Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-20, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. apríl 1994síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Tað verður ikki við Jav- naðarfloksins góða vilja, at løgtingid fer at samtykkja lønarnidur- skurð. Tað gjørdi Jóannes Eidesgaard, landsstýris- maður landsstevnulut- takarunum púra greitt. Hann segði, at valstríðið fer ivaleyst eisini at snúgva seg um lógar- kravdan — lønamidur- skurð. Hesum tykist eisini at vera borgarligur meiriluti fyri. -Eg sígi hetta sum eitt stórt vandamál, sum millum annað fer at skunda undir og økja um fráflytingina, so hon beinleiðis verður ein hóttan, segði landsstýr- gaard -Hóast álvarsligar krepputíðir tori eg at pá- standa, at við Javaðar- inum hesi seinastu árini hevur tað eydnast at varðveita vælferðar- samfelagið, segði Jó- annes Eidesgaard, landsstevnurgðu síni. Hann segði seg ikki vera í iva um, at við eini borgarligari manning í Tinganesi høvdu vit ikki havt eitt so frægt skúla,- heilsu- og almannaverk, Lønarskerjing við lóg: fráflyting kundi farið — Hóast lógarheimild er, hevur stýrið fy Javnadarflokkurin møguleikan at geva arbeidsleysum arbei kortanei til lógarkravdan lónarniðurskurð Hóast krepputíðir: Vælferðar- samfelagið varðveitt - Í áttatiárunum var politiska uppgávan at "út- byggja. Nú hevur uppgávan verið at halda tørn, og tað hevur eydnast so hampu- liga, heldur Jóannes Eides- Nr. 74 — 20. APRÍL 1994 sigur ismadurin og gjørdi greitt, at Javnadarflokk- urin hevur tað greiðu stóðu, sum er eitt korta- nei. -Einasta loysn tl spentu støduna á okkara arbeiðsmarknaði er ein menning av hesum sam- felagi, so vit fáa útvega fleiri arbeiðspláss. Vit mugu normalisera okk- ara arbeiðsmarknaðar- viðurskifti, har hver einstakur okkara kennir, at hann eigur aktivan lut í føroyska samfelag- num, og at samfelagið ikki kann vera handan leiklut fyri uttan, segði Jóannes Eidesgaard. tór.- sum vit hóast alt hava, segði landsstýrismaður- in. -Politiska uppgåvan hesa tíðina hevur ikki verið tann vanliga. Með- an politiska uppgávan tey góðu árini var at bóta um og útbyggja, so hevur politiska uppgáv- an nú verið at hildið tørn, og tað haldi eg hev- ur eydnast hampuliga, segði Jóannes Eides- gaard. tór.- Jóannes Eidesgaard um ALS: Tíðindablaðið vónsvikin av, sigur landsstýrismaðurin Í fjór vóru útgoldnar 250 milliónir í arbeiðsloysis- stuðli. Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í al- mannamálum heldur, at pengarnir kundu verið brúktir ødrvisi og betri enn gjórt hevur verið. Á landsstevnuni hjá Jevnað- arflokkinum um Vviku- skiftið segði hann seg vera vónsviknan av, at stýrið fyri arbeiðsloysisskipanina stórt sæð ikki hevur brúkt aðrar møguleikar enn at lati pengarnar passivt fara út til arbeiðsleys. Hóast lógar- heimild er fyri at geva teimum arbeiðsleysu eitt arbeiðstilboð, hevur stýrið ikki verið fyri tí. Hetta hevði komið bæði teimum arbeiðsleysu og samfelag- num sum heild til góða, segði landsstýrismaðurin. Jóannes Eidesgaard segði, at í løtuni liggur uppskot í tinginum um at broyta skipanina so, at gjørligt verður at fáa í lag eina farloyvisskipan sum skuldi kunna býtt arbeiðið betur. Á fíggjarlógina Landsstýrismaðurin segði seg ikki ivast í, at sum frá líður, verður ALS eisini fíggjað úr landskassanum, men ikki nú beinanvegin. -At seta skipanina bein- leiðis á fíggjarlógina í 1994 metir lógardeildin í lands- stýrinum ikki er í tráð við avtaluni millum Føroyar og Danmark. -Hinvegin er eisini greitt, at um landskassin tekur upp lån, sum verða latið ALS, so merkir hetta, at skipanin má broyta bygnað, og tí má landsstýrið hava meira ávirkan, segði Jóannes Eidesgaard og legði aftrat, at ein tílík broyting tekur tíð. segði seg annars vera fyri, at ALS verður fíggjað eisini av landskassanum. Eisini av teirri orsøk, at so fær landsstýrið meira ávirkan. Gjøldini í vanda Jóannes Eidesgaard nam sum vera man eisini við stríðið millum landsstýrið og stýrið fyri arbeiðsloysis- Eitthvórt høvdu teir báðir, Andrias Højgaard og Jéannes Eidesgaard at pråta um å landsstevnuni hjå Javnadarflokkinum. Mynd: Kalmar skipanina um tað lån, lands- stýrið hevur útvegað skip- anini, men sum stýrið ikki vil skriva undir. -Gjøldini til tey arbeiðs- leysu eru í vanda, orsaka av hesum stríði, hóast pengar- nir eru tøkir vid landskassa- veðhaldi, í ti létu stýrið boðar peningastovnunum frá, at tey vilja gera brúk av pengunum, segði landsstýr- ismaðurin og legði aftrat: -Persónliga haldi eg, at onnur viðurskifti tíverri merkja samstarvið millum landsstýrið og stýrið fyri ALS. Ein týðilig politiser- ing, sum skal fáa lands- stýrið í andstøðu til øll tey arbeiðsleysu, segði Jóannes Eidesgaard. tór.- ri ALS ikki vilja brúkt dstilbod, og tað eri eg Sjúkratrygging heldur enn sjúkrakassa Javnaðarflokkurin vil virka fyri almennari sjúkratrygging sum skal koma ístaðin fyri sjúkrakassar C-limatalið hjá sjúkrakgss- unum er vaksið munandi seinastu tíðina, og hevur hetta við sær, at sjúkra- kassarnir hava tungt við at klára seg fíggjarliga. Jóannes Eidesgaard held- ur, at størsti vansin við hesum er, at C-limimir ikki søkja sær neyðuga lækna- hjálp ella tannlæknahjálp, tí eru teir C-limir, mugu teir gjaldaallan kostnaðin sjálv- ir. Jóannes Eidesgaard heldur, at hóast sjúkra- kassarnir upprunaliga bygdu á eitt samhaldsfast prinsipp, so er hetta burtur í dag. Hann heldur, at bert tey vælbjargaðu søkja sær heilsubót, og hetta er ikki júst tað, sum eyðkennir hesa norðurlendsku skipan. Tí má okkurt gerast, og tað hevur Javnaðarflokk- urin eitt boð upp á. Flokk- urin vil virka fyri, at vit fáa eina“ almenna sjúkratrygg- ing, sum verður fíggjað saman við skattinum. Hetta ger flokkurin eisini greitt í nýggju virkisskránni. tór.-