Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-22, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. apríl 1994síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

2 Nr. 76 —22. APRIL 1994 Tíðindablaðið Tyskvøldid kl. 19.15: Barnasendingin f hesi sendingini fara vit ein tår til Gambia at vitja Kololi-børnini. Njeme og systir hennara eru famar oman å strondina. Har hitta tær ein fiskimann, sum tær kenna. Alju vitjar farbróðir sín, Bala. Hann er træsker- ari og dugir ógvuliga væl at gera skortar úr træi. Tyskvøldid kl. 21.10: Jagstranin eftir »Sjakalinum« Í 1983 fór rithøvundurin David Yallop undir at jagstra tann professionella yvir- gangsmannin Ilych Ramirez Sanchez, kendur undir navninum Carlos — Sjakalur- in. Jagstranin vardi næstan 10 ár og hesi ár var Yallop í næstan 20 londum. Filmurin avdúkar, at Carlos var pengagrammur og snýtti, har hann kundi. Eingin fekk gagn av hansara virksemi, men tað voldi mongum vanlukku og sorg. TSKVAMIÐRLRBG: Óndskaparins eygu Ein mordari drepur ungar gentur og tann ungi FBI-næmingum Clarice skal vera við at kanna málið. Hon skal tosa við tann svaka, sera vituga hópdrápsmannin Hanni- bal >The Cannibal< Lecter, sum situr inni- stongdur í einum fongsli fyri sinnissjúkar brotsmenn, men sjálvt í fongslinum er psykopaturin ein óhugnaligur mótstøðu- maður. Anthony Hopkins og Jodie Foster hava høvudsleiklutirnar í hesum kriminalræðu- filminum frá 1991. Filmurin er sera óhóskandi fyri børn. Mikukvøldid kl. 19.00: Heidi og fjallaabbin Telegrammið Omman og pápi Kláru koma á vitjan — og gleðin er ovurstór, tá tey síggja, hvat Klára nú dugir. Men Pætur er bangin. Hann hevur ringa samvitsku og heldur, at nú skal hann í fongsul. Morgan Freeman, Rodrick Wimberly og Cicely Tyson Mikukveldið kl. 22.25: Stridid hjå Marvu Collins Am. filmsdrama frá 1981. Í 1975 segði Marva Collins upp, eftir at hon hevði verið lærarinna á einum vána- ligum skúla í Chicago í nógv år. Uppsøgnin kom sum mótmæli ímóti skrivstovuveldi og líkasæluni hjá hinum lærarunum og í tí treysti, at hon kundi gera tað betri. Hon stovnaði sín egna skúla fyri >ómggulig< børn, og familjan stuðlaði henni. Hóskveldið kl. 19.00; Bamsi og Kjúli Bamsi og Kjúli halda, at Aski altíð er so fittur og fyrikomandi, og tí tla teir báðir at gleða Aska. Teir gera eina arbeiðstekning til Aska, tí tað er tað besta hann veit. kvøl Tey vælsignadu børn Hvussu tosa vit við børnini um kynslívið? Ber til at tosa við tey um barnalokkarar uttan at ræða tey óneyðugt? Tosað verður eisini um børn, sum eru ov feit. Gestir í sjónvarps- stovuni eru m.o. tann kendi norski sexo- logurin Tore Langfeldt og tíðindakvinnan Annette Tolstrup — tey bæði hava skrivað bøkur um kenslur og seksualitet hjá børn- um. Hoskvøldid kl. 22.35: Cocoon Am. ævintyrskemtifilmur frå 1985. Nakrir pensionistar i Florida eru av ålvara farnir at merkja ellid boyggja. Men sokoma teir av óvart í samband við nakrar rúmdar- verur og tað er sum at finna sjálva lívsins keldu. Tey gomlu livna upp og yngjast. Men rúmdarverurnar havaeina missión, og tá tey gomlu koma henni í vanda, hendir nakað óvæntað. Fríggjadagin kl. 11.45: Tað hendi í Skotlandi Bretskur filmur frá 1945. Ein ung kvinna er á veg til Hebridurnar at giftast við einum ríkum, gomlum manni, men endar á Mull og giftist við einum ungum herovasta. Eríggiakveldið kl. 19.00: Road House Am. filmur frá 1989 við Patrick Swayze í høvudsleiklutinum. Navn hansara er Dalton. Hann koyrir í einum Mercedez 560, hevur lisið filosofi og vinnur sær nógvan pening.Ofta hevur hann verið sligin og sundurbrotin, men hann heldur sær kortini sera væl. Hann er bara tann besti! Í einum náttklubba, Road House, berjist hann móti oddamanninum í býnum... Eríggiakveldið kl. 23.10: Airport 1975 Am. filmur frá 1974 við Charlton Heston í høvudsleiklutinum. Eitt pri vatflogfar renn- ir saman viðein jumbojet, og nógv doyggja, onnur verða illa særd, bert ein er, ið noyðist at fáa stóra flogfarið á beina kós aftur... Leygardagin kl. 17.10: Something Wicked This Way Comes Am. filmur frå 1983. Tveir dreingir, Will og Jim eru á veg heim úr skúla ein myrkan oktober seinnapart. Teir fara inn á bóka- savnið, har pápi Will arbeiðir, at hyggja í bøkur. Seinni sama dag sær Will eitt reklamublað um eitt sirkus, sum skal koma til býin dagin eftir... og tað er ikki vanligt í oktober. Leygarkveldið kl. 19.05: Heartbreak Hotel Am. filmur frá 1988. Austin, Texas 1972. Rock'n Roll tónleikarin Johnny Wolfe, sum er móður av gerandisdegnum, ger av at finna tann einasta, sum kann fáa mammu hansara at halda uppat at droyma og sam- stundis fáa lív í býin — nevniliga sjálvan kongin, Elvis Presley! Hann leggur eina ætlan og hann rænir hann. Familjan hjá Johnny broytist fullkomilig og fær nýggja lívsvón, men hesir dagarnir hava eisini stóran týdning fyri Elvis. David Keith spælir Elvis Presley. Sunnukvøldid kl. 21.55; Dancing With the Devil Bretsk dokumentarsending um åvirkanina harður rockur hevur á ungfólk. Kann hesin tónleikurin fáa fólk at taka lívið av sær ella drepa onnur? John Tanner royndi at gera sjálvmorð, eftir at hava lurtað eftir Black Sabbath. Jim Hardy drap ein floksfelaga samstundis sum hann lurtaði eftir rock- tónleiki. 16 ára gamli Michal Waller tók lívið av sær eftir at hava lurtað eftir Ozzy Osbourne »Suicide Solution«. Í einum rættarmáli verða Judas Pries og CBS Re- cord ákærd at hava verið orsøk til at tvey ung fólk doyðu eftir at hava lurtað eftir teirra tónleiki. Sagt varð, at plátan >Stained Class« førdi fram krógvaðan boðskap. Helge Dietrichson leggur til rættis. Månakvøldid kl. 22.05: Grand Slam Ein dråpsmadur verður leyskeyptur úr fongslinum fyri 1.000.000 dollarar, og nú er hann aftur í býnum. Men hann hevur gjørt tvey mistøk - hann er rýmdur úr Hardball og Gomez. Tað snýr seg um drápsmannin og narkohandlaran Aguilar, og teir stolnu pengarnir, hann nú ætlar sær eftir, eru hjá fyrrv. konu hansara, Ann. Tá ið Hardball og Gomez fáa frænir av hesum, fara teir til Ann. Teir sannføra hana um, at teir ongan áhuga hava fyri pengunum, men bert at fáa Aguilar settan fastan aftur. Og meðan teir tosa við hana, ger Aguilar nógv. Hann rænir lítla barnið hjá Ann og krevur loysigjald. Týskveldið kl. 22.05: Married with Children ; Bud vil hava pengar at fara til konsert fyri, og Kelly vil hava pengar til eina ferð. Tá ið Al noktar teimum hetta, noyðast tey sjálv at vinna sær pening... Mikudagin kl. 11.50: It's Hard to be Good Bretskur filmur frå 1948 um eina krigs- hetju, ið roynir at spjaða frið rundan um seg. Men tað miseydnast í heilum hjá honum... Hoskvøldid kl. 23.10: Silent Scream Am. filmur frá 1980. Fýra ungir studentar hava ongastaðni at búgva, men so fáa teir eitt rúm til leigu í einum stórum gomlum húsum uppi á einum heyggi. Ein kvinna, Mrs. Engels, og sonur hennara eiga húsini. Ein av studentunum verður knappliga funn- in myrdur, og tá ið løgreglumenninir Mc Giver og Rusin fara at kanna morðið gjøll- ari, uppdaga teir, at Mrs. Engels eisini eigur eina dóttur, sum fyri nøkrum árum síðani hevur verið á sinnissjúkraúsi.