Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-22, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. apríl 1994síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

— Tíðindablaðið [ sastalurin | Nr. 76 — 22. APRIL 1994 Síða? Skúlatilboð til ung arbeiðsleys Landsskúlafyristingin mælir til skipaða undir- vísing fyri arbeiðsleysa ungdómin Landsskúlaráðið góðkendi í seinastu viku eitt álit, sum hevur gjørt um útbúgving- artilboð til arbeiðsleysan ungdóm. Landsskúlafysisitingin leggur upp til at brúka ein part av pengunum, sum standa á fíggjarlógini til arbeiðsskapandi tiltøk, til hetta. Ætlanin er mett sum ein roynd at forða fyri, at alt tað unga fólkið rýmir, og so samstundis geva teimum virkismøguleikar og livs- innihald. Sagt verdur i ålitinum, at årliga eru umleid 300 næm- ingar, sum ikki fara vidari aftaná 9. og 10. flokk Fyrr kundu hesi altíð fáa okkurt arbeiði ella fara í létu, men nú ganga flestu teirra fyri einki, og ein stór- ur partur tekur tí avleiðing- arnar og rýmir av landinum. Tey 250-300, sum í ár fara úr fólkaskúlanum, og sum hvorki halda fram í skúla, fara í læru ella fáa arbeiði, hava ikki rætt til stuðul av nøkrum slag. Tey mugu bara liva av foreldr- unum. Tað er ikki serliga sunt lív at skula liva av ødrum, og einki at hava at fara upp til. Lætt er tå at detta inn í ónda ringrás, verður sagt í áliti- num Fyribyrging - Tað er ikki minst fyri at forða fyri tí vanda, sum her liggur og lúrir, at okkara grannalond heldur vilja binda um heilan fingur og royna at geva hesum ar- beiðsleysu unglingum nøk- ur onnur útbúgvingartilboð í fjølbroyttum innihaldi, vavi og longd, stendur í álit- inum. Skúlar aðrastaðni Í Danmark hava tey bæði unglingaskúlar, fram- leiðsluskúlar og dagháskúl- ar fyri ung arbeiðsleys. Dømini eru nógv um næm- ingar, sum í hesum skúlum fingu tey fyrstu hugskotini um eina ella aðra fram- leiðslu, sum teir síðan hava ment sum sjålvstødug virki, ið hava eydnast væl. Dagháskúlarnir eru meira ætlaðir arbeiðsleysum fólki, sum lítlan og ongan - Blindastovnur Føroya hevur opið måndag-triggjadag kl. 9-16. Teiefonir: 18222 og 19288. skúla hava fingið. Enda- málið við skúlanum er at styrkja hesi fólkini so og so. Í Føroyum eru eingi til- boð til teirra, sum ikki halda fram við at útbúgva seg eftir fólkaskúlan. Landsskúlafyrisitingin mælir til at gera eina roynd- arskipan, og ikki hugsa um lóggávu beinanvegin. Mælt verður til at geva teimum 16-18 ára gomlu útbúgvingartilboð sambært fólkaskúlalógini, og tey, ið eru 18 ár og eldri skulu fáa tilboð sambært frítíðarund- irvísingarlógini. Viðkomandi tilboð Landsskúlafyrisitingin leggur dent á, at tilboðini skulu verða viðkomandi fyri tey ungu. Stovnurin hugsar sær eina uppbýting sum hesa: 1. Ítrivsbólkurin, ið bert ynskir at hava okkurt (ávíst) ítriv at fara upp til. 2. Framleiðslubólkurin, ið ynskir at nýta hendurnar til meira enn bert ítriv. 3. Utbúgvingarbólkurin, ið ynskir at fáa eina (ávísa) útbúgving. 4. Ferleikabólkurin, ið ynskir at eftirútbúgva seg betur á sínum øki. 5. Umskúlingarbólkurin, ið ynskir at umskúla seg. 6. Sosiali bólkurin, ið einamest tráar eftir menn- iskjaligu felagsskapi. 7. Aðrir bólkar (við sam- ansettum ynskjum). Kostnadarætlan er gjørd fyri royndarskipanina, og hon sigur, at við 30 næm- ingum i skipani, kann figg- ingin verða 660.000 krónur frá landinum, 531.000 krónur frá Landsskúlafyri- sitingin og so nakað frå kommunum og næminga- gjaldi, tilsamans 1,3 mió krónur. Við 120 næmingum verð- ur samlaði kostnaðurin 5,25 mió. krónur. So skuldi land- ið rindað 2,6 mi6., Lands- skúlafyrisitingin 2,2 mió. og restina kommunur og næmingar. Hetta er alt fyri eitt ár. Saman við vinnulívinum Arbeiðsbólkurin, sum gjørt hevur álitið, hugsar sær til at taka vinnulívið, virki, ferðafólkavinnu uppí verk- ætlanina. Nøkur hugskot verða nevnd um, hvat tey ungu kunnu fáast við. T.d. tað, sum tveitt verður burtur av fiski, eisini skræðan. Onnur hugskot eru ullavirking, skreytlutavinna, togvirk- ing, umvælingar av træ- skipum og tænastuveiting- ar av ymsum slag. Landsstýrið hevur nú fingið álitið. randi Onkur skúlatilboð hava verið fyri arbeiðsleys, t.d. hevði handilsskúlin telduskeið ankta Brandan frímerki island, Írland og Føroyar hava í hesum døgum givið út Sankta Brandan frímerkir. Mánadagin 18. apríl komu Sankta Brandan frímerkini út. Tað er íslendska, írska og føroyska postverkið, ið saman geva frímerkini út. Einasti munurin á frímerkj- unum eru virðini og navnið á landinum. Søgurnar um Sankta Brandan eru nógvar, og fleiri av teimum eru helst eisini bert søgur. Sankta Brandan var írsk- ur munkur, og hann gjørdi fleiri ferðir yvir Atlantshav- ið. Tað sigst , at hann fann Ameriku 1000 ár áðrenn Columbus, og 400 ár áðr- enn Leiv Hepna, men hes- um er onki prógv funnið fyri, og tí má ein bara ganga út frá, at tað eisini er skrøgg. Søgan sigur, at ein munk- ur einaferð hevði sagt Brandani frá einum eina- búgva (Sankta Mernoc), ið hevði gjørt fleiri sjóferðir vestureftir, og funnið eitt stórt meginland, har mang- ar fruktir og blómur vuksu. Brandan varð hugtikin av hesari søgu, og fekk hug at royna hesa ferð. Hann fór so, við síni manning - 14 munkum, undir at smíða ein stóran bát úr eikitræ, neytahúðum og tálg. Tá ið båturin var liðugur , bóru teir mastur, segl og vistir, til 40 dagar, umborð. So gekk leiðin út á At- lantshavið, har teir komu í mangar vandar, sóu mangt legið og vitjaðu undarlig stød. Brandan kom å nakrar grannaoyggjar, sum hann nevndi "Seyðaoyggin" (hildin at vera Føroyar) og "Fuglapáradísið" (hildið at vera Ísland). Ein søga sigur, at teir, tætt við Seyðaoynna, komu til eina grýtuta berliga oyggj. Teir drógu bátin upp og kyndu bál at kóka kjøt. Men tá potturin kókaði, fór oyggin at skelva og rrøra seg. Munkamir máttu draga båtin sum skjótast at sleppa sær burtur. Tá vísti tað seg at vera ein stórhvalur og ikki ein oyggj, og teir sóu hann fara svimjandi avstað, við bálinum á bakinum. Ferðin hjá Brandani vardi í 9 ár, har hann kom til Føroyar, Íslands, Grøn- lands og Ameriku, og hann grundlegði fleiri kleystur og kirkjur. Stutt eftir at hann var komin aftur til kleystrið Clonfert, heima í Írlandi, andaðist hann, 91 ára gam- al. Tað var í árinum 580. Í 1976 fór Tim Severin saman við fýragðrum (mill- um annaðTróndi Paturson, listamanni úr Kirkjubø) undir ferðina yvir Atlants- Sild Sild Sild Nú er tann stóra og feita íslandssildin aftur at fáa. 5 kg spannir salt- og krydd flok uttan bein og skr Vágum og Klak. Sent verður eisini við Strandferðsluni Sildargoymslan Stoffalág 17 Tlf. 12355, opið kl. 9-14 havið, til Ameriku. Hann bygdi ein bát, við byggi- sniðinum sum var brúkt fyri 1500 árum síðan, og hann brúkti tað sama tilfarið sum Sankta Brandan. Hann helt, at tað mátti búgva onkur sannleiki undir søgunum um Brandan. Ferðin gekk rættiliga striltið, men eftir 50 sam- døgur og 3500 fjórðingar, komu teir á land í New Foundlandi. Og við hesari ferðini prógvaðu teir, at tað hevði kunnað latið seg gjørt at siglt um Atlantshavið fyri 1500 árum síðan. Í sambandi við at frímerk- ini vóru givin út, hevdi Før- oya Filatelistfelag ein bás uppi í Norðurlandahúsin- um. Har vóru tey íslendsku, írsku og tey føroysku frí- merkini og fyrstadagsbjålv- arnir seldir. Lovisa Volvo 244 við aut. gearum biliga til solu. Tlf. 33482 Loppumarknaður Køkutombola & Kaffisøla verður í Bygdarhúsinum í Hósvík leygardagin kl. 15.00 Nógv góð ting og klæði Bygdarfelagið Varðin