týsdagur 26. apríl 1994síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
Nr. 78 — 26. APRÍL 1994
7
Strondum
Umleið 1000 fólk hava sæd
sjónleikin "Ronja Ráns-
mansdóttir", sum strand-
ingar framføra í løtuni
Tey lata væl at sjón-
leikinum, sum 16 leik-
arar í aldursbólkinum 14
til 55 ár, framføra í løtu-
ni å Strondum.
Leikurin hevur verid
framførdur regluliga í
triggjar vikur, men nå
verdur bert framført i
vikuskiftinum, verður
upplýst í Stranda Sjón-
leikarfelag.
- Fyribils fara vit at
framføra næsta viku-
skifti, tað er 30. apríl og
num og brúkarum
1. maí, og so kanska eitt
vikuskifti aftrat, um
undirtøka er fyri tí, verð-
ur sagt í Stranda Sjón-
leikarfelag, sum eisini
hevur sett leikin upp.
- Hetta er leikur, sum
bergtekur børnini, siga
sjónleikarnir á Strond-
um.
Fyri bamagardsbørn
og skiilabørn kostar at-
gongumerki 25 krónur.
sjónleikarfelagnum.
Dagny
Landsfundur í Javna:
Javni broytt bygnað
Nógv fólk var á landsfundinum hjá Javna í vikuskift-
inum. Umframt fyrilestrar og kjakfundir var Tilhaldið
latið upp fyri menningartarnaðum. Andveikraverndin
er farin í søguna, og tí var eisini bygnaðurin í Javna
broyttur á aðalfundinum leygardagin
Landsstevnan hjá Javna
byrjaði friggjakvøldid, tå
Finnur Helmsdal, fyrrver-
andi leiðari í Andveikra-
verndini setti stevnuna.
Eftir hetta var evnið "Ein
familja, har ein ber brek".
Jastrid og Johan Sigurd
Weihe eiga 14 ára gamla
Elvin, sumer mongol. Elvin
eigur 16 åra gamla systir,
sum eitur Erla og er 16 år.
Uppgåvan hjå familjuni
hetta kveldið var at greiða
frá sínum viðurskiftum,
- Serliga rørandi og áhug-
avert var at hoyra Erlu siga
frá, hvussu tað var at vera
Eini 200 fólk vitjaðu í Tilhaldinum hjá Javna í N. Finsensgøtu, har borðhald var fyri gestu-
systir at einum brekaðum
beiggja, verður sagt frá
fundinum.
Síðani læs Helena Natte-
stad upp yrking undir heiti-
num: "Ein ferð til Holl-
ands", sum hon sjálv hevur
tytt úr donskum.
Tå setanin var av, skipadi
Javni fyri pallborðsfundi.
Finnur Helmsdal helt fyri-
lesturin: Andveikraverndin
farin í søguna, og Bjarni
Vilhelm greiddi frá nýggju
skipanini, nú stovnurin er
lagdur undir Almannastov-
una. Bjarni Clemmentsen
greiddi síðani frå bústaðar-
viðurskiftunum og arbeiðs-
tiltøkum hjá menningar-
tarnaðum.
Leygardagin fóru stevnu-
gestir saman við teimum
Tíðindablaðið
menningartarnaðu frá dag-
stovninum "Virkni" í Berja-
brekku oman í Tilhaldið í N.
Finsensgøtu, har opið hús
var kl. 11. Umleið 200 fólk
vitjaðu inn á gólvið henda
fyrrapartin, har skipað varð
fyri líttum borðhaldi.
Seinnaparin leygardagin
var aðalfundurin, har Diana
í Puntabyrgi, formaður í
Javna, varð afturvald.
Í hesum sambandi var eis-
ini bygnaðurin í felagnum
Javna broyttur. Ein starvs-
nevnd varð vald, og fimm
umbodsnevndir, sum fara at
virka um landið.
Í starvsnevndini komu:
Harald Haraldsen, Sirgun
Wardum, Sigtór Andreasen
og Kirsten Staksá.
Landsstevnan hjá Javna
Bygnaðurin í felagnum
Javna varð broytt ur á
aðalfundinum.
Vinstrumegin síggjast
Sigrun Wardum, sum varð
vald í starvsneyndina og
Diana í Puntabyrgi varð
afturvald til formann
Hans Trúgvi Hendiksen
var orðstýrari á
aðalfundinum
endaði við veitslu í Páll-
stovu fyri 250 fólkum.
Dagny