Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-26, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. apríl 1994síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið ED Nr. 78 — 26. APRIL 1994 Síða7 DANIEL DAY-LEWIS i í EMMA THOMPSON > BP HEV DON EINS SI ET TT 4 * £ ? He fought for justice to clear his fathers name. Søgan um hendingina'Teir fýra í Guildford"t Havnar Bio: Osekir dømdir lívlangt fongsul Filmurin "In The Name Of The Father" er gjørdur um eina veruliga hending, sum før fram i sjeytiårunum i Bretlandi. Ein 20 åra gamal madur vard handtikin i Belfast, skuldsettur og dømdur livlangt fongsul fyri IRA yvirgangsvirksemi Mangan verður sagt, at veruleikin er nógv ræðulig- ari enn fiktiónin - tær søgur sum rithøvundar og films- stjórar bygja sínar søgur á. Hesin filmur varð sýndur fyrstu ferð mánakveldið. Hann er bert at síggja hesa vikuna, og tí krevja fólk at kvika sær. Filmurin "In The Name Of The Fathar" er gjørdur eftir eini bók, sum tann 20 ára gamli írin Gerry Conlon hevur skrivað, eftir at hann hevði sitið 15 ár í fongsli- num. Hann varð náðaður í 1989. Gerry Conlon var 20 ára gamal, tá hann ein morgun í 1974 varð handtikin og skuldsettur fyri at hava framt eina bumbuspreing- ing í pub í Gouildford nær- indis London. Fimm fólk lótu lív. Handtøkan fór fram í Bel- fast, og enska trygdarher- liðið heldur, at teir hava fingið fatur í einum vanda- miklum IRA-yvirgangs- manni. Tað er rætt, at Gerry Con- lon var staddur í London, tá spreingingin fór fram, men hann var farin heimaftur til Írlands, ti honum dámdi ikki í Bretlandi. Hann var bert ein unglingur, sum ikki hevði nakrar ætlanir við sín- um lívi, og hann hevði als einki við IRA at gera. Filmurin er ikki bert ein dramatisk søga um Grætt- vísi, men eisini ein viðkom- andi søga um sambandið millum faðir og son. Tá Gerry Conlon varð handtikin og førdur til fangahús í London, bað fað- ir hansara um at sleppa at vitja sonin. Tað varð játtað, men tá pápin kemur at vitja, verður hann eisini handttikin og skuldsettur fyri at hava ver- ið saman við soninum og tveimum — øbrum um spreingingina. Teir vóru í pressuni nevndir "Teir fýra úr Guildford", men teir vóru eins ósekur og Gerry Conlon og Guiseppe, pápi hansara. Høvudsleikarin er Gerry Conlon (Daniel Day-Lew- is), sum varð trýstur at jåtta seg sekan og dømdur lív- langa fongsulsrevsing í somu kliva sum påpin (Pete Postlethwaite). Ferðgármnir eru sum dagur og nátt, men trongligu um- stødurnar noyða teir at finna saman sum frálíður, í royndini at yvirliva í harð- renda fongsulsumhvørvi- num. Faðir og sonur fara saman undir at berjast móti órætt- vísa dóminum. Ein advo- katur (Emma Thopson) stuðlar teimum og fær at enda reist málið í rættinum. Í veruligu søguni hand- tekur bretska løgreglan nak- rar = IRA-yvirgangsmenn tvey ár eftir at "Teir fýra úr Guildford" vórðu dømdir lívlangt fongsul. Hesir játta at hava framt bumbu- spreingingina í Gouildford, men bretska løgreglan royn- ir at dylja tað. — Filmurin in ihe Name Of The Father" er filmur um politiharðskap og órættvísi, um almenna andlitið hjá løgregluni, sum heldur 6- rættvíst dóma fólk í roynd- ini at prógva, at løgreglan verjir almenningin móti yvirgangskroppum. Filmurin "In The Name Of The Father" verður synd- ur frå månadegi 25 apríl og vikuna út. Hann er góðar tveir tímar langur. Dagny Livdin, Dj. í Geilsgotu 1 Opið ør soleiðis: Mikukvøld frá kl. 20-23, fríggja- kveld og leygarkvøld frá kl. 19.00 til 01.00, og sunnukvøld frá kl. 19.00 tll 23.00. Aldursmarkib er 16 ár. Dagn skrivar Tað mest umskiftiliga í farnu viku var veðrið. Vit høvdu summar ein dag, vetur annan dag o.s.fr.. Tað er hugaligt, men tú ótolnast eftir at várið skal koma, ljósið vinna á myrkrinum og eftir at blómumar fara at spretta. Tað sum situr best eftir í minninum, var kjak- sendingin um javnsstødul6gina í SvF. Hanna Joensen, formaður í Javnstødunevndini og Tordur Niclasen, tingmaður, skuldu umrøda hetta góða mål, sum fekk so nógvar og ymiskar hugsanir fram í fólki vikuna fyri. Eg hugsaði satt at siga, at hetta var góð umboðan, tó at tað undraði meg, at ikki ein av sjónvarpskvinnunum stóð fyri sendingini. Hanna Joensen hevur stríðst fyrijavnstødul6gini í nógv år, og Tordur Niclasen hevur aðra áskoðan, umframt at hann er útbúgvin sjúkrasystir, sum er kvinnustarv burturav. Tað skuldi verið gott grundarlag fyri einum kjaki við ymsum forteknum. Sendingin gjørdisteiu vónbrot. Tordur Niclasen fekk ikki rættiliga fram, hví hann helt, at tað var skeivt at lóg- geva fyri javnrættindum. Hann segði m.a. at tað var at stavnsbinda kvinnuna, men eg fekk ikki við, hverjar grundgevingar vóru fyri hesum. Hvussu virðir ein mað- ur leiklutin hjá kvinnuni, um hann heldur, at hann skal verja hana á slíkan mannminkandi hátt, við júst at gera hana til tað veika keraldið, sum maðurin skal verja?Eg fekk ikki innlit í, hvussu hugaheimur hansara er settur saman, og hví hann fór í SvF, tå hann hevði so lítið at siga okkum, sum halda, at javnstøda er ein sjålvfylgja í einum framkomnum samfelag. Bert tað at Tordur Niclasen hevur kvinnuútbúgving skuldi gjørt hann føran fyri at skilja sínar starvssystrar - tær eru 680 í tali í Føroyum, móti trimum mannligum sjúkrasystrum, sum í dag arbeiða innan heilsuverkið. Tað varð eisini nevnt, at Tordur Niclasen er leiðari á Ellis- og røktarheiminum í Runavík, men vit fingu ikki at vita, hvussu nógvar umsóknir høvdu verið til hetta starvið. Kanska hevur Torður Niclasen verið einasti umsøkjari í síni tíð - hansara starvsroyndir og eftirút- búgving eru í lagi - men hann segði sjálvur, at hann helst hevði fingið starvið, tí hann hevði bestu fortreytir. Javnstøda ella ikki, neyvan eru allar hinar sjúkra- systrarnar í Føroyum so illa fyri, at ikki onkur hevur líka góðar fortreyir. Tað er eisini ein spurningur um javn- stóðu, men so avgjørt eisini ein spurningur um at halda seg til. Tað hava menn sum kunnugt gjørt allar dagar, og tað tekur sjálvandi sína tíð, til kvinnur eisini fara at gera tað. Spurningur um útbúgving og broyting í hugburði er tað, sum er avbjóðingin í framtíðini. Hetta fekk meg at hugsa um August Strindberg, kenda rithøvundan og dramatikaran í Svørfki, sum allar sínar dagar hevði eitt legið hatur/kærleikssamband við kvinnuna. Hann letur eina kvinnu siga um leiklutin hjá monnum og kvinnurm í einum sjónleiki, at "Trupul- leikin er, at menn ongantíð kunnu fyrigeva kvinnuni, at hon hevur givið teimum lívið". Kvinnan var hansara "yvirmaður" í øllum lutum, og hóast hann var giftur tríggjar ferðir - einu ferðina við Siri Von Essen - so nýtti hann alla sína orku at mótprógva, hvønn tydning kvinnan hevði fyri mannin. Tað er eins og hetta "urinstinktið" aftur dagar undan, tá tosað verður um javnstødul6gina og alt tað, sum hon verður løgd undir. Alvaratos, eg haldi ikki, at menn skulu vera so bangnir fyri kvinnuni á arbeiðsmarknaðinum og aðra- staðni í samfelagnum, har kvinnur eins og menn hava sínar uppgávur. Einki verður tikið frá ella givið monnum, sum teir ikki hava uppiborið. Bert menniskjansliga virðingin millum kynini kann javna út skeivleikarnar í samfelagnum, og hver maður torir at viðganga, at helmingurin av Føroya fólki ikki kann ella dugir at tosa fyri seg? Javnsteðulógin broytir einki, um vit ikki taka av- bjóðingarnar og ábyrgdina mótvegis okkum sjálvum - ikki sum maður ella kona - men sum menniskju.