Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-23, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. apríl 1994síða 16

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 16. Nr. 77 —23. APRIL 1994 Tíðindablaðið [ sosíalurin ] Bergur Jacobsen, lands- stýrismaður, sum ikki er tiltikin fyri at taka skjótar avgerðir, hevur nú gjørt av at syndra Fiskivinnu- skúlan í Vestmanna full- komiliga. Hesum boðaði hann frá í Degi og Viku hóskveldið. Ístaðin fyri at komið við tí årligu skemtisøguni um, at nú skal Fiski- vinnuskúlin flytast higar ella hagar, so átti lands- stýrismaðurin heldur at funnið útav, hvussu vit fáa sum frægast burtur úr teimum fløgum, sum longu eru gjørdar í skúla- bygningin í Vestmanna og á Royndarsteðini í Kollafirði. Sjálvur havi eg latið landsstýris- manninum eitt uppskot um, hvussu tað hevði borið til at samskipað eina fiskivinnu- og land- búnaðarútbúgving í Vest- manna og Kollafirði utt- an stórvegis fløgur, men hesum tykist landsstýris- maðurin ikki at taka und- ir við. Fiskivinnuútbúgvingin skal nú syndrast, soleiðis at tað fyrsta skúlaárið skal skipast saman við teimum tenisku skúlun- um, meðan hini bæði ár- ini skulu leggjast á Royndarstødini í Koll- fjarðardali, har ongi høli eru tøk til undirvisingar- briks. Henda ætlan kem- ur helst at kosta skatt- gjaldarunum nakrar milliónir krónur. Umberingin fyri hesum politikki sigst vera, at so fáir næmingar hava søkt inn á Fiskivinnuskúlan í Vestmanna í ár, og tískil er neyðugt at umskipa út- búgvingina. Flestu munnu skilja, at lítil og ongin áhugi er fyri at sýkja inn á ein skúla, sum verður fluttur ella niðurlagdur eina ferð um árið, men hetta hevur fatað. Bara tað í sær sjálvum, at hava ætlanir um at leggja ein føroyskan Fiskvinnu- skúla oman fyri bøgard- amar í Kollafirði, er ein beinleiðis háðan móti okkum, sum hava roynt at fingið skúlan at riggað, hóast politiska mótstøðu. Hetta hevur sanniliga verið ótakksamt arbeiði. Burtursæð frá tí fyrsta árinum, hevur talið av umsøkjarum til Fiski- vinnuskúlan ligið ímill- um 25 og 30. Hetta hevur verið eitt hóskandi tal av næmingum til at manna ein flokk, sum peningur hevur verið játtaður til. "alið av umsøkjarum í ár var 15, tá freistin hjá var úti at søkja eftir fólki. Síðan eru nakrar um- og tískil verður talið av umsøkjarum á leið tað BFISKIVINN + 1) Bergur syndrar Fiskivinnuskulan Tann åhaldandi politiska neydtøkan av F iskivinnuskålanum hevur, saman vid umsitingarligari líkasælu, sløkt mína seinastu vón um, at tað nakrantíð fer at eydnast at skipa eina góða og neyðuga fiskivinnuútbúgving í Føroyum. Áhaldandi politiskir rossahandlar økja ikki um hugin hjá ungfólki at velja sær eina fiskivinnuútbúgv- ing fram um aðrar og meira royndar útbúgvingarmeguleikar, sama sum undanfarin ár. Grundgevingin hjá lands- stýrismanninum fyri at syndra skúlan hevur tí onki hald í veruleikanum, men fer møguliga at skrivar Jákup Andreasen, skúlastjóri í >Sjónarmið< í dag. minka um hugin hjá teimum, sum hava sekt í ár. Át áhugin fyri at søkja inn á Fiskivinnuskúlan ikki hevur verið stórri seinnu árini, kunnu skúlamyndugleikarnir sjálvir takka sær fyri, tí skúlin hevur ikki kunnað kappast á jøvnum føti við aðrar miðnámsútbúgv- ingar. Landsskúlafyrisit- ingin hevur ongantíð ó- makað sær at kanna, hverjar útbúgvingar- møguleikar næmingarnir hava, tá teir hava lokið prógv á skúlanum í Vest- manna. Higartil hava næmingarnir fingið hálv- kvøddar vísur um, at teir helst sleppa at halda fram á hægri fiskivinnuút- búgvingum í Noregi, og tískil leita flestu av næm- ingunum á aðrar skúlar, har teimum er tryggjað atgongd til víðari útbúgv- ing. Umstødurnar hjá skúl- anum at húsast í Vest- manna hava eisini verið út av lagi vánaligar, sum sjálvsagt eisini frættist úti millum umsøkjararnar. Skúlin heldur til í einum sethúsum við einari skúlastovu, sum sjálvsagt ikki nektar tørvin hjá trimum flokkum. Neyð- ugt hevur tí verið at finna ymsar ysnir, sum í longdini eru ótolandi fyri bæði næmingar og lær- arar. Hóast skúlin ferð eftir ferð hevur gjørt Landsskúlafyrisitingina varuga við vánaligu um- stødurnar, so hava tey ikki látist um vón, men hava hinvegin tikið lut í politiska myrkaspælinum um at brúka skúlan sum kastibløku og politiskt agn. Fyri tveimum årum síðan sendu vit Skúlafyri- sitingini eitt skitsuupp- skot, sum kundi nøkta hølistørvin hjá skúlanum fyri nakrar hundrað tús- und krónur, men ongin USKULING åhugi hevur verid at hugt at hesum, ella at komid vid ødrum loysnu. Hetta tal skal samanberast vid, at fløgur longu eru gjørd- ar f Vestmanna fyri um- leið 2,5 milliónir krónur. Tann áhaldandi polit- iska neydtøkan av Fiski- vinnuskúlanum hevur, saman við umsitingarlig- ari líkasælu, sløkt mína seinastu vón um, at tað nakrantíð fer at eydnast at skipa eina góða og neyðuga fiskivinnuút- búgving í Føroyum. Å- haldandi politiskir rossa- handlar gkja ikki um hugin hjá ungfólki at velja sær eina fiskivinnu- útbúgving fram um aðrar og meira royndar útbúgv- ingarmøguleikar. Sjålvt um tað hevur tókst tunnlit í vinaskaran- um hesi 5 árini, síðan Fiskivinnuskúlin varð til, so fari eg at heita á tey, sum halda okkum hava eina føroyska fiskivinnu- útbúgving fyri neydini, um at gera vart við seg, áðrenn skúlin dregur seinasta andan. Kanska kundi landsstýrismaðurin eisini álagt skúlamyndug leikunum at rgkt sínar skyldur mótvegis Fiski- vinnuskúlanum, áðrenn farið verður undir nýggj- ar royndir, og soleiðis at ungfólk fáa hug at søkja inn á skúlan á jøvnum føti við aðrar miðnámsút- búgvingar. Jákup Andreasen Skúlastjóri ude.