fríggjadagur 22. apríl 1994síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 18 Nr.76 —22. APRÍL 1994 Tíðindablaðið CD
LANDSTEVNAN '94
-Vit mugu geva
teimum arbeiðsleysu
betri figgjarlig Kor
Arbeidsloysi er okkara størsti menniskjansligi trupulleiki og vóni
eg, at vit skjótast gjørligt kunnu fáa hetta mál loyst segði Jón
Ingi Eidesgaard, nevndarlimur í Eysturoyar Javnaðarfelag m.a. í
sínum innleggi á landsstevnuni hjá javnaðarflokkinum seinasta
leygardag. Jón Ingi treiv í nógvar spurningar og geva vit honum
orði:
Hugsjónin
Javnadur, frælsi og brødra-
lag var grundin undir ti
rørslu, vit í dag eru savnað
fyri at føra víðari.
Er tað eisini grundin í
dag?
Hví siga alt fleiri fólk, nei
í dag finnist eingin javn-
aðarhugsjón? Tey sita bert
og nøra um seg sjálvan.
Eru tað bert fólk úr hinum
flokkunum, ið siga hetta,
ella eru trúgv javnaðarfólk
av somu hugsan. Eg eri tí-
verri noyddur at svara ja. Jú
tað eru alt fleiri av okkara
egnu, sum ivast og eru iva-
leyst fleiri orsøkir til tað.
Skulu vit fáa javnað,
frælsi og brødralag, so má
kapitalurin vera felags ogn
og ikki privatur. Vit hava
fingið bankamar, og skuldu
tí verið komnir langt. Men
er nøkur broyting, eru tað
ikki somu prinsippir gald-
andi nú, sum tá vit fóru í
hernað ímóti at broyta. Ein-
asta broyting fyri skatt-
j er, at hann nú
oman á vedhøldini fær allar
tær skeivu privatu fløgurnar
at gjalda aftur. Fólk rokna
við at síggja hugsjónina aft-
ur, har vit eru komin á mál.
Latið vera og selji partabrøv
úr bankanum til privat fólk.
Ein annar trupulleiki eru
tey ymisku fólkavaldu. Ein
ævigur meldur av orðum og
tað tykist sum øll halda tað
vera so ómetaliga týdning-
” armikið at markera sína per-
sónligu stóðu. Oftast verða
tey noydd til, ikki bert at
revidera støduna, men góð-
taka eina heilt aðra. Her er
nógv at gera hjá flokkinum
og burdu vit fingið gjørt
nakrar vidtøkur fyri, hvussu
vit avmarka hesa egin per-
sónsdyrkan. Floks disiplin
sær mangan út til at vera eitt
ógvuliga fjart stað.
Fyri mær er sakin púra
greið, vit hava fingið fleiri
ymisk stød, har avgerðir
verða tiknar, hetta mugu
teir fólkavaldu rætta seg eft-
ir. Gera teir ikki tað, finnast
fleiri aðrir flokkar, sum seta
einstaklingarnar í hásæti.
Eg veit væl, attingmenneru
suverænir í sínum avgerð-
um, men hugsjónin og
flokkurin mugu liggja
fremst og kunna ikki gang-
ast ímóti, uttan so at tað fær
avleiðingar.
Tíðin
Hetta er ein torfør tíð hjá
flestu føroyingum. Búskap-
arliga stendur illa til og
nógv fólk eiga nærum ikki
missa hús og onnur virði og
standa eftir við eini botn-
leysari skuld.
Nærum øll vanlig fólk
standa eftir sum hugsjónar-
lig hým og stara eftir tí, sum
fyri bert fáum árum síðani
vóru rættindi, men nú bert
eru 80'ini, skapt av nøkrum
ørvitisknokkum av politik-
arum. Hetta er hugsanin,
skapt av fólki, politikarum,
arbeidarafeløgum og fjøl-
miðlum.
Eg eri ósamdur við hesa
hugsan, vit skaptu nógv gott
og fingu nógv rættindi í-
gjøgnum. Sumt var minni
gott, men heldur ikki so
ringt, at øll javnadarrørslan,
haldandi um nøsina, rennur
yvir í tann reindyrkaða
høgra køstin. Har marknað-
arbúskapur, effektivisering
og kostnadarstødi eru loys-
unarorðið fyri investorar og
maskinur, meðan ALS nóg
illa heldur lív í løntakaran-
um, so hann kann brúkast í
framleiðsluni.
Á arbeiðsmarknaðinum
haldi eg tað vera neyðugt
skjótast gjørligt at gera nak-
að nýtt við arbeiðarans úr-
tøku av framleiðsluni. Sy-
stemid vid at arbeidarin
verður avroknaður sum nú
við timaløn, kemur at geva
alt ov lítið. Alt arbeiði í dag
verður pressað so hart og
effektiviserað so nógv, at
prosentvísur partur av úr-
tøkuni ella framleiðsluni
átti at verið meira umrødd-
ur. Eg vóni at arbeiðarafe-
løgini koma at fáa okkurt
líknandi igjøgnum, áðrenn
ymiskar akkord skipanir og
lækkan av kostnadarstødin-
um verður gjøgnumført, um
sambandið og fólkaflokk-
urin koma fram at eftir val-
ið.
Tað stríðið, sum nú fer
fram millum arbeidarafeløg
5.
” eina er spurningurin,
hvør skal læna, so arbeids-
leys kunnu fåa nakrar fåar
krónur til livsins uppihald.
Hitt, har tvidråtturin er um,
hvussu nógv fólk skulu fáa í
stuðli, tá tey eru komin á
inntøkur uppá 220.000,- kr.
Eg haldi at vit beinanveg-
in mugu geva teimum ar-
beiðsleysu betri fíggjarlig
kor, handan innbygda gula-
loysa seg at arbeiða, t.v.s. at
brúkast í øSrum tíðum, men
ikki nú við arbeiðsloysi upp
425%.
Hinvegin haldi eg ikki, at
fólk, sum hava inntøku om-
an fyri 220.000 kr., hava
nakran rætt til stuðul. Hava
manningar ella partar av
manning gjørt góðar túrar
og forvunnið meira enn 220
túsund, so er hetta ein
spurningur millum fakfeløg
og reiðara, hvørjar sømdir
manningin skal hava.
Arbeiðsloysið
Arbeiðsloysi er uttan iva
okkara størsti menniskjaligi
trupulleiki og vóni eg at vit
skjótas gjørligt kunnu fáa
loyst hetta mál. Hetta sær
ikki gott út í løtuni, men
hóast alt eru tað fleiri, sum
hava fingið arbeiði í granna-
londunum, uttan at flyta.
Javnaðarfólk hava verið
háðað, tí tey hava sagt, at
fólk, um møguleiki er fyri tí,
noyðast at fara í onnur lond
at arbeiða. Hetta hevur ikki
verið óvanligt fyri okkum,
men er sjálvsagt ikki nakað
at byggja ein politikk uppá.
Men hví ikki viðganga
tað, tá fólk, serliga sjófólk,
gera tað sjálvt í góðum tíð-
um.
Eitt, sum eg trúgvi vit
skulu ansa eftir, er ikki at
geva teimum arbeiðsleysu
ta kenslu, at í lívinum eru
arbeiði ella útbúgving ein-
astu grundleggjandi virðir.
Einki ringt um tey bæði,
men royndir frá ødrum
londum við arbeiðsloysi
visa, at henda tankagongder
ógvuliga negativ og per-
sónsniðurbrótandi fyri tey,
sum vegna arbeiðsloysi fara
undir útbúgving við bara
arbeiði fyri eyga, men einki
fáa eftir lokna útbúgving.
Tað finnast onnur virði/ar-
beiði í samfelagum, sum
fleiri av hesum fólkum
kundu gjørt nógv gott fyri
og samstundis havt tað gott
við seg sjálvan.
Hesir tankar krevja, at
flokkurin reviderar hugsan
sína um arbeiði til allar
hendur, har arbeiði bert
verður roknað eftir traditio-
nellum mátistokki, L.S.
sum løn fyri økta fram-
leidslu.
Sethúsamarknaðurin
Tað er grátuligt at hoyra
fólkavaldar javnaðarmenn
siga, at teir hava moralskar
trupulleikar við at gjøgnum-
føra eitt av teimum størstu
sosialpolitisku málunum
nakrantíð, nevnliga set-
húsamarknaðin. ;
Í sambandi við ta sokall-
aðu >sethúsaloysnina<,
sum landsstýrið hevur sett
sítt álit á, vil eg gjarna hava
svarað hesum spurningi.
Hví er tað neyðugt at sa-
nera og ikki longja, lækka
rentu og niðurfrysta lán í
vinnulívinum, tá hetta er
einasta loysn fyri húsa-
marknaðin?
Argumentið fyri rentu-
lækkingina, longjan av lán-
um og frystingini á húsa-
marknaðinum er, at tað vón-
andi fer at ganga framá um
nøkur ár og so klára fólk at
gjalda sína skuld. Hvussu
ber tað til at bankarnir ikki
hava somu vón fyri vinnu-
lívið. Hvussu skal eitt væl
útbúgvið fólk trúgva hes-
um? Ella eru tað somu ør-
vitisknokkar frá 80'unum, ið
snýtaokkum einaferð enn, tí
sum er eru tað nærum bert
politikarar, ið trúgva hes-
um.
Tað kundi sæð út sum um
hugsjónin er broytt til at fólk
Jón Ingi Eidessgaard, nevndarlimur í Eysturoyar
Javnaðarfelag heyði nógv upp á hjartað á landssteynuni
eru til fyri vinnulívið og ikki
umvent.
Ein sera einføld loysn á
sethúsaspurninginum hevði
verið at sett bann fyri sølu
av føstum ognum í eitt åvist
áramál. Neyðugt hevði ver-
ið at avmarkað hetta bann til
tey, sum eru í gjaldføris-
trupulleikum av ov dýrum
húsum í 80'unum.
Hetta hevði í fyrstu atløgu
avmarkað tær óhugnaligu
lagnur, sum í dag flest allar
flyta til Danmarkar, við
fleiri hundrað túsund krón-
um í skuld í vidførinum.
Í aðru atløgu hevði tað
givið teimum, sum ætla at
selja, betri prís, tí nógv færri
hús vóru á marknaðinum.
Í wiju atløgu høvdu vit
steðgað tí spekulatión, sum
keypa fleiri hús við vinningi
fyri eyga, um nú olja verður
funnin í undirgrundini.
Hetta ber ikki til, vilja tey
flestu siga. Men eitt er
greitt, okkurt má gerast.
bara hyggja at, tí tey, sum
bygdu, hava gjørt sína
skyldu. Er tað so ikki frá
okkum, tey skulu krevja
rættin.
Onnur mál
Tá vit eru farin at broyta
stýrisskipanina, hevði eg
hildið tað veriðr ætt at inn-
ført somu reglur um val-
skeið sum í Noregi. So
-=>