fríggjadagur 22. apríl 1994síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Nr. 76 — 22. APRÍL 1994
Nýggjur ovasti á Førøernes Kommando:
Vit sita ongantíð
leingi í sessinum
-Vanliga starvstíðin hjá einum kommandøri í Føroyum er tvey ár,
síðan verður ein avloystur. Eg kom til Føroya fyrstu ferð í 1969
sum yvirmaður á Vædderen. Eg gjørdist beinanvegin skotin i Før-
oyum. Síðan havi eg verið ofta við ymiskum sjóverjuskipum í
føroyskum sjógvi, sigur nýggi ovastin á Førøernes Kommandi, 51
ára gamli Knud Erik Kristiansen
Eftir Jústinus Eidesgaard
Myndir: Kalmar Lindenskov
Skrivstovan hjá ovastu her-
leiðsluni í Føroyum er ein-
falt innrættað. Eitt stórt
sekshyrnt, blankt polerað
skrivaraborð, minnir um
skapið á Pentagon, stendur
miðskeiðis í rúminum. Á
veggjunum hanga myndir,
millum annað tvær stórar
myndir av drotningini og
manni hennara. Aftanfyri
skrivstovuborðið | hanga
Dannebrog og Merkið síðu
um síðu, eins stór í vavi.
Frammanfyri skrivaraborð-
ið stendur eitt trivaligt
pengaskáp og omaná tí ein
bumba til prýðis.
Aftanfyri skrivaraborðið
situr nýggju ovastin fyri
Førørnes Kommando.
Hann eitur Knud Erik Kris-
tiansen og hann er kom-
mandørur fyri 38 fólkum
sum arbeiða á Marinustød-
ini, ið er vanliga navnið
millum mannað. Knud Erik
er blíðskortaður og dám-
ligur at práta við.
25 ár eru ligin síðan Knud
Erik Kristiansen fyrstu ferð
var í Føroyum, og síðan
hann fyrstu ferð vitjadi
skrivstovuna hjá Færgernes
Kommando. Tá var Bang
kommandørur og nógv vatn
er runnið á sjógv síðan tá.
Danski herflotin er farin
avstað við øllum vaksna liv-
inum hjå Knud Erik Kristi-
ansen. I 1965 tók hann stu-
dentsprågv á Forsvarets
Gyminasium. Sidan får
hann á Offiserskúla. I 1968
varð hann útneyndur løjt-
nantur, kaptajnløjtnantur i
1973. Orlogskaptajnur i
1979, kommandørkaptajn-
ur í 1990 og nú 1. april í ár
kommandørur.
Væl rikin kommando
— Færøernes Kommando
er stak væl rikin, so neyðugt
verður ikki hjá mær at gera
tær stóru broytingarnar.
Starvsfólkið skal ikki rokna
við nøkrum kollveltingum.
Okkara uppgáva er fyrst og
fremst at syrgja fyri at
suveræniteturin verður
hildin. Vit luttaka í vaktar-
tænastuni av føroyskum
sjógkið og vit eru tilbúnir til
bjargingararbeidi, bædi vid
skipi og tyrlu, sigur Knud
- Erik Kristiansen, komman-
dørur.
Knud Erik Kristiansen er
vælkendur i føroyskum
sjógvi. Umframt at hava
starvast sum yvirmaður um-
borð á Vædderen, sokall-
aður fiskioffiserur, so var
hann fyrsti stýrimaður á
Beskytteren 1985-86. Frá
1990 til 1991 var hann
skipari á Beskytteren.
— Tå eg var við Vædderen
var vaktartænastan meira
einføld enn hon er í dag. Tá
var bert talan um eitt 12
fjórðinga fiskimark, ongir
kassar og stongdar leiðir. Í
dag mugu vit ansa betri
eftir, men vit hava eisini
munandi betri útgerð, sigur
hann.
— Nýggju skipini av The-
tis slagnum eru framúrskar-
andi. Serliga sýna tey hvat
tey duga í grønlendskum
sjógvi, tey bera seg sera væl
í ísinum. Ein stórur fyri-
munur í føroyskum sjógvi
við nýggju skipunum er, at
tyrlan kann nýta verri
veður. Skipið er nógv stórri
enn undanfarnu og tyrlu-
pallurin er tryggari, sigur
Knud Erik Kristiansen.
Knud Erik Kristiansen er,
umframt at vera ovasti fyri
Færøernes Kommando,
eisini ovasti fyri donsku
sjóverjuskipunum, tá tey
eru í føroyskum sjógvi.
Hann hevur eisini tyrlu-
manningina undir sær, tá
sjóverjuskipið er burtur og
tyrlan stendur í Vágum.
Hann er eisini ovasti fyri
sjóverjuflogfarinum, sum
regluliga flýgur yvir før-
oyskum havøki.
— Hetta flogfar ger upp-
gåvur sum vit bidja um.
Endamálið vid flúgvingini
er at byrgja fyri at ólógligur
fiskiskapur yvir longri tíð-
arskeið verður ríkin í før-
oyskum sjógvi. Flogfarið
hevur ikki fastar flúgvidag-
ar, sigur Knud Erik Krist-
iansen.
V&B professionel!
— 1990, tå eg var skipari á
Beskytteren, gjørdu vit eina
bjargingarvenjing saman
við føroysku vaktarskip-
unum. Hóast tey føroysku
skipini eru smá og Ólavur
Halgi er gamal, so er tað
ótrúligt hvussu professio-
nellar manningarnar eru.
Tað sóu vit undir hesi
venjing. Manningarnar eru
smáar, men tær vita sanni-
liga hvat tær skulu. Sam-
starvið við vaktar og bjarg-
ingartænastuna er e1simi tætt
og tað eru regluligir fundir
við leiðsluna á hesi. Eisini
eru vit saman um bjarging-
arsentralin MRCC Tórs-
havn, sigur Knud Erik
Kristiansen
Høgt skattatrýst ræðir
— Allir sum arbeiða á
Færøernes Kommando eru
komnir higar av frium vilja.
Higartil hevur ikki verið
trupuleiki at manna Fær-
øernes Kommando. Men eg
veit ikki um høga skatta-
trýstið í Føroyum fer at hava
nakra ávirkan í framtíðini.
Tá vit flyta til Føroyar fáa
vit føroyskt P-tal og vit
rinda okkara skatt her.
Innan danska herflotan
verða fólk frá tvungnu
herskylduni næstan íkki
nýtt, sigur Knud Erik Krist-
iansen, kommandørur.
Søkti tå um at gerast
kommandørur i Føroyum?
Tidindabladid ÆTT.
Nýggju kommandørurin saman við våpnamerkinum
hjá Føroernes Kommando
- Nei, ein verður út
nevndur til kommandør
Tad vil siga eitt sindur av
ávirkan hava vit. Liggur tað
ógvuliga illa fyri at flyta,
kanska serliga um ein
hugsar um familjuna, so
sleppa vit helst undan. Men
í mínum føri var ongin
trupuleiki. Eg kendi Før-
oyar og mær dámdi at vera
her. So var eg eisini so
heppin, at konuni eisini
dámdi oyggjamar, sigur
Knud Erik Kristiansen.
Knus Erik er giftur við
Mariannu, hon er útbúgvin
sjúkrahjálpari og býr nú
saman við manninum í
embætishúsunum Y viri við
Strond. Tey eiga eina dótt-
ur, hon eitur Jeanette og
starvast hjá ferðastovuni hjá
DSB í Berlin
Knud Erik er tann fyrsti
sínum familju, sum starvast
burturav innan danska
flotan. Pápin var múrari.
GOTT
NEYTA-
KJØT
í fjórðingum ella |
skorið eftir ynski, |
til sølu fyri
sámuligan prís
Páll Patursson
Kati-TIf. 28089