Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-23, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. apríl 1994síða 12

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Nr. 77 — 23. APRÍL 1994 Tíðindablaðið [ sosialurin Sverre Midjord tingmaður vid fakrøsluna: Javnaðarflokkurin ykkara hesta trygd -Tey sera vánaligu viðurskifti, sum vit hava havt og enn eina tíð mugu liva undir, styrkja meg i tí trúgv, at fakrørslan hevur sín sterkasta stuðul júst frá javnaðar- flokkinum skrivar Sverre Midjord. Hann minnir fakrørsluna á, hvat kann henda um hon nú vendir javnaðarflokkinum bakið og stillar upp uttanflokka. Endin kann ger- ast, at bæði fakrørslan og javnaðarflokkurin sita eftir við sviðusoð og teir borgar- ligu einsamallir koma til ræðið. Tað er tað ringasta sum kann henda fyri fakrørs- luna skrivar tingmaðurin av Tvøroyri. Nú eru terningarnir kastað- ir. Soleiðis er einaferð tikið til og soleiðis kunnu vit nú siga, tá tað í samrødu við formannin í Føroya Arbeið- arafelag í sjónvarpinum verður sagt, at fakrørslan hevur avgjørt at stilla upp til eitt komandi løgtingsval. Orsøkin til hesa avgerð verður søgd at vera, at tey vóru misnøgd við javnaðar- flokkin og verandi stýri. Tað er í lagi, at tey eru mis- nøgd við verandi stýri. Tað er eisini í lagi, at tey ætla at stovna nýggjan flokk. Ein og hvør hevur loyvi at hava sínar meiningar og taka stóðu út frá hesum og frá tí viðkomandi stendur fyri, men tá henda avgerð er tik- in, tá vendist ikki aftur. Hetta er sera álvarsligt, tí eigaumboð at hugsa seg um meira enn einaferð, tí um tað hendir, at henda avgerð vil føra við sær, at javnadar- flokkurin missir møguleik- an at fáa åvirkan og tiltakið nýggjur flokkur ikki sam- stundis fær tann stuðul, at tey fáa ávirkan, tá er nógv farið fyri skeytið. Tá er lítið -Tíanverri tykist tað mær sum leiðslan hjá fakrørsluni er bert nøgd við at vera misnøgd, og tað førir ongan veg skrivar Sverre Midjord vunnið og tá verður ringt fyri ikki at siga Ogjørligt at vinna inn aftur tað sum tey, sum undan fóru, slóðaðu, tí eitt mugu fakfelagsfólk vita, at eisini innan teirra fe- lagsskap eru aktivir limir úr ødrum flokkum, sum møguliga síggja tað sum ein fyrimun at sáða misnøgd, soleiðis at javnaðarflokkur- in missir ávirkan. At vera misnøgd uttan sjálvi at vísa á gongdar leið- ir, vísir máttloysi og ráða- loysi, og tað er stundin ikki til, tí tað, sum Føroya Ar- beiðarafelag stendur fyri til ein komandi 1. mai, tað er avgerandi fyri framtíðina hjá øllum timaløntum í Før- oyum. Tað er sera ålvars- ligt, tí um nú viðurskiftini framkalla eitt val í ótíð, eitt val nú tað tykist at ráða 6- semja, tað kann og vil føra við sær, at aftan á valið fáa vit ein reinan borgarligan meiriluta og við tí sum stendur fyri framman, eitt krav frá arbeiðsgevarunum um eina lønarlækking upp á 40%. Er skaðin hendir, so vendist ikki aftur, so sjálvt við misnøgdini við verandi tinglimir floksins, so skuldi fakrørslan hildið seg eitt sindur aftur og umhugsað ta veruligu støduna. Tað kann sjálvandi ikki dyljast, at vit sum hava havt ta politisku ábyrgdina hesi seinastu árni, mugu taka ábyrgd av tí, sum er farið fram, men venda vit sakini við og hugsa okkum, at eitt borgarligt stýri sat, so vildu tey, sum í dag sum fakfe- lagsfólk hava stóra ávirkan, tey vildu einki havt at sagt, so vildi timalønin og onnur løn sum tykkara fólk skuldu hava, verið skerd við 40%. Eisini viðurskifti hjá fiski- monnum vildu uttan nakað verið avgreidd, soleiðis at tað var arbeiðsgevaranum til fyrimunar, trygdarpen- ingurin hjá okkara fiski- monnum vildi ikki verið so tryggur meira aftan á eitt komandi val, um ein borg- arligur meiriluti verður veruleiki. Sverre Midjord, tingmaður heitir inniliga á fakfeløgini um at hugsa seg væl um, áðrenn tey venda javnaðarflokkinum bakið, tí tað kann koma teimum aftur um brekku Tá tað er komið so langt, so vendist ikki aftur. Mítt persónliga tilknýti til føroysku fakrørsluna verð- ur ikki veikari, heldur hin vegin, um eg fåi åbreidslur frá leiðandi fakfelagsfólki. Tað styrkir meg at gera meira og tryggjar meg sum umboð teirra. Tað slepst ikki uttan um tey veruligu viðurskifti, at javnaðar- flokkurin ferð eftir ferð er komin fakfeløgunum til hjálpar, og tað vil hann framvegis gera. Tey sera óvanligu viðurskifti, sum vit nú hava havt og enn eina tíð mugu liva undir, styrkja meg í tí trúgv, at fakrørslan hevur sín sterkasta stuðul júst frá javnaðarflokkinum. Og tað er væl eingin, sum sagar ta grein, hann situr á, av. Men um fakrørslan er misnøgd við persónar, so er bert hjá teimum at meta upp og fáa umboð síni á listarnar til komandi løgtingsval hjá teimum ymisku flokkum, sum hóast alt eru umboðaðir í fakrørsluni og so syrgja fyri, at teirra umboð verða vald, og hetta uttan mun til, hvar tey eru skrásett. Sum nú er tykist mær sum um leiðslan hjá fakrørsluni er bert nøgd við at vera mis- nøgd og tað fyrir ongan veg. Sverre Midjord Fáar dagar undan løgtings- valinum 1990 fór eitt polit- iskt spæl fram í Vágum. Eingin sum helst ivi er um, at hetta spælið hevði við sær, at eitt av valevnum sambandsfloksins restadi 11 atkvødur í at verða vald- ur inn á løgting. Uttan at fara í smálutir, so er nógv sum í dag bendir á, at eitt mál, sum minnir nógv um tað málið, ið fór fram á heysti 1990, er við at síggja dagsins ljós. Hesa ferð er tað ein ætlan, Vesturvon og Sørvågur sum um hon gerst veruleiki, kann fáa sera ålvarsligar av- leidingar fyri samvinnuna å fiskiveiðugkinum ímillum Føroyar og teybæði londini, ið vit samstarva mest við. Tað skal tí gerast heilt greitt, at løgtingssessurin brúkast til at taka grundar- lagið undan einum tí best rikna fiskifarinum í Norð- uratlantshavi. Í tí sambandi var tað tí nokkso symbolskt, at ein tíma framman undan at eitt innslag varð víst á sjón- varpsskíggjanum um hesa ætlan, sóu sørvingar eina stásiliga sjón. Prýðiligi trolarin Vesturvón stevndi fullfermdur inn eftir vánni í Sørvågi. Ikki ti, hendingin hetta kveldið var ikki nøkur 6- vanlig sjón hjá bygdarfólk- inum, tvørturim6ti, so var hesin túrur nr. 71 í rødini síðani tann fyrri Vesturvór byrjaði fyri 25 árum síðani. Flakaveiðan hesi árini, um hon var roknað av rund- um fiski, hevði helst verið út ímóti 100.000 tonsum, ið við tí søluprisi vit hava í dag hevði táttað upp í móti ein- ari milliard í søluprisi. Sjálvt um hetta bert er ein meting, so eru hetta tøl, ið tala, samstundis sum tey geva tí fyrrverandi eyka- tingmanninum eina greiða ábending um, hvgrji úrslit kunnu spyrjast burturúr, tá tað verða skaptar fyritreytir, sum byggja á veruligan vinnulívspolitikk, ein poli- tikk, har bæði skrivaðar eins og óskrivaðar avtalur verða hildnar. Navnið Vesturvón eins og teir menn, ið stóðu aftan fyri tað megnartak, ið varð tikið síðst í trýssunum, at fáa til vega eina fígging upp á 10-12 mið. kr. til ein nýggjan flakatrolara, hava ritað navn sítt rúnarfast í framtíðar fiskivinnusøgu Føroya. Ikki minni bragd hevur tað verið at P/F Vesturvón aftan á 17 ár kundi ogna sær nýggja Vesturvón í staðin fyri fyrra bátin, ið varð seldur í 1986. Sjálvt aftan á 17 ár í vinnu var báturin so væl røktur og í so góðum standi, at hann fyri tað væl kundi verið ný- bygdur, reiðaríi, manning- ini, bæði maskinmonnum og dekkarum, til stóran sóma. Eg eri sannførdur um, at allir sørvingar kenna sama stoltleika hvørja ferð Vest- urvón verður nevndur, og helst eru tað mong við mær, nú tað leikar so hart á, ið hugsa um hvat Sørvågs bygd hevði verið uttan navnið Vesturvón. Frank Davidsen Flaggdags- hald í Dali Mánadagin, flaggdagin, verður flaggdagshald í Dali. Haldið verður kl. 15, og KFUK-skótarnir verða við. Bergljót Johannesen heldur flaggdagsrøduna.