Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-20, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. apríl 1994síða 12

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Nr. 74 — 20. APRÍL 1994 Tíðindablaðið | Amerikanskt - risafelag fekk bæði loyvini Fóroyska oljuævintýrið nærkast Nú er tað so avgjørt: hvor skal kanna føroysku undirgrundini við ti fyri eygað at vita, um olja finst her. Tað er heldur eingin hver sum helst, ið fær litið upp í hendi hesa stóru uppgávu. Talan er um risastóra amerikanska fel- agið Western Geophysical Corporation. Hetta felag hevur havt líknandi uppgávur fyri BP nær við føroyska markinum. Umframt at skula gera seismiskar kanningar á øllum tí føroyska økinum skal felagid eisini gera seismiskar kanningar í Lopraholinum. Marita Petersen, løg- maður sigur við Sosialin, at hon er sera væl nøgd við tað arbeiði, sum er gjørt í sambandi við loyvigevanina og ivast hon ikki í, at vit hava fingið tað rætta felagið til at átaka sær hesa stóru uppgávu. Men eisini fleiri av hinum felggunum høvdu maktað uppgávuna. Tað vísti seg bara, at tað var besta fyri Føroyar at lata hetta eina stóra felagið taka sær av øllum. Løgmadur vónar, at landsstýrið við hesi av- gerð, nú hevur sett skjøtil á kanningarnar eftir olju, soleiðis at ein komandi Eisini boriholið í Lopra kemur nú í miðdepilin. Har skulu gerast seismiskar kanningar. EÐ 2 Hesi kunnu vera fegin. Føroyska oljurådleggingarnevndin, sum hevur lagt eitt ómetaliga stórt og kvalifiserað BR 7 | ; Ab kj oljuvinna her bædi kann koma at skapa mong nýggj arbeiðspláss umframt at geva samfelagnum nýggjar inntøkur. * se arbeiði í allan oljuspurningin, kann nú fegnast umn, at annað stóra stigið er rokkið. Tað fyrsta var frágreiðingin til landsstýrið. Nú fer nevndin at arbeiða víðari við lóggávu og øðrum í samband við veruliga oljuboring > N P/ PR X Sketch map II: NN NBECTORB A, B AND C./N / sector B partiy overiap. Scale: appr. 1: / Contours in metres. x + Kortið vísir okkum tey bæði loyviøkini, sum nú skulu kannast av sama felag. Ein av treytunum hjá føroyingum er tann, at felagið skal ikki bert kanna tey øki, sum í løtuni síggja spennandi út. Felagið bindur seg til at kanna alt økid. Loyvi til at gera seismiskar kanningar á føroysk- um landgrunsøki. Í framhaldi av innbjóðing landsstyrisins hin 2. febr. 1994 at søkjaum loyvi at gera seismiskar kanningar á føroyska landgrunsøkinum, hevur landsstýrið hin 19. april 1994 gjørtav at veita Western Geophysical Corporation bædi loyvini. Loyvini bæði fevna um 0.u. 190.000 km? av lýsta landgrunsøkinum innanfyri 200 fjórðingar. Økid er býtt i triggjar partar: A, B og C. Øki A, ið liggur sunnan fyri Føroyar og øki B, ið liggur eystan fyri Føroyar, eru uml. 125.000 km? hvørt. Oki C, ið liggur norðan fyri og vestan fyri Før- oyar, er uml. 140.000 km?. Verkætlanin, ið verður framd vid størst møgu- ligum fyriliti fyri fiskastovnum, umhvørvi og fiski- skapinum á gkinum, fevnir um seismiskar upptøkur eftir siglilinjum, ið samanlagt eru í minsta lagi 12.000 km til longdar. Eftir somu linjum verða har afturat gjørdar magnetiskar måtingar og tyngdar- mátingar, og serligar seismiskar mátingar í tilknýti til boriholið í Lopra, sonevndar VSP mátingar, verða eisini gjørdar. Umframt verkætlanina í Lopra verða í minsta lagi 7.000 km av seismikki v.m. innsavnaðir í 1994. Restin av tí samlaðu verkætlanini verður framd í 1995. Í tíðarskeiðnum, meðan verkætlanin fer fram, hava nakrir føroyingar møguleika at verða upplærdir hjá Western Geophysical Corporation, partvíst umborð á seismikkskipi, partvíst í London. Har umframt er Western Geophysical Corporation sinnað at brúka føroyska arbeiðsmegi og tænastur í tann mun vit eru kappingarfør. Avtalað er við Western, at Føroya landsstýri fær ein part av inntøkunum frá sølu av kanningarúrslit- unum. Landsstýrið hevur vónir um, at hesar kanningar fara at fáa til vega eitt haldgott grundarlag fyri olju- feløgini at fara undir veruligar oljuleitingar við Før- oyar. Note that sector A and > 2.900.000.