Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-23, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. apríl 1994síða 15

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sosialurin ] Nr. 77 — 23. APRIL 1994 Sida 15 Vaksin fólk eru ikki fullkomin - Og børn eru ikki ófullkomin vaksin. Nakað soleiðis verður tikið til í sjónleikinum "Óvitar", sum varð spældur fyri fullum húsum hóskveldið hevur helst eisini gjørt sítt til, at barnakonur høvdu tørv á at eiga á sjúkrahúsi. Í 1967 kom Mamer Sim- onsen heim aftur at arbeiða, eftir at hann hevði nomið sær serkunnleika. Hann gjørdi sítt til at barnakonur sluppu inn at eiga og at vit fingu fødideild á Landssjúkrahúsinum, sig- ur Ingebjørg Rasmussen. Låka somu krøv sum aðrar fødldelldir 21. april 1972 varð fødi- deildin tikin í nýtslu. Síðani er virksemið á deildini ment munandi, nú tey arbeiða eft- ir somu setningum, sum í út- londunum. Sambært viðigkunum hjá WHO, skulu ymiskar reglur haldast, og tað verða tær eisini á fødideildini á Størsta broytingin er helst, at nú sleppa páparnir og onnur avvarandi at verða hjåstødd, tá børnini verða fødd Hetta halda stavsfólk- ini verða ein stóran fyri- mun. Margit Hansen, deildar- leiðari: - Tað setir krøv til okkara, sum arbeiða á fødi- deildini. Vit skulu fylgja við menningini á okkara gki og skipa væl fyri, so børn og foreldur fáa eina góða byrjan. a: - Eist nú eru børnini 6gvu- liga vakin, tá tey verða fødd, men síðani koma tey í tyngd umleið hálvan tíma eftir fødingina. Tað er um- ráðandi, at barnið verður lagt til bróstið at súgva beinanvegin, og at påpin fær samband við tað, henda fyrsta hálva tíman. Starvsfólkið á fødideildi- Hesir tvíburðar eru frá 1969, deildarleiðari og yvirlækni á fi ildini ni hava nógvar uppgávur, og serliga er tað av týdningi, at tey hava stundir at tosa við bamnakonumar og familjuna. - Eru mamma ella barn ikki væl fyri, so stuðla vit teimum - við sjúkrargktini, men eisini við at geva okk- um stundir at tosa við for- eldrini. Er tað neyðugt og foreldrini ynskja tað, so fær pápin eisini loyvi at sova á deildini, sigur Margit Han- sen. Í dag eru nógv arbeiðs- leys, og tað er heldur einki óvanligt á fødideildini, at hitta foreldur, har bæði eru arbeiðaleys. Ein sosialráð- gevi er eisini knýttur at deildini, og hann vitjar hvønn dag. - Fødideildin hevur altíð verið eitt trygt og gott ar- beiðspláss, sigur Jona Joen- sen og Jenny Kragesteen. - Vit gleddu okkum hvønn dag at fara til arbeið- is, hóast tú onganti vistið um morgunin, hvat ein nýggjur dagur hevði at bjóða. - Vit høvdu góðan stuðul í Mamer Simonsen, og kundu altíð ringja til hans- ara allar tímar í sólarring- inum. Hann var altíð fúsur at veita okkum ráðgeving, og ikki spardi hann seg sjálvan. Hann kom heldur út á deildina eina ferð ov nógv. Tað kendu vit altíð sum ein týðandi tryggleika í okkara arbeiði. Jenny Kragesteen og Jona Joensen tosa aftur og fram, og tað ein ikki minnist, minnist hin - og so hvert sum frálíður - koma nógvar hendingar fram. Hava tit alilB arbeitt sam- an? - Vit hava ikki øll årini ar- beitt å somu deild, men vit hava altíð kenst og vóru saman øll árini á fødideild- ini, sigur Jona Joensen og sigur frá barnadreyminum hjá Jenny. Jenny var bert 10 ára gomul, tå hon varð innløgd við smittuni. Hon gjørdi tá av at hon skuldi vera sjúka- systir, tá hon bleiv stór. Jenny Kragesteen: - Eg fekk arbeiði sum genta á hospitalinum í 1946, fór í læru í 1947 og varð liðug í 1950. Hóast hon giftist og fekk børn, so hevur hon arbeitt sum sjúkrasystir øll árini. Jona Joensen var næm- ingur í 1939 - 42. Giftist í 1943, fekk ein son í 1944. Maður hennara doyði í 1945, og tá fór Jona til Dan- markar at supplera. Hon kom heimaftur í 1946, og dagin eftir vóru boð eftir henni at koma til arbeiðis á hospitalinum. Hon gavst at arbeiða í 1982. - Tit hava havt tætt sam- starv øll hesi árini. Vóru tit ongantíð ósamdar? - Vit hava helst kjakast um eitt og annað gjøgnum árini, men vit hava ongantíð skeldast, sigur Jenny Krag- esteen og kvikar sær at siga: - Jona var altíð so lagalig og vit arbeiddu so væl sam- an. Hetta er eitt gott arbeiðs- pláss - nærum sum at ar- beiða umborð á einum fiski- skipi, tí tú visti ongantíð, hvat hendi áðrenn dagurin var av. - Tað var strævið og ofta rokmiklar letur. Harnæst høvdu vit Marner Simon- sen, sum vit altíð kundu líta á, sigur Jenny Kragesteen, og Jona Joensen skoytir hugsunarsom uppí: Pápi tá kn var á deild átta. Á myndini Jona Joensen og Marner Simonsen, sum tá vóru lærdi meg, at ein ongantíð skuldi leypa framav. Ósemjur gjørdust Ikki daggamlar - Okkara arbeiði var krevja- ndi, og tað vóru als ikki stundir at kjakast. Vóru vit ósamdar, so ringdu vit til hverja aðra áðrenn vit fóru til songar. - Tað var umráðandi fyri okkum báðar, at møguliga ósemjur ikki vóru longdar til næsta dag, tá arbeidsdag- urin bíðaði okkum, sigur Jona Joensen og Jenny Kragesteen nikkar sam- tykkjandi. Kaffiborðhaldið er av og starvsfólkið byrjar at ress- ast. Tær hava ikki stundir at sita longur. Nógv skal ger- ast áðrenn vaktarskiftið. Umfevnandi arbelåsreglur Arbeidsreglurnar = skulu fylgjast, og tær eru feldar niður á sjeyð A4 síður, sum snúgva seg um heilsu- og sjúkrargkt, um tá mamman fær barnið heim, um hvørji viðurskifti = starvsfólkini skulu leggja dent á, "við virðing fyri persónleika og livsåskodan hjá tí einstaka", um hvussu tey skulu bera seg at um foreldur fáa sjúk børn, tá foreldur missa børn, um barnakonur eru sjúkar, vegleiðing og upp- lýsing til starvsfólkið, sum koma at arbeiða á hesi deild 0.s.fr.. Tað er ikki av tilvild, at barnakonur og avvarandi kenna seg væl á fødideild- ini. Leikrit: Guðrún Helga- dóttir Týðing: Martin Næs Leikstjóri: Sigrún Valbergsdóttir Leikmynd og búnar: Messíana Tómasdóttir Ljós: Niels Nielsen Tað er eitt sindur ørkyml- andi í byrjanini, at tey sum hava leiklutir sum vaksin fólk, eru tey minstu børnini á pallinum, men tú venist við tað og finnur tráðin, sum frálíður. Umstødurnar á palli eru tær somu sum í so nógvum heimum. Tey vaksnu hava so nógv at gera, og hava tí ikki stundir at vera saman við børnunum. Ivamál sum standast í gerandisdegnum, verða ikki loyst, tí børn og vaksin tosa ikki sama mál. So kemur Óvissan, Óviss- an hjá barninum, at tað er býtt og at foreldrini ikki eru góð við tað. Óvissan millum ættarliðini Hvussu óvissan hjá for- eldrunum myndar seg -sæð burtur frá, hvussu tey skulu vinna nóg nógvan pening- stendur eitt sindur ógreið. Hverjum endamáli skulu foreldrini røkka í heiminum og úti í samfelagnum. Um tað er at vinna pening og at vísa áhuga fyri samfelags- viðurskiftum, so børini kunnu arva eitt trygt sam- felag, kemur ikki rættiliga fram. Hvørjum tænir tað, at foreldur stremba eftir onkr- um uttanfyri heimið, um heimalívið av hesum verður fremmandagjørt og kenslu- leyst? Við ødrum orðum: Tú kanst ikki frelsa heimin eftir einum degi, men tað kann gerast ov seint, tí børn eru bert børn eina stutta tíð, so gerast eisini tey vaksin. Tey vaksnu eru úrslit av tí, sumtey sum børn fingu í beinið, og tú hugsar í løtum, at helst fer sama søga at endurtaka seg. Børnini hava síni foreldur sum fyrimynd. Speglismyndin Tað mest áhugaverda við leikinum "Óvitar" er, at børnini halda eina spegils- mynd upp fyri okkum á- skoðararum: Soleiðis eru tit vaksnu, vil rithøvundin helst siga okkum. Tað er ikki serliga hugvekjandi at vera barn á pallinum, men onkuntíð er tað skemtiligt, tó mest tá tey vaksnu (børn- ini) skemtandi spáka aftur og fram við rørslum, sum vaksin hava. Serliga tað kvinnuliga var sera væl vant, og kom so væl til sjóndar, at tú ikki dugdi at í- mynda tær, at hetta veruliga vóru børn, sum spældu vaksin. Tú kanst læra børn nógv, men tann parturin í leiki- num, sum hevur verið at tilevna búnar til børnini, hevur stóran part av æruni, at ímyndin gjørdist so liv- andi. Tað er ikki bert ein høvudsleikari í leikinum. Hann er helst tey try Finnur (Brynjálvur Tórstún) Guð- mundur (Erling Eysturoy) og Dagny (Bjørg Brend Halldórsdóttir), og tuð komu tey gll væl frá. Tá trupulleikamir gerast ov stórir heima hjá Finni, rýmir hann heimanífrá. Hann er bangin fyri at for- eldrini fara at skiljast, tí tey skeldast so illa. Guðmundur siga tey vera so løgnan, og tí hevur hann ongar vinir. Hansara størsta ynski er at fáa eina sjón- eyku. Finnur leitar sær til hansara at fáa hjálp. Systi- rin Dagny er sum flest allar systrar í tannáringsaldri- num, men hennara leiklutur á pallinum er at vera upp- runalig. Hon spælir ikki barn, men heldur ikki vaks- in, júst sum tannáringar eru, sum standa á markinum millum bamdómin og vaksnatilveruna. Hava tað best tá hann er horvin Finnur hvørvir í tveir dagar, og hann upplivir tað løgna í tilveruni síni, at foreldrini sakna hann og eru bangin um hann - kanska elska tey hann, so sum foreldur flest gera Finnur noyðist tó at ásanna, at foreldrini bert eru góð við hann, tá hann er horvin, og alt endurtekur seg, tá hann kemur aftur- íaftur. Leikurin er eingin "happy end", men tað er lívið kans- ka heldur ikki hjá teimum flestu. Øll hava trupulleikar, Framhald á síðu 28