Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-23, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. apríl 1994síða 13

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sostalurin ] Nr. 77 — 23. APRIL 1994 Sida 13 Vårkonsert i Osåskulanum Sunnudagin kl. 20 verdur årliga vårkonsertin hjå Klaksvikar Sangfelag Skráin verður fjølbroytt við fleiri føroyskum songum. Umframt tann norður- lendska partin verða eisini ensk verk á skránni. Tann føroyski parturin hevur tilknyti til Norð- oyggjar. Tað verður tað ljósa, Vónin og Tað Romaniiska, sum fer at mynda skránna. Ein rættulig várkonsert. Tann føroyski parturin Vitskulu hoyra >Juni<, sum Hans J. Glerfoss yrkti fyri mongum árum síðani og Knút Olsen setti lag til í 1985. Ein afturlítandi kær- leiksyrking úl barnaárini við einum farra av roman- tikki. Ein djúpt hugtakandi yrking. Eisini skulu vit hoyra »Enn gongur dansur um lyngin< við lagnum hjá Sámali Petersen. Hóast hetta ljóðar føroyskt, er hetta ein týdd yrking hjá svianum Gustav Frøding, sum J. H. O. Djurhuus hev- ur týtt. Hetta er ein partur úr verkinum hjá Frøding »Ur Fridrerike Brions Visor<. Á føroyskum er yrkingin fyrstu ferð á prenti í > Tinga- krossi< mars 1911. Sámal Petersen gjørdi lagið seinni. Janus dvaldist í longri tíð í Klaksvík. Kórið hevur áður sungið >Frægir funnu Før- oyaland« og »Førum fram yvir dalar og fjøll«, sum báðir eru yrktir her norðuri undir krígnum. >Ég vil mínum Harra prisa«, sum J. Waagstein hevur uppteknad og har- moniserað vid orðunum hjá Jåkupi Dahl, verður eisini við á skránni. Harumframt er >Vár- longsul< hjá S. P. Zacharia- sen. »Mær leingist at fevna teg grønkandi vår«. Hesin tykist so sjålvsagdur at hava vid á slíkari konsert. Kvæðalagið, útsett fyri kór, >Í Noreg búðu raskir menn« hjá S. M. Zachariasen endar føroyska partin. Tann norðurlendski parturin Norðurlendsku sangimnir, ið kórið hevur við á skránni, eru vælkendir. Úr Íslandi er hin vakri >Nú andar suðrið sæla« við teksti Jónas Hall- grímssonar og yndisliga lagnum hjá Inga T. Lárus- syni. Utisetanum leingist og eygleiðir flytifuglin og sendir kvødu til heimlandið og gentuna, sum er eftir heima. Her verða tvey solo- stykki, sum Anna og Hanus syngja. Úr Danmark hoyra vit morgunsangin >Í østen stig- er solen op« úr »Elverskud« hjá Niels W. Gade við orð- um eftir B. S. Ingemann. Síðan kemur norska verk- ið »Våren« hjá Edvard Grieg, sum A.O. Vinje hev- ur yrkt, og úr Svøriki fara vit at hoyra >Sommar- psalm< hjá Wirsén, sum Waldemar Ahlen setti lag til. Hetta er sera kendur sangur í Svøriki, har hann verður sungin í øllum skúl- um, áðrenn børnini fara í summarfrí. Tann enski parturin Á enskum syngur kórið tvey verk. Ur sangleikinum »Les Misérables« syngja tey »I Dreamed A Dream«. Hitt er amerikanska verkið »From A Distance< hjá Julie Gold, sum Teena Chinn hevur lagt til rættis. Jesper Lyng Hansen, sum hevur undirspælið hjá kór- inum, fer sjálvur at spæla tvey klaverstykkir. Eisini verður høvi at hoyra Edvard Ziska syngja solo til fylgispæl hjá Helgu Gerðalíð á klaverinum. Tað er Graæme Rudd, sum stjórnar Klaksvíkar Sangfelag. Klaksvíkar Sangfelag verður fimti í ár, tí verður serliga nógv lagt fyri hesa- Kórið avmyndað eina friløtu á venjingarleguni Undir Fossanesi herfyri ferð, so áhoyrararnir kunnu fáa eina góða og fjølbroytta konsert sunnukveldið í Ósáskúlanum. j.s. Deyvafelag Foroya Skrivstovan í Deyvahúsinum »Effata«, Íslands- vegur 10 B, Tórshavn, er opin hvønn dag kl. 9—11. Telefon/teletax 17597 og telefax 41992, skrivitele- fon tif. 0123 og bið um 16929 ella 41792. Limafundur hvønn månadag kl. 20—23. Um vikuskiftid fer Sjålv- styrisflokkurin at hava sin landsfund, og verður hann í Havn. Óivað er mangt og hvat á skránni hjá Sjálvstýr- isflokkinum, ið er ein av samgonguflokkunum. Men sambært sera góð- um keldum innanborða í Sjálvstýrisflokkinum verð- ur eisini annað at tosa um, ” enn bert samgongan og arb- Eitt nú hevur tað, ið onkr- ir av samgongupartnarum Sjálvstýrisfloksins alment hava skýrt sum »ego-tripp« hjá løgtingsformanninum Lassa Klein, áhuga á lands- fundinum. Talan er um ta sokalladu »kanningina« av fíggjar- ligu viðurskiftunum hjá pensionistum, ið ikki allir sjálvstýrismenn eru so glað- ir fyri. Skot fyri bógvin Á fundi í sjálvstýrisfel- agnum í Eysturoynni mána- kveldið fekk Lasse Klein fleiri skot fyri bógvin fyri hetta tiltakið, ið hann er púra einsamallur um. Ein av teimum, ið eisini tók til orðanna móti hesum sermerkta framferðarhátti, løgtingsformadurin hevur brúkt í málinum, var harð- asti kappingarneytin hjá Lassa Klein um tingsess Sjålvstyrisfloksins í Eyst- SJALVSTYRISMENN I EYSTUROY FARNIR I INNANHYSIS STRID uroynni, Kåri Højgaard. Sambært sera góðu keld- uni í Sjálvstýrisflokkinum, ið Tíðindablaðið Sosialurin hevur prátað við, kom tað so vítt, at Kári Højgaard at enda gjørdi vart við, at hann hevði lítlan hug at stilla upp saman við Lassa Klein, tá løgtingsvalid verður í heyst. Tað, sum síðani hevur fingið sjálvstýrisfólk — ser- liga í Eysturoynni — at undr- ast, er ein grein á baksíðuni á Oyggjatíðindum miku- dagin, har skrivað varð, at »å uppstillingarfundi hjá flokkinum er tað serliga ein, sum ikki krógvar at endamálið er at forða nú- verandi tingmanni at stilla upp fyri flokkin. Men sam- bandið millum hendan og Tordur Niclasen er ikki 6- kent«. Greinin i Oyggjatidind- um, hvers blaðstjóri er Dan Klein, leggur upp til, at tad er Tordur Niclasen, id gjøgnum Kåra Højgaard roynir at såda split í Sjålv- styrisflokkin og síðani at standa við opnum ørmum og taka móti Kára Hgj- gaard, um tað »ikki eydnast hesum »sjålvstjrismanni« at koma at standa einsam- allur á listanum í valdøm- inum hjá tingmanninume. Opinlýs uppgerð — Aftaná, at Lasse Klein og Kåri Højgaard å fundin- um f felagnum her høvdu eina meira ella minni opin- lýsa uppgerð, eru fleiri i fel- agnum, ið halda, at hendan greinin er >plantað< í blaðið hjá Dan Klein, nú lands- fundurin verður um viku- skiftið, sigur sera góða keldan hjá Tíðindablaðnum Sosialinum. — Tað er avgjørt heldur eingin loyna, at sjålvstyris- fólk sum heild ikki taka undir við pensionistatiltak- inum hjá Lassa Klein, og at tað ikki bert er Kári Hgj- gaard, ið setir spurnartekin við framferðarháttin hjá løgtingsformanninum í hesum máli, ið av sjálvstýr- isfólki í Eysturoynni verður hildin bert at hava til enda- máls at styrkja hansara stóðu persónliga, nú tað er valár. Kanska kennir hann seg hóttan av Kára Hgj- gaard í kappingini um ting- sess Sjálvstýrisfloksins í Eysturoynni. At Kári Højgaard verður settur í samband við Tord Niclasen í Oyggjatíðindum beint undan landsfundinum hjá Sjálvstýrisflokkinum, leggja eysturoyingarnir eft- ir øllum at døma ikki stór- vegis í tí sambært sera góðu sjálvstýriskelduni hjá Tíð- indablaðnum Sosialinum er tað annarhvør maður, ið fær tilboð frá bæði Tordi Nic- lasen og Niels Paula Dan- jelsen um at stilla upp fyri ávikavist Miðflokkin og Kristiliga Fólkaflokkin Før- oya Framburðs- og Fiski- vinnuflokk. Floksblad — Men tad er ikki væl sætt av sjálvstýrisfólkum i Eyst- uroynni, at fólk fáa ta fatan, at Oyggjatíðindi eru eitt floksblað hjá flokkinum, nú Tingakrossur ikki er til. Tað sær tó út til, at tað bert er tann eini sjálvstýrismaður- in, ið dag og dagliga sleppur til orðanna í blaðnum hjá Dan Klein, sigur sera góða sjálvstýriskeldan. Hvussu hetta innanhýsis stríðið í Sjálvstýrisflokk- inum fer at spæla av, er ikki lætt at siga, men í hvussu er tykist vera heilt týðiligt, at sjálvstýrismenn hava góð- an hug at taka hesi aktueilu viðurskifti upp til viðgerðar á landsfundinum. hj.