Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-20, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. apríl 1994síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sostalurin ] Nr. 74 — 20. APRIL 1994 Sida 11 felag at koma til, og rokni eg vid, at eg fari at trivast munandi betri har, enn eg havi trivist í AGF, ið ikki hevur roynst mær so øgiliga væl hesa tíðina, eg havi ver- ið har. Síðanf hendi sum Tað, ið Jan Allan sipar til, er sjálvandi skaðin, hann fekk í knæið, og alt tað, ið síðani er farið fram. Hann vil ikki so fegin tosa um tað, men kortini fæst okkurt burtur úr honum: — Eg hevði júst spælt meg inn á Superliga-liðið, har eg hevði fingið tveir dystir, tá eg undir venjing beint aftan á seinna dystin var so mikið óheppin, at eg sleit fremsta krossbandið í høgra knæið, greiðir hann frá. — Tað gjørdist neyðugt at leggja meg undir skurð, og gekk skurðviðgerðin eisini væl, til skaðin nakað seinni gjørdi vart við seg aftur. Tá noyddist eg at leggja stilt í eina tíð, og tað er serliga hendan tíðin, ið kanska hev- ur havt ávirkan á viðurskifti míni við AGF. Talan var um ein trygg- ingarskaða, og sambært lógini átti Jan Allan eisini sjálvur at fáa peningin fyri skaðan, men AGF tók sær rætt at millumrokna, av tí at teir ikki hildu tað hava verið rimiligt, at teir høvdu gold- ið honum løn, meðan hann ikki fekk spælt fyri skað- anum. Endaði við semju — Tað kom so langt, at eg fyrireikadi meg at fara i rættin við málinum, men so náddu vit kortini fram til eina semju, ið eg eri nøgdur við í dag, sigur Jan Allan. — Men hetta hevur kostað eitt sindur menniskjansliga, ogegeri ikki soøgiliga væl í øgn við leiðsluna i AGF or- sakað av hesum. Skaðin er heilt avgjørt tann størsti persónligi niðurtúrurin, eg havi havt sum fótbóltsspæl- ari. Orsakað av skaðanum og innanhýsis trupulleikum — serliga fíggjarligum — er tað eitt sindur trupult hjá mær at spæla har. Sum nevnt endaði tað so við, at Jan Allan varð leig- aður út til AC Horsens, ið nú hevur tryggjað sær at fáa fatur á honum sum føstum spælara. — At eg nú fari til AC Hor- sens er ikki serliga trupult, men eg havi garderað meg på” Jan Allan skal eftir 1. juli av ålvara byrja i AC Horsens eitt sindur, um eg nú eina- ferð skuldi fingið kjansin at farið víðari og komið onkra aðrastaðni. Tí eri eg komin í samband við fyrrverandi danska landsliðsspælaran Jesper Olsen, ið saman við einum ødrum dana, Steen Olsen, hevur við handil av yrkisspælarum at gera, sig- ur Jan Allan. — Tá eg so einaferð seinni vónandi skal til eitt annað felag, verður tað allarhelst gjøgnum hann, at handilin tá verður avgreiddur. Vónar at halda fram til hann er 30 ár Hvat fer at henda fram- yvir á fótbóltsskinum, veit Jan Allan Miller av góðum grundum einki um enn, men hann hevur kortini sett sær eitt mál við yrkisfótbólt- inum. — Ja, um alt gongur væl, havi eg hug at halda fram sum yrkisfótbóltsspælari, til eg verði 30 ár. Hvat tá skal henda, dugi eg ikki at siga, men tað kundi verið stuttligt tá at farið at roynt seg sum venjari, sigur vág- bingurin, ið umframt fortíð sum spælari í VB frá smá- dreingjaárum av, eisini hevur 16 A-landsdystir at vísa á —- umframt fleiri dystir á dreingja- og unglinga- landsliðnum sum yngri. — Nú havi eg so ein lítlan steðg heima í Føroyum, áðr- enn eg tørni til aftur niðri í AC Horsens, og vóni eg, at tað fer at ganga væl hjá mær í HB hesar månadimar. Eg eri í hvussu er glaður fyri at vera aftur í Føroyum í eina tíð. Sjálvt um tað hevur regnað nakað, síðani eg kom, er tað gott aftur at vera í Føroyum. Skaðin, ið hevur kostað Jan Allani nógv — bæði so og so — er tíbetur farin aftur- um, og nú kennir hann seg væl fyri og merkir einki til skaðan. Enn er Jan Allan Miiller bert 24 ára gamal, og helst er nakað enn, áðrenn hann røkkur hæddina sum spæl- ari. Og hóast tað hevur ging- ið misjavnt hjá honum sum yrkisspælari, hevur hann ikki bert keðilig minni at líta aftur á. — Størsta upplivingin var, tá vit í Go Ahead Eagles í hollendsku steypakapping- ini í 1991 spældu móti Vi- tesse Amhem fyri 20.000 áskoðarum. Vónandi verð- ur onkur líknandi uppliving aftrat... hj. Landsliðið til Eystur- ríkis í juli Gøsser Brauerei Elektra hevur bjóðað EM-landsliðnum niður til Eysturríkis at spæla dystir Sunnudagin 3. juli fer EM-landsliðið av land- inum at spæla nakrar venjingardystir. Tað er eysturrikska felagið Gøsser Braue- an skal vera ein liður í fyrireikingum lands- liðsins til EM-undan- kappingina, ið byrjar í heyst. Ætlanin er, at lands- liðið á ferðini fær einar tveir ella tríggjar dyst- ir móti 1. og 2. deildar- liðum í Eysturríki, um- framt at ein dystur eis- ini verður spældur í Danmark mándagin 11. juli — dagin fyri, sum farið verður aftur lands undir leiðslu av ja venjaranum verið ta einu ferðina í Føroyum í landsliðser- indum, men hinvegin hevur hann nú fingið ein hjálparvenjara aft- urat sær, ið kann lætta honum um arbeiðið, ið skal gerast við lands- liðnum í Føroyum. Tað er NSÍ-venjarin Petur Simonsen, ið nú alment er settur sum hjálparvenjari. hj. Fótbólturin — ella dómarin í focus! Várið er í nánd og fyri allar fót- bóltselskarar merkir tað at vit enn eitt summar skulu gjøgn- umliva alt kensluregistarið, sum hoyrir fótbóltinum til. Svartasta vónbrot um tap fylgir djúpastu gleði um sigur. Klichéin »tab og vind med samme sind« rakar tf langt vid síðura av einum normalum hátti. Sjálvandi skalt tú vera keddur um ein taptan dyst og hinvegin gleðast um ein vunn- an. Spælararnir hava vant n6gv í 3 mánaðir og vilja nú fáa sigur burtur úr hesum stríði. Áskoð- aramir gleða seg til reikanina landið runt og bleðini kappast um at:vísa mest lukrativu yvir- skriftimar. So einfalt er tað neyvan, og tó. Steypakappingin er byrjað, og sum leikarar hava eg og mínir liðfelagar mett harðari måtstødu enn vit høvdu vænt- að. Ikki tí, mótstaðan frå mót- stóðuliðunum hevur verið av- markað, og eftir 1-4 sigur á HB á útivelli í gjár hava vit góðar meguleikar at náa finaluna um Løgmanssteypid aftur í ár. Hinvegin tykist trupulleikin at liggja í okkara samspæli/mót- spæli við dómaran og ta sving- andi linjuna innan dømingina higartil í ár. Fótbóltssambandið saman við dómarunum ætlar út frá al- tjóða åstødi at »forfina« fót- bóltin, so sleppast kann undan herðum taklingum og kjafta- sliti. Gott er at síggja at tiltøk verða gjørd til tess at verja teir leikarar, sum leika tekniskt konstruktivan og hugflogs- kendan álopsfótbólt og harvið geva fótbóltinum eina hart til- trongda æstetiska dimensjón. Sum fysioterapeutur kann eg bert taka undir við hesum, tí fótbóltssakaðarnir eru alt ov nógvir í tali. Men í sama anda- drátti má ásannast, at fótbóltur er ein kontaktítróttur, ið byggir á ta, næst eftir reproduktión- ina, mest primitivu gimdina, nevniliga viljan at vinna á mót- stødulidnum. Hverjar miðlar tú brúkar til tess at nåa sigrin- um er eitt sindur ymiskt. Fótbóltsspælararnir eru saman við ødrum ítróttarfólki nútíðarinnar gladiatorar, og henda leiklut skulu teir eisini halda áfram at hava. Fótbólt- urin skal ikki vera dominerað- ur av bureaukratiskum dóm- araavgerðum og kanska eisini ráðagerðum. Aftur til dystin í gjár. Skjótt var sjónligt at B71-lidid skuldi takast við harðari hond frá dómarans síðu og vónandi vóru tað ikki bert eg og mínir viðleikarar, ið hildu at:so var. Tóktistsum um hesin taktikkur dómarans var stungin út í kort- ið frammanundan. Vit fingu 4 gul og Í reytt kon í dystinum, so har fóru tær 16000 av Fair- play-krónunum frá Trygging- arsambandinum. Kanska hann samstarvar við Tryggingar- sambandið! Eftir mínum tykki skuldu vit fingið eitt gult kort, men tað, sum ein serliga legði til merkis var, at HB-leikararnir ikki fingu sanktiónir fyri teirra lógarinnar mistøk. Tíbetur dugdu vit sum leikarar at sekta teir á ítróttarliga økinum. Í fótbólti gera leikararnir mistøk og fremja brotsgerðir. Er hetta tilætlað ella av serliga grovum slagi skal dómarin revsa slíkar gerðir. Leikarin fær dóm fyri mistakið. Spurn- ingurin er hver revsar dómaran fyri eitt syndarligt avrik! Havi á egnum kroppi fingið skeivan dóm fyri árum síðani, men við- komandi dómari og linjuverjar døma tann dag i dag fyrstu- deildarfótbólt. Ein góður dómari leiðir ein dystin uttan hóvasták og tú leggur neyvan merki til hann. Dómarin eigur og skal vera eitt hjáputur í einum hverjum fót- bóltsdysti, ikki hevuðsleikar- in! Fótbólturin í focus! Páll á Reynatúgvu P.S. Kundi hugsað mær at sæð hvussu nógv kort ein piprandi Herman Midjord hevði givið á San Siro, meðan Baresi og 5-6 aðrir Milan leikarar tømdu sær lunguni um eitt mistak hann hevði gjørt.