mikudagur 20. apríl 1994síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið ED Nr. 74 — 20. APRIL 1994 Sida9
Nýggja rammulógin:
Almannalóg til
foroysk viðurskifti
-Rammulógin gevur okkum møguleika at tillaga
til føroysk viðurskifti,
almannalóggávbuna
mótvegis teimum avoldaðu lógum, vit hava havt,
sigur Jóannes Eidesgaard
Fríggjadagin legði Jóannes
Eidesgaard, landsstýris-
maður í almannamálum,
fram uppskot fyri tingið um
rammulóg fyri almanna-
verkið.
Í landsstevnurødu síni
nam landsstýrismaðurin
eisini við hendan spurning.
Hann segði, at lógin
heimilar heimastýrinum at
skifta út donsku lógirnar við
føroyskar. Tað gevur okk-
um samstundis stórri á-
byrgd, segði landsstýris-
maðurin og legði aftrat, at
tað eru fleiri, eisini í Jav-
naðarflokkinum, sum
síggja eitt vandamál, bæði í
blokkinum og í rammu-
lógini, men lógin setur tó
nøkur minstukrøv, segði
Jéannes Eidesgaard. Hann
segdi seg vera sannførdan
um, at hetta gevur okkum
møguleika at tillaga al-
mannalóggávuna til før-
oysk vidurskifti, eins og vit
vónandi eisini búnast til
umsitingarliga og fíggjar-
liga ábyrgd. Jóannes Eides-
gaard segði, at royndirnar
hava higartil vist, at vit hava
havt avoldaðar lógir á
mongum gkjum, sum
eingin føroyskur áhugi
hevur verið fyri at dagføra,
tí tær eru danskar, og sum so
ikki okkara åbyrgdarøki.
tór.-
Við nýggju rammulógini
fer at bera til at laga
almannalégåvuna til
føroysk viðursifti, heldur
Jóannes Eidesgaard,
landsstýrismaður í
almannamálum
Mynd: Kalmar
Marita Petersen, lógmaður:
Valrættur og valbæri
hanga sjálvandi saman
- Hatta málið vænti eg, vit fáa loysn, sigur Marita Petersen, løg-
maður, um kravið frá føroyskum lesandi uttanlands um eisini at
fáa valbæri
Løgmadur fekk herfyri
bræv frå Meginfelag Før-
oyskra Studenta, sum mót-
mæla, at føroyingar uttan-
lands í útbúgvingargrind-
um ikki fingu valbæri, tå
vallógin varð broytt, og tey
fingu valrætt.
MFS vísir á, at sambært
stýrisskipanarlógini
fylgjast — valrættur og
valbæri. Heitt verður á
løgmann um at loysa hetta
málið og stríka regluna,
sum tekur valbæri frá
teimum lesandi.
- Løgtingsval er í nánd -
og kann verða í úrtíð - so
vónandi hoyra vit í MFS frá
tær skjótast tilber. Sjóarfall-
ið mugu vit ikki liggja av
okkum. Blíðar heilsur, og
alt tað besta ynski eg tær,
endar formaðurin í MFS,
Annita á Fridriksmørk,
bræv sítt til Maritu Peter-
sen.
Ein rættur
MFS leggur dent á, at
lesandi ikki hugsa so nógv
um at verða vald í løgtingið,
og tey hugsa heldur ikki um
at stovna nakran politiskan
flokk.
- Tað einasta vit vilja í
hesum fórum er, at lesandi
uttanlands hava rætt til
valbæri. Um so nakar ger
nýtslu av hesum rætti, má so
verða upp til tann einstaka
og flokkin, sum
viðkomandi hevur tilknýti
til, skrivar Annita á
Fridriksmørk, í felagsblað-
num Fjølni.
Grenlendingar
hava valbæri
Hon nevnir í greinini, at
grønlendingar, sum lesa
uttanlands, hava valrætt og
valbæri til Landstingið í
Grønlandi júst tí, at teir eru í
somu serstødu sum føroy-
ingar, at teir i flestu førum
noyðast av landinum fyri at
nema sær ta útbúgving, sum
teir sjálvir vilja hava, og
sum skuldi verið neyðug
fyri landið.
Løgmadur váttar, at hon
hevur fingið brævið frå
MFS, og hon hevur borið
lógardeildini í Tinganesi
tað at kanna fyri at fáa at
vita, hvat praktisk krevst
fyri at geva teimum lesandi
valbæri.
- Tá eg kom í Tingaes
fekk eg lógarmmál at um-
sita, og eg fekk avgreitt
ynskið hjá MFS um valrætt,
og tað bleiv gjørt við broyt-
ing í vallógini.
Lógin forðar Ikki
- Soleiðis sum broytingin er
orðað, kann hon fevna bæði
um valbæri og valrætt, men
hitt, at tey lesandi ikki hava
valbæri, stendur í viðmerk-
ingunum. Eg haldi ikki, at
nakar beinleiðis hevur verið
ímóti at geva teimum val-
bæri, men tað var meira val-
rætt, tey lesandi satsaðu
uppá at fáa. Valbæri varð tá
ikki so nógv husað um,
sigur Marita Petersen.
Sjálvsagt
- Ert tú fyri, at tey lesandi
fáa valbæri? i
- Ja, tí hyggur tú eftir val-
lógini, so er reglan, at har tú
hevur valrætt, hevur tú eis-
ini valbæri. So upp á tann
mátan eiga valrættur og val-
bæri at fylgjast Hinvegin
kemur tað praktiska við, at
- Eg vænti, at vit finna
eina loysn, og eg eri sera
positiv, um tað upp á nakran
máta ber til, sigur Marita
Petersen.
Hon bidjur tey lesandi
orsaka, at hon ikki hevur
kunnað svarað fyrr. Orsøkin
er tær stóru arbeiðsbyrður-
nar, sum hava verið seinastu
tíðina í landsstýrinum.
randi
Nýggj sending av
FEITARI ÍSLANDSSILD
er komin...
Hetta er SEINASTA
SENDING
i år
Tit, sum
skulu
hava
tykkum sjálvi.
Etið heilsugóðu
sildina til dogurða
í minsta lagi eina
ferð um vikuna.
SALT- & KRYDDSILDAFLØK
Spannir å 5 kilo — klår at vatna ut
verdur koyrd til dyrnar i HAVN og
hvønn fríggjadag í KLAKSVIK og
VÅGUM.
SILDAGOYMSLAN
Tlf. 12355
(Avgr.: kl. 9—14)