leygardagur 23. apríl 1994síða 25
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið (5771),
Nr. 77 — 23. APRIL 1994 Síða 25
Eitf ljós á gøtu mini
E. A. Jacobsen
„Men tú, mansbarn, sig við landar tínar: Rætt-
læti hins rættvísa skal ikki bjarga honum á ti
degi, tá ið hann syndar; og gudloysi hins gud-
leysa skal ikki fella hann á ti degi, tá ið hann
víkur frá gudloysi sínum; heldur ikki kann hinn
rættláti bjarga sær við rættvísi síni á tí degi, tá
ið hann syndar. Ezekiel 33,12.
Hetta er ødru megin eitt orð til hann, sum
kannar sær rættvísi hjá Gudi, hóast hann
livir í opinberligari ella loyndari synd. Tað
batar okkum púrt einki at træta við Gud um
eina rættvísi, sum hann hevur givið okkum
tann og tann dagin og sum skal vara um allar
ævir, tá ið vit hallandi okkum til hesa rætt-
vísi liva í synd. Tí at her er ikki talan um at
falla í synd, men at liva í synd. Tann, sum
livir í synd — hon veri so vekur ella ljót — hann
er undir tí dómi, at tann ið syndar, hann skal
vissuliga doyggja — hin ævigan deyða.
Men hinu megin eru hetta eini fagnadarbod
frá Gudi um, at tann, sum livir í gudloysi, og
tann, sum er vikin frá rættvísini, kunnu
venda sær frå gudloysi sínum og til Guds og
har finna miskunn.
»Og nu siga landar tinir: Vegur Harrans er
ikki rættur! Men tað er teirra vegur, id ikki er
rættur. Tá ið hin rættvísi víkur frá rættlæti
| sínum og fremur órætt, skal hann doyggja
| fyri tað. Og tá id hin gudleysi víkur frá gud-
loysi sínum og íðkar rætt og rættlæti, tá skal
Í hann lívi halda fyri tad«. — Ezekiel 33,17—19. |
AAA UUU
14. apríl
Ingvald Berg Johannesen, Miðvági, 96 ára
gamal.
Petur Danielsen, Svínoy, 81 ára gamal.
Walter Magnussen, andaðist í Danmark, 34 ára
gamal.
15. apríl
Finnur Reinert, Tórshavn, 36 ára gamal.
Guttorm Joensen, Hattarvík, 84 ára gamal.
17. apríl
Einar Hejgaard, ættaður av Toftum, búsitandi
í Havn, 74 ára gamal.
Esmar Jensen, Tórshavn, ættaður úr Kvívík, 72
ára gamal.
18. apríl
Lítla Elsba, dóttur Maíken Rasmussen og Kaj
Johannesen, Klaksvík.
Amnesty
JAVNI
Í morgun kl. 10.00: Gongu-
International túrur frá Virkni til Javna.
Broyttar upplatingartiDir : Leygardagin kl. 11.00:
Skrivstovan í Vágsbotni er Opið hús í N. Finsensgøtu
opin: Týsdag og friggja- 32, miðhæddini.
dag kl. 10-16. Leygardagin kl. 14.00:
Amnesty International Aðalfundur.
Føroya Deild, tlf. 15816
»REYVRENNA«
So opið liggur mál okkara fyri innsigi år útlendskum
óvandamáli, at eitt nú tingmenn uttan at rodna við
kunnu taka í sín munn, at teir kenna seg >reyvrend-
ar<. Og blødini taka hetta upp aftur við stórum sløv-
um uttan so frægt sum at seta gásareygu um.
Gudstænastur 3. s. e. páskir
Havnar kirkja: S. Klein
Vesturkirkjan: K. Mørkøre
Mykines: D. Johannesen kl. 12.00
Gåsadalur: D. Johannesen kl. 20.00
Kollafjørdur: M. Bæk kl. 11.00
Norðskála: E. Olsen kl. 11.00, altargongd (skriftarmål kl.
10.40)
Nes: J. Bech kl. 11.00, altargongd. Kl. 15.00 barnaguds-
tænasta
Søldarfjørdur: J. Bech kl. 18.00
Fuglafjørdur: P. O. K. Olofson kl. 12.00
Klaksvik: H. Bøgesvang kl. 11.00
Húsar: P. Paulsen kl. 12.00, altargongd
Tvøroyri: M. Kjærbo kl. 11.00
Hvalba: H. Poulsen
Vågur: H. Joensen kl. 11.00, altargongd
Hvannasund: E. Beder kl. 12.00, innsavnan til Sunnu-
dagsskúlan í Hvannasundi
Sandavágur: U. Næs kl. 11.00
Vestmanna: U. Næs kl. 15.00, familjugudstænasta
Meinigheitshúsið, Tórshavn
Leygarkveldið kl. 20.00, sunnudagin kl. 16.00, sunnu-
kveldið kl. 20.00 og mánakveldið kl. 20.00: Vårmøtini v/
Flemming Frøkjær-Jensen, presti, um Nehemia bók (sí
skrå og lysing.
Sunnudagin kl. 14.00: Sunnudagsskúli.
KFUK og KFUM, Torshavn
Týsdagin kl. 16.00 í KFUK: Vårgledi (smágentudeildin).
Mikudagin kl. 14.30 i KFUK: D.M.S. ringurin.
Mikudagin kl. 17.00 i KFUM: Dreingjafundur.
Samkoman Sion, Vágur
Sunnudag kl. 11.00: Morgunmøti.
Sunnukvøld kl. 18.00: Evangeliskur fundur.
Månakvøld kl. 20.00: Bønarfundur.
Mikukvøld kl. 20.00: Bønarfundur.
Bønartænastan svarar á tlf. 73941, frå kl. 20.00— 22.00.
VITIN, Århus
April-samkoman verður leygardagin 30. apríl kl.
13.30-17.00 í felagshúsinum >Stenhytten<, Stenald-ervej
77, Brabrand, við luttøku úr Keypmannahavn og Odense
av Per Johan Djurhuus og Kitty Jóhannesen.
Byrjað og endað verður við onkrum til matna.
Øll eru vælkomin — takið børnini við.
Tórshavn:
Djurhuus, tlf. 14319,
leygardagin. Annika
Olsen, tf. 17700,
sunnudagin. Sølvi W.
Olsen, tf. 16111,
Flaggdagin.
Vågar: Tlf. 32413.
Suduroy (nordur):
Tlf. 71560.
Suðuroy (suður): Tlf.
73030.
Tannlæknavakt
Torshavn
Brådfeingishjålp fæst
leygardag, sunnudag
og halgidagar kl. 13.00
-14.00. Tlf. 14544.
Sverri
Øll vanlig mål hava summar reglur, sum ikki mugu
brótast. Eitt vanligt skåladømi, sum lærararnir plaga
at brúka, er hetta: 'drengen fryser' eitur á føroyskum
'drongurin er kaldur". Tí, um vit síga, at hann frystir,
so er talan um, at hann frystir okkurt, sild ella
høgguslokk ella sovorðið.
Sundurbýtingin í transitiv og intransitiv sagnorð
er reiðiliga føst í føroyskum. Vit kunnu doyggja
(intransitivt), og vit kunnu drepa (transitivt). Men tað
kemur meira enn eina ferð fyri, at vit hoyra tíðinda-
fólk siga til dømis, at >34 fólk eru dripin av meldur-
ódn í Suðuramerka<. Soleiðis kann tað ikki eita. Er
talan um dráp á føroyskum, so stendur ein persónur
aftanfyri. Túsundtals føroyingar eru deyðir á havin-
um. Men teir eru ikki dripnir á havinum — uttan so at
sjórænarar hava verið uppii.
Eitt annað mark er millum tey imperfektivu og tey
perfektivu sagnorðini. Tað bleiv sagt um eitt ella
annað illvedur, at nú var tað munandi avhæsað<.
Hetta ber ikki til. Tað, sum er avhæsað, er liðugt,
yvirstaðið. Einki kann hæsa av hálvavegna. Orðið er
perfektivt og sigur frá, at okkurt endar. Tað ber held-
ur ikki til at vera munandi omandottin<. Antin er
man farin útav ella er man ikki farin útav, og munurin
kann vera rættiliga stórur.
Tey refleksivu og mediopassivu sagnorðini verða
eisini bronglað. Ein radiohandil hevur eitt sjónvarp,
har myndin »ikki ristir«. Ristir hvat? Tað skal sjálv-
sagt eita mikki ristist«. Rætt er, at nógvar myndir í
sjónvarpinum kunnu vera ristandi, men tað er nokk
ikki meiningin í hesum føri.
13. apríl fingu Vígdis og
Eyðun Petersen, Søldar-
firði, eina dóttur. Hon var
55 cm long og vigadi 4000
gr.
16. april fingu Gunvør Han-
sen og Dånjal P. Olsen,
Tórshavn, eina dóttur. Hon
var 58 cm long og vigaði
4290 gr.
16. apríl fingu Torbjørg
Hentze og Jógvan Krog
Mortensen, Sandi, ein son.
Hann var 52 cm langur og
vigaði 3350 gr.
Vælkomið
lítla barn
16. apríl fingu Karin M.
Martinsen og Claus D.
Christensen, Argjum, ein
son. Hann var 58 cm langur
og vigaði 3900 gr.
18. apríl fingu Andrea og
Jan Kristoffersen, Hoyvík,
eina dóttur. Hon var 54 cm
long og vigaði 4000 gr.
18. apríl fingu Mariann og
Jákup Eli Jacobsen, Upp-
sala, Svøriki, eina dóttur.
Hon var 50 cm long og vig-
aði 4030 gr. Hon hevur
fingið navnið Øydis.
19. apríl fingu Annikka og
Poul Færø, Klaksvík, ein
son. Hann var 53 cm langur
og vigaði 3170 gr.
19. apríl fingu Harriet og
Petur Mortensen, Hósvík,
eina dóttur. Hon var 50 cm
long og vigaði 3500 gr.
19. apríl fingu Julietthe Ja-
cobsen og Carsten Hansen,
Tórshavn, tvíburðar,
dreingir. Annar var 50 cm
langur og vigaði 2600 gr.,
hin 51 cm langur og vigaði
2900 gr.
Ráðgeving fyri
bern og ung
á tlf. 10645 mánadag kl. 16
--18.00.
B bati
Tórshavn
Sunnudagin 24. apríl kl.
14.00 verður gongutúrur til
Norðradals og Vatnsdals.
Farið verður frá Kunning