mikudagur 20. apríl 1994síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10 Nr. 74 — 20. APRIL 1994 Tíðindablaðið { sostalurin |
24 ára gamli Jan Allan Miller úr Vági hevur tey síðstu
árini roynt seg uttanlands sum yrkisfótbóltsspælari — í
Hollandi fyrst, og síðani niðri í Danmark. Misjavnt er,
hvussu tað hevur gingist honum, og serliga hevur hann
verið darvaður nógu av einum skaða í knænum. Nú er
hann komin heim til Føroya at spæla við HB í eina tíð
Tað eru ikki nógvir føroy-
ingar, ið hava roynt eydn-
una uttanlands sum fót-
bóltsspælarar, hóast van-
liga verður hildið, at stóðið
á føroyskum fótbólti er sera
høgt, um tað verður saman-
borið við fólkatalið.
Heldur ikki man tað vera
nakað land í heiminum, ið
upp á seg hevur so nógv
fótbóltsfelgg og so nógvar
virknar fótbóltsspælarar.
Kortini hevur onkur gjørt
eina roynd at fóta sær í fót-
bólti uttanlands, og her er
tað fyrst og fremst 24 ára
gamli vágbingurin Jan All-
an Miiller, talan er um.
Hann fór sum 20 ára gam-
al til Hollands at spæla við
Go Ahead Eagles, ið tá var í
næstbestu deildini. Í dag er
hetta felag í hollendsku
heiðursdeildini, ið teir kalla
bestu deildina.
AGF keypti hann
Har var Jan Allan 1990-
91, men so kom hann heim
aftur til Føroya, áðrenn
hann enn einaferð legði til
brots — hesaferð til danska
felagið AGF í Árhus, ið
keypti hann.
Byrjanin var ikki so galin
hjá Jan Allani har, men so
fekk hann ein skaða íknæið,
ið oyðilegði tað heila. Beint
frammanundan hevði hann
fingið høvid at spæla við í
tveimum Superliga-dystum
á liðnum hjá AGF, men tá
skaðin kom og hann ikki er
sloppin av aftur við hann
fyrr enn nú, hava møguleik-
arnir fyri medvirkan í topp-
fótbólti niðri verið smáir.
Nú er Jan Allan sloppin
frá AGF, og hevur hann í
staðin gjørt avtalu við felag-
ið AC Horsens um at spæla
]
|
vid har eftir 1. juli.
— Eg varð útleigaður frå
AGF til AC Horsens í ein
mánað í fjør, og har fekk eg
tann heiður av spæla í ålop-
inum saman við fyrrverandi
Fortuna Diisseldorf-spæl-
aranum Henrik Ravn, sigur
Jan Allan.
— Nú havi eg í ár verið við
í sjey venjingardystum fyri
AC Horsens, og har hevur
gingist sera væl. Í teimum
sjey dystum skjeyt eg mál í
seks av teimum. Tað hevur
helst eisini gjørt sitt til, at
AC Horsens hevur viljað
havt fatur í mær, og hóast
vit enn ikki hava avtalað
endaliga sáttmálan, so fer
hann helst at fevna um eini
tvey ár í felagnum í fyrsta
umfari.
Ókeypis til Horsens
AC Horsens fær Jan All-
an ókeypis frá AGF, av tí at
hann nú í nakrar mánaðir
fram til 1. juli fer at spæla
sum amatørur. Tað er eisini
tí, at hann er komin til Før-
oya at spæla við HB í fyrru
landskappingarhelvtini.
— Eg eri vágbingur, og
Myndir: Jens Kr. Vang hjartað er eisini í Vági, men
kortini noyddist eg at taka
av einari stórri avbjóðing,
enn 2. deild kann geva mær,
tá eg aftan á 1. juli skal niður
til Horsens at spæla í sokall-
aðukvalifikatiónsligaini, ið
liggur millum 1. deild og
Superligaina, sigur Jan All-
an.
HB minnir mest um
danskan fótbólt
— Orsøkin til, at eg so
valdi at venda mær til HB,
er tann, at eg haldi teir vera
tað liðið, ið spælir tann fót-
bóltin, ið minnir mest um
góðan danska fótbólt. Tó
sást ikki nógv til sovorðið
spæl sunnudagin. Eisini eri
eg av teirri áskoðan, at Jó-
annes Jakobsen sum venjari
man vera tann, ið liggur
nærmast tí, eg eri vanur við
niðri í Danmark.
Hóast Jan Allan eftir 1.
juli fer at spæla við Hor-
sens, verður hann búgvandi
í Árhus.
— Har havi eg fleiri góðar
vinir, og tað eru heldur ikki
meira enn 40 kilometrar at
koyra úr Árhus til Horsens,
sigur hann.
— AC Horsens er eitt gott