Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-22, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. apríl 1994síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið EI Nr. 76 — 22. APRIL 1994 Síða 11 Eríggjakveldið kl. 19.00: Barnaletan Vit fara í kveld at hitta ta 3 ára gomlu Ritu, sum býr í Grønlandi, men er og ferðast í Føroyum júst nú. Hon dugir grønlendskt og fer at læra okkum nøkur orð. Nógv børn hava vant ymisk bóltspel inn- andura í vetur. Fótbólt, hondbólt og flog- bólt. Í Klaksvík venja nakrir dreingir flog- bólt, og Barnaløtan slapp við til venjing eitt kveldið. Og søgan í kvøld er um Gullhár og tær Eríggjakvældið kl. 19.25: Sannur kærleiki Foreldur Rianne eru farin hvør til sítt, og til jólaveitsluna dansar mamman kjålkadans við einum fremmandum manni, meðan pápin fjeppar uppi í eini ungari kvinnu. Rinus er framvegis skotin í Emmu, og Rienne kennir seg púra einsamalla í verð- ini. - Týtt og tekstað hvur Gurðið Rubeksen. Friggiakvøldid kl. 20.35: Vakurleikin og ódjórið Menniskju dóma djór eftir útsjónd og geva teimum menniskjaligar eginleikar. Vit halda vekur djór vera góð og ljót djór vera ónd. Okkum dámar djór, sum vit kunnu identifisera okkum við. Men hví er tað so? Er tað íborið? Ella er talan um indoktriner- ing? Brian Dennely og Michael Tucker Am. sjónvarpsfilmur í tveimum pørtum frá 1989 um kappingina ímillum stórveldini um kjarnorkubumbuna undir seinna heims- bardaga, sæð frá amerikanskari síðu — og teir granskarar, sum savnaðust um tann flogvituga og lúnuta J. Robert Oppen- heimer í Los Angeles, New Mexiko. Kirk Douglas og John Wayne Leygarkvøldid kl. 21.10; Kærleiki í Karibia Am. stuttróð í trimum pørtum frå 1993. Hendingarnar fara fram á tí vøkru tropisku oynni St. Martin: Tann vakra Maxine elskar ævintýraran Ocean, men sambandið teirra millum er rættiliga 6møguligt, tí familj- urnar hjá teimum hava altíð ligið í stríði hver við aðra. Tá beiggi Maxine so doyr í eini løgnari vanlukku, kyknar stríðið av álvara. Leygardagin kl. 15.00; Sunnukvøldid kl. 20.30; Sunnudagin kl. 14.50: Pansaradiligensan Am. cowboyfilmur frá 1967. John Wayne og Kirk Douglas hava høvudsleiklutirnar í hesum spennandi filmi, sum byrjar við at ráð verða løgd um at beina fyri John Wayne og endar við álopinum á eina pansaradili- gensu, ið er kjokkfull av gulli. Leygardagin kl. 17.30: Dinosaurarnir Fran er deyðamóð av at vera húsmóður og finnur sær eitt arbeidi, men so hevur Earl knappliga tvey. Disney teknifilmar Elgurin Morris — Dunnu Dánjal sum golf- spælari — Fridagur Dólgamúla og Dunnu Dånjal i Kavakriggi. | Indiana Jones Paris 1919. Indy er tolkur á friðarráðstevn- uni í Paris. Har hittir hann nógv fólk, teirra millum sín gamla vin T. E. Lawrence, sum er við tí arabisku sendinevndini við Faisal prinsi á odda, og ein ungan vietnamesiskan tænara, sum fer at seta dám á søguna. Hann eitur Ho Chi Minh. Momo Radost Bokel og Bruno Stori Filmurin er frá 1986 og er bygdur á takendu skaldsøguna eftir Michael Ende um gent- una Momo og hennara stríð ímóti teimum smáu, gráu monnunum, sum stjala tíðina frá fólki. Sunnudagin kl. 18.15: Søgan um Count Basie Tann am. pianisturin og orkesturleidari Count Basie hevdi sitt egna orkestur i 50 år. f sendingini eru upptøkur vid Count Basie sjålvum og samrødur við limir í orkestr- inum, m.a. Sweets Edison, Earl Warren og Buddy Tate. Vit hoyra kend Count Basie løg sum Ld. »Boogie Woogie<, >Pocket Full of Keys< og >Doggin' around«. Sunnukveldið kl. 19.40: Litli lækni å preriuni Loren Bray, keypmadur, eigur framvegis húsið, sum Sully hevur lænt Quinn lækna og børnunum, og nú vil hann hava húsini aftur. Men lagnan ger, at hann fmær meira brúk fyri Quinn lækna, enn fyri håsunum. Týtt og tekstað hevur Malan Håberg Andersen. Tóm hús og tómar hendur Fleiri smábygdir eru komnar illa fyri av stóru fráflytingini úr Føroyum. Fyri nøkr- um fáum árum síðani búðu hálvtannað- hundrað fólk í Elduvíkar kommunu. Nú eru færri enn 100 eftir. Annaðhvert hús í teim- um báðum bygdunum stendur tómt. Ein smoltstóð i Funningsfirdi er einasta ar- beiðspláss, ið er eftir í kommununi, men tey, ið har arbeiða, hava ikki fingið løn í fleiri mánaðar. Í Funningsfirði og Elduvík Óttast tey fyri, at bert gomul fólk verða eftir í bygdunum um fá ár, kemur ikki vend í. Lagt til rættis hava Dagmar Joensen-Næs og Leivur Hansen. Sunnukvøldid kl. 22.20: Maskeradan Thommy Berggren Svenskur sjónvarpsfilmur frå 1992. Tann 16. mars 1792 er tann svenski kongurin Gustav III i ílatingarrúminum hjá sær å Kungliga Operan i Stockholm, har hann fyrireikar seg at fara i ta vanlukkuligu gryluveitsluna. Hóast kongurin er vitugur maður, hevur nærum alt miseydnast hjá honum, kærleiki, vinskapur og leiðsla, og nú er hann umringaður av fíggindunum. Thommy Berggren hevur høvvdsleiklutin sum Gustav III. ”