Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-23, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. apríl 1994síða 14

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 Nr. 77 —23. APRIL 1994 Tíðindablaðið { sostalurin | Fødideildin á Landssjúkrahúsinum 25 år: Tóku móti fimm børnum og fluttu deild samstundis Ein partur í útbyggingini av Landssjúkrahúsinum var at stovna fødideild burturav, og meðan hetta varð fingið í rættlag, fluttu tey barnakonurnar á deild átta. Starvsfólkini stóðu fyri flytingini, men tann dagin fingu tey eisini stundir at taka móti fimm børnum, siga Jona Joensen og Jenny Kragesteen, sum hava arbeitt saman øll árini Hósdagin vóru liðin 25 ár síðani fødideildin varð num. Hetta er samstundis fyrtsa og einasta fødideild í landinum, har tveir serkønir læknar eru í kvinnusjúkum og barnsburðarlæknar eru tøkir, umframt barnalækni. Henda dagin bjóðaðu starvsfólkini á Fødideildini Jonu Joensen inn á gólvið. Hon var deildarleiðari á fødideildini frá byrjanini,til hon fór frá fyri nøkrum Jenny Kragesteen hevur verið fyrstiassitentur sum tey rópa tað, síðani deildin varð stovnað, og eitt skifti var hon eisini deildarleið- ari. Hon er til atrbeiðis enn, men hevði vetrarfrí henda dagin. Hon kom kortini út at vitja. Minnast á gamlar dagar Starvsfólkini borðreiða við lagkøku og einum drekka- munni, og so var tosað um gamlar dagar, men eisini um nútíðina og tær av- bjóðingar, sum ein fram- komin fødideildin er í dag. Jona Joensen: - Uppruna- liga vóru bert tvær deildir á gamla hospitali. Tá útbygg- ingin fór fram í sekstiáru- num, var fødideildin seina- sta deidlin,ið varð stovnað. - Áður lógu barnakonur millum nervasjúklingar, skurðsjúklingar 0.a. sjúk- lingar á niðaru gongd. Tað var ikki vanligt at fara á sjúkrahús at eiga, og tí vóru bert barnakonur innlagdar, sum høvdu okkurt brek í sambandi við barnsburðin. - Annars skuldi slík inn- legging hava áskrift, sum grundgeving fyri at sleppa á hospitalið at eiga. Hetta varð um eina leið kallað "sosial indikation”, og tað vóru barnakonur ikki fegnar um. Nakrar noktaðu bein- leiðis at lata seg innleggja við slíkari grundgeving, sigur Jona Joensen. Tá Marner Simonsen kom heimaftur í 1967, fór hann undir fyrireikingar at fáa eina fødideild burturav. Marner Simonsen var yvir- lækni og serkønur í kvinnu- sjúkum og barnsburðarlæk- ni: - Tá slapp eingin inn á sjúkrahús at eiga, men tað broytti eg beinanvegin. Eg bað bert barnakonurnar ringja til ljósmóðrina, og so var tað í lagi. Eingin gund- geving skuldi standa á inn- leggingarseðlinum. - Eg sat ikki í byggi- nevndini, tá fødideildin skuldi innrættast, men eg fekk tó broytt tekningina so mikið, at deildin kundi nýt- ast. Hinir læknarnir hildu ikki, at tað var neyðugt við fødideild, men eg lat bara sum einki, og arbeiddi við mínum ætlanum, sum hevði til endamáls, at allar barna- konur skuldu sleppa á sjúkrahús at eiga. - Eg haldi framvegis, at tað er ørt at barnakonur eiga heima, tí tað er alt ov vanda- Nógv var at minnast aftur á gjógnum eitt langt og áhugavert arbeiðalív. Vinstrumegin Jenny Kragesteen, sum enn starvast á fødideildini og Jona Joensen, fyrrverandi deildar- leiðari mikið, sigur Marner Simon- sen, sum er farin frá fyri nøkrum árum síðan. Jona og Jenny greiða frá viðurskiftunum áðrenn fødideildin kom: Bamakonumar lógu á stovu 10og 11,sum vanliga vóru trý seingjarpláss, men um nógvar fødingar vóru, kundu sjey sengur vera inni. Uppihaldsstovan brúkt sum fødistova 1. april 1969 flutti fødi- deildin å deild åtta, har hon skuldi vera, medan um- byggingin fór fram. Sjúkra- stovan á deild átta var so Ein hugnalig løta hjá starvsfólkum og gestum. Vinstrumegin síggjast: Jona Joensen, Ása Isaksen, sjúkrasystir, Margit Hansen, deildarleiðari og Jenny Kragesteen, fyrsti assistentur, sum tey rópa tað rúmlig, at einar 12 barna- konur kundu liggja har sam- stundis. Uppihaldsstovan var inn- rættad til fødistovu, og um neyðugt, kundu barnakonur eisini eiga á baðirúminum á deildini. Jenny Kragesteen: - Eg minnist, hvussu nógv vit høvdu at gera tann dagin vit fluttu á deild átta. Tað var ikki sett tíð ella fólk av til flytingina. Vit fluttu og tóku móti børnum - alt í einum - og tá dagurin var av, vóru fimm børn fødd. Um tíðarskeiðið fyrst í sjeytiårunum, var eisini vanligt at konur áttu am- bulant á Landssjúkrahúsi- num. Tær vóru útskrivaðar nakrar tímar eftir fødingina. Ingebjørg Rasmussen, yvirljósmóður: - Um hetta mundið vóru ógvuliga nógv børn fødd í Føroyum. Tað vant eisini uppá seg at konur áttu á sjúkrahúsi. Hetta er samstunids tíðarskeiðið, té flakavirkini komu, og tal