Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-23, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. apríl 1994síða 5

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið Nr. 77 — 23. APRÍL 1994 Síða 5 FÁ fyrraárið. Tjaldmissiónin hevur á hverjum sumri síðani 1979 hildið tjaldmøti Tjaldmissionin gevst á Gøtueidi Tjaldið á Gøtueidi vid allari tilhoyrandi útgerð verður i dag lyst til sølu í bløðunum. — Vit halda, at tíðin nú mestsum er farin frá júst hesum virkseminum, og fara at royna okkurt annað, sigur Jóni Johannesen Hin Føroyska Tjaldmissi- ónin hevur síðani 1979 hild- ið tjaldmeti — á Leynasandi tað fyrsta summarið, men síðani á leigaðum grundøki í grótbrotinum á Gøtueidi tey fylgjandi árini. Í dag er lýsing í blødun- um, har tjaldið við allari til- hoyrandi útgerð verður sett bíliga til sølu. — Orsøkin til, at vit hava valt at selja tjaldið og alt tað, ið hoyrir til, stendst av, at vit halda tíðina mestsum vera farna frá tjaldmøtum, sigur Jóni Johannesen frá Tjaldmissiónini. — Tað lá mestsum í luftini í fjør, tá vit tóku tjaldið nið- ur eftir summarið, at tað neyvan fór at verða sett upp aftur í summar. Nú hava vit so tikið avgerðina um, at vit Gøtumenn spila seg ut Fyri at vera so væl fyri fíggjarliga sum gjørligt til Eu- ropa Cup-luttøkuna fyri meistaralið, roynir GÍ nú at skipa fyri ymsum tiltøkum fyri at fáa pening í kassan Gøtumenn eru nú við stór- at fyrireika seg til Europa Cup í heyst. hjá GÍ, og verður eitt nú skipað fyri stórari konsert við Frændum, Hanusi Jo- hansen og Eyðuni & Terja í høllini á Kambsdali. Eisini annað er í um- búna, og Kristi Himmal- ferðardag 12. maí fer GÍ at hava eitt risastórt bingo í Ítróttarhøliini á Kambs- dali, har vinningar fyri ikki minni enn 45.000 krónur verða at vinna. Millum vinningarnar, ið gøtumenn hava fingið fat- ur á, eru tiggju lomb til heystar, heil og hálv krov, stóru vinningarnir skulu fara fyri heilar plátur og lutaseðlar. Tað er eingin loyna, at tað er eitt stórt tak, ið skal takast, tá ein bygd sum Geta skal royna seg úti í Europa, og ikki minst setir hetta krøv til tað fíggjar- liga, um luttøkan skal eydnast so væl sum gjør- ligt. hj. Pauli og Jastrid Høj framman fyri Tjaldinum á Gøtueidi, ið nú verður lýst til sølu. Tey bæði tóku sær av møtunum har í Mynd: Jens Kr. Vang fara at royna at selja tjaldið. Umframt sjálvt tjaldið, ið er stórt og tekur eini 500 fólk, verða eisini seld ein toilettvognur, tveir skúrar, ein smátta og so ein minni matstova. Í fyrsta umfari er ætlanin at fáa selt alt í ein- um. — Tey seinnu árini hevur ikki so nógv fólk verið til tjaldmøtini, og tað er heldur ikki so høgligt hjá øllum at skula ferðast til miðgkið fyri at kunna vera við, sigur Jóni Johannesen. Broyttar umstødur — Tað hevur eisini verið tosað um, at nú hevur tjaldið staðið uppi á hvgrjum sumri í mong ár og á sama stað, men at tað kanska hevði verið meira nærliggjandi at hugsa sær, at tað vóru vit, ið fóru út til fólk og ikki øvugt, at tey komu til okkara. Tí fara vit nú at royna okkurt annað í staðin. Jóni Johannesen sigur, at iska rørslan tók seg upp í Føroyum, tí í fyrstuni var ikki so nógvastaðni at fara. Nú er ødrvisi, og hús sum Soli Deo Gloria i Klaksvik, Keldan f Skålabotni og Skúlin i Hoyvík eru føst til- haldsstød hjá karismatikar- um, umframt aðrastaðni í landinum. — Tað er sjálvandi ikki við gleði, at vit nú lýsa tjaldið til sølu, men vit hava hildið, at tað var tað rætta at gera nú, av tí at åhugin tykist hava verið dalandi, sigur Jóni Jo- hannesen. — Vit kunnu hinvegin við gleði og takksemi líta aftur ángkur år, har tjaldmissi6n- in hevur verið til signing fyri mong, og upp gjøgnum árini varð tjaldið eisini sera væl vitjað til tíðir. * Tað tjaldið, sum Tjald- missiónin byrjaði við í 1979, varð selt miðskeiðis í 80-unum, tí tað ikki so væl toldi veður, sum tað tjaldið, ið nú hevur verið brúkt. Tað nýggja tjaldið tolir at kalla alt veður, og bogarnir, ið halda tí uppi, eru eisini bolt- aðir í stoypt fundament. Umframt tað stóra tjaldið, eigur Tjaldmissiónin eisini eitt minni tjald, ið tekur eini 150 fólk. Hesum tjaldinum hevur verið ferðast kring landið við onkur ár, og sum núer,ætlar Tjaldmissiónin í hvussu er ikki at selja tað tjaldið. bj. Eystankórið fer seinnapartin í morgin at hava konsert í Glyvra kirkju Mynd: Hilmar Jan Eystankórið konsert á Glyvrum í morgin Glyvra kirkja verður seinna- partin sunnudagin kl. 16 karmur um eina konsert við Eystankórinum, ið verður stjórnað av Símuni Nón- klett. Á hverjum ári hevur kór- ið eina jólakonsert og eina várkonsert, og er hetta so tann árliga várkonsertin, 18 nú er á skránni. Vant hevur verið miðvíst fram móti konsertini síðani ársskiftið. Kórið, ið telur umleið 35 sangarar, fer at syngja eitt sindur av hvgrjum á kon- sertini í morgin. Millum føroysku innsløg- ini eru »Fedranna kirkja« og »Min hirði góður Harrin er<, og umframt fer kórið eisini at syngja »Sanctus« úr >Deutche Messe< eftir Franz Schubert, »O saluta- ris hostia< eftir Franz Lizt, »Blessthe Lord, omy Soul« og annað. Fyrr i år sang Eystankórið í Norðurlandahúsinum sam- an við Føroya Symfonior- kestrið >Hymn to Free- dom«, men hesaferð verður symfoniorkestrið ikki við. Í teirra stað verða tríggir tón- leikarar — Hjalti Joensen, guitar, Agnar Lamhauge, bass og Johan Mortensen, harmoniku. Saman við teimum trim- um tónleikarunum syngur kórið eisini >Just a closer walk with Thee<. Umframt kórsang verður eisini okkurt framført á harmoniku. Tað verður ein harmonikukvintett | undir leiðslu av Johan Mortensen, ið fer at spæla. Eystankórið hevur í maí mánaði ætlanir um at fara ein túr suður til Vágs at syngja, og har verður møgu- liga okkurt framført saman við kirkjukórinum Ljómi eisini. hj.