leygardagur 23. apríl 1994síða 9
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 77 — 23. APRIL 1994
Sida 9
Tíðindablaðið
hava sagt, at partur av
blokkinum skal mótroknast
við skuld má standa fyri
hansara egnu rokning. Tað
er ikki sjónarmiðið hjá
Jóannes Eidesgaard. Hann
vísti eisini á, at minstukrøv
eru ásett í lógini, so ikki ber
til, sum nakrir tingmenn
søgdu seg Óttast fyri, at
áseta føroyskar pensiónir
sum best ber til.
almannamálum segði seg
harmast um støduna hjá
teimum, sum eru í móti
uppskotinum.
uppgávulyndið, sum er um
at taka seg upp í Føroyum,
og harmiligt er, at hetta
sjónarmið nú eisini tykist at
vinna frama á tingi, segði
hann.
Danskt ynski
Jóannes Eidesgaard segði,
at broytingin í almanna-
skipanini stavar frá einum
donskum ynski, men sjálv-
ur fegnaðist hann um, at vit
sjálvir kunnu yvirtaka
málsgkið.
-Væl veit eg, at gkið
hevur ikki verið umsitið í
øllum fórum sum tað átti,
men ein av orsøkunum er |
ivaleyst, at vit hava ikki
navt veruligu ábyrdina av tí.
Nú vit sjálvir skulu gera
ågimar vit skulu umsita,
ná tað hava stórri åbyrgdar-
kenslu við sær, helt Jóannes
Zidesgaard.
Landsstýrismaðurin vísti
í, at grønlendingar eru |
Sakarmålid måti Heina O. Heinesen:
Lítið mål gjørt
til Sterri brotsverk
Nú skal løgtingid taka stóðu til, um fútin skal fáa loyvi til at ákæra
tjóðveldistingmannin í Norðoyggjum
Fyri hálvum ødrum ári síð-
ani hendi skaði í samband
við spreinging í grótbrotin-
um í Kunoy. Ein maður
fekk grót á seg og fekk
skaða í beinini. Tveir seyðir
doyðu, aðrir seyðir vórðu
skaddir, og tað vórðu fimm
bilar eisini. Í krónum er
skaðin mettur til 50.000
krónur. Spreingimeistarin
var Heini O. Heinesen, løg-
tingsmadur.
Og tað er júst tí at
spreingimeistarin eisini er
tingmaður, at málið er
komið í tingið.
Sambært lóg kann fútin
ikki ákæra hin seka uttan
legtingið eisini gevur loyvi
| til tess, og tað er júst hetta,
tingmenn nú skulu taka
| stóðu til
Málið var hósdagin til 1.
viðgerð, og samdust ting-
nenn um, at beina málið til
2. viðgerð uttan fyrst at
beina tað í nevnd
í
komnir munandi longri í so |
máta. Teir hava longu gjørt
sínar egnu lógir á almanna-
økinum og umsita ekið |
sjálvir.
lvasamt um uppskotið
verður samtykt
Málið er nú beint í Al-
manna- og Heilsunevndina,
og hvussu álitið hjá nevnd-
ini fer at síggja út, tá málið
aftur kemur á tingborð, er
óvist. Her kann viðmerkj-
ast, at formaðurin í Al-
manna- og Heilsunevndini
er Jåkup Lidenskov.
Tað er eisini ivasamt, um
uppsotið verður samtykt.
Sambandsflokkurin og
Kristiligi Fólkaflokkurin
eru ímóti, og allur Javnað-
arflokkurin fer í hvussu er
ikki at atkvæða fyri tí. Eitt er
í hvussu er vist longu nú.
Tað verða ikki tær 17
samgonguatkvødurnar,
sum vera fyri uppskotinum
og samtykkja tað.
tór.-
|
| Vanligt éhapp
Einasti tingmadur, sum
| hevði orðið, var Hergeir
Nielsen sum helt, at talan
var ikki um annað enn eitt
lítið óhapp, líkt so mongum
ødrum.
-Hetta er eitt minni
óhapp, og á ongan hátt gjørt
við vilja, men sum málið er
lagt upp, tykist hetta at vera
stórmál, segði tingmaðurin.
Hergeir Nielsen helt tað
vera átaluvert, at tingfor-
maðurin hevði greitt
Oyggjatíðindum frá málin-
um áðrenn hann, sum málið
veruliga snýr seg um, visti
av nøkrum. Hergeir Niel-
sen helt tað eisini vera
legið, at fútin gjørdi so nógv
burturúr hesum málið tá
nógv álvarsligari óhapp,
ongar fylgjur fingu. Hann
nevndi ta ferðina, tá partur
av Lamba bygd lá undir í
grúði, Tá varð eingin ákærd-
ye Nielsen helt, at
áhugavert kundi verið at
fingið eitt yvirlit yvir øll
líknandi mál og har sæð, í
hverjum fórum ákæra var
reist. Hergeir Nielsen mælti
annars tingmonnum til at
løgtingid gevur sítt loyvi til
at fútin kann ákæra Heina
O. Heinesen.
Kann fáa upp til tvey år
Talan er um, at Heini O.
Heinesen verður åkærdur
eftir grein 183 stk. 3 í revsi-
lógini.
Grein 183 sigur: Den, der
med forsæt til skade pá
andres person eller formue
forvolder sprængning,
spredning af skadevolden-
de luftarter, oversvømmel-
se, skibbrud, jernbane- eller
anden transportulykke,
straffes med fængsel indtil
12år.
Og stykkið 3 sigur: Begås
forbrydelsen uagtsomt, er
straffen bøde, hæfte eller
fængsel indtil 2 ár.
tór.-
Tá Kunoyarbergholið
varð sprongt Ígjógnum
var Heini fegin og býtti út
pappirsfløgg. Minni væl
gekst seinri við eini
spreinging Í grótbrotinum
skamt frá.
Mynd: Kalmar
Føroyingar, vaknið!
Núkanneg ikki tiga longur. Vit
búgva í einum landi, har at
kalla alt er farið á húsagang.
Vit hava nøkur fá virki og fe-
løg, sum enn ganga. Vit eiga at
vera varin, at vit ikki lata okk-
um misbrúka av útlendingum
(dønum).
Í seinastuni er donsk fólka-
tingskvinna, Kirsten Jacobsen,
farin í hernað móti føroyska
flogfelagnum Atlantic Air-
ways, sum enn hevur megnað
at halda seg omaná. Hon fer
fram við ósannindum og út-
spilling av hesum felag. Sum
vit øll vita, so eitur kapping-
arneytin hjá Atlantic Airways
Maersk Air. Hetta er eitt sterkt
felag og hevur eina stóra kon-
sem, A. P. Møller, aftan fyri
seg. Henda konsem eigur tað
mesta av Danmark, m.a. eru
teir størsti partaeigari í tí hat-
aða danska bankanum Den
danske Bank. Hesir menn
brúka sína makt bæði í fólka-
tingi, bankum og tryggingarfe-
legum í Danmark.
Kirsten Jacobsen er vinkona
við framstandandi fólk innan
Maersk Air og letur seg brúka
av danska flogfelagnum. Hon
hevur m.a. ferðast í Føroyum
við Maersk Air saman við ein-
ari yvirflogternu hjá hesum
flogfelag. Henda flogterna er
kommunalpolitikari hjá
danska Framburðsflokkinum.
Ein kundi spurt, um ikki Kirst-
en Jacobsen er himmalrópandi
inhabil í fólkatinginum, tá tað
snýr seg um Atlantic Airways
kontra Maersk Air. Legið er
tað, at Kirsten Jacobsen hevur
lagt seg so eftir at knúska før-
oyska flogfelagið. Hon roynir
at koma tí í ringt orð og at fáa
fólk at venda sær frá tí. Um hon
vildi Føroyum væl, átti hon
heldur at roynt at stuðlað ti, ið
enn er eftir á lívi her á landi.
Eitt sum Kirsten Jacobsen
førir fram, er, at fgroyska flog-
felagið er almenn ogn, meðan
danska flogfelagið er privat
ogn, og tí ikki bæði hava somu
treytir fyri kapping. Danska
flogfelagið hevur einkarrætt
Er hetta ikki ein dyggur al-
mennur stuðul, so veit eg ikki.
Hesar rutur eru sambært Børs-
en tær dýrastu í heiminum í
mun til strekkini.
Kirsten Jacobsen hevur fing-
ið til uppgávu frá Maersk Air at
fáa Atlantic Airways burtur,
áðrenn oljuvinnan kemur fyri
seg í Føroyum, so Mærsk Air
her kann hava alla flúving bæði
við flogførum og tyrlum. Hon
hevur góðar hjálparar í
Føroyum.
Lagt kundi verið afturat, at
Elektron eisini er fyri ágangi
frá danskari síðu, har danska
edv-felagið BEC er í ferð við at
troka Elektron út úr føroyska
bankanum. Er tað ikki upp á
tíðina, at vit eina ferð med alla
kvetta nalvastrongin til teir
donsku bankarnar? Hava teir
Vit minnast jú øll, hvussu
Maærsk Air undirmetti okkum,
tá teir vóru einsamallir á Før-
oyarutuni, latið okkum ikki
koma aftur í somu støðu.
Mín áheitan til seinast skal
vera: Føroyingar, latið tykkum
ikki misbrúka av sterkum út-
lendskum felégum sum
Marsk Air og Den Danske
Bank, men stuðlið tí, sum enn
er eftir av føroyskum virkjum
og feløgum.
Ein, ið vilj berjas fyri at
varðveita tey arbeiðspláss,
sum enn eru eftir í
Føroyum
Toska-
kvotan
verður
ikki
hækkað
Thomas Arabo, land-
stýrismaður vil ikki
hoyra um at hækka
toskakvotuna, nú trol-
aramir hava fingið
nógvan tosk í seinast-
um
- Her er talan um
greið boð frá mær. Fyri
tí um eitt sindur av toski
fæst nú, er tað ikki eins
týðandi við at stovnurin
hevur ment seg aftur. Í
fjør var ongin toskur at
fáa og tað at eitt sindur
fæst nú merkir ikki at
stovnurin er komin fyri
seg aftur, sigur Thomas
Arabo.
— Sum toskastovnur-
in er fyri í løtuni kunnu
ikki fiskast omanfyri
10.000 tons. Tá stovn-
urin er væl fyri kunnu
fiskast millum 20-
25.000 tons. Hetta
mugu vit ikki gloyma,
sígur hann.
— Vit broyta so onga
kvotu áðrenn august.
Ein møguleiki er fyri at
TAC ið fyri tosk verður
yvirtrekt. Men tann
tosk trolaramir fáa
aftaná at kvitan er uppi,
hann má seljast fyri
upsaprís. Tað sum fæst
meira enn upsaprísurin
fer til ALS og til ein
grunn fyri uppilagstar
fiskimenn, sigur Tho-
mas Arabo.
Arabo veit ikki hvat
fer at henda í august, tá
kvoturnar skulu við-
gerðast av nýggjum.
Men hann roknar ikki
við stórum hækking-
um.
k