fríggjadagur 22. apríl 1994síða 19
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið
-Minkid trolara-
flota nakað aftrat
-Fiskastovnarnar koma ikki fyri seg aftur, fyrr enn vit hava minkað trolaraflotan
nakað aftrat. Men eitt ávíst tal av trolarum mugu vit hava fyri at kunna tryggja
virkjunum fisk, eisini tá uppiløgur eru segði fyrrverandi javnaðartingmaðurin í
Norðoyggjum, Poul Jacob Olsen, tá hann tók orðið á landsstevnuni hjá javnað-
arflokkinum í Norðurlandahúsinum herfyri.
Hann minti annars á, at vit koma ongantíð at liva bara av tí, sum Føroya-
grunnurin gevur. Vit verða altíð noydd til at dúva upp á fjarleiðir eisini.
Millum tey mongu lands-
fundarfólkini í Norður-
landahúsinum seinasta
leygardag var eisini ein av
gomlu veteranunum hjá
javnaðarflokkinum og
tingmaður í mong ár, Poul
Jacob Olsen úr Klaksvík.
Eisini hann hevði orðið.
Hann vísti á tíðirnar, tá
hann tók við sum ting-
maður í 50-unum og sam-
anbar tær við í dag. Hann
nam fiskivinnuspurningar
og nevndi eisini, hvussu
umráðandi tað er at varð-
veita sjúkrahúsið í Klaks-
vík. Hann segði m.a.:
Tók við í 58
-Nú var eg so heppin, at
eg var í tinginum í eini
góðari tíð. Eg kom í tingið
í 1958, tá Petur Mohr
Dam var løgmaður. Tá
vóru ikki nógvir pengar
heldur. Tað høvdu verið
fátæksligar tíðir
frammanundan.
Sjóvinnubankin fór jú um
koll, og arbeiðsloysið varð
stórt. Tåsundstals føroy-
ingar fóru av landinum at
arbeiða. So tað, ið hendir í
dag, er einki eindømi,
men eg skilji væl tey, sum
sita á tingi og í landsstýri
hava havt tað ringt hesi
árini. Tí tølini eru so
ómetaliga nógv størri.
Tann fyrsta fíggjarlógin
eg var við til at samtykkja,
hon var upp á 15 mill. kr.
Nú er hon upp á hálva
triðju milliard.
Finnið áralagið
Poul Jacob Olsen heitti á
flokkin um at standa
meira saman og greiða
ósemjurnar innanhýsis.
-Tað kemur mær fyri tá
eg lurti og lesi blødini, at
okkara fólk ella fyri tað
samgongumenn hava ikki
gott áralag, her hugsi eg
um landsstýrið og ting-
manningina. Tað er sum at
tey rógva í hvør sítt borðið
oftani, og tað er sera
óheppið.
Sjálvur havi eg altíð
hildið, at ósemjurnar
skulu avgreiðast innan fyri
flokkin fyrst og so innan
fyri samgonguna. Hetta
haldi eg, at øll okkara fólk
eiga at leggja sær í geyma
segði fyrrverandi tingmað-
urin úr Klaksvík. Síðani
nam hann við sítt hjarta-
mál, fiskivinnuna og
segði:
Flskastovnarnir
-Tað verður tosað um
fiskastovnarnar, og har
vita vit, at tað er ikki lætt
at byggja teir uppaftur.
Men vit eiga tó at gera
->
hevði løgtingid sitið í fýra
ár og vit høvdu evt. sloppið
burtur úr gllum hesum
eviga taktiska keglinum.
Andstødan hevði verið
meira seriøs, tí risikoin fyri
sjálv at enda í landsstýri
altíð vildi verið til staðar.
Beinleiðis val av løgtings-
formanni hevði verið ein
góð loysn, serliga við tí sit-
andi formanninum í huga.
Tey friðaðu økini roynast
væl fyri húkaveiðuna, tað
eru fleiri ár síðani so nógvur
toskur er komin upp á land.
Undanfarin ár hevur bert
upsi verið at fingið. Hvussu
kvotaskipanin kemur at
roynast, er ilt at siga enn,
men okkurt mátti gerast, so
vónandi er hetta eitt stig á
leiðini.
Um ES-spurningin vil eg
ráða til, at vit skjótast gjør-
ligt seta okkum inn í norsku
ES-avtalna. Tað verður
nokk á hesum stødi, vit
kunnu gera okkara evt. av-
talu. Út frá hesum má flokk-
urin fáa sær greið argument,
antin fyri ella ímóti, og ikki
sum nú við einum sovorðn-
um yppandi øksl-nci.
Åhugavert kundi eisini
verið at kanna okkara
møguleikar í Norður
Amerikonsku handilssam-
gonguni. Heilt erligt haldi
eg, at hesin møguleiki er í so
okkum greitt, at vit koma
ongantid at liva av ti, sum
Føroyagrunnurin gevur.
Tað vita vit frå gamlari tíð
av.
Poul Jacob Olsen vísti
síðani til gamla tíð. Tá
føroyingar róðu út við
áttamannafari vóru teir
staðbundnir og máttu vera
her, men teir fóru kortini
til Íslands at rógva út, ú
har var meiri fiskur at fáa.
Og tá sluppurnar komu
fóru teir víðari til aðrar
fjarleiðir, tí ov lítið var at
fáa við Feroyar. Tað
skuldi ikki so nógv til tá,
men kortini. Fátæksligar
tíðir vóru, og fólk høvdu
lítið at liva av men tey
settu ikki so stór krøv til
lívið tá, og tað var av
góðari grund, tí ein hevði
ikki allar hesar hentleik-
arnar. Nú er sjálvandi so
nógv ødrvisi. Øll hava
hesar mongu hentleikanar
og vilja treydugt av vid
teir aftur. Men teir kosta,
og tað eru teir, sum ma.
fiskivinnan skal bera.
Bretsku trolararnir
Poul Jacob Olsen mintist
aftur á tíðina, tá seinni
veraldarbardagin brast á.
Hann róði sjálvur út tá við
motorbáti. Fyri kríggið
var sera lítið at fáa. Fekst
tú eini 1000 til 1500 pund
so lat tú væl at. Tá kríggið
kom fóru allir trolarar av
grunnunum, bretar tordu
ikki at fiska her, og tað
gingu bara tvey ár, so
bleiv fult av fiski og tað
var ikki smáfiskur. Tað
var bara stórur toskur og
langt frá landi at byrja við.
Hann kom íkki inn á
grunnin fyrr enn seinni, so
tað var fiskur, sum hevði
verið fyrr á grunninum
men varð stygdur burtur
av grunnunum av einum
ómetaliga stórum bretsk-
um trolaraflota.
Hesir bretsku trolarar-
nir, vísti Poul Jacob Olsen
víðari á, grópaðu okkara
grunnar upp, men vísti so
til, at tað í dag eru tað
okkara egnu trolarar, ið
gera tað.
-Vit fáa ikki skil upp á
hetta fyrr enn vit hava
minkað trolaraflotan nak-
að niður aftrat. Tó eri eg
ikki slíkur fanatikari, sum
sigi, at vit skulu ongan
trolaraflota hava. Tí tað
ber heldur ikki til. Vit
mugu hava skip, sum
Nr. 76 — 22. APRIL 1994 Síða 19
Poul Jacob Olsen: -Vit koma ongantid at liva av ti, sum
Føroyagrunnurin einsamallur gevur
kunnu lata virkjunum fisk
javnt. Høvdu vit bara útr-
óðrarbátar, tå langar uppi-
løgur véru, og sum
mangan kundu vara upp i
ein månad, so var einki
arbeidi uppi å landi heldur
alla ta tidina.
Sjúkrahúsið
Poul Jacob Olsen minti
annars landsfundin og
landsstýrismannin á,
hvussu vandamikið tað er
at nema við eld og við
hesum sipaði hann til
sjúkrahúsmálið.
-Eg haldi eg kann siga
fyri tey, sum búgva í
Norðoyggjum, at vit vilja í
hvussu so er hava eitt
sjúkrahús, sum er nøkun-
lunda vælvirkandi. Nå sær
ein, hvussu læknarnir
koma og fara. Her eru so
nógvir fremmandi læknar
úr India og Irak og so
kemur ein gonga av lækn-
um úr Havn, at tað hevði
fjarur í nærum allar mátar. | Løgmaður lurta eftir javnaðarveteraninum úr Klaksvík Poul Jacob Olsen.
verið frægari høvdu vit
fastan lækna her segði
Poul Jacob Olsen, sum
annars tók undir við
partamanni sínum Jørgin
Thomsen um, at vit ong-
antíð ov skjótt eiga at fara
til arbeiðis at sannføra
føroyingar - yngri sum
eldri - at tað einasta rætta
er at atkvøda fyri javn-
aðarflokkinum til heystar.
-Vit mugu minna fólk
á, at okkara stevnuskrá er
tann besta av øllum. Allar
hinar kunnu gott fara í
pappírskurvuna segði
fyrrverandi tingmadurin,
ið ætlaði at gera sítt til, at
javnaðarflokkurin skuldu
koma væl frá einum kom-
andi vali.
jan