hava havt stóran týdning
og metir hann vitjanini hjá
russum sum eina ásannan
av, at hesi bæði londini,
sum annars eru so ymisk,
vissuliga havt nógv at
samstarva um.
Landsstýrismaðurin
heldur, at russar hava gott
álit á føroyingum, og hetta
hevur ómetaliga nógv at
siga. Teir bera ikki ótta
fyri at verða snýttir og
lumpaðir, og hetta ger
eisini, at teir sjálvir vilja
gera alt fyri at halda sín
part av komandi avtalum.
Samanumtikið bendir
henda vitjan á, at Føroya
og Rusland nú fara at økja
um samstarvið og at vit
kunnu rokna við ítgki-
ligum verkætlanum í
næstum.
-Nú stødid er lagt og
tað er trygt fer nú at ganga
slag í slag heldur Tummas
Arabo, sum sjálvur ætlar
at vísa russum á teir
mongu møguleikarnar í
Føroyum hjå russum. Her
eru skipasmiðjurnar eitt
dømi. Men mong onnur
virki og fyrttøkur kunnu
koma inn í myndina sum
frálíðir.
jan
Ringið!
- og vit skrivå
(O11820