mikudagur 20. apríl 1994síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið ED Nr. 74 — 20. APRIL 1994 Sida7
sera hugnaligum
vørvi verður tilhald stovnað fyri menning
- A
artarnað
í húsunum hjá Dia á Vertshúsin
um. Opið hús er
leygardagin kl. 11. Í løtuni arbeiða nevndarlimir og stuðlar við at leggja síðstu hondina á verkið. Vinstrumegin síggjast
Diana í Puntabyrgi, formaður og Sigrun Wardum, næstformaður
Felagið Javni
stovnar tilhald
Felagið Javni - teimum evnaveikum at bata - hevur al-
tíð verið virkið. Nú verður farið undir at skipa fyri frí-
tíðarvirksemi fyri ungum brúkararum, sum eru flutt í
egnu íbúð ella í búfelagsskap
Tað angar av máling og ødr-
um nýggjum tilfari á mið-
hæddini í húsunum hjá Dia
á Vertshúsinum í Havn, har
limir í felagnum Javna eru
við at leggja síðstu hond á
umvælingina og innrættan-
ina av nýggju hølunum. Har
6 A-
Tey hava gjørt nógv burturúr at gera
rúmini, og nú er bert eftir at fáa tær upp . Jórun Poulsen hevur staðið
her eina hjálpandi hond
skal frítíðarvirksemi fara
fram, umframt at skrivstov-
an eisini fær innivist í
nýggju hølunum.
ÉT
tað hugnaligt inni. Garanurnar seta eisini dåm å
fyri seymingini fær Miðhæddin í húsunum hjá Dia á Vertshúsinum eru rúmlig og innanhýsis er alt varisliga
umvælt soleiðis, at tað gamla umhvørvid kemur til sín rætt
Hugnaligt umhvørvi
Miðhæddin er varisliga um-
væld og málað soleiðis, at
tað gamla byggisniðið rætt-
iliga kemur til sín rætt. Litir
og innbúgv hóskar væl sam-
an. Har er høgt til loft og vítt
til veggja - og sera hugna-
ligt inni. Tað kann bara gera
tað enn hugaligari hjá teim-
um, sum skulu njóta sínar
friløtur har.
Fyri 14 árum síðani læt
felagið Javni upp skriv-
stovu í kjallarahæddini í
somu húsum, men nú eru
farnar so nógvar broytingar
fram hjá teimum menning-
artarnaðu, at tað ikki er nóg
mikið bert við skrivstovu.
Diana í Puntabyrgi, for-
maður í Javna: - Vit tosa
nógv um lívsvirði, og hvat
tað er, sum skapar hesi
virði.
- Tað gleðiliga er hent, at
nógv menningartamad eru
flutt í egnu íbúð ella í bú-
felagsskap.
- Fyri hesi ungu er eisini
galdandi, at tey altíð hava
havt foreldur ella stovns-
fólk, sum hava skipað fyri í
gerandisdegnum, og tí hava
tey ikki sjálvi verið von við
at gera nakað av sínum ein-
tingum. Nú tey flyta fyri seg
sjálvi ella í búfelagsskap,
verður frítiðin ofta long, og
tí kenna nógv til einsemi.
Læra sjálvbjargni
- Tað er orsøkin til, at vit nú
fara at stovna eitt tilhald í
felagshølum okkara í N.
Finsensgøtu. Her kunnu tey
ungu hittast og sjálvi - í
samstarvi við stovnar og
stuðlar - læra at skipa fyri
onkrum, sum hevur teirra
áhuga. Vit fara ikki at gera
av, hvat ítriv ella annað skal
gerast her, men bert lata tað
yvir til tey ungu at finna
útav, sigur Diana í Punta-
byrgi.
- Á henda hátt kunnu vit
samstundis læra tey at ger-
ast meira sjálvbjargin og at
taka ábyrgd av sær sjálvum,
sigur Diana í Puntabyrgi.
Umleið 1500 limir eru í
felagnum Javna. Í Føroyum
eru umleið 160 menningar-
tarnað, sum felagið veit um,
og ein stórur partur av teim-
um býr í Havn. Umframt
tað, so eru fleiri búfelags-
skapir og vard verkstød
stovnað á bygd seinastu tíð-
ina.
Í vikuskiftinum skipar
Javni fyri landsstevnuni, og
í hesum sambandi verður
tilhaldið í N. Finsensgøtu
latið upp. Hetta verður gjørt
hátíðarliga, við at brúkarar
og avvarandi hittast á verk-
staðnum "Virkni" í Berja-
brekku, og haðani verður
spákað oman í N. Finsens-
gøtu, har móttóka verður.
Annars fer víðkanin av
hølunum hjá Javna eisini at
gevaødrum limum inni vist.
Evnisdagar
Eitt nú er ætlanin at skipa
fyrievnisdøgum, har arbeitt
verður við ymsum í sam-
bandi við viðurskiftini hjá
menningaríarnaðum.
Nevndin hevur eisini
hugsað sær, at foreldur við
smærri menningartarnad-
um børnum skulu vitja í
tilhaldinum, so børnini
kunnu læra tey ungu at
kenna.
- Tad er ikki tikið støda til,
hvussu ofta og nær tilhaldið
skal vera opið. Skrivstovan
er annars opin hvønn dag,
og tí er altíð onkur í hølu-
num, um frítíðarvirksemið
fær góða undirtøku.
Diana í Puntabyrgi sigur,
at felagið Javni hevur um-
hugsað at keypa hús, men at
tey ikki hava funnið hóski-
ligt hús enn.
- Vit hava tí leigað mið-
hæddina her, fyri at kanna
tørvin. Vísir tað seg, at her
verður ov trongligt, so fara
vit enn einaferð at umhugsa
at keypa hús, sigur Diana í
Puntabyrgi.
Mynd: Kalmar