fríggjadagur 22. apríl 1994síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 76 — 22. APRÍL 1994
Nýtt blað
RUDDINGIN
útkomið
Síða 8
Á mangan hátt er hetta nýggja tidarrit ein nýskapan í
blaðheiminum. Alt blaðið er stúvstappað við rele-
vantum fakta-upplysingum, ið gjølla lýsa støðuna í
samfelagnum. Í so tungur lesnaður, heldur kanska
onkur. Ja, lættisoppalesnadur er tað avgjørt ikki. Tað
ber ikki til longur bert at fara fram eftir fummum,
sum best ber til, so sum samfelagið hevur verið rikið
alt ov leingi. Lættisoppar við svarta ongari barlast, í
fjølmidlunum, í tingi og landsstyri og umsiting, teir
hava virkað seinastu reiðiliga 20 árini. Urslitid er
syndarligt, veldug samfelagskreppa. Nú mugu og
skulu allir lættisoppar, innan hitt almenna, ruddast
burtur av vegnum, og haldgóður, væl grundaður
politikkur setast í staðin. Politikkur eigur ikki at
grundast á falskar fortreytir, so sum hinir gomlu
flokkarnir hava gjørt, og har við kollrent samfelagið
búskaparliga. Yvirhøvur hava politikaramir einans
kraddað undir seg, bert arbeitt fyri seg sjálvar.
Gomlu flokkarnir og politikararnir hava ikki megn-
að at rikið ein landsgagnligan politikk, tað gongur
sjón fyri søgn. Ti mugu vit hava nýggjan flokk, og
nýggjar politikarar, ella stendur deyðin í durunum.
VALUTAKURSIR
USA Dollari 661,95 659, 90
Bretland Pund 991,07 975, 13
Tyskland Markur 392,27 393, 69
Svøriki Króna 83, 69 83, 57
Noreg Króna 90, 38 90, 39
Frakland Frankur 114,34 115, 18
Belgia Frankur — 19,056 19, 107
Sveits Frankur 462,81 463, 90
Holland Gyllin 349,00 350, 06
Italia Liri 0,4091 0, 4041
Finnland Markur 120, 51 119, 09
Island Króna 9,23 9,21
Eysturríki Skillingur 55,757 55, 952
Spania Pesetas 4,811 4, 806
Portugal | Escudos 3,841 3, 794
Kanada Dollari 479,92 478, 85
Japan Yen 6,4423 6,4118
Irland Pund 958,31 943, 72
Grikkaland Drakmur > 2,677 2, 672
XEU 758,13 758, 09
Kelda: Føroya Sparikassi
BÁTUR ÚR EIK
ynskist til keyps
Tveir íslendingar ynskja at fáa fatur á ein-
um gomlum føroyskum báti úr eik, 18-30
tons stórum. Båturin skal hava motor og í
vera sjófgrur, so hann kann siglast til Ís-
lands. Áhugað kunnu ringja á tlf. 11820,
lokal 33 millum kl. 8.30 og 15.00
Deyvafelag Foroya
Skrivstovan í Deyvahúsinum »Effata«, Íslands-
vegur 10 B, Tórshavn, er opin hvenn dag kl. 9-11.
Telefon/telefax 17597 og telefax 41992, skrivitele-
fon tit. 0123 og bið um 16929 ella 41792.
Limafundur hvønn månadag kl. 20—23.
Tidindabladid (5771)
Aftast frå vinstru: Zacharias Hansen, Dånjal Niclasen, Øssur Debes, Andreas Debes, Martin Nielsen, Eivind Rein, Påll
Thomsen, Elsing Wang. Fremst frå vinstru: Martin Joensen, Liljan Nielsen, f. Justinusen, Poula Apol, f. Jacobsen, Annika
Nielsen, f. Hansen og Sigmundur i Hoyvik.
Hittust 50 år seinni
Í langa tíð hevur Poula Apol
tosað um, at "teir gomlu
konfirmantarnir", sum
vórðu fermdir í Havnar
kirkju um várið í 1944,
skuldu komið saman aftur
onkran dag at hugna sær.
Hon ringdi og skrivaði til
teirra, og royndi at finna teir
aftur.
Hon fann fleiri. Onkran
kendi hon, sum búði í
Havnini, onnur búðu niðri,
ein í Noregi 0.s.fr.
Hjá fleiri lá ikki fyri at
koma, onkur trongdi til eitt
lítið skump, men allíkavæl
stóðu 13 av teimum í
Havnar kirkju sunnudagin
og mintust aftur á várið
1944.
Í sambandi við hetta
minningarhaldið vóru vit og
vitjaðu Poulu Apol og
spurdu hana um mangt og
hvat. Hjá henni búði Elsing
Wang, sum eisini varð
fermdur í '44. Hann hevur
búð í Noregi síðan 1953, og
er hetta bert triðju ferð hann
. er í Føroyum síðan tá.
Hjá Elsing vóru tað
børnini, ið søgdu, at hann
skuldi fara, og hevði tað
ikki verið fyri tey, so hevði
hann neyvan verið í Før-
oyum nú.
Spældu úti
Vit spurdu tey bæði um,
hvussu tað var at ganga til
prest undir krígnum. Jú, tey
gingu til prest í gamla
kommunuskúlanum, hvgnn
dag kl. 3 í ein mánað. Tá ið
tey vóru liðug, fóru tey,
hvønn dag, út at spæla, men
tað mátti verða áðrenn tað
skýmdi, tí tá var myrka-
legging, og eingin mátti
vera úti, aftaná tað var
vorðið myrkt.
Í 1944 gekk konfirma-
tiónin ikki fyri seg, sum hon
ger nú. Tá mátti tú duga
katekismus og sálmar, og
tað mátti alt terpast umaftur
og umaftur.
Sunnudagin eftir at tey
vórðu konfirmerað, fóru tey
til altars, og tá ið tað var
liðugt, bjóðaði prestur
(Jákup Joensen) teimum til
kakao og bollar í presta-
garðinum.
Veitsla sama dag
Konfirmantaveitslan = var
Umframt tey, sum hittust aftur sunnudagin, vórðu hesi eisini fermd í Havnar kirkju á vári
heldur ikki eins og nú. Tá
var døgverdi og drekka-
muður fyri familu tann
sama dagin, og so var
drekkamuður fyri vinum og
kenningum tann næsta
sunnudagin.
Meiningin hjá Poulu við
minningarhaldinum var, at
tað skuldi verða sama dag
sum tey vórðu fermd, 16.
apríl, men hetta var ein
leygardagur í ár, so tað mátti
heldur verða sunnudag, so
at tey kundu fara í kirkju
eisini.
Tey vóru saman allan
dagin.
Dagurin byrjaði við
kirkjugongd í Havnar kirkju
kl. 11, síðan fóru tey á Hotel
Hafnia at eta døgverda. Tá
ið døgverdin var liðugur,
spákaðu tey niðan igjøgnum
viðarlundina, og endaðu so
uppi hjá Poulu at fáa sær ein
drekkamunn.
Tosað var um at metast
aftur um eini tíggju ár, men
tað fer tíðin at vísa.
Lovisa
1944: Inger Effersøe, f. Olsen, Andrea Gásadal, f. Samuelsen, Judith Mørk, f. Rubeksen,
Sunneva Holm, f. Brekstein, Villy Bærtensen, Valdemar Dalsgaard, Tróndur Dam og
Tórfinn Lambaa. Tey, sum ikki eru á lívi longur: Irena Borðoy, f. Joensen, Johanna
Hansen, Niels Erik Mortensen, Djóni í Geil, Ásmundur Nielsen og Torbjørn Niclasen