Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-23, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. apríl 1994síða 4

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Nr. 77 — 23. APRÍL 1994 Sethúsafelagið: Nú má okkurt henda Ætlanin er at sauna fleiri feløg fyri at leggja trýst á myndugleikar- nar, og tosað varð um at hava stórt felags 1. mai hald Hóskveldið vóru umboð fyri 21 feløg á fundi við nevndina í Sethúsafelag- num. Haraftrat vóru fleiri limafeløg í Føroya Arbeið- arafelag umboðað. Súsanna Dam, forkvinna í Sethúsafelagnum, sigur, at øll landsins feløg vóru til Nevndin í Sethúsafelagnum roynir nú at fáa ll landsins feløg at arbeiða saman kallað til fundar, tí nú má okkurt munagott gerast fyri at leggja trýst á landsins myndugleikar. - Okkurt má henda, skulu vit bjarga fólkinum í hesum landinum, sigur Súsanna Dam. Flytingin av landinum er øgilig fløtuni. Bara síðan 1. januar eru 700 fólk flutt. Úr eini bygd sum Kollafirði eru fleiri familjur farnar, og 9-10 fara aftrat fyrsta dagin. Sama skilið er í nógvum bygdum í Eysturoynni. Sethúsafelagið kallar fel- øgini til fundar aftur hós- kvøldi& 28. apríl kl. 19. Fundurin verður í hólum Føroya Arbeidarafelags. Ætlanin er at fáa nógv leiri feløg við á fundin, ikki bara fakfeløg, og at tey á fundinum skulu hava út- vegað sær heimild frá lim- um sínum til at taka undir við tiltakinum, ætlanin er at gera. Hvat tað er, vil Sú- sanna Dam ikki siga enn. Á fundinum varð eisini tsað um at feløgini øll skulu taka seg saman um at hava eitt stórt 1. maí hald í ár. Ikki bara fakfelggini, men eisini Sethúsafelagið, Felag teirra arbeidstøku, kvinnufeløg og onnur feløg, sum hava | hug at verða við. randi Afturvistu ollum Arbeiðsgevararnir og arbeiðarafelggini eru ikki komin nærri málinum at gera nýggjan sáttmála hósdagin millum arbeiðs- gevaramar og tey fimm arbeidarafeløgini, Føroya Arbeidarafelag, Havnar Klaksvíkar Afbeiðsmanna- felag, Klaksvíkar Arbeiðs- kvinnufelag og Fjallbrúður. Felggini gjørdu arbeiðs- gevarunum greitt, at tey blankt avvistu øll broyting- aruppskotini frå arbeiðs- gevarunum, sum tey mettu vera sera provokerandi. M.a. vilja tey ikki hoyra um, at leygardagurin aftur skal verða vanligur arbeiðsdag- ur, og at lítil og einki eyka skal latast fyri yvirarbeiði. - Vit mæltu arbeiðsgev- arunum til leingja verandi sáttmála, soleiðis at teir kundu vísa skil og ábyrgd, men teir søgdu nei til at leingja verandi sáttmála óbroyttan, sigur Ingeborg Vinther. Hon heldur tað vera sera órímiligt at krevja, at arbeiðararnir skulu gjalda fyri, at virkini ikki hava nóg dugnaligur leiðslur og ikki klára seg. Virkini kláraðu seg heldur ikki í gulltíðini, sigur Ingeborg Vinther. Tá arbeiðsgevararnir søgdu nei til at leingja ver- andi sáttmála, løgdu arbeið- arafeløgini fram síni krøv. Ongar viðmerkingar komu til hesi uppskot. Partarnir hava avtalað at halda fram við samráð- ingunum týsdagin og miku- dagin. randi Fimm arbeidarafeløg hava felags såttmålar. Å myndini siggjas Niklas Johannesen, formaður í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, Páll Nielsen, sakførari hjá feløgunum, og Ingeborg Vinther, forkvinna i Føroya Arbeidarafelag (Mynd: Kalmar Tíðindablaðið (5771) Súlan siglir ikki til Mykinesar um veturin Mykinesmaður: Hetta er Otolandi - Vit hava í nógu ár ikki kent okkum so avbyrgd sum nú, sig- ur ein mykinesmadur - Tað er eitt syrgiligt skil í Mykinesi, hvat sambandi viðvíkur. Ofta er ikki flúgv- andi, og eingin bátur er at heita á at koma við veru, sigur Oskar Joensen í Myki- nesi. Hann hevur roynt at strongt á, hevur ringt til Per og Pól, og hann hevur skriv- að í blødini. Men einki hendir. - At tyrlan ikki altíð kann koma, er til at liva við, men fyrr plagdu vit at kunna fáa bát út um veturin, um okkum tørvadi onkra vøru, tí tað skal ikki so nógv til, at tyrlan ikki kann koma, sigur Oskar Joensen. - Tyrlan hevur bara verið her tvær ferðir, síðan hon byrjaði aftur at flúgva, men fraktina hava vit ikki fingið. Samstundis hevur verið fínasta veður á sjónum, men bátur er eingin. Nógv í mill- um seinasta vár. Tá var Súl- an fleiri ferðir her, sigur Oskar Joensen. Av tí at tyrlusamband hevur verið nú í so nógv ár liggja tey ikki longur inn við vøru at brúka tað næsta hálva árið. Tí er nú eisini mangt og hvat farið at ganga undan hjá teimum. Ein kona t.d. hevur leingi havt kol liggjandi í Sørvågi. Kolið fær hon ikki, og ti noyðist hon at kynda við gomlum rimafjalum. - Haraftrat er tað so trygt hjá okkum íkki at kunna vita, nær og hvussu vit kunnu sleppa aftur av oynni, sigur Oskar Joensen. Hann heldur tað vera eitt afturstig, at Strandferðslan lættyrluflúgvingina frá sær, tí nú hevur eingin ábyrgdina av post og frakt. - Í gjár hevði verið flúgv- andi, men tá var eingin ruta, sigur Oskar Joensen, sum vil vera við, at tað eru nógv ár síðan, at mykinesfólk hava kent seg so avbyrgd sum nú. Strandferðslan hevur ikki longur ábyrgdina av at røkja sambandið út í Mykines. Vetrarhálvárið siglir Súlan ikki. Skal bátur fara út, tá tyrlan ikki flýgur, má At- lantic Airwayssyrgja fyri tí, sigur Tummas Magnussen, stjóri á Strandferðsluni. randi